Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. desember 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 249 - 27. desember 2007 tíðindi Við støði í heildarlýsing av støðuni hjá føroyska málinum hevur Málstevnu­ nevndin gjørt uppskot til almennan málpolitikk. Í álitinum, sum ber heitið Mál­mørk, mælir nevndin til, at vit brúka 73,2 mió. kr. til málrøkt­ og menning her á landi Málspurningurin Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo ”Við støði í heildarlýsing av støðuni hjá føroyska málinum skal málstevnunevndin gera eitt uppskot til almennan mál­ politikk.” Soljóðandi var málsetningurin, sum Málstevnunevndin fekk, tá ið hon fór til verka á vári í 2006. 18. desember handaði nevndin so landsstýrismanninum álitið við uppskoti um almennan málpoli­ tikk. Vit fara her at tríva í nakrar av niðurstøðunum í álitinum, umframt at prenta øll tilmælini frá nevndini, so lesarin fær eina hóming av arbeiðinum. Endamálið við frágreiðingini er at lýsa viðurskiftini kring málið, sum hava týdning fyri, at tann almenni málpolitikkurin kann verða settur í verk á skipaðan hátt, og at vísa á møguleikar at raðfesta tiltøk, sum hava týdning fyri málið. Málstevnunevndin hevur í álitinum eina lýsing av støðuni hjá málinum, og hevur í hesum sambandi valt at býta føroyska málsamfelagið sundur í fýra høvuðsøki: 1) uppaling og undirvísing, 2) almenn fyrisiting, 3) fjølmiðlar og 4) vinna, arbeiðsmarknaður og mentan. Tey, sum mannaðu nevndina vóru: Árni Dahl, formaður, John Dalsgarð, skrivari, Ann Ellefsen, Hanna Jensen, Sólvá Jónsdóttir, Jonhard Mikkelsen, Katrin Næs, Jóhan Hendrik W. Poulsen og Eivind Weyhe. Í álitinum sigur nevndin, at fyri at gera eina heildarlýsing av støðuni hjá føroyskum máli krevst longri tíð, størri arbeiðs­ orka og betri hagtalatilfar, enn nevndin hevur havt. Og at hetta skal vera havt í huga, tá álitið verður lisið. Frágreiðingin er í stóran mun grundað á samrøður, sum for­ maður og skrivari hava havt við fólk, sum sita í leiðandi størvum á ymsu økjunum. Í øðrum lagi byggir hon á tilfar, ið skrivað er um evnið og í triðja lagi á tað, sum nevndarlimir hava borið fram, meðan nevndin hevur arbeitt. Sagt verður eisini, at ein nevnd, sum verður sett at útgreina ávíst mál, skal hvørki vera partapolitisk ella politisk hugsjónarliga. Men tá ið ein nevnd verður biðin um at gera uppskot til almennan málpoli­ tikk, slepst ikki undan, at komið verður inn á støðu málsins í politiskum ljósi. Málstova við málnevnd Málstevnunevndin setir eisini nakrar fortreytir upp, har millum annað verður sagt, at endamálið við almenna yvirskipaða mál­ politikkinum er at tryggja og menna støðið undir føroyskum máli. Føroyskt er almenna málið í Føroyum, og tað er tjóðarmál føroyinga. Yvirskipaði málpolitikkurin skal tryggja øllum borgarum rættin til mál. Tað er rættin til tjóðarmál, móðurmál og fremmandamál, herundir eisini rættin til teknmál. Yvirskipaða endamálið við málpolitikkinum er at tryggja føroyskum máli støðu sum fullkomnum og samfelagsbærum máli á øllum økjum í samfelag­ num. Tað merkir, at føroyskt eisini í framtíðini skal kunna verða nýtt í øllum samfelags­ viðurskiftum, og at valið sjálv­ sagt skal falla á føroyskt, har tað ikki er neyðugt at nýta fremm­ andamál. Fyri at røkka hesum máli er týdningarmikið at menna og dagføra tíðarhóskandi føroysk yrkorð, sum eru atkomulig hjá øllum yrkisgreinum. Støðið undir hesum arbeiði verður lagt við styrktari og útbygdari málstovu og við málnevnd, sum skal virka sambært dagførdari løgtingslóg. Skúli og uppaling eru akkersfesti hjá føroyskum máli. Við miðvísum arbeiði og greiðum virkisætlanum verður frálæran í føroyskum styrkt í øllum skúlaverkinum. Longu í barnagarði og forskúla verður málið lívgað og ment. Tí skulu tættir, ið víkja at hesum evnum, vera partur av øllum lærara­ og námsfrøðiútbúgvingum, sum verða nýttar her á landi. Almenna fyrisitingin orðar felags málstevnu við samtyktum og leiðreglum um málnýtslu. Fjølmiðlanna leiklutur í málsligu menningini er víð­ fevndur. Týdningarmikið er at styrkja málsliga medvit og førleikan hjá teimum, sum starv­ ast í fjølmiðlunum. Umráðandi er at útbúgva fjølmiðlafólk okkara í føroyskum viðurskiftum, í mentan og í máli. Nevndin hevur savnað saman ein hóp av tilmælum við kostnaðar­ metingunum. Tey verða prentað her í blaðnum í dag, og er ætlanin at arbeiða víðari við “málinum” komandi dagarnar. Málpolitisk amboð Tilsamans verður mælt til at brúka 3 mió. kr. til málpolitisk amboð. Tilmælini eru hesi: Føroyska málnevndin verður skipað sambært lóg. Nevnd verð­ ur sett at endurskoða grundarlagið undir Málnevndini og virksemi hennara og at gera uppskot til lóg. Mettur kostnaður: 250.000 eina ferð Nevnd verður sett at skipa og útgreina støðuna hjá føroyskum teknmáli og at gera tilmæli. Mett­ ur kostnaður: 250.000 eina ferð. Málnevndin verður framhaldandi sjálvstøðugur stovnur við Mál­ stovu í tøttum samstarvi við Før­ oyamálsdeildina. Høvuðsupp­ gávan hjá Málnevndini eigur at vera at kunna og geva ráð um føroyskt mál umframt at granska tað og gera regluskipan. Málnevndin verður heimilandi stovnur. Hon eigur at geva út rættskrivingarorðabók við reglum um rættskriving og bending, sum landsstýrismaðurin løggildir. Skúlar og almennir stovnar eiga at hava skyldu at fylgja reglunum. Mettur kostnaður: 500.000 eina ferð til at seta sjøtul á. Í Málnevndini skulu sita mál­ frøðingar umframt fólk, ið starvast við málsligar spurningar í dagliga yrki sínum. Á stovninum skulu starvast mál­ frøðingar og málrøktarfólk, ið hava lokið prógv frá hægri læru­ stovni, umframt skrivstovufólk. Mettur kostnaður: 1.500.000 til fýra málfrøðingar umframt skriv­ stovufólk og annan rakstrar­ kostnað. Málnevndin skal hava betri umstøður at arbeiða við orðalistar, eitt nú í samstarvi við almennar stovnar (til dømis løgfrøði­ og umsitingarmál). Í hesum sam­ bandi verða sonevndar yrk­ orðanevndir settar, ið eru knýttar at teimum ymsu yrkisgreinunum ella ­økjunum í samfelagnum. Málnevndin skal harumframt ­ til at gera meira vart við starvsemi sítt ­ skipa fyri kunnandi og upp­ lýsandi tiltøkum, sum almenn­ ingur kann væntast at hava áhuga á, til dømis einum átaki sum “Ársins nýggjyrði”, “Degi málsins”, “Besta handilsheiti” og “Ársins málrøktarvirðisløn”. Mettur kostnaður: 500.000 til dømis í trý ár í fyrsta umfari, eitt nú til virðislønir, at gera nýggja og virknari heimasíðu, faldibløð og so framvegis. Arbeiðið hjá Navnanevndini umframt alment regluskipanar­ arbeiði viðvíkjandi staðanøvnum verður partur av arbeiðinum hjá Málnevndini. Somuleiðis eigur Málnevndin at umsita Orða­ bókagrunnin. Dagstovnaøkið Tilsamans verður mælt til at brúka 4.900.000 til dagstovaøkið innan uppaling og undirvísing. Dagstovnaøkið verður samskipað við undirvísingarøkið móðurmáli­ num viðvíkjandi. Nevndin tekur undir við, at dagstovnaøkið og undirvísingarøkið verða samskip­ að undir einum og sama aðalráð. Dagstovnalógin verður dagførd soleiðis, at málsliga menning barnsins beinleiðis verður nevnd í henni. Fólk verða sett í starv til at umsita økið Børn undir skúlaaldri. Endamálið við hesum starvi er: at fyrireika og seta í verk arbeiði við námsfrøðiligt tilfar á før­ oyskum, bæði til vanliga menning og til tey málsliga veiku, at gera og endurnýggja tilfar til skúlabólkar og komandi forskúlar, (sum eisini eigur at vera ein støðugur partur av nevnda arbeiðsøki, í samstarvi við fólka­ skúlan), og at umsita TRAS (Tidlig Regist­ rering Av Språkutvikling), aðrar verkætlanir og tey tilboð, sum skotin verða upp, tá ið nýggj kanningar og granskingarúrslit verða løgd fram. Mettur kostnaður er 400.000 til fulltrúa á MMR at taka sær av hesum øki. Stuðul verður latin til lestrarátøk, ið kunnu leiðbeina foreldur í málsligu menning barnsins. Hetta kundi eitt nú verið gjørt við faldibløðum og bókalistum, ið upplýsa um góðar føroyskar bøkur, og sum koma við góðum ráðum um at lesa fyri barninum og um, hvussu foreldur sum heild kunnu styrkja barnið málsliga. Mettur kostnaður er 500.000 kr. Móðurmálsundirvísingin á før­ oysku námsfrøðiútbúgvingini verður styrkt og knýtt saman við frálæruna um málsligu menning barnsins undir skúlaaldri. Námsfrøðingar, sum nema sær útbúgving á lærustovnum, har føroyskt ikki er lærugrein, taka eykaprógv í føroyskum á sama hátt, sum lærarar við útlendskum læraraprógvi taka eykaprógv í føroyskum. Hesa útbúgving taka teir, meðan teir eru í starvi við lutfalsligum lækkaðum tímatali við løn. Mettur kostnaður er 1.500.000, harav 300.000 til undirvísing og 1.200.000 til gjald fyri niðursett tímatal Sum skjótast verður farið undir at granska spurningar sum viðvíkja málsligu menning barnanna í Føroyum. Økt játtan at veita vís­ indaligum verkætlanum, ið bein­ leiðis granska spurningar av hesum slag, eigur at verða útvegað. Mettur kostnaður er 1.000.000 til tvey ársverk til granskarar Formlig avtala verður gjørd mill­ um dagstovnarnar og almenna Kringvarpið um at gera og útvega námsfrøðiligt tilfar. Eitt nú kundi Kringvarpið nýtt námsfrøðingar meira í sínum framleiðslum, eins og fleiri námsfrøðingar kundu útbúgvið seg upp aftur meira í miðlafrøði. Kringvarpið eigur at fáa tónleikarar at spæla inn barna­ sangir – bæði upprunatekstir og týddar – sum eru á prenti í bókum og bløðum. Mettur kostnaður 500.000. Almenn játtan verður sett av til at leggja føroyska talu inn á útlendskar filmar, ið eru ætlaðir børnum undir skúlaaldri. Mettur kostnaður 1.000.000. Fólkaskúlin Tilsamans verður mælt til at brúka 4.900.000 til fólkaskúlan ­ uppaling og undirvísing. Øll undirvísing fer fram á før­ oyskum, eins og allar próvtøkur verða hildnar á føroyskum. Undirvísingartilfar á føroyskum skal verða tryggjað í øllum læru­ greinum. Kommunurnar skulu lata eins stóran part og landið letur til skúlabókaútgávu. Skúlarnir fáa síðani tilfarið, sum kemur út, sendandi ókeypis. Til tess at styrkja støðuna hjá føroyskum í samfelagnum sum heild er neyðugt eisini at styrkja lærugreinina føroyskt í fólka­ skúlanum. Eitt nú verða kanningar settar í Milliónir til móðirmálið Hópur av tilmælum