Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-21, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 248 - 21. desember 2007 tíðindi Umrøða Jóanes Nielsen Tey eru, sum taka mánalýsi í álvara Perma og layout: Ole Wich Mentunargrunnur Studentafelagsins 84 blaðs. Harðskapur, samhugi, spei, kynslív, samkensla og Várharra fløkt inn í hvørt annað, kryddað við hóskandi skamti av ræðuleika og vakurleika. Við einum slíkum ørindi kann tað næstan bara vera Jóanes Nielsen í pikkar, ella heldur dukar á dyrnar. Ørindini hesuferð opinbera seg í hansara nýggjasta yrkingasavni Tey eru, sum taka mánalýsið í álvara. Oyðandi sindran Savnið er býtt sundur í seks høvuðspartar við eini røð av skyldum yrkingum í hvørjum parti. Í veruleikanum kann hvør parturin lesast sum ein long yrking. Fyrsti partur eitur ”Brent myrk­ ur” og kann sipa til yrkingina ”Myrkrið reyða” hjá Karsteni Hoydal, sum hevur hetta enda­ ørindið: ”Av eldi og av deyða / og bleikum morgunroða, / er runnið myrkrið reyða, / sum songir mínir boða”. Teksturin hjá Jóanesi, har tað verður lagt fyri við yvirskriftini: ”Umsíðir forbarmaði Gud / seg yvir neytini / sendi sín einborna til Onglands / í tarvaskapi”, er í hvussu er væl og virðiliga í tráð við hesar reglur. Neytafylgini seta kós ímóti London, og hóast London­ philharmonikararnir royna at tálma teimum, so hava tey ongan sans fyri tónleiki og bróta seg inn allastaðni. Uppi á einum here­ fordtarvi syngur ”ein berskøllut operasangarinna um hitt brenda myrkrið”, og høvundurin fær flættað tað absurda hjá Ionesco upp í neyta­ og aðra øði. Hóast Gud ígjøgnum deyðan hjá tarvi­ num gevur seg til kennar sum ”ein angandi jarðberjateigur”, so verður líka lítil virðing sýnd hesum umboði sum tí undanfarna fyri tvey túsund árum síðani. Tarvurin verður krøktur upp í eitt hernaðarakfar og koyrdur norður­ yvir, og tey trúføstu neytini elta. Yrkingin er ein veldug apoka­ lypsa, ein Jóanesar opinbering, har tað vakra og tað skitna verða rørd til ein sælan blanding. Yrkingarnar, sum koma hesari á baki, snúgva seg eisini allar um ymisk brigdi av deyðanum. Øll tey tøkniligu undrini gera í veruleikanum ikki stóra mun, menniskjað er tað sama, og ”Í prinsippinum / er flogfarið ein fuglur við motori”. Og hvussu víkur og vendir, so halda vit áfram at doyggja allatíðina, eisini tá ið vit eru deyð: ”Vit doyggja í allar ævir”. Ein óbeinleiðis viðmerking til okkara grindadráp er í yrkingini um pápabeiggjan, sum eftir krígslok mynstraði við einum norskum hvalastingara og fór suður til Antarktis­leiðina. Her verður dripið og myrt, men eisini elskað við teimum myrku kvinnunum, sum hann hittir í Cape Town. Sum eldri maður lurtar hann á plátu eftir ljóðinum frá eini kúlubøku og sigur, at ”eina so vakra rødd / hevði ongin myndugleika at týna”. Seinasti teksturin í hesum undirgangsríki av menniskjas­ ligari oyðing og týning verður sagdur av russiska rithøvunda­ num Isaak Babel, sum bleiv skotin í eini fangalegu í 1940. Yrkingin er ein svíðandi humoristisk uppgerð við Sovjett­ samveldið og oddafiskar sum Berija og Stalin. Skotið verður upp at kóka tann seinna, tappa hann á fløskur og selja sum rottugift. At enda verður sagt, at tað kann vera, at orð bara eru sum pu, men tað vóru akkurát hesi pu, sum gjørdu, at valds­ harrarnir tóku lívið av yrkjara­ num. Í einum saltílati á Kuba Í partinum við heitinum ”Topp Tíggju Listin” verður Gud havdur á lofti í ymiskum saman­ hangi. Jødiskir rithøvundar gjørdu hann kendan, og nú byggja teir ”ein heilagan múr / tvørtur ígjøgnum traðirnar hjá Mahmud og Yassir”. Fyrr hataðu russarar Gud, men síðani teir eru blivnir líka fátækir sum undir zarinum biðja teir vakrari enn onnur. Mangt av tí góða ella ringa, sum er gjørt í Guds navni verður havt á lofti, men loksins endar Gud sum í einum ævintýri úr ”Túsund nætur og ein” í einum saltílati á Kuba! Yrkingarnar í ”Dagar við óútrokniligum ljómi” eru lýsingar av mannalívinum við teimum mótsøgnum og ymisligu brigdum, sum í hesum eru. Tað einasta, sum altíð er har onkustaðni, meira og minni, tað vil so vera, er kynslívið og deyðin. Tá ið tú missir eina stifttonn er tað partur av deyðanum, og tá ið tú ikki tekur ímóti øllum teimum avbjóðing­ um, sum seksualiteturin borð­ reiðir við, er tað tín missur. Tær fýra yrkingarnar í ”Mánin lýsir” enda allar við orðunum: ”Tey eru, sum taka mánalýsi í álvara”. Setningarnir verða settir sum mótsøgn til miðalhampa­ mannin, sum líkist tapetinum í húsunum, sum bankin eigur. Orðini eru eisini ein vón um, at tað vinstrahalla, hóast allar skemdarins gerðir, kortini er tann rætta kósin. Nøkur onnur er ikki at hóma. Parturin ”Síðugøtur” er settur saman av akkurát síðugøtum, yrkingum, sum ikki passa inn í nakran av hinum samanhangu­ num. Yrkjarin hittir ein eingil í London og letur honum allan sigarettpakkan hjá sær, hann sigur frá átjan minuttum av holdsins kærleika inni á wc’num umborð á skipi í Nuuk, spyr um tað finst eitt loyniligt skjal, sum er undirskrivað av Gudi, ið gevur rætt at drepa irakar og mangt annað í livandi og feskum mynda­ máli. Endaparturin eitur ”Náttar­ garður” og er um tey og tað, sum farið her. Minningaryrkingin til Arnbjørn Thomsen, kavarin og kommunisturin, sum druknaði, er sorgblíð. Arnbjørn misti ongantíð at síggja til álitið á Castro og Kuba, men høvundurin spyr, um man byggir land ”Við einvegis gøtum inni í høvdinum á fólki”. Somuleiðis verður tað í einum øðrum teksti sagt, at land okkara er ”Eitt skínandi kristiligt ríki”, har tað ikki er pláss fyri sálar­ sjúkum ella samkyndum. Men vónin er í øllum tekstum, eisini tí seinasta, sum er ein gravskrift yvir Sovjett. Kortini trýr yrkjarin upp á slítaran, sum bæði bleiv hálovaður av kommunistum og av Matteusi í fjallaprædikuni. So tað er bara at bíða eftir, at koll­ veltingin aftur finnir sínar hug­ sjónarligu røtur. Mest til pynt Temuni í Tey eru, sum taka mána­ lýsi í álvara, eru tey, sum vit kenna úr undanfarnum søvnum, men høvundurin er blivin meiri fleirtáttaður og rúmligur. Hann dyrkar enn estetikkin í undir­ ganginum við bersøgdum mynda­ máli, men vakurleikin í lívinum sjálvum verður tíðum avmynd­ aður. Deyðin er altíð í nánd, men tað ger ikki so nógv, tí hann er partur av tí at vera til. Er á ein hátt fyritreytin. Í stødd er bókin sum ein fløguhúsi, har teir gulu tittulstavarnir mynda mánan á tí myrkabláa himmalhválvinum. Partur av uppsetingini innanperma er eitt sindur óvanligur, tí grafikarin Ole Wich hevur brúkt litir at taka ymiskt fram. Hetta kennist í høvuðsheitum sum pynt og ikki sum eitthvørt, ið leggur nakað aftrat yrkingunum hjá Jóanesi Nielsen. Tú kundi eisini argandi spurt, hvussu tað ber til, at ein yrkjari, sum sigur seg ræðast penheitina, leggur doyin á at gera eitt næstan ovurestetiskt yrkingasavn? Bókaprát Lagt til rættis: Anna V. Ellingsgaard og Rigmor Dam Jóanesar opinbering