Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. desember 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 249 - 27. desember 2007 Seinasta sunnudag rakti ein harður kavaroksstormur eystara part av Kanada og landnyrðingspartin av USA við kava og frosti. Onkustaðni á leiðini var lýggjari, og har var antin vátakavi ella regn. Nógvir bilar fóru út av vegunum, og hópur av trøum fullu til jarðar, tá ið klaki legðist á greinarnar. Fleiri hundrað fráferðir hjá flogfeløgum heilt úr Chicago til Montraal vórðu avlýstar, tá ið kavi legðist á breytirnar. Onkrastaðni í New York legðist kavin 30 centimetrar tjúkkur, og hópur av sethúsum og bygningum annars í Pennsylvania, New Jersey, Long Island og pørtum av Connecticut mistu streymin. Í New York City vórðu tey sum heild spard fyri streymslit, men máttu lata sær lynda nógvan krapa í gøtunum. Í Boston og pørtum av New England legðist eisini nógvur kavi, og veðurmenninir søgdu, at kavin saktans kundi gerast 50 sentimetrar tjúkkur á leiðini. Har luftin var lýggjari úti við strendurnar, og tað regnaði illa, væntaðu tey, at vátu vegirnir fóru at frysta til ís. Í kanadisku býunum Toronto, Montreal og Ottawa legðist kavin í støðum 40 sentimetrar tjúkkur. Seinasta sunnumorgun vóru 600 ferðsluóhapp bara í Toronto, og 100 fráferðir hjá flogfeløgum vórðu avlýstar í Montreal og Toronto. Út við ein miljón fólk mistu streymin í Oklahoma og Missouri, skrivar NTB. Fiskiflotin liggur framvegis, og í løt­ uni røkist einki fyri, at nøkur loysn er í ljósmála í sáttmálatrætuni millum Føroya Fiski­ mannafelag og Føroya Reiðarafelag. Einki formelt samband hevur verið millum partarnar, síðan sam­ ráðingarnar slitnaðu nakrar dagar fyri jól Verkfall Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Um einki verkfall var í fiskiskipaflotanum, høvdu nøkur skip longu verið farin útaftur eftir jólahalguna. Í fjør loystu eitt nú Polarhav og Stjørnan og Bakur og Stelkur longu 3. jóladag. Leirvíkstrolararnir gjørdu ein rimmar túr og seldu fyri út við 2,4 miljónir krónur í Hanstholm. Polarhav og Stjørnan royndu á Munka­ grunninum í hálvt fjórða samdøgur. Teir høvdu trolið úti 12 ferðir og fingu til­ samans 440.000 pund. Manningarparturin hendan túrin lá um 50.000 krónur. Bakur og Stelkur gjørdu tveir góðar túrar um somu tíð, sum leirvíkstrolararnir gjørdu ein túr. Tá ið Polarhav og Stjørn­ an komu aftur úr Hanstholm og løgdu til bryggju í Saltangará leygardagin 6. januar, komu Bakur og Stelkur aftur av øðrum túrinum. Flotin liggur Nú sáttmálastríðið millum Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag endaði við verkfalli nakrar dagar fyri jól, hevur einki ísfiska­ skip loyst eftir jólahalguna. Allur ísfiskaflotin liggur og einastu skip, sum kunnu hugsast at vera til fiskiskap undir Føroyum, eru skip, sum slett ikki hava verið í føroyskari havn, síðan Før­ oya Fiskimannafelag lýst verkfall. Stutt fyri halguna var okkurt skip framvegis til fiskiskap, og ivasamt var, um teir fóru av landinum við fiskinum. Um veiðan er løgd upp uttanlands, er hugsandi, at skip eru farin beinleiðis aftur til fiskiskap, men um so er, hava menn eisini mist jólahalguna heima við hús. Sosialurin hevur í morgun ringt til partarnar í sátt­ málastríðnum, formannin í Føroya Reiðarafelag, Vi­ berg Sørensen og formannin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard. Vit hava eisini ringt til semings­ mannin, Terja Sigurðsson. Einasti av hesum, ið svaraði á telefonini, var Jan Højgaard. ­ Einki formelt samband hevur verið millum part­ arnar, síðan samráðingarnar slitnaðu. Eg havi við eitt høvi møtt Vibergi Sørensen og óformelt læt eg hann vita, at vit eru til reiðar at samráðast, um Føroya Reið­ arafelag heldur, at okkurt er at tosa saman um. Jan Højgaard sigur, at einki formelt samband hevur verið millum feløg­ inin, ei heldur millum Føroya Fiskimannafelag og semingsstovnin, síðan fiskiflotin varð lagdur. ­ Vit hava landsfund í morgin, og síðan koma vit inn í vikuskiftið og nýggjárshalguna. Eg vænti tí ikki, at fiskiflotin loysir aftur í hesum árinum. Hann væntar, at feløgini í fyrsta lagi fara at sessast aftur einaferð miðskeiðis í komandi viku, um partarnir tá meta, at okkurt er at tosa saman um. Einki røkist fyri loysn hjá fis - Vit vilja ikki leingja sáttmálan í verandi líki. Vit hava havt ymisk uppskot um tillagingar og broytingar. Haraftrat kemur so spurningurin um eftirlønina, sum ongan veg er komin, sigur Jan Højgaard Mynd: Vilmund Jacobsen Kavaroksstormur í USA og Kanada