fríggjadagur 21. desember 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 21. desember 2007 ✯ 21
Ferðafólk um allan heim dáma best at
ferðast til oyggjalond. Av tí sama eru
summar oyggjar við at drukna í
ferðafólki. National Geographic bað
522 altjóða serfrøðingar atkvøða, um
hvørjar oyggjar framvegis eru áhuga
verdar at vitja, og hvørjar eru yvirfyltar
við ferðafólki. Í umhvørvishøpi liggur
Føroyar fremst av 111 oyggjalondum
skrivaði Sosialurin fyri tíð síðani.
Oyggjalond
Oyggjar eru ímyndin av ferium og eini
flýggjan frá veruleikanum.
Tað, at oyggjar eru avskornar, er júst
tað, sum ger tær áhugaverdar. Oyggjar
hava sína egnu verð við siðvenju,
vistskipanum, mentanum og
landsløgum.
Men sum mikroverðir, eru oyggjar
eisini meira viðkvæmar mótvegis til
dømis fólkavøkstri og veðurlags
broytingum. Og í dag er ein av stóru
hóttanunum eisini ferðafólkavinna.
Hetta skrivar tíðarritið National
Geografic.
Saman við Traveler og George
Washington University hevur National
Geographic Center for Sustainable
Destinations kannað integretetin hjá
oyggjum runt heimin. Eitt pallborð við
522 serfrøðingum í
umhvørvisvinarligari ferðavinnu hevur
kannað umstøðurnar í 111 útvaldum
oyggjum og oyggjabólkum.
Av hesum liggja Føroyar á fyrsta
plássi við 87 stigum. Tvey stig
frammanfyri Lofoten, Hetland og
Chiloé í Kile, ið øll hava 82 stig. Ísland
liggur á áttanda plássi við 80 stigum.
Úrslitið vísir, at oyggjar við góðum
strondum draga so nógvar turistar til
sín, at menningin gongur ov skjótt.
Tí er tað kanska ikki løgið, at
mjørkalagdar, klettaríkar oyggjar fáa
nógv stig. Men eisini nakrar av
oyggjunum, sum ikki hava nógvar
strendur, eru so vælumtóktar, at
prísirnir ikki eru fyri vanlig fólk.
Orð: Jan Müller
Føroyar
fremst
av 111
oyggja
londum
sum hon vónar, at fleiri ferðafóllk fara
at leita henda vegin, vónar hon ikki, at
tey verða so mong í tali, at Føroyar
missa nøkur av sínum sereyðkennum.
Hon heldur, at vit eiga at menna
ferðavinnuna skilagott, soleiðis at bæði
vit og ferðafólkini fáa nakað burtur úr,
her ikki minst eina minniliga uppliving,
har tú kanst vera eitt við náttúruna. Hon
fegnast um, at SamVit tekur stig til at
menna hesa vinnu eisini út frá einum
vistfrøðiligum/burðardyggum
sjónarmiði.
Orð: Jan Müller
87 Føroyar
84 Azores, Portugal
82 Lofoten, Noreg
82 Hetland
82 Chiloé, Kile
81 Isle of Skye, Skotland
80 Kangaroo Island, Australia
80 Mackinac Island, Michigan
80 Ísland
79 Molokai, Hawaii
78 Aran Islands, Írland
78 Texel, Holland
77 Dominica
77 Grenadines
76 Tasmania
76 Bora Bora, Franskt Polynesia
76 Fraser Island, Australia
76 Bornholm
76 Hydra, Grikkaland
76 Falklandsoyggjarnar, Bretland
75 Korsika, Frakland
75 Cape Breton Island, Nova Scotia
74 Vanuatu, Melanesia
74 Santa Catalina Island, Kalifornia
73 Upolu and Savai’i, Samoa
73 Isle of Man, Bretland
72 Palawan, Philippines
72 Moorea, Franskt Polynesia
72 Block Island, Rhode Island
71 Ilha Grande, Brasil
71 Sardinia, Italia
71 Hvar, Kroatia
71 Jersey and Guernsey, Bretland
70 San Juan Islands, Washington State
70 St. John, U.S. Virgin Islands
70 Seychelles
70 Anguilla, Bretland
70 Nevis
69 Palau, Micronesia
69 Cook Islands
69 Prince Edward Island, Kanada
69 Salt Spring Island, Gulf Islands, Bretskt
Columbia
69 Mount Desert Island, Maine
69 Réunion, Frakland
68 Bonaire
68 Sisilia, Italy
68 St. Vincent
68 Yasawa group, Fiji
67 Pemba, Tanzania
67 Hawaii (Big Island)
66 Out Islands, Bahamas
66 Bermuda, North Atlantic
66 Tobago
66 São Tomé and Príncipe
65 Cyprus, Turkish side
65 Bazaruto Archipelago, Mozambique
65 Martha’s Vineyard, Massachusetts
64 Solomon Islands
64 Jeju/Cheju, South Korea
64 Ocracoke, Outer Banks, North Carolina
64 Kauai, Hawaii
64 St. Lucia
63 Nantucket, Massachusetts
62 Martinique (France)
62 Corfu, Greece
62 Crete, Greece
62 Lombok, Indonesia
62 Barbados
61 Tonga, Polynesia
61 Madeira Islands, Portugal
61 Tortola, British Virgin Islands
61 Islands of Lake Titicaca, Peru/Bolivia
61 Sanibel, Florida
61 Santorini, Greece
61 Maldives (except Malé)
59 Grenada
59 Capri, Italy
59 Tahiti, French Polynesia
59 St. Kitts
58 Viti Levu, Fiji
57 Maui, Hawaii
57 Bali, Indonesia
57 Cape Verde Islands
57 Curaçao
55 Isla Mujeres, Mexico
55 Malta (all islands)
55 Guadeloupe
55 Mauritius
54 Mykonos, Greece
54 Federated States of Micronesia
54 Mallorca, Spain
53 St. Croix, U.S. Virgin Islands
53 Zanzibar, Tanzania
52 Canary Islands, Spain
51 Puerto Rico
51 Cyprus, Greek side
50 Antigua
49 Hatteras Island, Outer Banks, North
Carolina
48 Aruba (Netherlands)
47 Grand Cayman
47 Roatán, Bay Islands, Honduras
47 St. Martin (Netherlands/France)
47 Cozumel, Mexico
46 Oahu, Hawaii
46 Key West, Florida
46 Phuket, Thailand
45 Hilton Head, South Carolina
44 Jamaica
44 Providenciales, Turks and Caicos
37 Ibiza, Spain
37 St. Thomas, U.S. Virgin Islands
Listin og stigini, tey 111 oyggjalondini hava fingið, sær soleiðis út:
Mynd: Bárður Højgaard