fríggjadagur 21. desember 2007síða 42
‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42 ✯ Sosialurin 21. desember 2007
– Tú fært nummar 707.
Tann fryntliga, unga kvinnan í
móttøkuni á Hótel Esju legði varisliga
lykilin á diskin og brosaði. Fróði
undraðist, tá hann hoyrdi nummarið, tí
tá hann gisti á hesum hotellinum
seinast, búði hann eisini á kamari
nummar 707. Mundi hon kenna hann
aftur og hava latið hann fáa sama
kamarið? Mundi hon...? Nei, hon hevði
neyvan verið her, tá hann var her
seinast, tí so hevði hann eisini kent
hana aftur. Tað vóru jú bara einir tveir
mánaðir síðani. Nei, hon hevði neyvan
sæð hann fyrr, og hann hevði neyvan
sæð hana fyrr. Hetta var bara enn ein av
hesum lívsins tilvildum, sum ongantíð
koma aftur.
Fróði tók lyftuna upp á sjeyndu
hædd. Tað kendist ikki sørt ófrættakent
at hanga í leysum lofti í einari
íslendskari lyftu. Hvat nú, um ein
jarðskjálvti kom, meðan hann var á veg
upp? Helst hevði streymurin farið
beinanvegin, so lyftan hevði steðgað,
og so hevði hann verið hangandi har í
kolamyrkri, til bjargingarmenn fingu
lyftuna aftur í gongd. Sjálvum
hotellinum stúrdi hann ikki fyri, tí hann
hevði hoyrt, at øll háhús í Íslandi eru
bygd soleiðis, at tey kunnu standa ímóti
jarðskjálvtum langt upp eftir Richter-
stiganum.
Fróða nýttist ikki at leita eftir
kamarinum, tá hann kom úr lyftuni
uppi á sjeyndu hædd. Eitt var, at hann
visti, hvat kamarshurðin var, men hann
kendi eisini røddina á floksfelaganum,
sum hann skuldi hava kamar saman við
hetta vikuskiftið.
– Er tað tú Fróði? Eg spurdi hana
niðri í móttøkuni, hvat kamar tú hevði.
Hon vildi ikki geva mær lykil, men hon
segði mær nummarið og bað meg seta
meg uttan fyri at bíða, til tú komst. So
her siti eg. Kom og lat upp, so eg sleppi
at skola bygdarluktin av mær, áðrenn
vit fara í býin.
Fróði og vinmaðurin gingu í skúla
eysturi í sveitini, men nú hevði allur
flokkurin gjørt av at fara ein túr til
Reykjavíkar at halda vikuskifti. Lívið í
sveitini var lítið annað enn skúlagongd
og lesing og so onkrir túrar úti í
náttúruni, tá ein frídagur var. Vinmað-
urin var úr einum av teimum størru
plássunum, so gerandisdagurin í
sveitini beint undir liðini á einum
stórum bóndagarði við ramum deymi
av neyta- og rossalorti var ikki júst tað,
sum hann var vanur við. Og nú vildi
hann sleppa at skola hetta burtur av
sær.
Fróði hevði harafturímóti einki ímóti
hesum bygdarumhvørvinum. Hann var
uppvaksin við bæði kúgv, rossi, seyði
og høsnum í kjallaranum, so neytini og
rossini hjá bóndanum hoyrdu líkasum
til. Hinvegin mátti hann viðganga, at
ein heitan summardag kundi deymurin
frá bóndagarðinum vera í so ramur.
Men hvat? Tað var ikki verri, enn tá
hann sum smádrongur og hálvvaksin
plagdi at fara heim í neytaliðið eftir
neytunum, ella tá hann gekk upp undir
øklar í seyðalorti í rættini ein
slavtungan heystardag.
Men nú stóð hann her uppi á sjeyndu
hædd á Hótel Esju. Vinmaðurin var
longu í ferð við at lata seg úr, og vatnið
rann longu inni í brúsuni. Fróði dró tað
tunga teppið oman av songini við
vindeygað og tveitti viðføristaskuna á
fótalagið. Hann hevði nú ikki tikið tað
nógva við sær. So frætt av klæðum, at
hann kundi skifta, skuldi hann fingið
karm og taskuna við lappa, tannbust og
onkrum góðum at spræna upp á seg. Í
mappuni hevði hann nóg mikið av
pengum til vikuskiftið og passið, sum
hann noyddiat at vísa fram fyri at
sleppa inn, har aldursmark var.
Vinmaðurin hevði staðið og sungið
fosturlandssangin ”Ísland øgrum
skorið” umaftur og umaftur, meðan
hann hevði staðið undir brúsuni. Nú var
hann tagnaður og stóð og murraði eitt
ella annað lag, meðan hann turkaði sær.
Vinmaðurin var avgjørt ikki ein av
teimum mest tjóðskaparsinnaðu
íslendingunum, men eins og flestu
landsmenn hansara hevði hann stóran
alsk til fosturlandssangir.
Fróði hevði sitið og lurtað eftir
vinmanninum. Sjálvur hevði hann bara
verið í Íslandi í nakrar mánaðir, men
hann skilti longu væl, at íslendingar
høvdu ein serligan alsk til sangir um
teirra land. Fyri tað fyrsta høvdu
íslendingar fleiri framúrskarandi skald,
og so dugdu teirra tónasmiðir
serstakliga væl at smíða løg, sum
fangaðu bæði skilið og hjartað. Á ein
ella annan hátt vóru løgini ein mynd av
teirri íslendsku náttúruni, so skiftandi
og ymisk hon enn er. Tey flestu løgini
vóru stillislig og eym, men á ein ella
annan hátt kendust tey kortini sum ein
mynd ella ein lýsing av teirri ógvusligu
náttúruni við eldi, ísi, kókandi keldum
og jarðskjálvtum. Mundi nakað land í
heiminum hava eina so virkna, eina so
ófriðarliga náttúru og kortini fostur-
landssangir við løgum, sum kundu fáa
hárini á kroppinum at toyggja seg av
berum eymleika og einari løgnari
kenslu av sælu? Og mundu nakrir aðrir
tónasmiðir duga at gera løg, sum
gjørdu, at áhoyrarin kundi kenna seg
sita og stara niður í Gullfoss og
Almannagjá samstundis?
Men hetta var ikki bara skaldunum
og tónaskaldunum fyri at takka. Hvussu
mangan hevði hann ikki sitið púra í
øðrum heimi og lurtað eftir upptøkum
við Stefán Íslandi ella Guðmundi
Jónssyni, hvørs røddir kundu fáa sjálvt
tað mest ívna nakkahárið at reisa seg
ein og sama veg. Og so kallakórini,
sum á ein ella annan hátt vóru tann
fullkomna ljóðliga myndin av íslendsku
náttúruni. Djúp sum buldrið úr Heklu
ella dunið upp úr Gullfossi og fín sum
hvinið ein illveðursdag við
Öræfajökull. Løgið, at ein so lítil tjóð
kundi fostra so nógv fólk við so stórum
og fjølbroyttum gávum.
Fróði sat mest sum í øðrum heimi á
songarstokkinum. Hann mintist løturnar
niðri á bakkanum við Hvítá í skýming-
ini, har hann hevði sitið og eygleitt
rossaflotan hjá bóndanum. So stórt
rossafylgi hevði hann ikki sæð uttan í
onkrum cowboyfilmi í Sjónleikarhúsi-
num ella Havnar Bio í sekstiárunum, tá
rossatjóvar stjólu rossini frá indiánaru-
num.
Men rossini hjá Bjössa bónda fingu
frið, har tey gingu á beiti niðri við
áarbakkan. Har fekk alt frið. Eisini
sílini í ánni. Og her fekk Fróði eisini
frið, frið til at hugleiða um lívsins
viðurskifti. Og hvørja ferð kom
spurningurin, hvat hann gjørdi her.
Hvat í Harrans navni gjørdi hann niðri
við ein áarbakka í Íslandi einsamallur
sum Janus í verðini? Átti hann ikki at
verið niðri í Keypmannahavn sum hini,
ið høvdu sett sær eitt mál við lívinum?
Hvørjum máli fór hann at røkka við at
ganga í íslendsku sveitini og mala?
Hetta var ikki tað, hann hevði droymt
um teir dagarnar, uppreisturin í
Sorbonne kom í Hoydalar. Tá hevði
hann verið við til at binda brandtogini
upp ígjøgnum trappurnar, so lærararnir
ikki skuldu sleppa upp at undirvísa. Tá
hevði hann kent seg sum uppreistrar-
mann ímóti valdsharrunumi, og hann
hevði flent at teimum, har teir stóðu á
gólvinum niðriundir. Tá hevði hann
gingið við stórari mynd av Che Guevara
á bringuni og hevði skrivað mergjandi
yrkingar í skúlablaðið. Jú, tá var hann
ein unglingi við framtíðarvisjónum. Tá
hevði hann staðið millum nakrar, sum
Hugleiðingar
á kamari 707