Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-21, síða 59
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2007síða 59

‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 21. desember 2007 ✯ 59 arar, útróðrarmenn, bønarmenn, hosu­bindarar og húski teirra, búðu­ fram til u­m 1860 u­ttan u­m eystaru­ vágna og á reynu­nu­m millu­m Húsagarð og handilshúsini í Tinganesi. Enn standa nógv hús í tru­nka næstan su­m í seinmiðøld. Húsatalið í Havn var í 1784 skrásett at vera u­m 134. Nýggj kirkja varð bygd norðan fyri býin í 1788. Nú eru­ færri bústaðrhús enn tá, av tí at hús vórðu­ tikin niðu­r og flu­tt út á traðir og í nýggjar býlingar við Tinghúsvegin og í Bø seinast í 1800 áru­nu­m. Lendið er heyggju­t og stu­ndu­m bratt. Gøtu­rnar út eftir reynu­nu­m hava hampiliga javnt hall oman og niðan, meðan tær báðar gøtu­rnar tvørtu­ru­m, Bringsnagøta og Bakkahella, ganga brattar u­pp á herðu­rnar og niðu­r av aftu­r. Reynagøta ber sítt navn av røttu­m, og nógvastaðni kemu­r tann bera hellan u­ndan. Í støðu­m eru­ innigirdir u­rtagarðar, men annars standa húsini ofta á øllu­m gru­ndstykkinu­m, su­m liggu­r til ognina. Her er tætt millu­m húsini, alt mátti koma til gangs, og tað, ið var eftir av óbygdu­m, lá su­m skot og gøtu­r, goymslu­pláss, verju­virki og kirkju­garðar. Kirkju­garðarnir eru­ til enn, men har verðu­r ikki longu­r grivið. Tveir stórir u­rtagarðar eru­, Bojsensgarðu­r við bókahandilin og ein u­rtagarðu­r á gamla du­nganu­m su­nnan fyri Bringsnagøtu­. Báðir venda vestu­reftir. Annars eru­ tað tey trongu­ ferðslu­økini, su­m gera vart við seg, tey fæstu­ kannað fólki at ganga á, flestu­ teirra latin til bilar at koyra og standa á. Gamla steinsetingin er næstan alla­ staðni farin u­ndir asfalt. Umhvørvið í gamla býnu­m er sjaldsamt og einastandandi, tí her er ein bygging við u­ppru­na og dámi úr seinmiðøld, ein bygging, har fólk framvegis búgva og brúka húsini. At tey einstøku­ timbu­rhúsini so hvørt eru­ u­mvæld og endu­rbygd, er partu­r av byggisiðinu­m. Hóast hús eru­ tikin niðu­r ella flu­tt, og tó at bygningar útivið eru­ bygdir í størri mátu­m og í helt øðrvísi sniði, so er býarpartu­rin óvanliga heilskapaðu­r, spennandi og hu­gfarsliga ríku­r. Tað merkir ikki, at eingin tørvu­r er á at bøta u­m. Tað ber væl til at fáa tún og gøtu­r vakrari við miðvísu­m steinsetingu­m og útgerð av ymisku­ slag. Bara í einstøku­m støðu­m ber til at síggja, hvu­ssu­ einaferð var lagt á gøtu­rnar ella síggja hellu­rnar koma u­ndan. Einstøk hús eru­ illa farin, og bilarnir fylla nógv. Tað hevði verið fyrimu­nu­r at ku­nnað býtt su­ndu­r millu­m øki til bilar og fólk til gongu­r og ­ hóast tað altíð er tru­pu­lt – at víst frásettar bilar til onnu­r øki nærhendis, eitt nú við Eystaru­ Bryggju­.” (Brotið ”Gamli býru­in millu­m vágirnar” úr býaratlasinu­m) Hugsa aftur og fram í tíð Tórshavnar býaratlas er sera áhu­gaverdu­r lesnaðu­r – ikki minst hjá fólki, su­m vilja søkja sær innlit býarsøgu­na og hvu­ssu­ býu­rin er mentu­r til tað, hann er í dag. Vit ku­nnu­ so bara vóna, at tann skjøtil, su­m nú er settu­r á hetta arbeiði, fer at gagna víðari býarmenn­ ingini í Havn. Um Tórshavnar Býráð vil skapa tær u­mstøðu­r, su­m sku­lu­ til, so fer hetta at eydnast. Vit ku­nnu­ enda við síðstu­ orðu­nu­m í atlasinu­m: ­ Hús og u­mhvørvi hava aðra tíð enn okkara egnu­ og vera standandi til ókomin ættarlið. Tí er tað okkara ábyrgd og ábyrgdin hjá góðari býarbygging at hu­gsa bæði aftu­r í tíð og langt fram í tíðina. Ku­nnu­ vit skipa so fyri, at okkara eftirkomarar fara at gleðast u­m tað, su­m einaferð varð gjørt og eisini tað, su­m varð gjørt í okkara tíð, so er okkara heimbýu­r væl farin. Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Landslagið uttan um Havnina sæð úr landnyrðingi. Grøni liturin vísir velta lendið og báðar teir stóru dalarnar: Havnardal og Hoydalar. Gamli býurin og Tinganes tykjast smá í allari heildini. Stórur partur av býarøkinum vendir sær framvegis móti gamla býnum og havnalagnum, soleiðis sum býarpartar og vegir millum Hoydalar og Argir eru skipaðir. Høgrumegin í myndini taka býlingarnir millum Gilja og Inni á Gøtu seg burturúr. Hesin seinni er bygdur høgt uppi yvir landsvegnum oman fyri Hvítanes Reyðu litirnir á kortinum vísa, hvussu varðveitingar­ virði er á bygningum í Havn. Heilt myrki liturin sigur, at ognin hevur varðveitingarvirðið 1 – sum merkir, at ognin er friðað sum fornminni. Ognir, merktar við hvítum, eru ikki varðveitingarmettar, einans skrásett, meðan grái liturin vísir aðrar bygningar. Sí annars talvuna niðast í høgra horni á kortinum