fríggjadagur 21. desember 2007síða 40
‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 248 - 21. desember 2007
Vit leita eftir løgfrøðingi
til Almanna- og
heilsumálaráðið
Starvið sum løgfrøðingur í Almanna- og heilsumálaráðnum
er áhugavert og mennandi við skiftandi og fjølbroyttum
uppgávum, sum nærum altíð skulu loysast í tøttum samstarvi
við aðrar starvsfelagar í ráðnum. Starvið er sjálvstøðugt, og
tú fært góðar møguleikar fyri skeiðum og framhaldandi
eftirútbúgving.
Sum løgfrøðingur í Almanna- og heilsumálaráðnum verða
tínar uppgávur eitt nú at tilevna lógaruppskot og uppskot til
kunngerðir, viðgera kærur frá borgarum, at svara
fyrispurningum frá løgtinginum og at tulka lógir og reglur fyri
stovnar undir Almanna- og heilsumálaráðnum.
Ert tú cand. jur. ella er um at verða liðug, so vilja vit fegin
frætta frá tær.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og Búskapar- og løgfrøðingafelagið. Setanin fevnir um
Almanna- og heilsumálaráðið og stovnar undir tí, umframt
Løgmansskrivstovuna og onnur aðalráð.
Umsókn við avriti av viðkomandi prógvum og skjølum skulu
sendast til:
Almanna- og heilsumálaráðið
Eirargarður 2
FO-100 Tórshavn
og vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 14. januar
2008 kl. 12.00.
Tú ert vælkomin at venda tær til Poul Geert Hansen,
aðalstjóra, á telefon 304050 ella senda eitt teldubræv til
ahr@ahr.fo. Eisini ber til at vitja heimasíðu okkara www.ahr.
fo, har eitt nú bygnaðurin og uppgávurnar hjá Almanna- og
heilsumálaráðnum eru lýstar. Almanna- og heilsumálaráðið
umsitur almannamál, heilsumál og bústaðarmál.
Almanna- og Heilsumálaráðið
Almanna- og heilsumálaráðið umsitur almannamál, heilsumál, og bú-
staðarmál. Tað starvast í løtuni 32 fólk í ráðnum. Uppgávan hjá
Almanna- og heilsumálaráðnum er í høvuðsheitinum at ráðgeva lands-
stýrismanninum, at tilevna lógaruppskot, kunngerðir og aðrar reglur og
at veita stovnum undir ráðnum ráð og vegleiðing.
Vit draga eina línu
Vit seta skynsemi í hásæti
Vit vilja vita
Vit bróta slóð
lýsingar
45 x 14,5 fót. Árg 2005. ferð 21-míl.
Motorur : Volvo 450 hk. Koyrt (1200 tímar)
Væl útgjørdur við tólum. Sera gott dekspláss.
Báturin er sum nýggjur.
Prísur: kr. 1.050.000.
Hópin av glastrevjabátum til sølu.
Ring og frætt nærri.
Sí www.bosdalafossur.fo
s/pf Bósdalafossur.fo
Tel. 333101 · fartlf. 286414
Bátar til sølu
Provincial 45
Viðskiftafólki okkara kring
landið ynskja vit eini gleðilig
jól og eitt av Harranum
signað nýggjár við tøkk fyri
tað brátt farna
Landssjúkrahúsið
Røntgendeildin og Rannsóknarstovan á
Landssjúkrahúsinum hava stongt 27. og
28. desember 2007
Røntgendeildin og Rannsóknarstovan
-har
tað hendir