Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-21, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 248 - 21. desember 2007 27 lýsingar forritari.kom Senta søkir eftir forritara til menningardeildina. Arbeiðsøkið Í starvinum fert tú at menna skipanir við nýggjastu tøkni og amboðum saman við dugnaligastu starvs­ fólkum í vinnuni, umframt at tú fert at gera ser­ skipanir eftir ynskjum hjá breiða kundaskara okkara. Tú Tú hevur útbúgving í KT (bachelor, kanditatur ella líknandi) og helst eisini royndir á økinum. Ert tú um at gera útbúgving tína lidna, hoyra vit eisini fegin frá tær. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur arbeitt við .Net, Java og/ella Oracle. Vit bjóða Vit bjóða tær eitt gott starv í væl skipaðum um­ støðum, har tú saman við dugnaligum starvsfeløgum fært høvi at ávirka innihaldið í tínum arbeiðsdegi. Løn og setanartreytir sambært førleikum og avtalu. Forvitin? Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin seta teg í samband við Høgna Carlsson á tlf. 21 02 91 ella hc@att.fo. Umsóknir Umsóknir skulu sendast til Senta, HR­Deildin, Post­ boks 109, 110 Tórshavn og skulu vera okkum í hendi áðrenn 7. januar 2008. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Saknar tú spennandi uppgávur? Kundi tú hugsað tær betri møguleikar fyri persónligari menning? Vilt tú geva tíni passión fyri telduyrkinum rásarúm? So ert tú vælkomin í SENTA. Senta er samanrenningin av Com-Data, Farodane, og Atlants Tøkni og er ein framsøkin fyritøka, sum grundar virksemi sítt á opinleika, áræði, førleika og passión. Vit vilja í øllum lutum útvega kundum okkara í Føroyum og uttanlands eina betri stýring og harvið ein størri vinning í gerandisdegnum, bæði fíggjarliga, tøkniliga og umsitingarliga. Missiónin hjá Senta er at gera kunningar- og sam- skiftistøkni møguliga og lætt atkomuliga fyri øll, so at hon gerst ein jalig uppliving hjá brúkaranum og ein fyrimunur hjá virkjum at nýta. Senta hevur deildir í Tórshavn, Saltangará og Klaks- vík og veitir teldutøkni, KT-skipanir, ráðgeving og tøknitænastur til vinnulívið. Hjá Senta starvast uml. 70 fólk. Senta er partur av NEMA, ið er størsta KT- og samskiftissamtak í Føroyum og veitir fullfíggjaðar tænastur innan KT, skrivstovuútgerð og samskifti.