Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-21, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Nr. 248 - 21. desember 2007 Á Marknagilsvegnum í Vesturbýnum hevur tú nú møguleiki fyri at ogna tær eina góða og vælhildna íbúð. Íbúðin liggur beint við Handilsskúlan og Skúlaheimið. Eisini er sera stutt til Tekniska Skúla og fleiri av teimum stóru arbeiðsplássunum. Íbúðin er sera væl egnað til tey, sum ynskja at flyta úr teirra stóra húsi til eitt minni stað við minni viðlíkahaldi - og harafturímóti at fáa meira tíð til sín sjálvs og síni frítíðarítriv. Eisini er íbúðin vælegnað til familjur uttan børn og til familjur, sum hava vaksin børn. Íbúðin, sum er frá 2004, er í einari hædd á 68 fermetrar og liggur á aðru hædd. Í íbúðini er ein gongd, eitt gott baðirúm, køkur og stova í einum, tvey kømur og eitt vaskirúm. Íbúðin hevur eisini eitt ovastaloft og eitt goymslurúm á 3 fermetrar. Harumframt er atgongd til felags fýrrúm/vásarúm. Íbúðin er nútímans, ljós og hugnalig. Køkurin er hvítur við myrkari borðplátu. Vindeyguni í køkini/stovuni eru stór, so her fært ljósið inn í rúmið samstundis sum tú fær notið ta frálíka útsýnið yvir Nólsoynna og nærum alla Havnina. Innhurðarnar er fyllingshurðar, vindeyguni er hvít og veggirnir eru hvítir. Loftini eru træloft og gólvini eru eikitræ. Parkeringsumstøðurnar eru sera góðar. Íbúðin kann yvirtakast beinanvegin. Tú fært meira at vita um húsini við at ringja til Skyn á tlf. 35 74 00. Ia[#(*,)%%ÕI‹gh\³iV&+Õlll#h`nc#[d Fakta: Adr: Marknagilsvegur 93, 2.tv., Tórshavn Byggiár: 2004 Hæddir: 1 Stødd innan: 68 fermetrar Grundøkið: 68 fermetrar Skúrur: 3 fermetrar Prísuppskot: kr.1.650.000 A_‹hd\\‹†W†KZhijgWcjb lýsingar