fríggjadagur 21. desember 2007síða 54
‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
54 ✯ Sosialurin 21. desember 2007
Nú var vorðið tómligari í túninum
millum Ansastovu, Heiðriksstovu,
Mórsastovu, og á Dunganum. Abbi,
Dánjal J. Anthoniussen(1877-1953) í
Ansastovu, og Niklas Dahl (1874-1953)
í Heiðriksstovu vórðu bornir út hetta
árið. Teir vóru grannar. Heiðriksstova
og Ansastova er ein lon. Heini í Mórsa-
stovu( 1882 -1970) kom enn út á trappu-
steinin at meta um veður og vind við
síni svørtgulu pípu og hugdi upp í loft
við keppinum fram av stúvi. Tað gjørdi
hann eisini jólamorgun 1953. Dunga
Oluffa (1883 -1971) stákaðist í sínum
lag og kom út í sínum svarta kjóla,
hvíta fyrriklæði og einum fati. Fór
oman at ánni. Hirdi tað, sum í fatinum
var, í ta møku ánna, sum tók ímóti
matrestum frá Dunga Oluffu. Tað var
ikki nógv, men áin kvæð sítt aldar-
gamla kvæðið um fólkini, sum høvdu
ríkað hana við matrestum frá fyrndini
av. Brátt stungu øskulittir vetrarfuglar
seg niður yvir slammiskuna frá Dunga
Oluffu og fingu sær upp í nevið av
jólamolum frá einari gamlari gentu,
sum gleddist yvir jólahalguna. Hetta
kom væl við hjá hesum jólasvongu,
himmalsku fuglum.
Stórá
Dunga Oluffa gekk niðan frá Stórá
aftur og møtti Elin í Hvanngarðinum
(1872-1960), Lenu (ommu) í Ansa-
stovu(1882 -1963) og Siggu í Heiðriks-
stovu(1874-1953), sum vóru tíðliga á
fótum. Eggfuglarnir skuldu hava okkurt
forkunnugt jólamorgun, sum tær bóru
framman fyri sær í fyriklæðnum. Tær
vóru ikki enn altarskrýddar, men máttu
ambæta neytunum, geva dunnunum og
høsnunum, áðrenn tær fóru í annað
skrúð. Tær høvdu so mikið av molum í
fyrriklæðnum, at spurvar og starar
fingu ein bita saman við eggfuglunum.
Tær heilsaðust og ynsktu hvør aðrari
gleðilig jól.
– Eg fari altíð tíðliga jólamorgun
oman at ánni. Tað hjálpir so væl, at teir
himmalsku fuglar fáa okkurt upp í
nevið jólamorgun. Tað er so einsligt hjá
hesum øskulittu Guðs skabningum,
sum troysta tilveruna her um veturin.
Hvor skal jeg fly fra dit åsyn?
– Ja, Oluffa lukka, hønur og dunnur
fáa altíð okkurt frá okkum, sum vit
mongda upp í eitt sindur av rugi, men
tú ert so umhyggin, at tú hugsar um
vetrarfuglarnar. Ja, teir eru eisini ein
skari av guðs skabningum, segði omma.
Ein lítil glóð var at síggja í glugga-
num í Jákupsstovu. Ommba, Johan
Sofus(1886-1960), var óivað farin upp
at lesa morgunlestur. Hann var eitt
sindur fjalin, segði ikki nógv, men
kvirran henda morgun mundi tala sítt
stumma mál til øll í bygdini. Ikki at tala
um tey, sum búðu ánni næst. Tey kendu
natúrinnar duldarsemi í áarsjóðinum. Í
morgun kvað hon um Veni, Veni
Imanuel – O kom, o kom, Imanuel!
Jógvan undir Garði, klokkarin, var
tíðliga á foldini í morgun og hevði
longu ringt jólini inn. Hann stóð har í
myrkrinum og læt boðanarljóðið fara
um bygdina í taktføstum klokkuljóði
við undirspæli av áarsuði og sjóði við
sævarklett.
Tey, sum hvíldu undir moldum á
Línheyggi, hoyrdu hetta ljóðið og lógu
við samanløgdum hondum og hvíldu í
klokkuljóðinum henda sæla jólamorgun
1953.Ein slíkan halgidag stóð radio á
norðmanninum frá morgunstundini av.
Ymisk vóru jólaløgini, ið ljómaðu út í
tún jólamorgun. Her vóru kend jólaløg,
sum sungin vórðu víða um í Norður-
londum og so tey, sum vóru sungin t. d.
í Týsklandi og Bretlandi. Hesi vóru ikki
so kend her á landi um hetta mundið,
men andin í teimum var jú tann sami,
um kongasonin, sum borin var. Eitt lag,
sum knappliga hoyrdist, var so yndis-
ligt, at valla kundi hetta syngjast betur.
Tað var fagra lagið: O, Jesulein süß.
Lítið skilti tú av orðunum í síni heild,
men orðini O, Jesulein süß! o Jesulein
mild - um tann søta og milda Jesus, tað
fekst tú við. Eingin ivi hevur verið um,
at tað var Wiener Sängerknaben, sum
nú stóðu mitt í túninum framman fyri
Ansastovu, Heiðriksstovu, Mórsastovu
og á Dunganum og sungu jólini inn.
Í túninum
Dunga Oluffa kom niðan aftur frá ánni
og steðgaði á, tá ið hon hoyrdi hetta
ljóð. Hon stóð dygst við sín sovandi
urtagarð, sum var heimsins minsti
urtagarður einans uml. ein fermetur.
Hann hevði eina lítla gyrðing, sum var
verja ímóti tí átufreka seyðnum. Her
vuksu tær føgru silkiblómurnar, reyðar
og bláar, ið fríðkaðu um ta lítlu svørt-
hvítu lonina. Nú svóvu blómurnar
vetrarblund undir snjó og føgrum jóla-
sálmum.
Oluffa stóð og mimaði onkrar óskilj-
andi tónar , sum duttu um hennara
rukkutu varrar, meðan hon streyk
hondina eftir tí snjóhvíta fyriklæðnum.
Fatið livdi bert eitt lítið vet við í
rytmuni hjá Wiener Sängerknaben. Hon
steðgaði á til lagið var liðugt og
smámurraði: Et lidet barn så lysteligt.
Elsa í Húsi(1876 - 1955) kom tenjandi
niðan eftir Túni í síni jólakápu. Hon sá
væl, at Oluffa var umbroytt. Nú stóð
Oluffa og trummaði við fingrunum á
jarnfatið, meðan hon sang við síni
gomlu rødd: Et lidet barn så lysteligt
blev af en jomfru båret, ej før, ej siden
hørtes sligt, men kun i jubelåret... Elsa í
Húsi stóð lamsligin. – Stelirnar ikki,
Oluffa, hevur tú mist samlingina?
Tað neistaði frá henni, eyguni vóru
himmalvend og alt hennara likam
darraði í stjørnugrúsi av einari aðrari
verð. Kavi var lagstur, so tann svarti
kjólin og tað hvíta fyriklæði flagsaðu í
einum jólatóna, sum rakk úr Wien,
oman eftir Túni og setti seg í tað okkur-
gula grasið, sum flyrraði í takskeggi-
num kring tær jólaligu lonirnar - Ansa-
stovu, Heiðriksstovu, Mórsastovu og á
Dunganum.
Elsa í Húsi
Elsa í Húsi royndi við sínum tunga
kroppi at fylgja Oluffu, men bleiv hetta
bara til eitt lítið hirs, eins og ein lítil inn
– og útsúður niðri í Støðni eftir
landbrim. Hetta sjóðið plagdi at taka
um hana undir lonini Niðri á Mýru.
Elsa var ein sjóvarmoy, kom niðan eftir
Túni henda jólamorgun í einum mið-
aldarligum búna. Hon var sjálv ein ond
úr tí heilagu skrift. Hon var so fjøggað
til eins og Maria Magdalena í málningi
av Timeteo Viti við sama heiti –
italienskur málari (1469-1525).
Henda morgun, hon kom niðan eftir
Túni, gekk hon eftir jólatónleikinum, ið
stóð út í tún frá NRK, sum Oluffa var
umbroytt av. Eyguni festu seg við
morgunljósið jóladag, sum skygdi í
teimum glerstoyttu homrunum á Knúki.
Hetta var jú eitt boðanar ljóð og ljós,
sum Sjóvarmoyin tráðaði eftir. Hon var
ikki øðrvísi enn øll onnur menniskju,
sum vildu vera við í tí undri, sum var
fullborið jólanátt. Systirin, Olivina, var
eisini farin til hvíldar 1953 inni á
Línheyggi, og nú var hon vorðin einsa-
møll. Tað var gongdin í hesum foldar-
lívi. Hennara longsul móti teimum
ævigu víddunum var staðfest í skriftu-
num, lestrunum og donsku jólasálmu-
num, sum nú Olivina, systirin, var
umgyrd av í himmiríki.
Elsa steðgaði á eina góða løtu og
lurtaði eftir Wiener Sängerknaben og
undraðist yvir Oluffusa “plastisku”
rørslur. Sjálv royndi hon hetta kynstrið,
men fekk ikki gongd á. Sigga í Heið-
riksstovu, Lena í Ansastovu og Elin í
Hvanngarðinum stóðu og hugdu at
hesum, men ikki fingu tær sagt nakað,
tí tær vóru rúnarbundnar av fagra
sanginum úr Wien. Heini í Mórsastovu
stóð í durinum við tí gulu og svørtu
Jól í Oyndarfirði 1953
Dunga Oluffa