Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. desember 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 249 - 27. desember 2007 SF vil loyva bróstum í svimjihallunum Sosialistiski Fólkaflokkurin í Keypmannahavnar kommunu ætlar at leggja fram uppskot um, at tað verður loyvt kvinnum at svimja toppleysar í svimjihallunum í danska høvuðsstaðnum. Uppskotið kemur fram eftir at nakrar ungar kvinnur fyrr í mánaðinum høvdu eina happening í DGI-býnum, har tær svumu toppleysar. Upprunin var eitt tiltak hjá einari svenskari kvinnurørslu, sum nevnir seg „Bara Bröst“. Men mótvegis teimum svensku kvinnunum, so sluppu tær donsku at gjøgnumføra sítt tiltak. Tollaksmessumorgun sakk Høganes við bryggjuna í Runavík Søguliga sluppun, Høganes, fór til botns í illveðrinum tollaksmessumorgum, har hon lá við bryggju í Runa- vík. Tað var mitt um fyrrapart- in í tollaksmessumorgun, at løgreglan fekk boðini um, at aldargamla sluppin hevði nógva slagsíðu og á miðdegi stóð hon á botni. Sløkkiliðið varð boðsent og teir hava roynt at pumpa sjógvin úr henni og seinna- partin kom hon aftur á rætt- kjøl. Enn er óvist, hví hon sakk, men fyribils metingar- nar siga, at pumpurnar umborð eru fyrigingnar og av tí sama er hon so sokkin, tí hon lekur so mikið illa. Høganesi hevur ligið við bryggju í Runavík og hevur verið brúkt til mentanarligt virksemi av ymsum slagi, eitt nú smærri konsertir, listaframsýningar, kafé og annað líknandi. Í hesum sambandi hevur hon verður eitt rættiligt ferðamál hjá útlendingum, sum hava vitjað har um leiðir. Men nú er so óvist nær tiltak verður umborð á Høganesi aftur. Annars hevur verið tosað nógv um at draga hana upp á turt at umvæla hana – og hetta er kanska eitt gott høvi til tað. Høganes varð smíðað í Rye í Skotlandi í 1881. -áki- Søgulig slupp fór til botns Tað hevur nógv fólk verið í býnum í nátt, men tað hevur ikki elvt til álvarligar trupulleikar Løgreglan hevur havt tað friðarligt í nátt. Vakthavandi á støðini sig- ur, at tað hevur verið nógv fólk í býnum og tá er altíð brúk fyri løgregluni til mangt og hvat. Tað hevur tað eisini verið á jólum, tí løgreglan er ofta boðsend til trupulleikar av alla handa slagi. Men tað hevur havt lítið upp á seg, tí talan hevur mest verið um at vekja av- dotnar menn og at skilja kamphanar sundur, ell at taka sær av fullum monnum, sum eru blivnir ólátaðir, ella sum eru dotnir. Um vikuskiftið læt ein maður í Havn onkrar frustra- tiónir ganga útyvir eina fløsku, sum hann knústi í vegin. Men tað er ikki lov og sostatt fær hann bót fyri tað, so tað bleiv dýrt. Og so var tað tann obligat- oriska hendingin, at onkur følir trongd til at loysa sær buksurnar og at rena sín bera afturpart upp undir nasarnar á løgregreglufólki. Tað hendi aftur í havn í nátt, men løgreglan dugir ikki at síggja tað stuttliga í hesum, so tað fær viðkomandi eisini bót fyri. Um sjálva høgtíðina var annars sera friðarligt. Men 2. jólakvøld er gam- alt veitslukvøld og tað var tað eisini hesuferð. Og í tí sambandinum hevur løgregl- an havt nokk at gera, men talan hevur framvegis bara verið um smáttarí og sum ein reyður tráður ígjøgnum alt, sum løgreglan hevur verið tilkallað til, er fyllskapur. Talan er antin um fólk, sum eru dottin, ella um fólk, sum elva til ófrið og fara til hendurs. Í onkrum førum hava tveir mans meldað hvønn annan. Onkur hevur fingið framm- aná og onkur er sligin í høvdið við fløsku. Onkur er dottin niður ígjøgnum einar trappu og annað mangt, sum løgreglan hevur verið upp í í. Í einum føri varð ein bil- førari meldaður, tí mett varð, at hann koyrdi heldur ótrygt. Løgreglan tók hann, men hann var edrúvur. Hann skuldi til ein bát, men hevði góða tíð og tók tað tískil so mikið róligt í bilin- um, at tey hildu hann vera skít. Hinvegin var ein maður tikin fyri at koyra við kenn- ing. -áki- Vindur elvdi til stúran Løgregla og bjarg­ ingarlið hava fingið nógvar fráboðanir um smærri skaðar í tí nógva vindinum, men tað er nógv, sum bendir á, at byggi­ fyritøkur tryggja seg ikki nóg væl Tað hevur verið heilt nógv- ur vindur á jólum og bjarg- ingarlið og sløkkilið, hava fingið nógvar fráboðanir í tí sambandi. Nógvur vindur var leyg- arnáttina og Tollaksmessu- dag, heilt upp í 60 metrar um sekundið onkustaðni og aftur í gjárkvøldið var heilt fitt av vindi. Men skaðar hava verið fáir og smáir, mest hevur tað verið takplátur, sum hava rivið, men í flestu før- um er eydnast at byrgja fyri, at skaði hevur staðist av. Hinvegin eru tað mong, sum hava boðað løgregluni frá, tí tey hava stúrt fyri, at ymist, sum liggur leyst, skuldi gera skaða. Og í hesum sambandi er tað nógv, sum bendir á, at tað hevur knípt hjá byggi- fyritøkum og arbeiðspláss- um annars, at tryggja ar- beiðsplássini, áðrenn tey hava pakkað saman til jóla. Nógvar av fráboðanum til løgregluna snúgva seg nevniliga um, at byggitilfar og útgerð og amboð, sum verða brúkt í arbeiðnum, hava ligið leyst og sløðist, uttan at verða tryggjað fyri stormi og er sostatt í vanda fyri at fara í luftina og gera skaða. Løgreglan hevur fingið heilt nógvar fráboðanir av hesum slagi um ein stóran part í landinum. Yvirhøvur hevur løg- reglan so sent boðini víð- ari til sløkkilið og bjarg- ingarfeløg, sum so eru farin á staðið at tryggjað arbeiðsplássini. Og tað er í allarflestu førum eydnast, áðrenn skaði hevur staðist av. -áki- Gamla sluppin Høganes fór til botns tollaksmessudag, men tað eydnaðist at lensa hana aftur. Myndina tók Vilmund Jacobsen Nógv smáttarí hjá løgregluni Innbrotstjóvar halda ikki jól og sjálvan jólaaftan brutu teir ikki í FK í Hoyvík Yvirhøvur hevur verið stak friðarligt hjá løgregluni á jólum, men tað eru kortini ikki øll,sum halda jól. Beint eftir midnátt sjálva jólaaftan varð brotið inn í Keypssamtøkuna í Hoyvík. Men har er tjóvaríávaring og hann fór ígongd og tí varð løgreglan skjót á staðið. Óvist er um innbrotstjóv- arnir fingu nakað við sær. Hon tók tríggjar mans, sum hon heldur kunnu hava samband við málið. Jólainnbrot í Keypssam- tøkuni FK í Hoyvík fekk óbodnar gesti jólaaftan, men har er tjóvaríávaring, so tað kom lítið burturúr