fríggjadagur 21. desember 2007síða 62
‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
62 ✯ Sosialurin 21. desember 2007
Ein lærari stóð uppi við talvuna. Tá
tímin byrjaði, tók hann eitt tómt súltu
toysglas og fylti tað við stórum stein
um. Tá tað ikki rúmtust fleiri steinar í
glasið, spurdi hann næmingarnar, um
glasið nú var fult. Allir næmingarnir
vóru samdir um, at tað var tað.
So tók lærarin nakrar smásteinar
fram. Hann legði teir varliga niður í
glasið, ímeðan hann risti tað. Tá duttu
smásteinarnir niður ímillum stóru
steinarnar. Tá glasið var fylt til tromina,
spurdi lærarin aftur, um glasið nú var
fult. Aftur hesuferð vóru næmingarnir
samdir um, at nú var glasið fult.
Síðani tók lærarin eina eskju við
sandi upp á pultin og stoytti sandin
niður í glasið. Sandurin legði seg í allar
tær rivur, ið vóru ímillum stóru steinar
nar og smásteinarnar. Og næmingarnir
vóru samdir um, at nú var glasið fult.
So tók lærarin ein kopp av kaffi og
tømdi koppin niður í glasið. Vætan fylti
plássið, sum var eftir ímillum sand
kornini. Tá flentu næmingarnir.
– Nú, segði lærarin, – skulu tit
ímynda tykkum, at hetta glasið er lív
tykkara. Teir stóru steinarnir eru tey
týdningarmiklu tingini í lívinum, t.d.
foreldur, systkin, familja, ein góð
heilsa, vinir tykkara, tykkara vitan og
alt tað, tit duga. Hetta eru tey tingini,
sum fáa tykkum at kenna, at tit hava eitt
ríkt lív, hóast tit ikki skuldu havt so
nógv annað.
– Smásteinarnir eru onnur tingi tykk
ara lívið, sum ikki eru so týdningar
mikil, t.d. súkklan, fartelefonin, móta
klæðini, stereoanleggið o.s.fr. Sandurin
er so alt hitt, sum harnæst fyllir lív
tykkara, greiddi lærarin frá.
Síggja tit; um tit fyrst fylla glasið
við sandi, so verður einki pláss til smá
steinar og stórar steinar. Hetta sama er
galdandi fyri lív tykkara. Um tit nýta
alla tykkara tíð og orku til smá, týdn
ingarleys ting, so verður tað ikki pláss
fyri stóru og virðismiklu tingunum.
– Tit mugu tí hugsa um, hvat hevur
týdning. Vitja familjuna, ver ein góður
vinur, ansa tær eftir heilsuni, et rættan
mat. Hóast tú raðfestir hesi tingini høgt,
hevur tú jú allíkavæl tíð til frítíðarítriv,
ein túr í biograf ella á café, og allan hin
”sandin og smásteinarnar”
Tit mugu tí gera tykkum greitt, hvat
tit rokna sum stórar steinar, og hvat
veruliga hevur nakað at siga fyri
tykkum, tí restin er jú bara sandur!
Tá lærarin var liðugur at tosa, var tað
púra kvirt í flokkinum. So rætti ein
genta hondina upp, og við
undrunarsomum eygum, spurdi hon –
Hví stoytti tú so kaffi í?
Lærarin smílti og svaraði: Eg eri
sera fegin um, at tú spyrt. Tí ætlan mín
við kaffikoppinum var at vísa tykkum,
at líkamikið hvussu fult tykkara lív sær
út til at vera, so er altíð pláss til ein
kopp av kaffi við vinunum.
Røtt raðfesting av
lívsins innihaldi
Mynd: Polfoto
Tey trý tíðarskeiðini hjá manninum:
1. Hann trýr á jólamannin
2. Hann trýr ikki á jólamannin
3. Hann er jólmaðurin
– Hevur tú hoyrt, at jólamaðurin nú er arbeiðsleysur?
– Nei! Hvussu ber tað til?
– Hann hevur fingið sekkin
Jólamaðurin hevur ein heilt greiðan og góðan boðskap: Vitja fólk
einaferð um ári!
Victor Borge
– Hvussu ber tað til, at tað bert finnast kavamenn og ongar
kavakvinnur?
– Tí einki konufólk hevði verið so býtt at staðið úti í kavanum
ein heilan vetur.
– 1000 takk fyri jólagávuna eg fekk frá tær, omma!
– Áh tað var einki at takka fyri, góði.
– Nei, tað haldi eg heldur ikki, men tað helt mamma..
Vinkonan – Hevur tú hoyrt at jólaaftan verður ein fríggjadag
í dag?
Blondinan: – Áh nei, so hopi eg bara ikki at tað verður tann
13.
– Hvat fært tú um tú parar ein kavamann og ein vampyr?
– Frostbit!
Skemt
Tilfar:
Ein kopp av blídligum
orðum.
Tveir koppar av sátt og
semju.
Fýra súpiskeiðir av tíð og
toli.
Rokað mál av heitum
hjartalagi.
Eina fitta nøgd av góðum hýri.
Tilgerð:
Viga orðini væl, koyr sátt og semju í.
Gev tær góðar stundir -gloym ikki
tolið.
Rør væl saman við tí heita
hjartalagnum yvir eldinum.
Má ikki kóka.
Halt hitanum á 37,5 stigum
og hav allatíðina góða hýrin
kláran.
Smakka til við lívsins
kryddurtum.
Verður borðreitt í nøgdum, sum
nú hvørjum einstøkum tørvar.
Uppskrift til ein
væleydnaðan dag