hósdagur 27. desember 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 249 - 27. desember 2007
Íslendingar 312.000 í tali
Tann 1. desember kom íslendska fólkatalið upp á 312.872, og
sostatt eru íslendingar vorðnir umleið 5.600 fleiri í tali enn
fyri einum ári síðani. 3.000 fleiri fólk eru flutt til Íslands enn
úr Íslandi í ár, og barnsburirnir hava verið 2.600 fleiri enn
andlátini. Tey seinastu árini er íslendska fólkatalið vaksið
rættiliga skjótt, men hagstovan í Reykjavík sigur, at vøksturin
er minkaður í ár og verður ætlandi 1,8 prosent. Í fjør var hann
2,6 prosent.
Russar naskaðust á jólum
Bæði danska og finska flogvápnið sendu um jólini flogfør á
flog, tí russisk hernaðarflogfør flugu inn í norðurlendskt loftøki.
Russisk flogfør hava í hesum árini verið sera virkin í norður
lendskum loftrúmi. Ferð eftir ferð hava russisk hernaðarflogfør
flogið tætt fram við markinum hjá norðurlondum, og fleiri
ferðir eru flogførini eisini farin um markið. NRK heldur seg
vita, at norska verjan 84 ferðir í ár hevur staðfest, at russisk
flogfør hava flogtið tætt upp at norskum loftøki, og um jólini
máttu bæði danska og finska verjan senda flogfør avstað, tí
russisk flogfør komu um markið. Fyrr í ár hava russisk
stríðsflogfør eisini verið í nánd av føroysku loftøki.
So hørð eru boðini frá
fyrverandi formann
inum í Sjúklingafelag
Føroya, John Eyst
uroy. Grundin er, at
í Føroyum hevur tú
onga rættartrygd,
men tað hevur tú í
Danmark. Og tí heitir
hann á allar føroyingar
at krevja at fáa sína
viðgerð í Danmark
HEILSA
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Sverri Nilssen má seta eitt
sivilt rættarmál í gongd
sum skjótast. Annars er mál
ið fyrnað, og hann fær einki
endurgjald, og heilsuverkið
fær onga átalu.
Hetta sigur John Eysturoy,
fyrrverandi formaður í Sjúk
lingafelag Føroya. Hann
greiðir frá, at av tí at sjúk
lingatryggingin ikki er sett
í gildið í Føroyum, eru fólk
sjálvi noydd at leggja sak
móti heilsuverkinum.
Fyrningarfreistin í slík
um málum er í dag bara
tvey ár, og tí má eg bara
heita á hendan sjúklingin at
seta gongd í eitt sivilt rættar
mál sum skjótast. Heilsu
verkið ger einki av sær
sjálvum, sigur John Eyst
uroy, sum sjálvur saksøkti
heilsuverkið og fekk við
hald og endurgjald. Men
rættarmálið tók fýra ár.
Eg veit um nógv, sum
ikki orka í gongd við slíkt,
og tí eru tað bara heilt fá
mál, sum síggja dagsins
ljós, sigur hann.
Sjúklingar
hildnir gíslar
Politikarnir halda sjúkling
um og eldri sum gíslar við
ikki at seta sjúklingatryggi
ngarlógina í gildi í Føroyum.
Hetta er skoðsmálið hjá
fyrrverandi formanninum í
sjúklingafelagnum av før
oysku politisku skipanini.
Danmark hevur í fleiri ár
havt lógir um sjúklingatrygd,
sum gera tað lætt hjá sjúk
lingum at kæra um lækna
feilir og skeivar viðgerðir.
Men í Føroyum skal sjúk
lingurin einsamallur stríða
seg í gjøgnum rættin fyri at
prógva,
at
heilsuverkið
hevur gjørt okkurt skeivt.
Sjálvur hevur John Eyst
uroy fingið skurviðgerðir í
knæ og rygg eftir rættar
málið, og í báðum førum
kravdi hann at verða við
gjørdur í Danmark.
Eg havi mist álitið á
føroysku skipanini, og eg
veit, at um ein feilur hendir
í Danmark, so fær sjúkling
urin endurgjald og læknin
eina átalu. Tí er tað nógv
tryggari at verða viðgjørdur
niðri, sigur John Eysturoy.
Eingin eigur at lata seg
skurðviðgera í Føroyum
Landslæknin
einki við
endurgjald
at gera
Tá føroyskir sjúklingar
kæra um viðgerðir í før
oyska
heilsuverkinum,
kunnu teir senda kæruna
til Landslæknan, sum so
sendir kæruna víðari til
danska
sjúklingakæru
nevndina
Á
heimasíðuni
hjá
Landslæknanum, www.
landslaeknin.fo
stendur
soleiðis:
Sendir tú kæruna til
Sjúklingakærunevndina í
Keypmannahavn, so fer
Sjúklingakærunevndin at
senda eina áheitan til
Landslæknan um at inn
heinta frágreiðing frá við
komandi heilsustarvsfólki
ella fólkum umframt at
biðja um tilfar so sum
útskrivingarbrøv, røntgen
myndir o.a. sum kann lýsa
málið.
Tá Landslæknin hevur
fingið alt tilfarið, verður
gjørdur ein samandráttur
av málinum og yvirlit yvir
øll skjøl í málinum. Síðan
verða øll skjøl og annað
viðkomandi tilfar sent nið
ur til Sjúklingakærunevnd
ina sum viðgerð málið og
tekur avgerð um, hvørt
heilsustarvsfólki sum kært
er um, skal hava átalu ella
ikki.
Landslæknin,
Høgni
Debes Joensen, sigur tó,
at hann sum embætisfólk
einki hevur við endugjalds
mál at gera.
Eg eri bara inni í mál
inum, tá sjálv kæran verð
ur viðgjørd av sjúklinga
kærunevndini. Tá endaliga
avgerðin er tikin, havi eg
ikki longur nakað við
málið at gera, sigur hann.
Tá er tað sjúklingurin
sjálvur, sum skal fylgja
málinum upp, um hann
ynskir, at viðhald í kæru
skal nakrar avleiðingar.
Jákup N. Olsen,
formaður í sjúk
lingaráðunum, sum
ráðgevur landsstýr
ismanninum um
neyðugar lógar
broytingar innan
heilsuøki, sigur,
at føroyska sjúk
lingatrygdarlógin frá
1999 ikki virkar eftir
ætlan, tí lógin ikki ger
mun einsamøll
HEILSA
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Tað eru tríggjar samanhang
andi lógir, sum í Danmark
tryggja, at heilsuverk og
heilsustarvsfólk
hava
ábyrgd fyri tí, sum tey gera,
og at sjúklingar hava eina
veruliga viðgerðartrygd.
Hesar lógir eru sjúklinga
trygdarlógin, endurgjalds
ábyrgdarlógin og vanlukku
tryggingarlógin. Í Føroyum
var tann fyrsta av hesum sett
í gildið í 1999. Men hon
munar einki einsamøll, tí
hinar báðar tryggja, at sjúk
lingurin fær endurgjald.
Úrslitið
er,
sambært
Jákup N. Olsen, formanni í
sjúklingaráðnum, at sjúk
lingurin framvegis sjálvur
skal prógva, at hann hevur
fingið skeiva viðgerð.
Høvdu allar tríggjar lóg
irnar verið galdandi, hevði
tað verið bæði lætt og skjótt
at útgreina, um heilsuverkið
hevði ábyrgd fyri feilum,
og sjúklingurin hevði fingið
endugjald. Men tíverri eru
lógirnar enn ikki settar í
gildið hjá okkum, staðfestir
Jákup N. Olsen.
Hann metir, at allir partar
í dag eru greiðir yvir, at vit
hava brúk fyri at seta hesar
lógir í gildi, og ætlanir hava
eisini verið at fáa tær sam
tyktar í løgtinginum, men
samgongan náddi tað so
ikki í farandi skeiði.
Um hesar lógir vórðu
samtyktar, høvdu vit sæð
fleiri kærur, tí í dag er skip
anin so tung, at sjúklingar
orka ikki at fara í holt við at
kæra, sigur Jákup N. Olsen.
Í
dag
má
sjúklingurin
sjálvur seta í sivilt rættarmál
í gongd fyri at fáa staðfest,
at hann skal hava endugjald.
Men undir donsku lógunum,
er tað bara ein spurningur
um, hvussu stór endurgjalds
upphæddin skal vera.
Bíða leingi eftir endurgjaldsábyrgd
Jákup N. Olsen, formaður
í sjúklingaráðnum, metir,
at fleiri sjúklingar fara at
kæra, tá endurgjaldslógin
kemur í gildi, tí í dag er tað
sjúklingurin sjálvur, sum skal
prógvað, at feilur er gjørdur