fríggjadagur 21. desember 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26 ✯ Sosialurin 21. desember 2007
ógvuliga strangur yvirmaður spurdi
Martin hvat tað var fyri ein “koda”,
sum stóð á telegraminum. Martin var
yvirmanninum svar skyldigur. Hann
hevði onga hóming av hvat
“HBB3682BJ” merkti. “Men dagin
eftir rann eitt ljós upp fyri mær. Og tá
flenti eg væl og leingi”.
Rík uppliving
Tað var jarnharður disiplinur allan
vegin. Seingin skuldi verða so væl
reidd uppá millimeturin, at ein
yvirmaður kundi sleppa eina finska
peningamynt á hana. Hoppaði mynturin
ikki upp aftur, so gjørdi yvirmaðurin
ikki mætari, enn at skræða alt av
seingini, og so mátti neyðars
hermaðurin reiða alt upp av nýggjum.
Líka inntil tað “sat”. Sama var við
tronga skápinum. Allir tríggir
hermannabúnarnir – vetrarbúnin,
summarbúnin og farloyvisbúnin skuldu
inn í skápið saman við alskyns
hernaðarútgerð. Um bara eitt smáting
var av leið, so tók yvirmaðurin og
hálaði alt út úr skápinum. Og so máttu
neyðardýrini aftur at stúva. Líka inn til
yvirmaðurin var nøgdur eftir
hernaðarligu forskriftunum. “Eg haldi
teir brutu okkum niður sálarliga, fyri at
kunna byggja okkum upp aftur eftir
teirra tykki. Men tá vit skuldu heim
aftur, so trappaðu teir niður uppá
aktivitetirnar. Hetta var eisini við
beráddum huga. Hetta fyri at nú skuldu
vit venja okkum við sivila lívið aftur.
Men ímóti endanum gjørdist ein
rastleysur, um ein fekk ov nógvar
frítímar.” Martin er glaður fyri tíðina
hann hevði í finska herinum. Hann
forvann ikki meir, enn fyri ein
sigarettpakka um dagin. Men hann
kundi so koyra frítt við tokunum og
bussleiðunum, meðan hann var í
herinum. Sum hann sigur sjálvur:
“Hevði eg livað umaftur. So hevði eg
aftur farið í finska herin.” Hann meinar,
at allur føroyskur ungdómur burdi gjørt
samfelags- ella hernaðartænastu av
onkrum slagi. Tað er altíð gott og
mennandi við disiplini.
Serveraðu fyri Elisabeth Rehn
Finnlandssvenska Elisabeth Rehn, sum
stillaði upp til finska forsetavalið í
1994, var finskur verjumálaráðharri, tá
Martin var í herinum. Tann eina dagin
kom hon á vitjan í Dragsvik-
hernaðarleguni saman við hinum
norðurlendsku verjumálaráðharrunum.
Tá hendi tað óhepna fyri granatkastara-
herdeildina, at teir raktu so skeivt, at
teir skutu flaggstongina við norska
flagginum í spønir. Deildin hjá Martini
kom hinvegin til heiður og æru. Eingir
sivilir tænarar vóru tøkir til
galladøgurðan hjá Elisabeth Rehn fyri
norðurlendsku starvsfeløgunum. Tað
bleiv litið Martini og teimum upp í
hendur at servera fyri tignarligu
gestunum. Við millimeturs presisjón
fingu hann og felagarnir alt bestikk, og
allar borðiskar at liggja væl á
borðinum. Og teir gjørdu tað framúr, tá
teir serveraðu fyri tignarligu gestunum.
Við stoltleika góvu yvirmennirnir hjá
honum og øllum hinum í herdeildini ein
eyka farloyvisdag. Hann er sera errin,
tá hann greiðir frá hesum tilburðinum.
Stoltur av finska upprunanum
Martin er stoltur av sínum finska
uppruna. Tað eru bara hann og Rolf
Björklund, sáli, sum eru uppvaksnir í
Føroyum, og hava verið í finska
herinum. Við serligum stoltleika
minnist hann rørandi løtuna tá hann
kom á land á hernaðaroynni, sum
nevnist Russarö. Hendan oyggin liggur
uttanfyri Hangö. Familjan hjá Martini
býr í Hangö. Tað var júst á Russarö, at
abbi hansara - sum eisini nevndist
Böljer -bardist manniliga saman við
øðrum ímóti sovjetisku yvirmaktini
undir Vetrarkrígnum. Pápin hevur
tríggjar hernaðar-medaljur, sum abbi
Martin fekk undir Vetrarkrígnum. Og
tað liggur í kortunum, at Göran, Thom
og Martin skulu arva hvør sína
medalju. Martin fylgir væl við í
finskum viðurskiftum, og serliga
finskum ítrótti, og finskum
ítróttarfólkum. Hann er eisini stoltur av
teimum finsku uppfinningunum, sum
m.a. eru við til at ríka føroyska
gerandisdagin. Wärtsilä, Jäspi, Kone,
Nokia, Fiskars, Fazer og nógvar aðrar
framleiðslur. Martin er eisini hugtikin
av finska hernaðar-akfarinum, sum
sjálvsagt nevnist “SISU-bilurin”. Hann
er tó vónbrotin av, at Kringvarpið ikki
nevndi 90 ára tjóðardagin hjá Finnlandi
við einum orði. Og at “3-2” ikki vil
vísa brot úr landsdystum hjá Finnlandi,
tá teir vísa brot hjá hinum
norðurlondunum.
Einki løgtingsval
Sum finskur ríkisborgari kann Martin
ikki eins og hini systkini atkvøða til eitt
løgtingsval. Hann sleppur kortini á
kommunuval, og hevur annars øll
rættindi, sum aðrir borgarar í Føroyum.
Saman við konuni Gunnvá Svartá
Wennerström, og synunum, sum eita
Bogi (11), Gunnar (9) og Magni (7)
hevur hann eitt hugnaligt heim í Jákup
Nolseøes Gøtu, tætt við Vesturkirkjuna.
Í 2005 vóru tey øll í Finnlandi, og
Martin fegnast um, at synirnir dámdu
væl at verða í Finnlandi. Tey fyrstu
árini eftir hernaðartænastuna arbeiddi
Martin á roykivirkinum, sum fyrst
nevndist “Samfisk”, men síðani broytti
navn til “Farfish”. Í 1997 fór Martin at
starvast á Skipafelagnum, ella Faroe
Ship, sum tað nevnist í dag. Í øllum tí
Martin fæst við, er tað ein góður
førningur, at hava verið í finska
herinum. Hann eigur lut í einum
finskum “Sisu”, sum vit ikki ikki-
finnar einki kenna til.
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Hernaðarbilurin í Finnlandi eitur eftir finska máttinum; SISU
Løturnar at taka sær av løttum vóru ikki mangar í finska herinum
Dragsvik liggur sunnast í Finnlandi