Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-21, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2007síða 39

‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 248 - 21. desember 2007 39 Víðka tær sjónarringin – royn annað starv styttri tíðarskeið! Í næstum fara tvey starvsfólk á Miðøkinum í barnsburðarfarloyvi Vit eru ein livandi stovnur við støðugum broytingum, sum skal tillaga seg lógarbroytingum og umstøðum annars. Tí er avgerandi, at tú, ið settur verður, tolir broytingar í starvsinnihaldinum, um tað gerst neyðugt. Vit ímynda okkum at tú hevur útbúgving sum Cand merc., HD ella aðra líknandi útbúgving. Harumframt vænta vit, at tú ert framskygdur, ábyrgdarfullur, hevur góð samstarvsevnir, skapar úrslit og gert títt til at skapa arbeiðsgleði. Skuldi tú havt HH, skrivstovuútbúgving ella aðra líknandi og hevur møguligar ætlanir um at útbúgva teg víðari innan roknskap og grannskoðan, so ert tú eisini vælkomin at søkja. Arbeiðsuppgávur eru á eftirlits- og innheintingardeildini • samskifti við virkir og stovnar • vitja fyritøkur • eftirlit við skatta- og avgjaldsuppgerðum • ummæla kæru- og dómsmál • málsviðgerð Vit bjóða eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt arbeiði, har hvør dagur er opin fyri fakligum avbjóðingum og har tú hevur møguleika at ávirka arbeidsgongdina. Eisini kunnu vit bjóða fleksarbeiðstíðir. Setanarøkið er Miðøkið, men starvið fevnir annars um allar stovnar undir Fíggjarmálaráðnum. Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag og er treytað av starvsroyndum, starvsinnihaldi og útbúgving. Áhuga, ið vilja vita meira um starvið kunna venda tær til Eyðun Joensen, deildarleiðara á tlf. 352600 Send umsókn saman við avritum av prógvum og um- mælum til Toll- og Skattstovu Føroya í seinasta lagi 7. januar 2008, kl. 15.00. Viðmerk: umsókn Miðøkið Toll- og Skattstova Føroya Postsboks 2151 FO-165 Argir Okkara fakliga vitan er grundarlagið undir dygdargóðari tænastu! Toll- og Skattstova Føroya Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, hvørs uppgáva er at fyrisita toll- og avgjalds-skattalógina og skuldarinnkrevja innan málsøkini hjá stovninum. Stovnurin hevur 135 starvsfólk og er skipaður við einum stýri og trimum økisskrivstovum. Stýrið heldur til á Argjum og høvuðsskrivstovurnar í Norðurøki, Miðøki og Suðurøki halda til í ávikavíst Saltangará, Tórshavn og á Tvøroyri. Á Miðøkinum, har viðkom- andi kemur at starvast, eru 60 starvsfólk. www.tollskatt.fo E-mail: tollskatt@tollskatt.fo Bestu piparnøturnar fáa tit hjá okkum Tlf 312161 gron@gron.fo www.gron.fo lýsingar Ognin Dalavegur 1, Tórshavn Til sølu Grundøkið er 569 m2. Bygningurin hevur eina gólvvídd uppá 454 m2 í 3 hæddum. Byggiárið er 1988/89, tó er kjallarin umbygdur í 1998. Bygningurin er innrættaður til veitslu- og náttklubbavirk- semi, hevur loyvi til 275 fólk, góðkendan ídnaðarkøk v.m. Verður seldur við ella uttan innbúgvi, bestik v.m. Nærri fæst at vita hjá Poul Hansen, adv. Áarvegur 1, Tórshavn tel. 31 15 78 / 21 47 13 Poul Hansen ADVOKATUR Áarvegur 1 · Boks 52 · 110 Tórshavn Tel. 311578 · Far. 214713 · Fax 318375 · e-mail phjtadvo@post.olivant.fo Opið um jólini Jólaaftan................ kl. 08.00 - 13.00 Jóladag...................stongt 2. jóladag............... kl. 14.00 - 17.00 3. jóladag............... kl. 10.00 - 22.00 Nýggjársaftan....... kl. 08.00 - 15.00 Nýggjársdag.........stongt Viðskiftafólki okkara ynskja vit gleðilig jól og eitt signað nýggjár við tøkk fyri tað farna. Shellstøðin við Streymin Tlf. 422255 · Fax 422481 Lesið Sosialin