hósdagur 27. desember 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 249 - 27. desember 2007
Stórt bankarán
Fýra menn hava rænt fleiri milliónir krónur úr einari
deild hjá Danske Bank uttan fyri Århus. Teir fýra
menninir, sum høvdu gekkaskort, brutu inn í bankan
í Brabrand stutt eftir klokkan níggju í morgun, og
sambært løgregluni fingu teir fleiri milliónir krónur
við sær. Løgreglan í Århus sigur, at hon dugir ikki
at siga, um ránsmenninir vóru vápnaðir, og um teir
hóttu starvsfólkið í bankanum. Ránsmenninir rýmdu
í einum bili av slagnum Audi, og honum leitar
løgreglan nú eftir.
Heilmann bjóðar av
Fyrrverandi formaðurin í grønlendska arbeiðarafelagnum,
Finn Heilmann, kunngjørdi um jólini, at hann stillar upp
til formansvalið í flokkinum Siumut. Finn Heilmann er
ikki limur í Landstinginum, og hann ætlar sær heldur ikki
at stilla upp á næsta valinum. Við útvarpið í Nuuk sigur
hann, at eftir hansara tykki eiga ting- ella landsstýrismenn
ikki at sita í floksleiðsluni. Hansara politiska mál er, at
Siumut skal styrkja sín sosialistiska samleika.
Læknafeilur kostaði
Sverra Nilssen ein
arm. Danska Patient
klagenævnet hevur
givið honum fult
viðhald í kæru. Niður
støðan sigur greitt, at
læknin hevur handlað
skeivt, men frá før
oysku skipanini fær
Sverri Nilssen einki
svar
Heilsa
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Í skjótt tvey ár hevur Sverri
Nilssen bíða eftir, at ein
greið niðurstøða fra Syghus-
væsenets Patientklagenævn
verður fylgd upp í føroysku
skipanini.
- Hevði eg verið viðgjørd-
ur í Danmark, hevði eg
langt síðani fingið endur-
gjald og læknin fingið eina
átalu. Men í Føroyum hend-
ir einki. Eg misti ein arm, tí
ein lækni feilaði, men tað
fær ongar avleiðingar, sigur
Sverri Nilssen av Tvøroyri.
Hann misti ein arm, tí ein
lækni á Suðuroyðar Sjúkra-
húsið ikki gav honum tað
viðger, sum ein lækni eigur
at geva.
Sverri Nilssen hevur altíð
verið ein dugnaligur og
arbeiðssamur maður, og
hóast hann í dag hevur mist
høgra armin er hann farin í
gongd aftur við kropsligt
arbeiði. Í dag arbeiðir hann
sum gartnari.
Men hann stríðist við
meira enn bara ein mangl-
andi arm. Tí greiða niður-
støðan frá donsku sjúklinga-
kærunevndini fær ongar
avleiðingar. Og Sverri Nils-
sen óttast, at mál hansara
verður fyrnað, áðrenn nak-
að hendir.
- Og hetta snýr seg ikki
bara um meg. Tá skipanin
verjir síni egnu á henda hátt,
kann mann ikki annað enn
koma til tað niðurstøðu, at
sjúkrahúsið ikki vil læra av
feilum, sigur Sverri Nilssen.
Sjúkrasøgan
í stuttum
Sverri Nilssen fekk tikið
knútar úr arminum fýra ferð-
ir millum august 2001 og
november 2003. Tvær ferðir
vóru ongar eftirkanningar
gjørdar, og hetta var ikki
rætt atborið. Niðurstøðan í
samband við kanningina
eftir fjórðu skurðviðgerðina
í november 2003, staðfesti,
at talan kundi vera um bindi-
vevsknúta, men at tað eisini
kundi
vera
óndartaður
krabbameinsknútur.
Mælt varð frá at skurðvið-
gera umaftur, tí slíkur knút-
ur sjálvdan kom aftur, og
mælt varð eisini til, at sjúk-
lingurin skuldi ganga til
regluligt eftirlit fyri at hava
eyguni við broytingum.
Trupuleikin við viðmælin-
um frá danska kanningar-
stovninum, var at Sverri Nils-
sen longu fleiri ferðir hevði
havt knútar í arminum, og tí
var talan um nakað afturvend-
andi. Læknin gjørdi einki
fyri at kunna um hetta. Og
tað átti hann at gjørt, soleiðis
at tilmæli kundi vera í sam-
svar við veruleikan.
Síðani gekk tað meira enn
eitt ár, áðrenn Sverri Nilssen
slapp til kanningar aftur.
Hetta árið var hann fleiri
ferðir hjá lækna, tí hann var
so ringur í pínu, men hann
slapp ikki framat.
Tá hann so slapp til kann-
ingar í desember 2004 –
meira enn eitt ár eftir sein-
astu viðgerðina - var støðan
so hættislig, at armurin mátti
takast.
Greið niðurstøða:
Feilur
Tá hann kemur niður á Rík-
issjúkrahúsið at taka armin,
fær hann beinanvegin at
vita, at ein feilur er gjørdur,
og at hann eigur at klaga.
- Men eg orkaði ikki at
klaga beinanvegin. Støðan
var nóg tung sum eg var í, og
eg orkaði ikki at stríðast fyri
nøkrum tá. Men tá eg var
niðri til eftirkanning nakrar
mánaðar seinni, sendi eg
klaguna til Sundhedsvæs-
enets Patientklagenævn.
Kærunevndin brúkar van-
liga upp til eitt ár at viðgera
slíkar klagur, men sakin hjá
Sverra Nilssen var so greið,
at tað tók nevndini bara
fimm mánaðar at geva hon-
um fult viðhald. Allir fimm
limir í nevndini vóru samdir
um niðurstøðuna.
Niðurstøðan er, at læknin
hevur gjørt ein greiðan feil,
tí niðurstøðan hjá patologin-
um er, at um hetta er aftur-
vendandi trupulleika er støð-
an ein onnur, og hjá Sverra
Nilssen var júst talan um ein
afturvendandi trupulleika.
Tí átti læknin at kunnað
patologin um støðuna og
biðið um eina nýggja niður-
støðu, umframt at sjúkling-
urin átti at verið innkallaður
til skjótari eftirkanning.
Druknar í føroysku
skipanini
Tá Sundhedsvæsenets Pati-
entklagenævn kemur til
eina niðurstøðu í Danmark,
er endurgjaldsspurningurin
loystur, og málið er avgjørt.
Men soleiðis virkar skipan-
in ikki í Føroyum
Eftir at hava fingið niður-
støðuna, fer Sverri Nilssen
til føroyskan advokat við tí,
og hesin sigur, at teir skulu
samskifta við Suðuroyar
Sjúkrahús. Hetta er í januar
2006, ella skjótt tvey ár síð-
ani. Men enn hevur Suður-
oyar Sjúkrahús ikki vilja
gjørt nakað við niðurstøð-
una. Sverri Nilssen hevur
hvørki fingið eitt umskylda
ella nakað endurgjald. Og
læknin, sum viðgjørdi hann,
sum er yvirlækni á Suðuroy-
ar Sjúkrahúsi, hevur ikki
fingið nakra átalu.
- Mín kensla er, at onkur
bara vil hava hetta gloymt,
og at tey royna at draga hetta
út so leingi sum møguligt,
sigur Sverri Nilssen, sum eis-
ini óttast, at hann knappliga
fær at vita, at nú er málið fyr-
nað, og nú er einki at gera.
- Tað er tungt bara at bíða
og bíða, tá niðurstøðan er
so greið. Í Danmark hevði
hetta málið langt síðani ver-
ið avgreitt, slær hann fast.
Nøgdsemiskanning
á Hotel Tórshavn
Fyri Sverra Nilssen hevur
tað ikki stórst týdning, at
hann sjálvur fær endurgjald
og læknin átalu, hóast tað
eftir hansara tykki átti at
verið sjálvsagt. Tað týdning-
armesta er, at hetta ikki
hendir aftur. Hesuferð kost-
aði tað ein arm. Eina aðru
ferð kann tað kosta lív.
- Men tá skipanin verjir
sínu egnu í so stóran mun,
sum henda tilgongdin vísir,
so kann eg ikki annað enn
óttast, at eingin áhugi er at
læra av feilum, sigur hann.
Sverri Nilssen búði á
Hotel Tórshavn, tá hann var
niðri, og har fekk hann
nógvar vinir og hoyrdu
nógvar óhugnaligur søgur
um feilviðgerðir í Føroyum.
Nógv av hesum vinfólkum
eru deyð í dag.
- Høvdu tey gjørt eina
kanning um nøgdsemi við
føroyska
sjúkrahúsverkið
millum sjúklingar á Hotel
Tórshavn, so høvdu tølini
ikki verið so ljósareyð, held-
ur Sverri Nilssen. Hann sig-
ur, at tað sum hevur skakað
hann mest í hesari søk, er
hvussu kalt og kyniskt sjúkra-
húsið og læknin púrasta
nokta at viðurkenna nakað
sum helst.
- Um eg so endaði undir
grønu torvu av hesum, høvdu
teir framvegis einki angra,
sigur hann.
Læknafeilur kostaði ein arm
Sosialurin hevur roynt at
fáa viðmerking frá
leiðsluni á Suðuroyar
Sjúkrahúsi, men leiðslan
hevur ikki verið at hitta.
Fyri Sverra Nielsen hevur tað størst týdning, at slíkir feilir ikki henda aftur. Hesuferð kostaði tað ein
arm. Eina aðru ferð kann tað kosta lív. - Men tá skipanin verjir sínu egnu í so stóran mun, sum mín
søga vísir, so kann eg ikki annað enn óttast, at eingin áhugi er at læra av feilum, sigur hann
Frágreiðing um niðurstøðuna
á www.pkn.dk:
Nævnet fandt grundlag for kritik af overlægen, idet
nævnet lagde vægt på, at overlægen var bekendt
med, at patienten tidligere havde fået fjernet en
svulst på armen, og at der var kommet nye knuder.
Videre kunne mikroskopisvar ikke udelukke ondart
ede forhold. Nævndet lagde videre vægt på, at der ikke
tidligere havde været foretaget mikroskopi af det fjern
ede væv, og disse forhold burde samlet havde fået over
lægen til at foretage efterfølgende kontrol af
patienten.
Síðsti setningur í niðurstøðuni:
Samlet finder nævnet således, at overlæge X har handl
et under normen for almendelig anerkendt faglig
standard ved sin behandling af Sverri Nielsen på bag
grund af mikroskopisvaret af den 27. novemeber 2003.
FAKTA