Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. desember 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 249 - 27. desember 2007 5 tíðindi Næstan 60 prosent av kvinnuligu prest­ unum í donsku fólkakirkjuni hava upplivað, at mann­ ligir prestar hava roynt at arbeitt ímóti teimum. Summar eru beinleiðs sjikaneraðar JAVNSTØÐA Eyðun Klakkstein eydun@sosialurin.fo Ein kanning, sum danska blað­ið­ Politiken hevur gjørt millum kvinnuligar danskar prestar, vísir, at næstan 60 prosent av teimum hava ver­ ið­ úti fyri, at mannligir starvsfelagar hava sagt teim­ um, at tær egna seg ikki at verð­a prestar, tí tær eru kvinnur. Ein stórur partur av kvinnuligu prestunum hava upplivað­ hetta fleiri ferð­ir ígjøgnum teirra tíð­ sum prestur. Sambært Politiken halda kvinnuligu prestarnir, at tað­ er ein lítil minniluti av mannligum prestum, sum halda at kvinnur ikki skulu vera prestar, og tað­ eru hesir prestar, sum stundum royna at mótvirka teimum kvinnuligu prestunum. ­ Fleiri av mínum mann­ ligu starvsfeløgum vildu ikki nerta somu Bíbliu og altarbók sum eg, tí teir hildu, at eg dálkað­i tær, sig­ ur Berit Børresen, sum er prestur í Draaby sókn. Onkur av teimum kvinnu­ ligu prestunum hevur fingið­ bræv, har tær eru ávarað­ar ímóti at gerast prestar, og eini 50 av teimum 1000 kvinnuligu prestunum í Danmark hava upplivað­, at mannligir prestar hava bein­ leið­is sjikanerað­ tær ella roynt at venda hugburð­inum hjá meinigheitini ímóti teim­ um. Kvinnuligir prestar uppliva mótgongd                                               Sjálvstýrisflokkurin hevur 17 valevni til løgtingsvalið í næsta mánaði POLITIKKUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fimm kvinnur og 12 mans stilla upp fyri Sjálvstýris­ flokkin til komandi løg­ tingsval 19. januar. Á list­ anum eru kend fólk úr Sjálvstýrisflokkinum, men har eru eisini fleiri, ið­ hava stillað­ upp fyri að­rar flokk­ ar – og sum hava sitið­ á tingi sum varafólk fyri að­r­ ar flokkar. Rúna Sivertsen sat í seks ár á tingi sum varafólk fyri Anfinn Kallsberg, vald fyri Fólkaflokkin í Norð­oya valdømi. Heð­in D. Poulsen í Havn hevur havt sæti sum vara­ mað­ur á tingi fyri Fólka­ flokkin í Suð­urstreymoy. Kári Petersen hevur fleiri ferð­ir stillað­ upp fyri Javn­ að­arflokkin, bæð­i í Norð­­ streymoy og í Suð­ur­ streymoy. Hann hevur fleiri ferð­ir havt sæti á tingi sum varamað­ur fyri Thomas Arabo. Seinasti uppstillingar­ fundur hjá Sjálvstýrisflokk­ inum varð­ hildin sum fel­ ags 3. uppstillingarfundur í Kvinnufelaghúsunum á Glyvrum 21. desember. Landsnevndin og valfeløg­ ini hjá Sjálvstýrisflokkin­ um høvdu eftir økisfundir gjørt síni tilmæli, og varð­ listin stað­festur. Sjálvstýrisflokkurin hev­ ur eitt umboð­ á tingi, Kára P. Højgaard, og sambært veljarakanningum sær ikki út til, at hetta fer at broyt­ ast. Flokkurin hevur tó havt tvey og onkuntíð­ trý fólk á tingi seinnu árini. Síð­an flokkurin fór í tvín­ ingar fyri seinna heimsbar­ daga, hevur hann altíð­ verið­ millum minstu flokk­ ar á tingi. Tey 17 valevnini á sjálv­ stýrislistanum eru: Alis Højsted, lærari í Funningi Dánjal Petur (Piddi) Hansen, stjóri í Saltangará Eileen Sandá, málfrøðingur í Vági Eyðun Elttør, maskinmeistari í Klaksvík Hans Blåsvær, teldufrøðingur í Havn Heðin D. Poulsen, løgfrøðingur í Havn Kári á Rógvi, lógkønur í Havn Kári P. Højgaard, løgtingsmaður í Saltangará Kári Petersen, búskaparfrøðingur í Havn Karl A. Olsen, borgarstjóri í Vestmanna Kristian Eli (Gissa) Zachariassen, býráðslimur í Klaksvík Kristina Toftegaard Lar­ sen, stovnsleiðari í Fuglafirði Ronald Poulsen, byggifrøðingur í Havn Rúna Sivertsen, miðlafólk í Streymnesi Sámal Petur í Grund, skipari í Søldarfirði Súsanna Mortensen, rektari í Havn Sven Dahl, plátusmiður í Klaksvík Sjálvstýrisflokkurin liðugur at stilla upp