Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 ✯ Sosialurin 21. desember 2007 -Tú kanst siga, at hetta var sum at vinna tann heilt stóra vinningin í lottaríinum. Eg vil heldur siga, at Føroyar fingu ein gullrandaðan Oskar fyri at vera besta oyggjalandið í heiminum. Størri og betri vinning kanst tú neyvan fáa, og hetta eiga føroyingar at fegnast um men eisini virða. Soleiðis tekur John Hull úr New Zealandi til orðanna, tá Sosialurin herfyri hitti hann og ta kanadisku Carol Patterson, ið bæði virka innan vistfrøðiliga ferðavirnnu. Bæði vóru tey við til ráðstevnuna í Føroyum herfyri um vistfrøðiliga ferðavinnu, sum SamVit skipaði fyri. Og bæði fóru tey avstað full av íblástri og lovorðum um Føroyar. Henda ráðstevna var í kjalarvørrinum á avgerðini hjá National Geographic at kjósa Føroyar sum heimsins besta oyggjaland. John Hull var við í tí bólkinum av serfrøðingunum, sum kjósaðu Føroyar sum besta oyggjalandið í heiminum út av 111 møguligum. Hetta kom at standa í altjóða vælumtókta ferðatíðaritinum hjá National Geographic, sum verður givið út í 7 tungumálum og verður prentað í nógvum milliónum eintøkum. Føroyska málið taldi nógv John, sum hevur vitjað í Føroyum oftani áður, heldur vit eiga eitt unikt land, og hann ivast onga løtu í, at valið av júst Føroyum sum heimsins besta oyggjaland var rætt, tí Føroyar eru nakað fyri seg, óspiltar og forkunnugar. Umframt náttúruna og tað reina umhvørvið, tey høgu fjøllini og mongu firðirnar og sundini, so heldur John, at serstakliga okkara mentan gjørdi útslagið, tá heimsins besta oyggjaland skuldi veljast út. - Tit eru bert 48.000 menniskju, sum liva á nøkrum fjarskotnum og so at siga órørdum men veðurbardum klettum úti í Atlantshavi. Tit tosa tykkara egna mál, og tað er heilt óhoyrt, at eitt fólk, sum er so fáment, hevur sítt egna tungumál og hevur megnað at varðveita og menna tað í hesi øldini við tøkniliga meldrinum, har øll kappast um at verða hoyrd og sædd. Varðin Carol Patterson, sum er eitt kent navn, tá tað ræður um ferðavinnuna í Kanada, heldur eisini, at Føroyar eru eitt einstandandi oyggjaland, men samtíðis – fyri at vera heimsins fremsta og besta oyggjaland. Ikki minst mentanin og her serstakliga føroyska málið, ið 48.000 íbúgvar hava megnað at varðveita og menna, eru ein høvuðsorsøkin heldur newzealendskur ferðavinnuserfrøðingur John Hull og Carol Patterson halda tað vera rættvíst at kjósa Føroyar sum besta oyggjalandið í heiminum, har eitt nú vakra og stórsligna náttúran er ein av grundgevingunum Besta jólagávan: Føroyar fingu Oskar