Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-21, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2007síða 51

‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 21. desember 2007 ✯ 51 liva teir tímarnar vit vakja, og hvussu vit leggja okkum at sova. Avgerandi spurningurin er, um vit sum vakin liva inni hjá Jesusi, og tá so svøvnurin kemur, leggja okkum at sova í Jesu navni. Ein avgerandi munur Tað vóru 10 moyggjar. Tær líkjast allar í sínum útgangsstøði. Og tó nevnir skriftin, at fimm teirra vóru hygnar og fimm óhygnar. Tær livdu, tær fyrireikaðu seg, og tær sovnaðu allar. Í tí at liva og í tí at sovna líkjast øll menniskju við ávísum frávikum. Men hvussu vit liva? – og um vit Guds orði gætur og fyrireika okkum til evsta dag – tað er her hin avgerandi munurin kemur til sjóndar. Tær hygnu moyggjarnar høvdu olju við sær, so hellast kundi á lampurnar, tá oljan gekk undan. Henda kostnaðarmikla oljan hvørs prísur er ævinleikin. Oljan til lívsins lampu og ævigt lív í himmalskum ríki. Henda dýrabæra oljan fæst ókeypis. Ein og hvør, sum vil lata seg fylla av Guds orði og mynd av hansara heilaga anda, fær nóg mikið av olju, so lampan kann brenna og bera ljós, til Kristus kemur. Hvussu vit liva lívið, - tað er lívsins stóra álvarsemi. So avgerandi er tað, at vit gera okkum búgvin at taka ímóti Jesusi, tá hann kemur aftur á himmalskum skýggjum. At vit eru búgvin at møta Jesusi, tá vit fara foldum frá. At vit hoyra profetanna áminning, tá sagt verður: Ger teg búnan at møta tínum Gudi! Stongdar dyr Vanliga eri eg kendur fyri at hava drúgvar prædikur, men einaferð havi eg hildið eina prædiku í Viðareiðis kirkju, ið einans tók nakrar fáar minuttir. Um tað mundið, tá hin klassiski grikski sjónleikurin “Antigone” var spældur í Norðurlandahúsinum, var ein soljóðandi lýsing í útvarpinum í middegi leygardag: “Frá Norðurlandahúsinum. Sjónleikurin Antigone verður frumsýndur sunnudagin kl. 16. Møtið stundisliga. Dyrnar verða stongdar, tá leikurin byrjar. Norðurlandahúsið”. Henda lýsingin gav íblástur til dagsins prædiku. So stutt og greitt kann tað sigast. Tey, ið ynsktu at síggja leikin, máttu koma stundisliga. Klokkan 16 vórðu dyrnar stongdar. Tá vóru tey innanfyri, sum innanfyri vóru. Og uttanfyri, við stongdar dyr, tey ið komu ov seint. Eitt er koma ov seint í Norður- landahúsið. Tað er harmiligt at koma á stongdar dyr og hava goldið atgongu- merkið. Tað var einki endurgjald til teirra, ið komu ov seint, komu á stongdar dyr. Útvarpslýsingin minnir á, at tað letur seg gera at koma ov seint. Minnir á, at ov seint er ov seint! Frásøgnin um tær 10 moyggjarnar sigur tað sama: Brúðgómurin kom, og tær fimm, ið búnar vóru, fóru við honum inn til brúdleyps. Og dyrnar vórðu lætnar aftur. Hinar fimm, hvørs lampur tóku at slókna, skuldu nú í skundi fara at keypa olju. Alt tekur sína tíð, og tá talan er um ævinleikan er umráðandi at vera ferðabúgvin. Tær fimm óhygnu gjørdust ov seinar. Tær bóðu um, at dyrnar vórðu lætnar upp. Men brúðgómurin svaraði greiður í síni útsøgn: - Sanniliga sigi eg tykkum, eg kenni tykkum ikki. Tala Jesu er greið og einki at fara skeivur av. Innanfyri ella uttanfyri. Hyggin ella óhyggin. Kendur av Jesusi og vardur í hansara hondum, ella fremmandur og bankandi til fánýtis á himinsins dyr. Frelstur inni í himmalskum ríki, ella glataður í myrkrinum fyri uttan. Tað er valla av tilvild at áminningin ljóðar so reinmælt: Vakið tí, tí at tit vita hvørki dagin ella tíman! Rættvísi ella náði Ein ung genta kom til franska keisarin Napoleon, og bað rørd á málinum: - Tygara hátign. Eg biðið tygum náða pápa mínum. - Hvør er pápi tín, og hvør er tú?, spurdi keisarin. - Eg eiti Lojolia, og pápi mín er dømdur til deyða. - Ja, barn mítt, segði keisarin. So kann eg tíverri ikki hjálpa tær. Hetta er aðru ferð, at pápi tín er funnin sekur. - Ja, eg veit tað, Harri, rópti tann neyðstadda gentan. Men eg biði ikki um rættvísi. Eg biði um náði! Tað sóust nakrar rørslur á andliti keisarans. Tár komu í eyguni. Eftir at hava hugsað seg um eina løtu, segði hann: - Jú, pápi tín skal verða náðaður. Hann er fríur. - - Vit eru vegna okkara synd og misgerð sek til deyða. Guds rættvísi dømir okkum sek at vera. Men lovaður verði Gud fyri frelsaran Jesus, at vit vegna fullgjørt verk á Golgata kunnu biðja um syndanna fyrigeving – og fáa fyrigeving! Frelsari, eg til tín stevni hesa lagaligu stund; tak meg at tær, tú meg fevni, nú eg komi á tín fund! Niðurlag Bjarga mær! Bjarga mær hesa lagaligu løtu inn á lívsins himnagøtu burt úr glatan – heim til Gud! Nú er lagaliga løta, hirðans rødd her kallar teg opin stendur lívsins gøta - atgongd frí á himnaveg Niðurlag: Kemur tú, kemur tú hesa lagaligu løtu inn á lívsins himnagøtu - burtur úr glatan – inn til Gud. Opnar himnadyrnar standa hesa lagaliga stund vinur, bjarga tær úr vanda leita nú á Harrans fund! Sjálvur Jesus rættir hendur móti tær í hesi stund: Sig mær, hví tú úti stendur, á, tað hevur slíkan skund! Sí, eg komi skjótt í skýnum - náðitíð tá farin er; brátt eg komi eftir mínum, vilt tú tó meg vraka her? Eg tær bjóði búnan hvíta, eg tær bjóði ævigt lív, - o, tú kanst á lyftið líta, tú, mítt dýra keypta vív! Frelsari, eg til tín stevni hesa lagaligu stund; tak meg at tær, tú meg fevni, nú eg komi á tín fund! Niðurlag Bjarga mær! Bjarga mær hesa lagaligu løtu inn á lívsins himnagøtu burt úr glatan – heim til Gud! (Orð: Petur J. Sigvardsen)