Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. desember 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 249 - 27. desember 2007 17 tíðindi verk, sum hava til endamáls at lýsa støðuna á ávísu økjunum betur og vísa á ítøkiligar tørvir, ábøtur og møguleikar fyri menn­ ing. Mettur kostnaður 1.000.000 til at kanna og lýsa støðuna Lesiætlan fyri føroyskt á øllum stigum í undirvísingarskipanini verður samskipað við greiðum og ítøkiligum málum og krøvum til hvørt stig. Ábyrgdin fyri tey ymsu stigini verður staðfest, og flytingin millum stigini í undirvísingar­ skipanini løgd til rættis, so øll draga eina línu. Lærugreinaráðgevingin í føroysk­ um í verður styrkt, so at læru­ greinin verður ment og dagført undirvísingartilfar útvegað. Mettur kostnaður 300.000. Undirvísingartilfar til føroyska skúlan verður gjørt, og í tí sam­ bandi verður málgransking og onnur gransking á hesum øki sett í verk. Mál og mið verða sett hesum viðvíkjandi. Mettur kostnaður 500.000, markað til málgransking og aðra gransking. Upphædd til undirvísingartilfar er uppi í játtanini til undirvísingar­ miðlar Økt játtan til barna­, ungdóms­ og skúlabøkur umframt undir­ vísingarforrit og fløgur, við tí endamáli at styrkja støðu málsins sum heild og menna tilvit og áhuga barnanna fyri móður­ málinum. Mettur kostnaður 1.000.000. Markað til barna­ og ungdómsbókaútgávu. Upphædd til undirvísingarforrit, skúlabøkur og fløgur er uppi í játtanini til undirvísingarmiðlar. Serlig tilboð verða tryggjað teim­ um, ið ikki hava fingið frálæru í føroyskum, eitt nú útlendskum næmingum og teimum føroy­ ingum, sum einans hava gingið í útlendskan skúla. Mettur kostn­ aður 300.000 til eitt lærarastarv. Til hagtøl í sambandi við undir­ vísingarverkið verður skipaður grunnur, sum skal útvega skúla­ leiðslum, myndugleikum og øðrum áhugaðum upplýsingar og vitan at nýta í menningini og tilrættisleggingini av útbúgvingar­ verkinum sum heild. Mettur kostnaður 800.000 til tvey størv á Hagstovu Føroya Almenn játtan verður sett av til at leggja føroyska talu og/ella tekst inn á útlendskar filmar, ið eru ætlaðir børnum og ungdómi í skúlaaldri. Mettur kostnaður 1.000.000. Miðnámsskúlin Tilsamans verður mælt til at brúka 5.650.000 til miðnáms­ skúlan innan uppaling og undir­ vísing. Øll undirvísing og allar próvtøkur eiga at vera á føroyskum. Undirvísingartilfar á føroyskum skal verða tryggjað í øllum læru­ greinum á miðnámsstigi. Alt undirvísingartilfar skal endur­ nýggjast fimta hvørt ár. Upphædd er ásett í tilmælinum Undirvís­ ingarmiðlar. Lærugreinin føroyskt má verða styrkt málsliga partinum við­ víkjandi. Umstøðurnar hjá teim­ um, sum undirvísa á miðnámsstigi at fáa sær eftirútbúgving verða bøttar. Mettur kostnaður er 1.500.000 til undirvísarar og niðursett tímatal Samskipan við móðurmáls­ undirvísingina í fólkaskúlanum er neyðug, soleiðis at alt skúla­ verkið dregur eina línu, og at einki ivamál skal vera um, at málburður og rættskriving altíð hava týdning í allari skriving Tvørfrøðiligt samstarv skal vera millum málsligu lærugreinirnar, so at føroyskt kann verða grund­ arlagið undir hinum mállæru­ greinunum. Tað merkir, at vit mugu gera føroyskt frálærutilfar til lærugreinirnar í fremmanda­ málum, eisini í donskum. Teldu­ tøkar orðabøkur millum føroyskt og heimsmálini er eisini ein treyt í hesum sambandi. Mettur kostn­ aður 2.000.000 um árið fyribils í fimm ár, verður markað til at útvega orðabøkur. Serlig tilboð verða tryggjað teim­ um, ið ikki hava fingið frálæru í føroyskum, eitt nú útlendskum næmingum og teimum føroy­ ingum, sum einans hava gingið í útlendskan skúla. Mettur kostn­ aður 400.000 til eitt lærarastarv. Netskúli í føroyskum verður skip­ aður eftir sama sniði sum t.d. Icelandic Online fyri føroyingar uttanlands og tey innanlands, sum ikki hava umstøður at ganga í skúla, og fyri áhugaðar útlend­ ingar. Soleiðis kunnu tey verða betur skikkað at koma inn í før­ oysku útbúgvingarskipanina. Mettur kostnaður 1.000.000, upphæddin lækkar, tá ið gongd er komin á. Kringvarpinum verður veitt eykajáttan til at gera undirvís­ ingarsendingar á føroyskum máli, sum í høvuðsheitum venda sær til miðnámsskúlarnar. Her verður hugsað um bæði týddar sendingar og upprunaligar føroyskar. Mettur kostnaður er 750.000 til at rinda teimum, ið skriva, týða og lesa upp. Hægri útbúgvingar og gransking Tilsamans verður mælt til at brúka 1.700.000 til útbúgvingar og gransking innan uppaling og undirvísing. Sum grundregla er undirvís­ ingarmálið á teimum hægru útbúgvingunum føroyskt. Sama skal galda fyri próvtøkumálið. Undirvísingartilfar á føroyskum eigur í ávísan mun at verða gjørt og útvegað hægru støðisútbúgv­ ingunum. Upphædd verður ásett í tilmælinum Undirvísingarmiðlar Gransking og menning í máltøkni verður raðfest fremri, og tøknin verður í munandi størri mun tikin við sum amboð í málrøktarstarv­ inum. Mettur kostnaður er 700.000. Føroyskt mál og viðurskifti ann­ ars verða granskað í størri mun enn higartil, og henda gransking verður ment og støðugt røkt. Endamálið er eisini at menna móðurmálsundirvísingina á øllum stigum í skipanini umframt at vinna føroyskum enn tryggari støði at standa á. Mettur kostnaður er 500.000 kr. til ein granskara. Fróðskaparsetrið og hægru læru­ stovnarnir eiga at orða málstevnur, sum greitt taka støði í, at føroyskt er almenna málið í Føroyum. Endamálið er at tryggja málið sum fullkomið og nýtiligt á øllum økjum í undirvísingini og gransk­ ingini í føroyska samfelagnum. Arbeiðið við at gera og umsita orðabøkur eigur at verða styrkt. Orðabókagrunnurin, sum verður lagdur undir Málnevndina, eigur at fáa rúmari heimildir og størri játtan at arbeiða við og skal hava sum høvuðsmál at umsita og sam­ skipa alla føroyska orðabóka­ gerð. Granskað eigur at verða, hvørja ávirkan alheims KT­menningin (kunningar­ og samskiftistøknin) hevur og fer at hava á føroyska málið. Mettur kostnaður 500.000 til ein granskara. Undirvísingarmiðlar Tilsamans verður mælt til at brúka 25.000.000 til undirvísingar­ miðlar innan uppaling og undir­ vísing. Játtanin til skúlabókagerð verður hækkað munandi, so at alt undir­ vísingartilfar – frá fólkaskúla til og við miðnámsskúla – kann verða endurnýggjað fimta hvørt ár. Mettur kostnaður 25.000.000. Undirvísingartilfar á føroyskum verður tryggjað øllum lærugrein­ um í fólka­ og miðnámsskúla. Víst verður til 1. grein í hesum tilmæli Fyristingarøkið Tilsamans verður mælt til at brúka 2.000.000 til almennu fyrisitingina. Almenna fyrisitingin orðar felags málstevnu við samtyktum og leið­ reglum um málnýtslu. Reglugerðir, kunngerðir, lógar­ uppskot og rundskriv verða máls­ liga viðgjørd, áðrenn tey verða latin úr hondum. Endamálið er at økja um greidleikan í hesum tekstum umframt at styrkja støðuna hjá føroyskum lógar­ máli. Kommununurnar orða sína egnu málstevnu (virkisskrá fyri málið), sum røkkur út í hvønn krók í kommununi. Tílíka virkisskrá kann ttil dømis kommunufyri­ sitingin umsita saman við einum settum málráðgeva. Tá komm­ unurnar eru smáar, kann henda uppgáva liggja hjá kommunusam starvsfelagsskapinum, sum komm­ unan er limur í. Málstovan (Málnevndin) fær betri umstøður (fleiri størv) at vera málsligur ráðgevi hjá almennu fyrisitingini og stovnum hennara. Skipað verður fyri skeiðum í føroyskum máli fyri teimum, sum starvast í almennu fyrisitingini. Mettur kostnaður er 500.000 til undirvísarar. Øll mál, ið koma fyri løgtingið – uppskot til løgtingslóg, uppskot til ríkislógartilmæli, uppskot til samtyktar, frágreiðingar, skrivligir ella munnligir ella ófráboðaðir fyrispurningar o.a. verða orðað á føroyskum. Mettur kostnaður er 1.500.000 at týða fyri. Fjølmiðlaøkið Tilsamans verður mælt til at brúka 12.850.000 til almennu fyri­ sitingina. Tá ið fjølmiðlar eru almennir, mugu almennir myndugleikar seta útgreind, málslig krøv til stovnarnar. Fjølmiðlunum verða tryggjaðar umstøður at virka fyri dygdargóðari upplýsing á høgum mentanarligum og málsligum stigi. Mettur kostanður 6.000.000 at nýta til 15­20 størv á ymsum økjum í Kringvarpi Føroya Tá ið fjølmiðlar eru almennir, mugu almennir myndugleikar seta krøv til útbúgving hjá teimum, ið starvast í almennu miðlunum. Allir fjølmiðlar orða stevnumið, ið skulu virka fyri at menna og fremja málsliga dygd. Tvey ára master­útbúgving í samskifti og miðlum verður sett á stovn á Fróðskaparsetri Føroya. Mettur kostnaður er 2.000.000 Eftirútbúgving í føroyskum máli skal standa øllum fjølmiðlafólkum í boði. Mettur kostnaður er 500.000. Kringvarp Føroya setur útbúnan málráðgeva at leiðbeina í máls­ ligum spurningum og annars hava eftirlit við, at samtyktu stevnumið­ ini um málnýtsluna á stovninum verða fylgd. Mettur kostnaður 350.000. Kannað verður, hvørjar avleið­ ingar tað hevur fyri føroyskt, at størstu mentanarberar eru grund­ aðir á annað mál enn føroyskt. Mettur kostnaður er 500.000 til ein granskara. Kannað verður, hvørja ávirkan góðska og dygd í sambandi við tekst og mál í fjølmiðlunum hava á málnýtsluna. 500.000 til ein granskara. Játtaður verður peningur, sum verður markaður til at týða og teksta útlendskar sendingar í Sjón­ varpinum. Mettur kostnaður er 3.000.000 Alment viðurkend heiðursløn verður latin tíðindafólki fyri at røkja og ríka málið. Upphædd er sett undir Málpolitisk amboð Vinna og arbeiðsmarknaður Tilsamans verður mælt til at brúka 2.000.000 til vinnu og arbeiðsmarknað. Virki og fyritøkur, sum í ávísan mun hava alment samskifti, orða málstevnur. Vinnu­ og handilsfyritøkur nýta føroyskt mál, tá ið kunnað og upp­ lýst verður á føroyska marknaði­ num. Umstøðurnar at læra seg føroyskt hjá útlendingum, ið koma til Før­ oya at arbeiða í styttri ella longri tíðarskeið, verða bøttar og skeið løgd í fastar karmar. Mettur kostn­ aður er 500.000 til eitt undir­ vísingarstarv um árið umframt fyrisiting. Virkað verður fyri at gera nýtara­ mótini á teldum og fartelefonum á føroyskum máli. Mettur kostn­ aður er 1.000.000. Virkað verður fyri at leggja før­ oyskar orðabøkur inn á far­ telefonirnar. Mettur kostnaður er 500.000. Almenna brúkarakunningin á føroyskum verður styrkt. Mentan Tilsamans verður mælt til at brúka 11.200.000 til mentan Almennur mentanarpolitikkur við langtíðarætlan verður orðaður. Mettur kostnaður er 100.000 eina ferð. Rithøvundar og listafólk á Løgtingsfíggjarlógina. Mettur kostnaður er 1.000.000. Fíggjarligur stuðul til at týða útlendskar leikir. Mettur kostnaður er 100.000 til Tjóðpallin. Tvífalda játtan til Mentanargrunn Landsins við tí endamáli at veita stuðul til films­ og margmiðla­ framleiðslur umframt øktan stuðul til útgávur og starvslønir. Mettur kostnaður er 5.000.000. Bókasavnspolitikkur verður partur av almenna mentanar­ politikkinum, og tíðarhóskandi kunngerðir verða gjørdar fyri bókasavnsøkið. Játtan at styrkja støðuna hjá bóka­ søvnunum sum kunningardeplum. Mettur kostnaður er 5.000.000 til longdar upplatingartíðir, mentan­ arlig tiltøk, bókabuss o.a. Komm­ unurnar rinda sín part, sum er roknaður upp í upphæddina. Biografar skriva filmsumrøðurnar á heimasíðum sínum á føroysk­ um.