Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-21, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2007síða 39

‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

somuleiðis fyri provianteringini av 12 skipum. – Ja, tað var mangan so, at eg bakaði her, og skundaði mær út at geva skipu­ num ís, og so í somu ferð innaftur at baka meiri. Soleiðis gekk tað við rúkandi ferð, inntil ein dag fyri seks árum síðani. Henda dagin í 2001 minnist Valdemar sera væl. Hetta kundi eins væl verðið hansara seinasti dagur. – Eg hevði bílagt mær einar 14 plattar av vøru úr Danmark og hevði nógv at hugsa um. Hesa ferðina eg skal steingja úthurðina, upplivdi eg nakað sera løgið: Eg bleiv starblindur! – Har stóð eg uttanfyri húsini, og kundi ikki gera annað enn at føla meg fram eftir húsagrundini og inn til mammu. Eg sigi við hana: “Tað sker eitt ella annað við mær”, og so small eg í gólvið. Hann kom beinanvegin undir lækna­ hond. Teir fingu lív í hann aftur, og var hann seinni sendur til víðari viðgerð í Danmark. Fyri Valdemar var hetta ein sera løgin kensla: Frá at hava verið 100 % virkin, lá hann nú 100 % bundin av øðrum. – Ja, tað var snedugt at liggja soleiðis og hugsa: “Var lívið liðugt nú, ella mundi eg koma burtur úr hesum heil­ skapaður?” Men læknarnir eru ótrúligir og fingu meg aftur á føtur, sigur Valdemar, sum hvørki roykti ella drakk. Ein innari megi til lívið Hóast støðan á mangar mátar kundi tykjast vónleys, so var tað kortini trúgvin á Jesus sum bar hann uppi hesa tíðina. Ella sum hann tekur til: ­ Tá ein er trúgvandi, hevur ein eina innari megi, sum heldur okkum uppi! Valdemar var serliga fegin um eitt orð úr Bíbliuni, sum hann fekk. Orðið stendur í Orðatøkunum kapittul 12 og ørindi 28 og ljóðar soleiðis: “Á rættferðar leið er lív, men gudloysis vegur gongur til deyða”. – Hetta orði tók eg til mín, tí hetta var júst tað sama sum tað stendur í Jóhannes evangeli’inum, har Jesus sigur seg vera vegin og sannleikan og lívið. Hesin vegurin førir ikki til deyðan, men til lívið. Valdemar fekk eisini annan andaligan stuðul á sjúkrahúsinum. Ein annar maður – Otto Dam av Argjum – lá á somu stovu sum hann, og sum ynskti, at onkur annar trúgvandi maður mátti koma á hansara stovu. – Eg taki so Bíbliuna fram og byrji at lesa í henni. So spyr hann meg, um eg var trúgvandi. Hesum játtaði eg. Ja, sigur hann. Eg havi ligið og biðið um at fáa eina trúgvandi mann inn á stovuna, og nú var hann altso komin. Vit báðir hildu andaktir og prátaðu andaligt tos. Jú, vit høvdu tað sera gott saman. Megi og vitan Eftir ógvusliga tilburðin við blóðtøppi­ num avgjørdi Valdemar at skrúvað niður fyri hitanum í ovnunum og í virksemi sínum annars. Hann seldi partapening sín í Vestur­ varða, onnur tóku yvir handilin og tey næstu árini nýtti hann bara tilveruna, meðan hann kom fyri seg aftur. At Valdemar nú aftur er byrjaður at baka, er nógv orsakað av yngra og virkisfúsa beiggja sínum, Kjartan. Fyri einum tveimum mánaðum síðani fóru teir báðir til verka í kjallaranum í handlinum at vaska, mála og shina alt upp. Dagin fyri upplatingina var Heilsufrøðiliga Starvsstovan á staðnum og góðkendi hølini, og týsdagin 11. desember fingu fyrstu breyðini frá Valdemari aftur. – Kjartan, hann hevur kreftirnar, meðan eg havi vitanina. Soleiðis kom hetta í lag, sigur Valdemar við einum brosi. Snorri Brend snorri@sosialurin.fo »Tað besta av øllum var, tá tey søgdu, at tá kakurnar skuldu koyrast út, so behøvdist eg slettis ikki at stýra. Tað skuldu Jesus-pápi nokk syrgja fyri!« »Hesa ferðina eg skal steingja úthurðina, upplivdi eg nakað sera løgið: Eg bleiv starblindur!« »Tá eg læt upp, átti eg ikki so frægt sum vekslipening av koyra í kassan. Eg mátti læna teir frá mammu míni« Sosialurin 21. desember 2007 ✯ 39