fríggjadagur 21. desember 2007síða 58
‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
58 ✯ Sosialurin 21. desember 2007
Tórshavnar býaratlas er
ein áhugaverdur bóklingur
um býarsøgu og byggisið í
Havn. Endamálið er at fáa
okkum at geva ans, hvussu
býrurin hevur fingið sítt
skap, og at skilja tey virði,
sum undanfarin ættarlið hava
skapt og givið okkum
Tað er sera áhugavert, at Tórshavnar
Býráð hevur givið út Tórshavn býar
atlas. Hetta er ein frágreiðing um og ein
skráseting av varðveitingarverdum
húsum og býarpartum í Havn. Øll hús,
bygd eftir 1958, eru skrásett og leysliga
varðveitingarmett.
Tá undirritaði fer at festa orð á blað
um hetta evnið, so skal eg beinanvegin
gera vart við, at eg eri rættiliga inhabil
ur í málinum, tí eg eigi eitt av teimum
trimum privatu sethúsunum í býnum,
sum eru mett í ovasta bólk av varðveit
ingarverdum húsum. Tí havi eg serligan
áhuga í málinum – og eisini mín serliga
alsk tann forna byggisiðin og hetta
varðveitingararbeiðið sum heild.
Tórshavnar býráð hevur sum einasta
kommuna í landinum víst serligan
áhuga fyri varðveitslu av gamla byggi
siðinum. Tann týdning, sum Gunnar
Hoydal, fyrrverandi býararkitektur
hevur havt í hesum máli er ikki at undir
meta. Longu fyri 35 árum síðani var ein
serstøk byggisamtykt gjørd fyri Tinga
nes og gomlu Havnina, og er tað heilt
víst beinleiðis orsøkin til, at gamla
Havnin er so frægt varðveidd, sum hon
er.
Tað hava verið nógvir tankar frammi
um, hvat eigur at verða gjørt við gomlu
Havnina. Fólk høvdu fyrr als ikki sama
hugsunarhátt, sum flestu okkara hava í
dag, at tað hevur stóran týdning, at vit
væla um og varðveita tað gamla. Fyri
nøkrum árum síðani var tað vanlig
hugsan millum havnarfólk, at ”alt hatta
gamla skramblið úti á Reyni átti at
verið javnað við jørðina...”
Øll hús hava sína søgu
Í býaratlasinum eru eini 20 býarum
hvørvi og fleiri enn 1800 bygningar
skrásett og lýst í tíðarskeiðnum 2006
2007. Greitt verður frá høvuðstættunum
í arbeiðinum og gevur tað eina mynd av
býnum og ymsu menningarskeiðunum.
Eisini vísir atlasið á ítøkiligar bygning
ar og umhvørvi, sum eru verd at varð
veita. Í stuttum verður greitt frá býar
søguni, um byggisið og um nakrar av
teimum arkitektum, sum hava virkað í
býnum.
– Endamálið er at fáa okkum at geva
tí ans, hvussu býurin hevur fingið sítt
skap, og at skilja tey virði, sum
undanfarin ættarlið hava skapað og
givið okkum, verður sagt í býaratlasi
num.
Tá eg seinast í áttatiárunum umvældi
hús míni, Nýggjustovu, í Gongini í
Havn, tá var tað javnan, at eg kom á tal
við fólk, sum hildu meg vera øran í
høvdinum at fara í holt við slíkt. Tá eg
greiddi frá, at húsini vóru friðað, og at
serligar treytir vóru um varðveiting, so
var niðurstøðan altíð, at hetta var púra
ørt: Hví skal man bevara gamalt lort,
heldur enn byggja nýtt? var vanliga
fatanin.
Míni hús vórðu friðað seks ár
frammanundan, at eg keypti tey. Hvør
beinleiðis orsøkin var, veit eg ikki, men
uttan iva er tað gjørt eftir tilmæli frá
Fornminnissavninum. Húsini hava
staðið lutvíst óbroytt í fleiri hundrað á,
eins og sera áhugaverd søga knýtir seg
at teimum. At býlingurin ”Heima í
Havn”, sum er ovari parturin av Gong
ini, er av elstu búplássum í Havn, ivist
eg ikki í, tí eingir vindar gera ónáðir
her – einasta meteologiska órógvið er
landsynningsregnið – og tí kann man
varða seg fyri...
Men øll hús hava sína søgu – har
summar kanska eru áhugaverdari enn
aðrar. Tað hevur eisini týdning, at vit
geva hesum ans.
Átti at tikið fólkið upp á ráð
Í býaratlasinum verður fleiri ferðir
nevnt hetta at fáa fáa fólk at geva ans.
Tað er eisini mikið gott, men her kundi
Tórshavnar kommuna tikið í egnan
barm og í størri mun tikið íbúgvarnar í
hesum økjunum við upp á ráð. Tað
verður als ikki gjørt. Nevndir verða
settar og útlendskir arkitektar settir á
uppgávuna, men tann fólksligi parturin
verður ikki raðfestur. Hvat halda t. d.
fólkini úti á Reyni um alt hetta? Veit
Tórshavnar býráð tað – ella er tað
yvirhøvur áhugavert vita?
Tað er heilt víst, at hetta kundi gagn
að málinum – og tað hevði uttan iva
fingið fólk at givið arbeiðinum størri
ans.
Bara eitt lítið kuriosum: Í býaraltasi
num verður sagt, at tað kundi verið ein
fyrimunur at býtt sundur øki til bila
ferðslu og til fólk til gongu, og at ov
nógv pláss í gamla býnum verður brúkt
at seta bilar á. Hetta fær meg at hugsa
um parkeringsviðurskiftini í miðbýnum.
Eg var við í einum bólki, sum skuldi
arbeiða fyri at fáa skil á parkerings
viðurskiftunum í gomlu Havnini. Hetta
var, tá Vøgg Guttesen, sáli, var býar
verkfrøðingur fyri 10 árum síðani.
Hann sýnti málinum stóran áhuga.
Hann helt, at man átti at kunnað gjørt
eina skipan fyri tey, sum búgva í
miðbýnum. Men Vøgg doyði brádliga,
og so kom stígur í málið.
Síðani hevur Tórshavnar kommuna
ikki viljað hoyrt talan um hetta. Boðini
eru greið, at tað ber ikki til at geva
nøkrum sersømdir. Og tó...
Tað er líka tá tað snýr seg um løg
mann og landsstýrismenn. Teir mugu
sleppa at parkera so leingi teimum
lystir úti í Tinganesi, halda býarverk
frøðingurin og Tórshavnar Býráð. Tey
halda eisini, at tað er í lagi, at bilarnir
hjá umsitingini hjá Tórshavnar
Kommunu fáa sersømdir, men tað skulu
íbúgvarnir ikki hava. Tað ber stutt og
greitt ikki til at geva borgarunum, sum
búgva innan fyri sonuparkeringina hjá
Tórshavnar Kommunu sersømdir
viðvíkjandi parkering!
Tað er undrunarvert, at slíkt, sum
kann gerast í øllum øðrum stórum
býum, eitt nú í Keypmannahavn, ikki
skal bera til hjá okkum, men soleiðis er
støðan, og her røkist einki fyri nakrari
loysn.
Gamli býurin millum vágirnar
”Gamli býurin av Vaglinum og út í
Tinganes er ivaleyst best skrásetta og
við byggisamtyktum best varda
býarumhvørvi í Føroyum. Tinganes
fekk tíðliga í tíðini tign sum tingstaður
(løgting og rættarting), og við
tingsetunum fylgdi eisini handilsskapur.
Verulig búseting – umramt bóndagarðin
– man so líðandi hava tikið seg upp í
sambandi við vaksandi handilsskapin.
Fólkið í Havn, sum heild handverk
Tórshavnar býaratlas:
Skulu skilja virðini hjá
farnum ættarliðum
Tinganes: Gamli býurin móti Eystaruvág soleiðis sum Arkitektaskúlin á Kunstakademinum í 1958 teknaði hann
Tróndargøta 18, snøgt lítið svartmálað hús á hvítari grund og við hvítum vindeygum og
vindskeiðum. Høgrumegin: Tekning av eyðkendum fiski- og traðarmannahúsi
– og so myndin soleiðis, sum býlingurin sær út í dag. Sum tað sæst, er flag komið á flestu tekjurnar hjá Landsstýrinum. Gamli Sjóvinnubankin hevur eisini fingið nýggja útsjónd – sum
tykist meira fremmand saman við tí gamla