Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-21, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 ✯ Sosialurin 21. desember 2007 Meðan báðir teir eldru brøðurnir valdu arbeiðið fram um, og fingu sær danskt pass, fyri at sleppa undan at gera hernaðartænastu í landinum við teimum túsundtals vøtnunum, so valdi Martin Wennerström ta hørðu leiðina “Lívið er mangan merkiligt. Meðan abbi mín í faðirættini, Böljer Nikolaj Wennerström, og hansara felagar bardu manniliga fyri at verja Finnland ímóti sovjetisku álopunum í Vetrarkrígnum 1939-1940. So sat omma mín í móðirættini, Hanna Djurhuus norðuri í Hósvík, og bant vøttir til Finnlands. Serligar vøttir við fremstafingri og tummli.” Vit eru stødd inni hjá Martini Wennerström í Jákup Nolsøes Gøtu, í Havn. Tey flestu kenna Martin frá hansara arbeiði í pakkhúsinum hjá Faroe Ship, í Havn. “Eg vil siga, at eg eri 51% finni, og 49% føroyingur. Tað er tað finska “Sisu”, sum koppar meg eitt prosent tann vegin. Eg meini, at orðið “Sisu” stavar frá Vetrarkrígnum. Finnar siga sjálvir, at einki annað fólkaslag skilir hugtakið Sisu, uttan bara teir sjálvir. Teir nágreina tað við, at rýmir konan frá tær, og fær sær ein svenskari, og doyr hundurin hjá tær samstundis. So er tað bara eitt, sum ber teg gjøgnum kvølina.” Júst hetta sama “Sisu”, sum ger, at hann kennir seg eitt sindur meira sum finna, enn sum føroying! Høvdu ikki tíð Martin er sonur Böljer Wennerström úr Finnlandi, og Veronicu fødd Djurhuus úr Hósvík. Tað bleiv fast millum Böljer og Veronicu í Sjónleikarahúsinum í Havn, í 1963. Sum Böljer plagar at svara so rámliga, tá onkur spyr hann hvussu hann endaði í Føroyum: “Eg fór í dans!”. Børnini hjá Veronicu og Böljer eru: Thom, Göran, Martin og Guðrun Elisabeth, vanliga rópt Elisabeth. Øll fýra fingu finska passið í vøggugávu, men trý teimum hava valt at gerast danskir ríkisborgarar. Tað er bara Martin, sum verjir finska skansan. Og í orðsins sanna týdningi, er Martin tann einasti, sum hevur vart finska skansan. Allir mannligir finskir ríkisborgarar fáa hertænastuboð úr Finnlandi. Thom og Göran fingu boðini í 1980-unum, tá teir rokaðust við at fáa nógva inntøku til høldar, sum so nógv onnur gjørdu í teimum glaðu 80-unum. Teir høvdu av givnum orsøkum ikki umstøður at seta 8 mánaðir av til hernaðartænastu í upprunalandinum. Tá gjørdist teir danskir ríkisborgarar, sum hava heimstað í Føroyum. Og tá er herskylda jú ikki tvungin. Tað eru kanska bara 3- 4% av føroyingum, sum velja at gera hertænastu. Elisabeth hevur ongantíð fingið somu boð. Finskar kvinnur sluppu ikki uppí herin fyrr enn í uml. 1993. Tær kvinnur, sum eru í finska herinum, eru allar sjálvbodnar í herinum. Fór sjálvboðin Tá Martin vaks til mann rakti búskaparkreppan Føroyar meint. Hann hevði vunnið til dagin og vegin við at arbeiða á ymiskum arbeiðsplássum í Havnini. Hann var ikki heilt vísur í, hvat hann skuldi gera, men pápin var ikki ráðaleysur. Böljer skaffaði honum eina hýru við einum skipi, sum skuldi royna seg í Loynikrókinum við Svalbard. Men Martin sá ikki nógva meining í at fara til eitt økið, har skipini ofta drógu svart, og hava eina tilveru, sum fyri tað mesta bygdi uppá minstulønina. Hann valdi at gera tað, sum eldru beiggjarnir ikki høvdu havt tíð og umstøður til í 1980unum. Hann meldaði seg sjálvboðin í finska herin, áðrenn hertænastuboðini komu við postinum. “Meldar ein seg sjálvur, kann ein velja hvørja herdeild man ger hertænastu í.” greiðir Martin frá. Og tað var ikki uttan grund, at hann vildi sleppa at velja sjálvur. Tað er bara ein svenskttalandi herdeild í øllum tí finska herinum, og er hon í Dragsvik, í Suður- Finnlandi. Pápin og Pápabeiggjin Carl, nevndur Kalle, og finsku systkinabørnini hava gjørt hertænastu í somu herdeild. Kalle sigldi við føroyskum bátum í 5 ár, og eru tað fleiri eldri føroyskir fiskimenn sum kenna Kalla, sum t.d. ikki kenna Böljer. Kalle skilir enn í dag rættuliga væl føroyskt, og tosar tað rættuliga væl eisini. “Ger sum hinir” Martin fekk eittans góð ráð frá pápanum, og tey vóru: “Ger sum hinir”. Men tað vóru holl ráð. Martin meldaði seg uppí finska herin, sum 18 ára gamal í 1990. Og í 1991 gekk leiðin til upprunalandið í faðirættini. Martin valdi at verða í Finnlandi tveir mánaðir áðrenn hann skuldi gera herskyldu fyri at koma ordiligt inn í svenska málið. Familjan hjá honum eru tað, ein nevnir finnlandssvenskarar. Hesar tveir mánaðarnir búði Martin hjá ommu sínari Gudrun. Fyrstu boðini Martin fekk tá hann møtti upp á hernaðarleguni í Dragsvik saman við uml. 200 øðrum “rekruttum” var, at oyraringarnir hjá honum skuldu ekspress av. So var tað til eksaminering hjá hernaðarlæknanum, og har fingu teir óteljandi sproytur ímóti øllum hugsandi sjúkum, skógarkyktum og skógarvøkstrum. Uml. 2000 hermenn hoyrdu til hernaðarstøðuna í Dragsvik. Herdeildin hjá Martini nevndist “Första Jägarkompaniet”. Pápin var við í “Andra Jägarkompaniet”. Böljer heldur fast við, at teir vóru besta herdeildin tá hann var ungur. Ongar kvinnur vóru á hernaðarstøðini, undantikið tær, sum hoyrdu til stóra felagskøkin. “Tær vóru so stórar, sterkar og prúðar. Tær mintu mest um ítróttarkvinnurnar frá tí gamla DDR. Ella tær, sum servera øl í Oktober-festini í München.” sigur Martin flennandi. Boðini á finskum Martin var ikki tann einasti í herdeildini, sum hevði havt ein uppvøkstur uttanfyri Finnland. Onkur kom úr USA, og onkur annar kom úr Thailandi. Og so vóru fleiri frá Álandi. “Men hesir dugdu rímuliga væl finskt, ella ið hvussu er gøtufinskt. Men kom onkur innar, sum noktaði at tosa svenskt, so skiftu allir yvir til finskt. Og so var eg totalt uttanfyri samrøðuna!” Øll kommando-orðini – ella hernaðarboðini – vóru eisini á finskum. Tey mátti hann so eisini læra. Tá teir høvdu teoretiska frálæru, ella kunnandi fundir, henda tað seg meir enn so, at tað var ein finskttalandi yvirmaður, ið hevði frálæruna, ella kunningina. “Tá bleiv bara sagt við síðumannin hjá mær: “Tú umsetur fyri Wennerström!”. Men tað hevði ofta tað avleiðing við sær, at eg fekk bara 50- 60% við av tí, sum bleiv sagt.” Martin, og allir hinir í hernaðarstøðini vóru allir uppá eftirnavn. Tað gav onkran stuttleika. Tí í herdeildini vóru tvey tvíburðapør. Tá t.d. “Hansén” var róptur út, so komu tvíburðabrøðurnir báðir stormandi út. Onkur í herdeildini hevði hug at arga hann við Føroyum. T.d. var tað “amerikanarin”, sum bað Martin vælsignaðan taka nakrar pingvinir við heim úr Føroyum, tá hann var heima í stuttum farloyvi. Vitanin um Føroyar var ógvuliga avmarkað á herdeildini. Hundaføði Martin upplivdi, sum so mangur annar hermaður hevur sannað, at maturin var nærmast tað ein kann nevna hundaføði. Fyrstu vikurnar misti Martin 8 kg. Men so innsá hann, at tað var ikki annað, enn at eta, um hann skuldi yvirliva. Hvønn hósdag fingu teir ertrasúpan, sum minnir nokk so nógv um saltkjøtssúpan. Men tá var dessertin góð. Tá fingu teir pannukøkur, sum vóru í skuffulongd, og duppult so tjúkkar. Men til allar máltíðar var nógv knekkbreyð aftur við, og við teimum kundi ein yvirliva leingi. Sum Martin segði so ironiskt við eitt finskt Lítlibeiggin valdi at fara í Martin í finska hermannabúnanum