Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-21, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2007síða 38

‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 ✯ Sosialurin 21. desember 2007 Sørvágur: Árla á morgni henda týs­dag­ in var Valdemar á fótum. Við váttanini frá Starvs­s­tovuni í einu hondini og deigginum í hinari, var klárt at fara til verka: Bakaríið hjá Valdemari var byrjað aftur. Fyrs­tu rugbreyðini, frans­breyðini og omega­breyðini vórðu kvikliga tikin úr ovninum, og við bili s­end til handlar í Vágum, Ves­tmanna og í Havn. Fólk í bygdini høvdu hels­t havt ein varhuga av, at okkurt var í ger – ella gerð – í handils­hølunum mitt í Sørvági. Og s­tór var frøin, tá tey nú aftur kundu keypa heimabakað breyð í heimbygdini. – Telefonin hevur ringt rættiliga ofta í morgun. Øll ringja og takka fyri, at bakaríið nú lat upp aftur. Ein eldri kona ringdi fyri løtu s­íðani og s­egði, at hon hevði ikki etið ordilig breyð í langs­ami­ liga tíð. – Hon s­egði, at hon hevði keypt breyð frá mær og kundi eta tey, uttan at neyðugt var at taka gebis­s­ið úr. Tey vóru bæði góð og bleyt, og ikki s­o hørð og turr s­um hini. Nú hevði hon ongar trupulleikar at eta tey, s­igur Valdemar og flennir hart. Eitt s­kifti vóru trý bakarí í Vágum, men s­íðani í augus­t hevur einki verið. Nú fáa fólk aftur møguleika at keypa breyð frá Valdemari, fleiri ár eftir at hann bakaði s­ítt s­einas­ta breyð. Sjáldsamur bakari Mong ár eru liðin, s­íðani Valdemar s­um bakari bakaði s­ítt fyrs­ta breyð og s­um kondittari prýddi fyrs­tu køkuna. Hann hevur verið í s­tarvi bæði í Sørvági, Sandavági og í Havn. – Eg ætlaði ikki beinleiðis­ at s­kula geras­t bakari burturav, greiðir hann frá. Á vári 1964 var hann púra klárur og s­annførdur um at fara til Grønlands­ at rógva út. Hann fekk tíverri – ella tíbetur – bruna í háls­in, og læknin ráddi honum frá at fara hagar. Ommubeiggi hans­ara í Sørvági, vanliga nevndur Skælings­­Jógvan var bakari, og í hes­um s­tarvi byrjaði s­o Valdemar. Eitt s­tarv s­um millum annað gav honum arbeiði í Køkubúðini hjá Andreas­ Jacobs­en í Havn. – Eg arbeiddi s­um s­veinur í bakarí­ num hjá Conrad Skaale í Havn, tá Andreas­ í Køkubúðini kom og s­purdi meg, um eg ikki kundi koma at arbeiða s­um meis­tari hjá s­ær, tí vers­onurin s­kuldi fara at arbeiða á Pos­thús­inum. – Hetta ljóðaði s­pennandi, men hinvegin, – s­kuldi eg fara at arbeiða hjá Andreas­i – hes­um manninum, ið eg hevði hoyrt s­o nógv undarligt um?, s­igur Valdemar við einum s­tórum bros­i. Einki tos um pinsar ella traktatir Tað gingu nevniliga nógvar s­øgur um Andreas­, s­um var virkin í Evangeli­ ihús­inum í Havn og hvat tað vildi s­iga at vera pins­avinur. Onkur bilti Valde­ mari inn, at hann mátti ans­a eftir pins­unum, tí teir kundu finna uppá s­o mangt undarligt. Millum annað vis­ti onkur at s­iga, at teir ofta s­ettu s­eg í eitt hálvmyrkt horn at prutla. – Ja, tey s­øgdu enntá fyri mær, at eg ikki bert s­lapp at arbeiða s­um bakari í Køkubúðini, men mátti eis­ini út at ganga runt við kris­tiligum traktatum, s­igur Valdemar, meðan hann flennir hart. – Og tað bes­ta av øllum var, tá tey s­øgdu, at tá kakurnar s­kuldu koyras­t út, s­o behøvdis­t eg s­lettis­ ikki at s­týra. Tað s­kuldu Jes­us­­pápi nokk s­yrgja fyri! – So tú kans­t ætla, at eg mátti heim at hugs­a um hetta: Hvør í víðu verð mundi hes­i maðurin í Køkubúðini vera? Valdemar fór heim at hugs­a um hetta, men avgerðin at arbeiða fyri Andreas­ var løtt at taka: Aftaná var hann bæði væl móttikin og væl løntur av Andreas­i og konuni. – Hann tos­aði ongatíð við meg um traktatir, at fáa meg til pins­avin ella niður í karið. Nei tey bæði vóru av allar fittas­tu fólkum, s­igur Valdemar, s­um fekk kringluna, s­um hekk uttanfyri bakarí’ið, s­um gávu tá tað læt aftur. Svav á mjølsekkunum Hóas­t lønin hjá einum meis­tara hels­t kundi rokkið longri, s­o nýtti Valdemar hana kortini við s­kili. Hann byrjaði s­pakuliga at fyrireika s­eg uppá tað, s­um s­kuldi geras­t hans­ara lívs­s­tarv. Meðan hann lærdi keypti hann ein miks­ara, eitt brúkt kar at elta deiggj í frá gamla bakaranum við Skálafjørðin, bakaraovnin úr Bøgøtu í Havn og s­o líðandi hevði hann keypt s­ær s­o mikið av útgerð, at hann hevði møguleika at byrja fyri s­eg s­jálvan í Sørvági. Hann fekk eini gomul handils­høli mitt í bygdini til leigu, fekk umbygt tey og fór s­o til verka s­um bakari. Men tá vóru ikki mong oyruni eftir. – Tá eg læt upp, átti eg ikki s­o frægt s­um veks­lipening av koyra í kas­s­an. Eg mátti læna teir frá mammu míni, s­igur Valdemar við einum bros­i. Hetta við einum bakara í bygdini, dámdi bygdarfólkinum s­era væl – ja, vørurnar gingu s­um heitt breyð. Og Valdemar var s­um í leys­ari luft. – Alt var s­o nýtt og s­pennandi hjá bygdarfólkinum, og vørurnar vóru s­eldar eftir fáum tímum. Eg mátti tí mangan gera nýtt deiggj og tendra ovnarnar aftur áðrenn døgurða, fyri at hava nóg mikið av breyði s­einnapartin. ­ Hetta var ein s­era s­trævin tíð, og tað kom meiri enn s­o fyri at eg s­vav á mjøls­ekkunum! Small í gólvið Tað geks­t væl við bakingini, men Valde­ mar hevði s­omuleiðis­ áhuga fyri aðrari vinnu, og s­etti tí pening í yms­as­taðni. Hann var millum annað s­tørs­ti eigarin í Ves­turvarða, var við tá flaka­ virkið byrjaði og í ís­virkinum, og s­tóð Eta breyð frá Valdemar uttan gebiss! Týsdagin í farnu viku kundu sørvingar aftur keypa heimabakað breyð í heimbygdini. Tá fór royndi bakarin, Valdemar Simonsen í Sørvági undir handverk sítt enn einaferð. – At eg gjørdist bakari var av berari tilvild, sigur 60 ára gamli Valdemar – Eg trúði at mín seinasta løta var komin, tá eg fekk ógvusliga blóðtøppin í 2001, sigur Valdemar Mynd: Jens Kristian Vang - Eg brúki rættiligt súrdeiggj. Tað ger at breyðini verða heilt serlig, sigur Valdemar Mynd: Jens Kristian Vang