Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. desember 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 249 - 27. desember 2007 Stutt Sagt Kvinnur burturfluttar Tvær kvinnur, sum ar­ beiða hjá hjálparfelags­ skapinum Læknar uttan Landamark, vórðu burtur­ fluttar í landspartinum Puntland í Somalia í gjár. Kvinnurnar, sum eru úr Spania og Argentina, vorú á veg til eitt sjúkrahús í havnarbýnum Bosasso, tá vápnaðir menn kringsettu tær og fóru avstað við teimum. Hetta er onnur burturflytingin í Bosasso teir seinastu átta dagarnar. Fyri einari viku síðani bleiv ein franskur tíðinda­ maður burturfluttur í bý­ num, men hann varð latin leysur aftur jólaaftan. Kvinna deyð av fuglakrími Fuglakrím krevur fram­ vegis mannalív í summum londum har eysturi í Asia, og í gjár kunngjørdu heilsumyndugleikarnir í Indonesia, at har var ein kvinna deyð av sjúkuni. Kvinnan, sum var 24 ára gomul, doyði á einum sjúkrahúsi í høvuðsstað­ num Jakarta. Heilsumála­ ráðið í Indonesia sigur, at nú eru 94 indonesar deyðir av fuglakríminum H5N1, síðani sjúkan bleiv staðfest á fyrsta sinni. Indonesia er sostatt tað landið í heiminum, har fuglakrímið hevur kravt flest mannalív, skrivar Reuters. Harður sjóbardagi Teir seinastu dagarnar hava fleiri samanbrestir verið millum stjórnarhermenn og teir tamilsku uppreist­ rarmenninar í Sri Lanka. Í gjár var ein harður sjó­ bardagi millum hernaðarlig før hjá pørtunum. Stjórnin sigur, at uppreistrar­ menninir mistu seks bátar, og at minst 40 uppreist­ rarmenn doyðu. Uppreistrar­ menninir siga harafturímóti, at tann almenni herflotin misti eitt skip, og at tvey fingu skaða í bardaganum. Hernaðarligir eygleiðarar í Colombo siga við Reuters, at hvørgin parturin vinnur nakað í løtuni, og at bardagarnir tí kunnu halda fram fleiri ár afturat, eydnast tað ikki at finna eina friðarliga loysn. Borg­ arakríggið í Sri Lanka byrjaði í 1983 og hevur kravt umleið 70.000 mannalív. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Fidel er til likamliga venjing tveir tímar hvønn dag, og hann lesur meiri enn nakrantíð fyrr (Raúl Castro) útlond Serbia fer undir ong­um umstøðum at g­óðtaka, at lands­ lututin Kosovo verður sjálvstøðug­t land Albanski meirilutin í Kosovo hevur gjørt greitt, at hann fer at lýsa landslutin sum sjálvstøðugt ríki næsta ár, og ES og USA hava sagt, at tey fara at viðurkenna tað nýggja landið. Formliga er Kosovo partur av serbiska ríkinum, og serbisku myndugleikarnir tóku í gjár uppaftur, at teir fara undir ongum umstøðum at góðtaka, at Kosovo verður sjálvstøðugt land. Fyrr hevur Serbia hótt við at leggja málið fyri Haag­ dómstólin, men í gjár segði stjórnin í Beograd, at landið fer at skerja sítt diplomatiska samstarv við ES og USA, um Kosovo verður sjálv­ støðugt við stuðuli úr Bruxelles og Washington. ST og NATO hava stýrt Kosovo síðani borgara­ kríggið millum serbar og albanar í 1999. Serbia hóttir Vesturheimin Hendan plakatin við mynd av George Washington hongur í Beograd. Á myndini er fyrrverandi amerikanski forsetin endurgivin fyri orðini "Nú skal tíðin vísa, um vit eru fræls fólk ella trælir" Kosovo er Serbia" står det på en plakat i Beograd. Plakaten har bildet av George Washington, og et sitat av den tidligere amerikanske presidenten: "Now is the time to show if we are free people or slaves." (Nå er tiden inne for å vise om vi er frie mennesker eller slaver. ­ Hann er í venjing­ar­ hølinum tveir tímar um dag­in, og­ hann lesur líka nóg­v sum fyrr, sig­ur Raúl Castro um bróðurin Fidel Næstseinasta sunnar varð kubanski leiðarin, Fidel Castro, lagdur undir skurð, og síðani hevur bróðurin Raúl sitið við róðrið í Hav­ anna. Men sambært Raúl er Fidel komin so mikið fyri seg, at hann er til reiðar at stilla upp á valinum tann 20. januar. ­ Hann er til likamliga venjing tveir tímar hvønn dag. Hann hevur ongantíð lisið so nógv sum nú, og so skrivar hann næstan líka nógv sum fyrr. Í mínari verð er eingin ivi um, at hann er til reiðar at taka eitt tørn afturat, sigur Raúl Castro við AP. Fyri stuttum skrivaði Fidel Castro í einum almennum brævi, at hann ætlar sær ikki at tvíhalda um valdið í Kuba. Tað bleiv tulkað, sum at hann var til reiðar at lata yngri kreftir koma framat, men eftir tí, sum Raúl nú sigur, er lítil ivi um, at tann gamli leiðarin heldur fram, skrivar AP. Fidel kann saktans halda fram Brøðurnir Fidel og Raúl Castro. Myndin er tikin í 2004 Fleiri hundrað vápnaðir løgreglumenn eru á varðhaldi í fleiri bygdum og býum har eystruri í India, eftir at víðgongdir hinduar hava gjørt seg inn á tey kristnu, sum búgva har. Í landspartinum Orrisa hava víðgongdir hinduar sett eld á fleiri kristnar bygdir og minst seks kirkjur hjá teimum kristnu, og sambært løgregluni hevur ágangurin kravt minst eitt mannalív. Í gjár gjørdi landspartastjórnin av at lýsa útigongubann í fleiri bygdum og býum í einari roynd at steðga áganginum. Umleið 2,5 prosent av indiska fólkinum eru kristin. Ágangur ímóti kristnum í India Víðg­ong­dir hinduar hava sett eld á fleiri kristnar byg­dir í India, og­ minst eittm fólk hevur latið lív