hósdagur 27. desember 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 249 - 27. desember 2007
Stjórin í Kringvarpi
Føroya hevur fingið
nóg mikið av politiska
drálinum í Menta
málaráðnum. Leygar
dagin kunngjørdi
Jógvan Jespersen, at
hann leggur frá sær
1. apríl
Farvæl og takk
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Stýrið fyri Kringvarpi Før
oya skal út at finna nýggjan
stjóra til stovnin, tí Jógvan
Jespersen hevur tveitt hand
klæðið í ringin og sagt seg
frá sum stjóra frá 1. apríl.
Útyvir at hava verið í
starvi í Kringvarpinum í 30
ár tilsamans, harav næstan
18 ár sum stjóri, var tað
sum fekk bikarið til at flóta
yvir hjá Jógvani Jespersen,
politiska nølingin í Menta
málaráðnum og politisku
skipanini, eftir at útvarpið
og sjónvarpið vórðu løgd
saman fyri trimum árum
síðani.
Strategiin, sum vit løgdu
fyri stovnin, hevur allatíðina
verið, at alt virksemið
skuldi savnast í Sortudýki.
Eg havi nú sæð, at hetta lat
seg ikki gera, segði Jógvan
Jespersen við útvarpið leyg
ardagin, beint eftir at hann
hevði kunngjørt, at hann
leggur frá sær.
Fráfarandi
kringvarps
stjórin vísir á, at fram til 1.
januar 2007 virkaði lands
stýrismaðurin og Menta
málaráðið sum tað stýrið,
stovnurin hevur nú.
Hvønn ársfjórðing hava
vit kunnað um ætlanir okk
ara og altíð fingið ta fatan,
at tað hevur verið politisk
undirtøka fyri, at alt skuldi
savnast á einum staði, men
hetta helt bara ikki, tá av
tornaði, sigur Jógvan Jesper
sen.
Beint áðrenn tíðindini
komu út í tíðindasendingini
hjá útvarpinum klokkan 18
leygardagin, kunnaði hann
starvsfólkini á stovninum
umvegis teldupost.
Í boðunum til starvsfelag
arnar staðfestir Jógvan Jesp
ersen, at tað er eitt vónbrot,
at strategiin við at leggja út
varpið og sjónvarpið saman
ikki bleiv til nakað, hóast
landsstýrismaðurin í Menta
málum, Jógvan á Lakjuni,
hevur sagt, at politisk undir
tøka er fyri hesum.
Spurdur um hann ikki
heldur,
at
politikararnir
hava vilja til hetta, sigur
kringvarpsstjórin:
Um politikararnir høvdu
sagt, at stovnurin framhald
andi skuldi húsast í tveimum
støðum, so sá verðin heilt
øðrvísi út í dag. Vit hava
arbeitt út frá teirri greiðu
fatan, at alt skuldi savnast í
Sortudýki og hava tikið
eina rúgvu av avgerðum,
sum dúva upp á hesi viður
skifti. Tí situr tú eftir við
eini kenslu, at ein rúgva av
krúti er brend av til onki,
sigur Jógvan Jespersen.
Um á spurningin um tað
beinleiðis er illvilji frá polit
iskari síðu, svarar Jógvan
Jespersen, at tað kann hann
ikki svara uppá.
Eg má bara staðfesta, at
hetta helt ikki, tí um vilji
var at fremja málið, so varð
tað framt, sigur kringvarps
stjórin.
Motivatiónin burtur
Kringvarpið
hevur
sókt
Mentamálaráðið
um
at
sleppa at hækka kringvarps
gjaldið við 200 krónum,
men hesum gekk lands
stýrismaðurin ikki á møti.
Hvørja ávirkan hevur hetta
havt fyri uppsøgnina hjá
Jógvani Jespersen?
Hetta hevur ikki gjørt
tað truplari at taka avgerð
ina. Vit høvdu biðið um ein
hjálpandi hond fyri 2008, tí
næsta stigið er leggja alt
programvirksemið saman.
Allar tílíkar umleggingar
kosta og eru sera torførar at
fremja í eini tíð, har vit
samstundis kuta partar av
virkseminum hjá stovninum
burtur, sigur Jógvan Jesper
sen og vísir á, at nógvar av
gerðir eru tiknar og framdar.
Millum annað er øll um
sitingin flutt niðan í Sortu
dýki.
Vit hava proppað kanska
10 arbeiðspláas niðan í
útvarpshúsið
afturat
og
spakuliga avmonterað teir
gomlu bygningarnar í Vørsl
uni við sølu fyri eyga. Har
afturat hava vit flutt tað
stóra studio í Vørsluni nið
an í Kringvarpshøllina og
flutt Dag & Viku yvir um
vegin fyri at kunna takast
útaftur og flytast niðan her.
Altso er ein rúgva av tingum
gjørd við tí fyri eyga, at alt
skuldi savnast heruppi, sig
ur Jógvan Jespersen við út
varpið hjá Kringvarpinum.
Stjórin heldur tó ikki, at
samanleggingin millum út
varpið og sjónvarpið er mis
eydnað.
Nei, als ikki. Tó føli eg,
at fyri at taka tað næsta
stigið at leggja programvirk
semið saman og fáa alt fleir
medialt, so mugu kortini
blandast av nýggjum. Tað
er torført hjá mær at moti
vera meg nóg nógv, sum tú
eigur sum leiðari av einum
stovni fyri at kunna standa
á odda fyri tí, ið skal gerast.
Tí haldi, tað er ein góð
loysn fyri bæði meg og
Kringvarpið, at onkur annar
blandar kortini av nýggjum.
Sum støðan er nú, verður
virksemið verandi í tveim
um støðum.
Tað eydnast Sosialinum
at fáa fatur á Jógvani Jesper
sen fyrrapartin fyri at hoyra,
hvørjar
framtíðarætlanir
hann hevur, men útvarpið
hjá Kringvarpinum segði
hann leygardagin:
Tað fer tíðin at vísa,
men sum samfelagið er hátt
að, so vænti eg eisini at
hava nakað at fara upp til
eftir 1. apríl, sigur Jógvan
Jespersen.
Um jólini heitti formað
urin í Sjálvstýrisflokkinum,
Kári P. Højgaard, á Jógvan
Jespersen um at bíða við
avgerðini um at fara úr
starvi, men hetta hevur held
ur ikki eydnast okkum at
fáa nakra viðmerking til frá
kringvarpsstjóranum.
Kringvarpsstjóri fingið nokk
Vánaligir
fíggjarkarmar
orsakað av
politiskum
dráli er
høvuðsorsøkin
til, at Jógvan
Jespersen hevur
gjørt av at siga
seg úr starvi
sum stjóra
fyri Kringvarp
Føroya
Savnsmynd
100 ár við tjóðsanginum
Yrkingin »Tú alfagra land mítt« við yvirskriftini »Mítt alfagra
land« er til á Føroya Landsbóksavni í eginhandriti hjá Símuni
av Skarði, sum er dagfest 1. februar 1906. Fyrstu ferð »Tú
alfagra land mítt« kom á prent, var í Tingakrossi 8. januar
1908. Uppi yvir tekstinum er tilskilað, at lagið er eftir Petur
Alberg, og niðriundir er í fótnotu sagt frá, at sangurin hevði
verið sungin á konsert í Havn annan jóladag, 26. desember.
Fyri júst 100 árum síðani í gjár 2. jóladag 1907 kom »Tú
alfagra land mítt« sostatt fyrstu ferð út millum manna.
Landsstýrismaðurin
í mentamálum,
Jógvan á Lakjuni,
sigur seg harmast
um avgerðina hjá
kringvarpsstjóranum
um at siga seg úr
starvi. Eitt uppskot,
sum gav Kring
varpinum loyvi til
at selja bygningar
og á tann hátt fáa
fígging til vega, lá í
Løgtinginum, men
fall burtur, tá val
varð útskrivað
Farvæl og takk
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Uppsøgnin frá kringvarps
stjóranum kom sera óvænt
að á landsstýrismannin í
mentamálum, Jógvan á
Lakjuni.
Eg havi ikki tosað við
Jógvan Jespersen, men
noteraði mær, at hann
segði seg hava sitið leingi,
og at hetta var ein av
orsøkunum til uppsøgnina,
sigur Jógvan á Lakjuni.
Men tað eru tey fíggj
arligu útlitini í sambandi
við samanleggingina, sum
fyrst og fremst hava fingið
stjóran at siga upp. Hava
tit ikki drálað ov leingi við
at bøta um hesar?
Her kann eg vísa á, at
eitt uppskot lá í Løgting
inum, sum hevði gjørt tað
møguligt at selja bygningar
hjá sjónvarpinum, og sum
hevði frígivið kapital og
harvið ein øðrvísi møgu
leika at fremja samanlegg
ingina. Hetta uppskotið
fall burtur, tá løgtingsval
varð
útskrivað,
sigur
Jógvan á Lakjuni.
Landsstyrismaðurin
í
mentamálum sigur seg
ikki ivast í, at eitt nýtt
Løgting fer at samtykkja
eitt líknandi uppskot, sum
fer at gera tað arbeiðsligari
hjá Kringvarpi Føroya at
fáa endarnar at røkka
saman.
Eg havi ikki so nógvar
aðrar viðmerkingar til mál
ið útyvir, at eg harmist
um, at Jógvan Jespersen
sigur upp, tí hann hevur
gjørt eitt stórt arbeiði fyri
Kringvarpið.
Landsstýrismaðurin stað
festir, at tað kringvarps
gjaldið ikki kann hækka
meiri, tí tað er sera høgt
frammanundan.
Uppsøgn kom óvæntað