fríggjadagur 21. desember 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 248 - 21. desember 2007
21
tíðindi
Umrøða
Sólrun Michelsen
Tema við slankum
Mentunargrunnur
Studentafelagsins
118 blaðs.
Sólrun Michelsen hevur í fleiri ár
undirhildið okkum við sínum
barnabókum, har kanska serliga
Argjafrensar 1994 og Útiløgu
kattar 1996 eisini eru hugsaðar
vaksnum. Hon hevur somuleiðis
skrivað søgur í ymisk rit og
ólavusøkukantatuna ”Oyggjar
nar”, sum bleiv framførd í 2002.
Men Tema við slankum er fyrsta
bókin hjá henni ætlað tilkomnum
lesarum, hóast sjónarhornið enn í
størstan mun er hjá barninum.
Tær flestu av teimum 29 søgu
num eru stuttir stubbar, sum gera
brotmyndir av uppvøkstri, og
hvat ymisk kor kunnu føra til.
Fyrsta søgan eitur ”Gentan” og
fortelur um hana, sum onkurs
vegna er við í øllum
frásagnunum, og sum er stikað
inni í einum opnum úthúsum
fyltum við skrambli. Orsøkin er,
at hon strýkur, og at tann
óhugnaligi pápin undir keppi og
við tjúkkum brillugløsum greid
liga ikki er av Guds bestu
børnum. Gentan er øðrvísi, og
tað er um somu tíð dragandi og
ræðandi. Einaferð verður tað
seinna við yvirvágina, og
frásøgufólkið, sum eisini er ein
genta, fer ongantíð inn aftur at
spæla.
Tá ið foreldrini at enda sleppa
tí innistongdu gentuni út, tí hon
er komin í skúlaaldur, torir hon
ikki at fara út um portrið. Teir
gerandis og um somu tíð óhugna
ligu endasetningarnir eru: ”Long
tíð gekk, áðrenn tey fingu
bankað bangilsið so mikið úr
henni, at hon orkaði at ganga
tann stutta teinin til skúlan”
(s.13). Tað er ikki sørt av ræðu
søgu í frásøgnini, og lesarin fær
varhugan av, at hetta kann ikki
spæla væl av.
Men uppímillum ófrættakendar
lýsingar av pápanum hjá gentuni,
av einum mannaskølti ovast á
dunganum av drasli, av tunnum
við stinkandi vatni í, eru
brotmyndir av gerandisdegnum í
1950’unum. Vit hoyra um
seymimaskinuna hjá Fíu, um
kettlingar, sum mugu drepast, um
mammuna, sum dansar á leistum,
um pápan í verkfalli og mangt,
mangt annað. Í einum stubba
verður tann stóri køkurin, sum
minkar við tíðini, hálovaður. Tað
er her, tað verður spælt og
matgjørt og flett, og sum skrivað
stendur: ”Køkurin. Heimsins
nalvi” (s.32). Summar av hesum
lýsingum minna ikki sørt um
samsvarandi myndir í skaldsøg
uni Lívsins summar eftir Oddvør
Johansen, men eru um somu tíð
fullkomiliga Sólrunsa egnu.
At arga og verða argaður
Søgurnar í Tema við slankum eru
býttar í tríggjar partar, har fyrsti
partur sigur frá barnaárum við
eg’num sum frásøgufólki, og við
gentuni uppi í í flestu førum.
Annar partur er øðrvísi í tann
mun, at her verður skift ímillum
fleiri sjónarhorn. Fyrst sigur
eg’ið frá tí bláa dronginum, sum
er stórur og sterkur, men sum
ikki orkar at renna, tí hann hevur
veikt hjarta. Hann verður
argaður, og í staðin plágar hann
dýr. Í næsta stubba er sjónar
hornið hjá dronginum, og lesarin
næstan krympast av at kenna ta
líðing, hann er fyri. Soleiðis
skifta stubbarnir í hesum parti
ímillum at siga frá fólki, sum eru
sett uttanfyri og so søguna sædda
við teirra eygum, men í triðja
persóni. Úrslitið er ein sterkur og
beiskur drykkur, tí hvør kann
kenna seg reinan?
Í triðja parti eru tríggjar søgur,
sum eru nakað longri enn tær í
teimum undanfarnu pørtunum.
Frásøgufólkið og gentan eru
vorðnar vaksnar og hittast við
longum millumbilum í einum
stórbýi, har gentan býr. At síggja
til eru tær betri vinkonur nú enn
nakrantíð áður og sita hvørja ferð
og tosa saman í tímar, men tað er
bara eg’ið, sum tosar um gamlar
dagar. Gentan tekur ikki árini
heima upp á tungu.
Í tí fyrstu søguni, ”At dansa
við veruleikanum”, eru tær báðar
ávegis til ein fyrilestur, men
koma til ein annan, sum snýr seg
um villiniborgir – labyrintir.
Partur av frásøgnini er full
komiliga gerandis, ímeðan ein
annar partur er dreymakendur,
óveruligur. Hendan søgan er
kanska hon, sum truplast er at
fáa hald á. Tað er í hesi søguni,
at gentan sigur: ” Veitst tú. Eg eri
tú. Eg eri tann goymdi parturin
av tær. Hann, sum torir” (s.94).
Tað sagda er í einum dreymi, so
kanska er tað kortini ikki gentan,
sum sigur tað, men frásøgu
gentan sjálv?
Alter ego
Tittulin á aðru søguni er ”Rima
gentan” og sigur í triðja persóni
frá lívi hennara í býnum. Hvussu
vøkur hon er, hvussu hon kann
bergtaka allar menn, og hvussu
hon skiftir teir út hvørt hálva ár.
Hvussu hon setur sær karmar og
innan hesar medvitið fer eftir
einum ávísum manni. Hvussu
hon leitar upplýsingar fram um
hann og setir seg inn í tað, hann
hevur áhuga fyri, so hon ofta veit
meira um evnið enn hann. Í
hesum minnir gentan stak nógv
um ein persón í filminum ”Black
Widow” við Debra Winger og
Theresa Russel, har tann seinna
gjørdi seg serkøna á ymiskum
økjum, so hon kundi fáa hendur
á ávísum monnum. Í ”Black
Widow” verða menninir dripnir –
haðani tittulin – ímeðan gentan
bara brýtur teir niður og síðani
blakar teir burtur sum eina gamla
tvøgu. Ávegis hevur hon hugna
sær við manninum, men
onkustaðni á leiðini kennir hon
hann (soleiðis nevnir hon pápan)
í honum, og hon fer undir at
syndra hann (mannin/pápan)
sundur.
Tað er í hesi søguni, at tað
kemur fram, at tað onkurs¬vegna
er klovningur í sinninum á
gentuni. Í huganum hevur hon
eina vinkonu, sum hon nevnir
Elisabeth, og tá ið tær eru
tværeinar, er tað ikki stuttligt at
vera gentan. Tann veruliga
vinkonan, eg’ið í teimum flestu
søgunum, er sólin og hin er
myrkrið. Tað trupla er at finna
eina javnvág ímillum hesar
báðar.
Gentan vil ikki og kann ikki
hava nakran mann í longri tíð.
Hon vil byggja upp fyri at kenna
njótingina av at leggja oyði.
Síðani tekur svartskygni yvir, og
hon má berja seg uppaftur í
ljósið. Tað er greitt, at gentan er
avbera destruktiv, men tað er eins
og tann oyðandi uppvøksturin
ikki hevur veitt henni aðrar
møguleikar. Tað er hennara máti
at yvirliva uppá. Og allatíðina
lúrir ræðslan, at hon, tá ið hon er
í myrkrinum, ikki skal megna at
klarta uppaftur í ljósið.
Seinasta søgan eitur ”Eg” og
sigur fyri ein part frá viðurskift
unum hjá frásøgukvinnuni við
ein giftan mann, sum ikki sýnir
henni stórvegis virðing. Gentan
leggur henni eina við ikki at
finna seg í hesum, og tað eydnast
eg’num at sleppa av við mannin
upp á ein næstan líka harðligan
máta, sum tann gentan plagar at
brúka. Tá ið hon síðani skal berja
seg upp úr tí skýming, sum sýgur
niður yvir hana, leitar hon í
tonkunum aftur til barnaárini og
køkin.
Tær seinastu tríggjar síðurnar
eru samrøða millum hana og
gentuna, har gentan sigur, at óttin
eisini fer at koma til eg’ið, sum
eisini má viðganga, at hon tvær
reisir hevur verið so bangin, at
hon stirðnaði. Gentan sigur, at
soleiðis hevur hon tað hvørja
ferð, tá ið hon er einsamøll við
sær sjálvari og sínum skuggum.
Tað er greitt fyri lesaranum, at
eitt lív sum tað hjá gentuni illa
kann standa við, og tá ið eg’ið
sær armin á gentuni, varnast hon,
at har eru blá merkir, og at
gentan er afturfarin. Beint áðrenn
hevur gentan fortalt, hvussu góð
hon er við hana, og tá ið gentan
er farin, gerst eg’ið greið yvir, at
eisini hon er góð við gentuna.
Teir seinastu setningarnir siga, at
hon ongantíð sær gentuna aftur.
Yndisligar og ræðandi
Stubbarnir og søgurnar í Tema
við slankum eru bæði ræðandi og
yndisligar um somu tíð. Ofta eru
teirra ørindi at draga tað óhugna
liga fram, sum býr allastaðni í
nánd av okkum, og sum vit
viðhvørt eisini eru partur av. Lýst
verður ígjøgnum myndina av
gentuni, hvussu avgerandi korini
í uppvøkstrinum eru fyri, hvørjar
møguleikar vit hava seinni í
lívinum. Frá fyrsta degi hevur
gentuni ikki verið tillutað eina
tilveru verd at liva, og tí roynir
hon at stinga av. Men hóast ljót
foreldur gerst hon stak vøkur og
átti tí at havt alskyns møguleikar.
Uppvøkstrinum sleppur tú kortini
ongantíð undan, og tað einasta,
hon fær gjørt, er at gera seg inn á
menn, sum hon fær at forelska
seg í sær. Gentan kemur í veru
leikanum ongantíð út handan
rimarnar, har pápin setti hana, tá
ið hon var smágenta.
Bókaprát
Lagt til rættis: Anna V. Ellingsgaard og Rigmor Dam
Handan rimar