fríggjadagur 21. desember 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 248 - 21. desember 2007
tíðindi
Umrøða
Litfagra verð
Týtt hevur Marita Thomsen
Bókadeild Føroya Lærarafelags
12 blaðs.
Bókin er til tey 0-2 ára gomlu. Hon er úr pappi, hevur klaffar og er,
sum heitið bendir á, sera litrík.
Í bókini eru litfagrir lutir, og skrivað stendur, hvussu teir eita, so
hetta er ein bók, har barnið saman við tí vaksna lærir um teir ymsu
litirnar og at seta teir í samband við ymiskt, tað kennir aftur úr
umhvørvinum.
Umrøða
Harriet Beecher Stowe
Tummasarsmátta
Týtt hevur Theodor Hansen
Perma: Edward Fuglø
Bókadeild Føroya Lærarafelags
Hon er 240 bls.
Ongin ivi man vera um, at bókin um Uncle Tom gav
kjakinum um trælahald í amerikansku suðurstátunum
eitt rættiligt skump, tá ið hon kom út í 1852. Heldur
ongin ivast í, at hon mundi vera ein av orsøkunum
til, at trælahald varð bannað við lóg nøkur ár seinni.
Amerikanski forsetin tá var Abraham Lincoln og
um Harriet Beecher Stowe segði hann: ”Her hava vit
lítlu kvinnuna, sum skrivaði bókina, ið elvdi til stóra
kríggið.”
Bókin er síðan vorðin kjakevni fleiri ferðir, serliga
í sjeytiárunum, tá ið vaksandi medvitið um støðu
teirra svørtu í USA gjørdi sítt til, at spurnartekin
vórðu sett til tær ymsu myturnar um svørt. Ein av
teimum var mytan um Uncle Tom ella Tummas, sum
hann eitur á føroyskum.
Í stuttum er søgugongdin tann, at Tummas verður
seldur sum brúkslutur frá einum eigara til annan, og
viðurskifti hansara líka so væl sum hjá øðrum
svørtum eru treytað av, hvør eigarin er.
Tummas er sannførdur trúgvandi maður og vil ikki
gera ímóti sannføring sínari, og tí má hann at enda
lata lív vegna tað, at hann ikki vil gera harra sínum
eftir vild.
Bókin er egnað at lesa bæði hjá ungum og
gomlum.
Umrøða
Guds orð ella orð um Gud
Hans Andrias Sølvará
Forlagið Fróðskapur
- Hendan bókin er eitt íkast til
politiska kjakið. Tað sigur Hans
Andrias Sølvará, sum hevur
skrivað bókina Guds orð ella orð
um Gud.
Áhugin fyri átrúnaði tykist at
vera vaksandi her í byrjanini av
21. øld, og hetta sæst aftur í
bókarúgvuni undan jólum.
Ein av bókunum um átrúnað er
»Guds orð ella orð um Gud«
eftir Hans Andrias Sølvará, sum
er cand. mag. í søgu og
heimspeki.
Høvundurin staðfestir í bókini,
at átrúnaðarlig viðurskifti í størri
og størri mun verða partur av
politiska kjakinum. Tað hevur m.
a. við sær, at tað er vorðið
vanligt at grundgeva fyri
politiskum
sjónarmiðum við at vísa til
Bíbliuna. Hetta er eisini ein av
orsøkunum til, at bókin hevur
sæð dagsins ljós.
- Tað er rætt og slætt
alneyðugt, at alment kjak er um
alt tað, sum verður nýtt til
politiska grundgeving. Eisini um
Bíbliuna. Hendan bók er ikki
skrivað fyri at gera seg inn á
átrúnað ella trúgv hjá nøkrum.
Bíbliukritikkur snýr seg ikki um
Gud ella trúgv, hann snýr seg um
tað, sum teksturin við skilvísum
vísindaligum háttaløgum kann
metast at kunna bera. Gud verður
á ongan hátt ávirkaður av
bíbliukritikki. Bíbliukritikkur
snýr seg ikki um Gud; hann snýr
seg um teir tekstir, sum
menniskju hava skrivað um Gud.
Á sama hátt, sum ávís menniskju
er til, óheft av teimum tekstum,
sum eru skrivaðir um tey, á sama
hátt er Gud tann, sum hann er,
óheft av teimum tekstum, sum
eru skrivaðir um hann. Gud er
ikki kjølfestur í Bíbliuni og kann
hvørki prógvast ella mótprógvast
við bíbliukritikki.
Bíbliukritikkur kann broyta ta
mynd, sum menniskju hava av
Gudi, men hann kann ikki broyta
Gud. Hendan bókin snýr seg ikki
um Gud, men hon er skrivað við
tí í huga at geva eitt íkast til
politiska kjakið í Føroyum, sum í
størri mun verður grundaðá
bíbilska tekstin. Gud verður
hildin uttanfyri hetta kjakið,
skrivar í bókini.
Fyrri parturin av bókini viðger
Gamla testamenti, har kapitlarnir
m.a. umrøða søguna hjá
ísraelsfólki sambært Gamla
Testamenti og Gamla testamenti
sum keldur til søguna hjá
jødunum.
Seinni partur viðger Nýggja
testamenti, har evni sum munurin
millum kirkjunnar Kristus
og søgunnar Jesus verður
umrøddur. Eisini skrivar
høvundurin um Palestina og
jødadómin á Jesu døgum og
Nýggja Testamenti sum keldu til
lív og virki hjá Jesusi.
Sagt verður frá forlagnum, at í
bókini verður við kritiskum
eygum hugt at nøkrum søgum
og tekstum í Bíbliuni. Roynt
verður at finna aftur til søguliga
veruleikan, sum mest sannlíkt
fjalir seg aftanfyri onkrar av
teimum gudfrøðiliga grundaðu
tekstunum og søgunum. Bókin
snýr seg sum nevnt ikki um
gudfrøði ella boðskapin í teimum
bíbilsku tekstunum, men hon
nemur fyrst og fremst
við nakrar av trupulleikunum,
sum fornfrøðingar, søgufrøðingar
og tekstgranskarar hava peikað á,
tá tað snýr seg um søguliga
innihaldið í tekstunum.
Bókaprát
Lagt til rættis: Anna V. Ellingsgaard og Rigmor Dam
Guds orð ella
orð um Gud?
Litfagra verð
Tummasarsmátta