Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-21, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 21. desember 2007 ✯ 25 lokalblað, at hann hevði, ið hvussu er lært at eta ertrasúpan og knekkbreyð! Góður skjútti Martin hevði bæði góðar og ringar løtur í finska herinum. Ein persónligur sigur var, at hann stóð seg framúr í hernaðar- royndini at skjóta til máls. Í hesi hernaðar-royndini fekk hann eina medalju, sum hann vísir undirritaða við stoltleika. Farloyvisskipanin var soleiðis, at stóð ein seg væl í einari hernaðarroynd, so fekk viðkomandi hermaður ein dag eyka í farloyvi. Martin royndi seg eisini í “Cooper- royndini”. Skal ein standa seg í Cooper- royndini, so má ein megna at renna 3.000 metrar innanfyri 12 minuttir. Rennir ein undir 3.000 metrar uppá 12 minuttir, er ein dumpaður. Fyrstu ferð Martin skuldi royna seg gekk ikki eftir vild. Tað var í juni-mánað, í finska summarhitanum við bakandi sól. Martin small um, tá hevði hann fingið hitaslag, og endaði á sjúkrahúsinum. Men í oktober – í føroyskum “veðurlagi” – við oysandi regni, eydnaðist tað honum at fullføra Cooper-royndina. Enn ein stórur persónligur sigur. 3.260 metrar uppá 12 minuttir. “Unglingameistarin í Finnlandi á 5.000 metrum var í okkara herdeild, so tað var bara at fylgja honum. Og tað eydnaðist so!” Revsingar Martin var einaferð upphavið til, at herdeildin hjá honum fekk eina kollektiva revsing. “Vanligt var, at vit blivu vaktir klokkan seks um morgunin. Tá skuldu vit upp, og í hernaðarbúnan, og út at standa í rættari hernaðar- formasjón. Men hvat? Eg var ikki farin í teir autoriseraðu skógvarnar – eg var í mínum egnu skóm – og orsaka av hesum, so fingu allir boðini, um at fara inn aftur í kasernuna. Og so skuldu vit allir renna tað duppulta av tí vit plagdu. 10 km. og ikki 5, sum var tað vanliga. Og yvirmaðurin gloymdi ikki at nevna upp til fleiri ferðir, at Wennerström hevði skyldina av hesum. Men eitt er vist. Eitt slíkt mistak gjørdi ein ikki aftur.” Av skaði gerst ein klókur, men sjáldan ríkur. Tó vóru eisini einstaklinga-revsingar. Ein felagi hjá honum hevði snúsað uttanfyri avmálda “roykjara-økið”. Hann bleiv “fangaður” av einum yvirmanni. Og so mátti hann renna 5 km. við einum spaka í hondini, og við skuffuni fullari við snús. Aftaná 5 km. renning saman við einum harðrendum undiryvirmanni, mátti neyðars felagin grava eitt hol uppá ein metur í sandlendi. Og tað tók langa tíð, tí tað rann niður aftur í holið alla tíðina. Tá stakkalin so langt um leingi hevði nátt einum meturi, fekk hann boðini um at spýta snúsklumpin niður í holið, og so at grava fyri aftur. Revsaður sjálvur Eitt kvøldið Martin hevði frí fór hann niðan á eitt hermannaheim, sum eru vanlig í Finnlandi, fyri at keypa eina sodavatn. Á veg niðan gloymir hann at heilsa uppá ein yvirmann við hernaðarheilsuni. Yvirmaðurin fór í flintur. “Hann bað meg fara inn og lata meg í arbeiðshandskarnar. Talan var um nakrar stórar og ófantaligar handskar, ið bert høvdu fremstafingur og tummil. Og hesar handskarnir skuldi eg ganga við, líka inntil hann gav mær kontraboð. Í samfullar 3 dagar gekk eg við hesum ófantaligu handskunum. Eg át, svav og var í brúsu við teimum. Eg slapp av við teir triðja dagin, tá vit skuldu á hernaðarlegu í Syndalen. Ein hægri yvirmaður spurdi meg hví ólukkan eg gekk við hasum handskunum? Eg segði honum orsøkina, og hesin hægri yvirmaðurin gav mær kontraboð. Og eg skuldi heilsa lægra yvirmanninum, at hann var ein tápulingur. Tað gjørdi eg kortini ikki, men eg glaður var eg at sleppa úr teimum!”. Týðiligt er, at hetta var ein at teimum verri upplivingunum. Dulur í fleiri dagar Øll hernaðarboð vóru søgd á finskum. Við tað einu hernaðarroyndina høvdu allir uttan Martin fingið boðini, um at teir skuldu koyra oyraproppar í oyruni, tí “fíggindin” fór at skjóta við tungum skotvápnum. Hann hoyrdi bara ein yvirmann rópa á finskum, og tá so skotriðan kom frá simuleraða “fíggindanum” bleiv hann totalt dulur. Tað sang í oyrunum, í dagavís. Tá endaði hann á einum hernaðar- sjúkrahúsi, sum liggur í Helsingfors, sum nevnist Tilka-Sjúkrahúsið. Eitt sum hann minnist væl frá hernaðarleguni í Syndalen, vóru tey saniteru viðurskiftini. Har vóru tvær rekkjir við 30 bukkum hvør, og har einki fyri. So har mátti Martin og felagarnir gera síni ørindi. Teir, ið forbrutu seg ella dummaðu seg undir hernaðarroyndini fingu sjálvsagt tann ivasama heiðurin at tøma bukkurnar. Yvirmennirnir vóru sum gribar yvir teir fyrstu “syndarnar”. Tá teir komu aftur til hernaðar-búðina í Dragsvik var tað ein stórur lætti. “Tað føldist sum at koma til eitt 5-stjørna Hotel” sigur Martin við einum smíli. Stuttleiki av telegrammi Martin argar undirritaða við, at hann var staddur í Finnlandi, júst tað árið, tá HB vann 8-2 á B36. HB-viðhaldsmað- urin og gamli vinmaðurin hjá honum, Brian Joensen sendi eitt telegram til hernaðarleguni í Dragsvik. Hetta var jú í tíðini áðrenn teldupost og sms. Fyri at spara pening skrivaði Brian øll boðini í einum orði. Á telegraminum kom tí at standa: “HBB3682BJ”. Útgreinað: “HB-B36 8-2, Brian Joensen”. Ein finska herin Martin í vetrarbúna Herdeildin hjá Martini í “Första Jägarkorpset”