hósdagur 27. desember 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 249 - 27. desember 2007
VinnulíV
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á Eiði er nógv vinnulív.
Framleiðsluvirkir eru á
havnalagnum, og skip og
bátar eru heimahoyrandi í
bygdini.
Aftanfyri ein part av
hesum virksemi stendur
vinnulívsmaðurin,
Jóhan
Páll Joensen, sum eisini er
nevndarformaður í Føroya
Banka.
Bankin hevur gjørt av at
lata fleiri deildir aftur kring
landið, og ein av hesum er
deildin hjá bankanum á
Toftum, har eisini nógv
vinnulív er.
Tað er merkisvert, so lítið
hevur verið at hoyrt um
hesar afturlatingar, men
Eiðis kommuna er so ein
teirra, sum nú hevur gjørt
av at mótmæla.
Í gjár vóru trý ár liðin, síðan herviliga flóðaldan beindi fyri
230.000 fólkum í Asiu. Í hesum sambandi vóru fleiri
minningarhald ymsastaðni kring um heimin, serliga í teimum
londum og býum, har flóðaldan gjørdi mest um seg. Fólk,
sum yvirlivdu vanlukkuna, familjur, vinir og kenningar,
mintust dagin við blómum og bønarhaldi. Út við helmingurin
av teimum, sum lótu lív, vóru stødd á Aceh á Sumatra, meðan
45.000 fólk doyðu í Indiu og Sri Lanka. Í Thailandi doyðu í
minsta lagi 5.000 fólk, harav helmingurin vóru útlendsk
ferðafólk. Indonesiska kvinnan Nur Aini misti mann og tvey
av trimum børnum teirra, tá ið flóðaldan velti inn yvir landið.
- Vit biðja fyri teimum í dag, sjálvt um vit ikki vita, hvar tey
eru jarðað. Barnið, sum eg hevði eftir, rópar enn eftir pápa
sínum, sigur hon. Trý ár eftir vanlukkuna eru 100.000 nýggj
heim bygd í Aceh á Sumatra. Bygdir eru eisini nýggir skúla,
sjúkrahús og vegir. Í Thailandi hava fólk eisini verið við
strendurnar í dag fyri at minnast dagin, og nógv hava kastað
reyðar rósur í havið við Patong-strondina í Phuket, har nógv
hotellir og matstovur eru. Fólk vóru savnaði ymsastaðni í
Phang Nga, Phuket og Krabi, har næstan líka so nógv
ferðandi leita sær aftur, sum fyri herviligu flóðalduna 2.
jóladag fyri trimum árum síðan.
Eiðis kommuna
mótmælir harðliga
ætlanini hjá Føroya
Banka at lata
deildina á Eiði aftur
og heitir staðiliga
á stjórar bankans
um at umhugsa
avgerðina av
nýggjum
BankaVirksemi
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tordur J. Niclasen, borgar-
stjóri í Eiðis kommunu,
hevur kommunurnar vegna
sent stjórunum í Føroya
Banka eitt mótmælisskriv
um
ætlaninar
at
lata
bankadeildina á Eiði aftur.
- Tað harmar okkum
almikið, at ætlan tykkara er
at lata deildina á Eiði aftur
frá ársbyrjan 2008. Henda
avgerð tykkara kemur uttan
iva mongum íbúgvum í
Eiðis kommunu illa við –
og serliga teimum, sum ikki
hava lagt seg eftir at nýta
heimagreiðsluna.
Miðsavningarrák
Í mótmælisskrivinum sigur
borgarstjórin seg ásanna, at
ætlanin hjá Føroya Banka
er eitt framhald av tí
„miðsavningarráki“,
ið
hevur gjørt seg galdandi
kring landið tey seinnu
árini.
- Vit vilja tí harðliga
mótmæla hesi ætlan tykkara
og heita staðiliga á Føroya
Banka um at umhugsa hesa
avgerð av nýggjum, sigur
Tordur
J.
Niclasen,
borgarstjóri.
Mótmælisskrivið er stílað
til stjórarnar í Føroya Banka
í Húsagøtu 3 í Havn.
Mótmælir aftur-
lating av banka
Avgerðin at lata deildina hjá Føroya Banka á Eiði aftur, kemur dátt við mongum íbúgvum í
kommununi
Mynd: Vilmund Jacobsen
Jóhan Páll formaður
kiflotanum
Eingin leingjan
Formaðurin
í
Føroya
Fiskimannafelag sigur, at
felagið fer ikki at ganga við
til, at oljan fer av óbýttum.
So leingi, sum Føroya
Reiðarafelag ikki vil sleppa
hesum, heldur hann ikki, at
feløgini hava nakað at tosa
um. Sum er, fer oljan av
óbýttum hjá línuskipum og
verksmiðjutrolarum,
men
reiðararnir bera oljuna hjá
restini
av
fiskiskipa-
flotanum.
Undir
samráðingunum
beyð Føroya Reiðarafelag
sær eisini til at leingja
verandi sáttmála, og tað
merkir, at oljan ikki hevði
farið av óbýttum hjá fleiri
skipabólkum enn teimum
verandi.
Spurningurin er so, hví
formaðurin í Føroya Fiski-
mannafelag ikki vil leingja
verandi
sáttmála
og
soleiðis kann sleppa fiski-
monnum undan luttøku í
enn fleiri oljuútreiðslum.
- Nei, vit vilja ikki
leingja sáttmálan í verandi
líki. Vit hava havt ymisk
uppskot um tillagingar og
broytingar, sum vit meta
skulu koma við í ein
nýggjan sáttmála. Har-
aftrat kemur so spurn-
ingurin um eftirlønina,
sum ongan veg er komin.
Jan vísir á, at eitt av
málunum, sum felagið
hevur reist, er spurningurin
um túralongd.
- Yvirmenninir hava í
sínum sáttmála, at túra-
longdin hjá teimum í
mesta lagi er hálvan triðja
mánaða,
meðan
túra-
longdin hjá okkara limum
í mesta lagi kann vera
tríggjar mánaðir.
Protokollátini
Jan Højgaard heldur ikki,
at nógvur dugur er í
teimum
protokollátum,
sum feløgini hava gjørt
sínámillum.
- Nú samráðingar hava
verið, hevur fleiri ferðir
verið vent aftur á protokol-
látið um møguliga luttøku
hjá manningini í hækkandi
oljuútreiðslunum, men eg
haldi ikki, at vit eiga at
taka hetta fyri meira, enn
tað er. Feløgini hava gjørt
nógv
protokollát
av
ymiskum
slagi,
eisini
protokollát, sum áttu at
tænt
fiskimonnum
til
fyrimunar, men vit hava
einki sæð til, at reiðararnir
hava kenst seg bundnar av
hesum.
Formaðurin í Føroya
Fiskimannafelag vísir á, at
tá ið protokollátið um olju
á sinni kom í sáttmálan,
varð hetta smoygt niður-
yvir høvdið á stjórnar-
limunum í felagnum.
- Tað stóð í botni, og
hetta var uppundir endan
av
samráðingunum.
Stjórnarlimirnir
hjá
okkum góðtóku fyri frið
skuld at taka hetta við í
seinasta sáttmála, sigur
Jan Højgaard.
Myndin er tikin á bryggjuni í Saltangará 6. januar í
ár, tá ið Polarhav og Stjørnan komu aftur av roktúri,
samstundis sum Bakur og Stelkur landaðu á øðrum
túri eftir heilt fáum døgum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Minnast tey sum doyðu í flóðalduni