Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-21, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 248 - 21. desember 2007 Sethús – Reynsgøta 33, Argir Húsini eru í 2 hæddum – niðara hædd á 114 m² og ovara hædd 70 m² - í alt 184 m². Stórt stoypt bilhús á 40 m² er við síðuna av og hjallur á 6 m² er omanfyri húsini. Grundøkið er 523 m². Byggiár: 1986. Húsini eru dagførd so við og við og alt er snøgt og í sera góðum standi. Í niðaru hædd er inngongd, durur, gongd, stórur køkur, borðstova / stova, hjúnarrúm, baðirúm, kamar, trappu- rúm / skápsrúm og bryggers / vaskirúm / fýrrúm. Í ovaru hædd er trappupallur / alrúm / arbeiðsrúm / sjónvarps- stova og 2 kømur. Útigólv / terassa er aftanfyri og garður / urtagarður er runt húsini. Skálantennuskipan er til hús- ini. Tey standa í barnavinarligum, friðarligum og veður- góðum umhvørvi nær við dagstovnar og ítróttarøki og hava avbera gott útsýni yvir Havnina. Prísuppskot: kr. 2.400.000,00. Sethús – Steinagerði 1, Kvívík Húsini eru í 3 hæddum - samlað búvídd 92,5 fermetrar. Grundøkið er 110 fermetrar. Byggár: uml 1900. Húsini verða nýtt sum summarhús, men eru eisini væl egnað til heilársbústað. Húsini hava laðaða grótgrund, klædningurin er timbur, vindeyguni ú træ og takið aluminium. Tak og mest sum øll vindeyguni eru skift í 1999, og nýgg undirsløg eru sett upp undur miðhæddina í 2006. Húsini eru í góðum standi. Í miðhæddini er durur, gongd, baðirúm, køkur og stova. Í ovastu hædd er trappupallur og 2 kømur. Í niðastu hædd er vaskirúm / fýrrúm / kjallararúm. Húsini standa væl fyri beint við ánna og hava gott útsýni yvir bygdina og út á víkina. Prísuppskot: kr. 850.000,00. Sethús – millum Gilja 70, Hoyvík Húsini er eini væl umsitin sethús við íbúð og stórari garasju í kjallarinum. Húsini eru í trimum hæddum, kjallari og miðhædd á uml.109 m2 hvør og loftshæddin er 87 m2. Húsini eru bygd 1988 / 2006. Tá er íbúðin í kjallarinum og miðhædd alt gjørt av nýggjum. Húsini hava stoypta kjallarahædd, yvirtromin er úr rotfríðum timbri. Tekjan er takt við Icopal. Út frá stovuhæddini er ein stór altan, sum vendir rætt í mun til sólina. Í miðhæddini er gong, køkur, stova, baðirúm og stórt hjúnarrúm. Í ovastu hædd er eitt stórt rúm. Í niðastu hæddini er durur, gong, køkur, stova, kamar, baðirúm, stór garasja við inngongd beinleiðis inn í kjallaran og trappa upp á stovuhæddina. Húsini liggja frítt fyri, hava giring og urtagarð runt húsini. Dagstovnur og fót- bóltsvøllur er beint yvirav og gott bussamband er oman í býin. Tvíhús – Víkavegur 11, Klaksvík Húsini eru eini tvíhús í 3 hæddum - samlað búvíd uml. 122 fermetrar. Grundøkið er 117 fermetrar. Byggiár: 1951/52. Húsini eru stoypt upp og eru klødd við aluminiumsplátum, hava eternittak og plastik/træ vindeygu. Í miðhæddini er gongd, køkur / stova. Í ovastu hædd er gongd, baðirúm, skrivstova, 2 kømur og hjúnarrúm. Í niðastu hædd er kamar, kjallararúm / fýrrúm / vaskirúm og goymslurúm. Húsini standa mitt í býnum og hava sera vakurt útsýni yvir Klaksvíkina. Íbúð – undir Kongavarða, Argir Frálíka íbúðin undir Kongavarða er 102 m² til støddar og harafturat er felagsøki, trappugongd og lyfta. Íbúðin, sum er í gerð, er sera snøgg, væl gjørd og úr besta tilfari. Hon er væntandi liðug síðst í 2008. Har er trappurúm / lyfta, inngongd, gongd / forstova / garderoba, baðirúm / vaskirúm, køkur, borðstova / stova við útgongd til svala, hjúnarrúm við útgongd til svala og kamar. Íbúðin liggur í friðarligum, náttúruvøkrum og barnavinaligum umhvørvi við góðum tilplantaðum felagsøki, spæliplássi, sparkivølli og góðum parkeringsøki. Íbúðin er á 3. hædd og hevur panoramaútsýni yvir alla Havnina, Nólsoynna og fjørðin. Prísuppskot: kr. 1.755.000,00 Sethús / 2 íbúðir – Bakkav. 43, Sørvágur Húsini, ið eru í alt um 170 m², hava 2 sjálvstøðugar íbúðir – onnur á um 90 m² og hin á um 80 m². Húsini eru bygd í 80’unum, men umbygd og dagførd í 2007. Vestara íbúð er nýggj. Har er inngongd, durur / gongd, køkur / alrúm / borðsstova / stova, hjúnarrúm, baðirúm og kamar. Í eystaru íbúð er í neðra: inngongd, gongd / trappugongd, baðirúm / vaskirúm og 3 kømur. Í erva er køkur / alrúm / stova og wc. Húsini standa í veðurgóðum og friðarligum umhvørvi og hava gott útsýni úr erva. Prísuppskot: kr. 975.000,00. Sethús – Frammi í Gerði, Kvívík Húsini eru í 2 hæddum - samlað búvídd 248 fermetrar. Grundøkið er 561 fermetrar. Byggiár: 1989. Húsini hava stoypta grund, klødd við timbur og hava aluminiumtak. Stoypt trappa er runt húsið. so tað er sera væl atkomiligt omanfyri húsini. Í ovaru hædd er durur, gongd, køkur, stova, wc, baðirúm, 2 kømur, hjúnarrúm, skrivstova, hjallur og 2 svalar. Í niðaru hædd er nýtt vaskirúm / fýrrúm, og hartil er kjallararúm og garaga. Húsini standa ovarliga í bygdini beint við skúlan og hava frítt útsýni út á víkina og yvir bygdina. Prísuppskot: kr. 1.550.000,00. Grundstykki við grundum – Sjóvartún 10, Vestmanna Ognin er eitt planerað og byggiklárt grundøki við ástandandi grundum til sethús og garagu úr beton. Væl ber til at byggja á grundirnar. Allar innleggingar sum kloak, vatn el og annað er tókt. Økið liggur sera væl fyri mitt í bygdini nær við handlar o.a. Sethús – Stoffalág 29, Tórshavn Húsini eru í 1 hædd við lágum kjallara og lofti - samlað búvídd 65 m². Grundøkið er 509 m². Byggiár: 1985. Húsini eru nýliga dagførd. Har er inngongd, durur / garderoba, baðirúm, køkur / borðsstova / stova við útgongd til svala, hjúnarrúm og 2 kømur. Garður / urtagarður er runt húsini, sum standa í veðurgóðum og vøkrum umhvørvi og hava sera gott útsýni yvir friðað øki, fjørðin og yvir á Nólsoynna. Prísuppskot: kr. 1.900.000,00. Íbúðir, raðhús og vinnuhøli – undir Kongavarða, Argir Her kanst tú vera við, tí enn eru nakrar íbúðir á 102 m² og á 131 m², nøkur vinnuhøli í stovuhædd á 130 m² og nøkur raðhús á 209 m² eftir til sølu. Øll kunnu keypa. Talan er uttan iva um bíligasta fermetraprís, tú kanst byggja fyri í dag, so talan er óivað eisini um eina góða íløgu. Tú kanst sjálv/ur gera av, hvat slag av gólvi, tú vilt hava og snið og lit á køki og baðirúmsinnbúgvi. Set teg í samband við okkum og fá meira at vita. Vit hava stóran eftirspurning eftir húsum. Hevur tú hug til at selja? – Vinaliga, set teg í samband við okkum. Tvíhús – Egholmstrøð 5, Tórshavn Húsini eru eini tvíhús í 2 hæddum - samlað búvídd 120 fermetrar. Grundøkið er 300 femetrar. Byggiár: 1988. Húsini eru klødd við timbur, hava trævindeygu og aluminiumstak. Í niðaru hædd er gongd, baðirúm, køkur, kamar, stova, vaskirúm / fýrrúm og útigólv. Í ovaru hædd er gongd, hjúnarrúm, baðirúm, 2 kømur. Garður við runnun er runt húsini. Húsini standa sera væl fyri mitt í býnum, beint við handilsmiðstøð, og stutt er til alt. Prísuppskot: kr. 1.900.000,00. Marglætisíbúð – undir Gráasteini blokkur 2 / C hædd 5 Íbúðin er er 105 m2 + 12 m2 goymslurúm. Í kjallaranum er eisini felagsrúm til súklur og barnavognar. Íbúðin verður væntandi liðug at flyta inn í síðst í januar 2008. Alt er á einari hædd: inngongd, forstova, grovkøkur, køkur / stova út í eitt, baðirúm við brúsu og tvey kømur. Møguleiki er fyri einum eyka kamari. Alt er úr besta tilfari, so sum baðirúmsmøblar og køkur frá HTH. Allar køkshvítvørur eru »Miele«, og vaskimaskina, turkitrumla og flatskermur eru við. Hitii er í øllum gólvunum og alt verður nýmálað. Íbúðin liggur á 5. hædd. Liifta er upp og stór altan er út frá stovuni. Útsýni er út á fjørðin og yvir á Nólsoynna. Prísuppskot: kr. 2.000.000,00 lýsingar