Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-27, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. desember 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 249 - 27. desember 2007 31 tíðindi Hey Eyðun Altíð hugaligt at lesa mál­ stubbar tínar í Sosialinum; haldi, eg havi lisið teir flestu. Havi higartil verið samdur í øllum ­ og eri tað enn, so tað er ikki orsøkin til, at hetta verður skrivað. Eg sá teg brúka orðið tosa. Hetta orð og onnur inn­ grógvin orð ætli eg at gera nakrar viðmerkingar til ­ og vónandi fáa onkran við­ merkjara at tríva í pennin eisini um hesi. Men eg byrji við at við­ gera onnur orð fyrst, so orðið tosa lættari sæst í tí heildini; so tað sæst, hvat eg meini við. Fyrst orðið fartelefon. Skrivaði á sinni til Fróð­ skaparsetrið (Jógvan við Ánna) og spurdi, hvat í verðini meiningin var við hesum knortluta bryggi. Svarið, eg fekk, var, at far­ og ferða­ bæði renna av somu rót. Og tað veit eg væl, ­ so tað kann eg ikki brúka til nakað! Hann var tó ikki beinleiðis ósamdur við mær, so frægt eg skilti tað. Men hann legði aftur­ at, at orðsmiðurin helst hevði miðað eftir einum so stuttum og snøggum orði sum gjørligt. Og hann helt ikki, at orsøk var til at broyta hetta orð, ­ sum hartil var vorðið so vanligt millum manna. Men tað haldi eg! Á før­ oyskum átti at verið alljóst, at hetta skal vera ferðatele­ fon. Og eisini ferðatelda ­ ikki fartelda. Eins og tað heitir ferðagóðs ­ ikki far­ góðs, ­ um ikki talan er um bingjur og annað, sum ikki kann handfarast av øðrum enn Superman. Handa málspilla kemur beinleiðis úr íslendskum. Íslendska far­ merkir ferða­ á føroy­ skum. Farsimi = ferðatele­ fon. So her er talan bein­ leiðis um eitt íslendskt orð á føroyskum! Men á før­ oyskum ferðast vit tó eftir eini farleið, t.e. ein leið, ið farandi er eftir! Hinvegin heitir tað Far­ støðin ­ ikki Ferðastøðin, tí navnið miðar til før ­ ikki ferðafólk. Annars vildi tað verið Ferðamannastøðin. Her verður miðað eftir skipum, bussum, trailarum osv., tískil Farstøðin. Men hetta er so eisini eitt heilt annað orð, ­ men rennur av somu rót(!) ­ harra Jógvan við Ánna! Eg hevði skilt orðið fartelefon, um henda var boltað fast til eitt far (ella hevði hjól), sum t.d. gomlu Storno telefonirnar, sum hýruvagnarnir nýttu farnu øld. Men ein nútímans ferðatelefon, sum lættliga kann havast í munninum... nei, nei, harra málspillarar og wanna­be orðsmiðir. Í mínum eygum (og serliga oyrum) hevur Fróðskapar­ setrið (t.e. Føroyamáls­ deildin) ongantíð verið annað enn ein útreiðsla við einkarrætti til at spilla føroyska málið – við borgarans skattakrónum og Løgtingsins vælsignilsi! Men vit eru eisini onnur, sum duga at handfara mál­ ið ­ bæði talað og ritað ­ hóast eingin okkara er full­ búgvin! Men vit eru ikki mong! Eyðun á Borg, eg ­ og so nøkur heilt fá tandur afturat (Eyðun er kennari við fólkaskúla á Argjum, minnist meg rætt). Støðan er snøgt sagt hættislig! Havi hoyrt sokallaðan mál­ frøðing, frá Fróðskapar­ setrinum, í útvarpinum, við einum málbrúki, sum er undir øllum sømiligum mørkum. Má viðganga, at eg krøkti tærnar saman! Og er hetta nakað, eg javnan geri! Og so, fyri at nærkast orðinum tosa: Orðið starv. Í dag hava vit eitt starv, verða sett í starv, tala um starvssetanir ­ og mín sann ­ so starvast vit eisini!!! Ja, føroyska málið er av sonnum eitt sjómannamál! Og vit, sum hava siglt nøk­ ur ár, vita, hvussu tað mál­ ið er! Har eru nógv sera stuttlig orð ­ og nógv ljót og fúl eisini! Orð verða bend og snarað, so mangan er stuttligt at hoyra teir, sum bestir eru til hetta kynstur. Eg eri vísur í, at orðið starv, sum tað verður nýtt í dag, er íkomið á henda hátt. Gamalt var at siga um mann, ið var heilt eiðasør­ ur til ávíst yrki, at hann var púra starvur. Og sjómanna­ máli líkt so er lítið at ivast í, at um onkur spurdi, hvat Jógvan fæst við, nú hann ikki er við hendan túrin til skips, so varð t.d. svarað: Well, hann starvast hjá tí almenna. Við øðrum orð­ um: Hann klombrast við onkrum, hann einki skil hevur fyri. Í dag er so hetta orðið hevjað upp til at vera gott føroyskt mál! Men júst hetta dømið er stuttligt ­ og orðið kærkomið, tá vit ikki hava mong onnur til enda­ málið. Orðið bendist eisini væl, meðan t.d. orðini yrki og arbeiði ikki eru eins liði­ lig. Og orðið vinna verður brúkt til onnur endamál í dag, so tað er ofta fløkjas­ ligt at nýta í hesum høpi. Verri er við orðinum tosa, tí vit hava sera mong góð og nógv betri orð at seta ístaðin! Havi prátað við fleiri fólk, flestu teirra við høgan aldur, um júst hetta orð. Og sýnist tað mær, at flestu teirra, ið bera kenslu við orðið í upphavliga týdning­ inum, eru suðuroyingar. Gamalt var, at maðkarnir tosa ­ ikki fólk. Helst eisini íkomið umborð á skipi. At tosa er/var at teska, mutla osv. (minnist meg rætt), so hetta var eitt frálíkt orð hjá sjófólki at spæla sær við. Vit kunnu kanska siga, at orðið hellir til danska "snak!". Størstu skuldina hava løgmenn okkara, at orðið gjørdist so vanligt millum manna ­ eins og so mangar aðrar málspillur! Og løg­ maður merkir polittikari á føroyskum! Men her er so enn eitt dømi um, at eitt gott føroyskt orð er oytt og danska lániorðið polittikari mátti setast í stað tess! Stuttligast er samansetta orðið álvaratos! Also: Álv­ ari við als ongum álvara! Hetta er genialt sjómanna­ bryggj – kallað Oxymoron á enskum – selvmodsigelse á donskum ­ (sí www. oxymoronlist.com)! Hvat orð kunnu vit so nýta ístaðin? Rætta og besta orðið er tala. Vit tala saman. Vit samtala eisini. Men vit samrøða ikki ­ eitt orð, vit javnan hoyra! Ein røða er ein røða (monolog) ­ og ikki kann samrøðast! Vit kunnu tala saman, práta saman, standa undir neystavegginum og skrava (t.e. tala um veður og vind og alt og einki). Og ør­ grynna av øðrum orðum finnast eisini. Fáið orðið tosa burtur úr málinum ­ í hesum týdningi! Men hvat so við talara­ stólinum? Hetta orð er danskt! Tað heitir røðara­ pallur á føroyskum. Og á honum verða røður hildnar, fluttar fram osv., men har verður ikki talað (men kanska talað at, um onkur órógvar røðaran). Nøkur dømi, har tosa ikki kann nýtast fyri orðið tala ­ og skuldi avdúkað hetta orð: Samtala (samtosan), talimál (tosimál), talifrælsi (tosifrælsi) osv. osv. Vónandi fær hetta okk­ um øll til at síggja, hvussu avmarkað orðið tosa er og skuldi sýnt, at pláss ikki er fyri tí í føroysku mállæruni ­ tvs. í hesum týdningi! Hatta orðið er ætlað sum skemt ­ ikki til vanligt gerandismál. Legg til merkis, at eg væl veit, at mál eru livandi og broytast við tíðini og at eg einki havi ímóti nýggj­ um snøggum orðum. Men í Føroyum tykist tað sum um, at meira verður gjørt burtur úr at broyta og oyða gamlar dýrgripir – heldur enn at menna nýggj orð, sum vit ikki longu hava í málinum. Og til stuttleika ­ og álvara: Sjúkrarøktarfrøð­ ingur. Hví ikki avdúka undirlutakensluna til fulnar og kalla seg: Sjúkrarøktar­ ser­frøðingur­sum­er­ næstan­lækni­og­meira­ enn­hini­minni­kvalifiser­ aðu­sum­yvirtaka­okkara­ pláss­í­sjúkrahúsverkinum. Vit vita jú kortini, at hetta er endamálið við orðinum sjúkrarøktarfrøðingur, tað er bara meira innballað! So skylda vit eisini øðrum bólkum í samfelag­ num, sum eru (ser­)frøð­ ingar á sínum øki sama heiður: Lekjarafrøðingur (læknafrøðingur), løgreglufrøðingur, ruskfrøðingur, sjómannafrøðingur, sløkkiliðsfrøðingur, pedagogfrøðingur, flakakvinnufrøðingur, kennarafrøðingur, hýruvognsfrøðingur..... Tit eru also langt, langt úti, tit sjúkrasystrar ­ also tit, sum valdu hatta ræðu­ liga heitið, millum øll hini uppskotini! Var eingin, sum talaði at??? (ella tosaði at, hehe!) Tit hava í stuttum oytt frálíka orðið frøðingur ­ og harvið eisini serfrøðingur! Nú er neyðugt at lána fremmand orð sum expert, specialist osv, fyri at tað skal geva nakra meining ­ til serfrøðingarnar, men hetta eru vit so von við ídag! Skammið tykkum! Væl eru tit frøðingar ­ og ikki er neyðugt at nevna tað í heitinum ­ tað vita øll, men føroyskt er so ikki tykkara serfrøði ­ tað sæst á øllum brøgdum! (Orsakið, at eg láni tykkara brand­name­variant.) Má líka viðmerkja, at Sjúkrarøktarfrøðingur et TAÐ orðið, eg hati mest av øllum tápuligum føroysk­ um fyribrigdum og er orsøkin til, at eg taki tað fram her! Hvat er galið við orðinum Sjúkrarøktari??? Lekjarin (læknin) lekir (viðhvørt), tit røkja sjúk­ lingin ­ sera týdningar­ mikið fyri lekingina ­ og tit vita nógv um heilivág osv. ­ og eru næstan læknar, ja meira, á ávísum økjum. Og ja, tit eru eins týdningar­ mikil og lekjarin – og lekjarin kann ikki fattast tykkum! So komið líka niður á jørðina aftur. Eg havi nógv, nógv annað, eg kundi trivið í, men lat tað liggja til einaferð seinni. Við málkvøðu úr Bang­ kok, 24. desembur 2007 Føroyskt - eitt sjómannamál Jón Gaasedal Fái ikki sovið...má festa mínar hugsanir niður á blað. Tað er tíðliga á morgni annan jóladag. 3 mdr gamla dótturin og 2 ára gamli sonurin liggja í fasta svøvni. Maðurin liggur eisini og smásnork­ ar, meðan eg liggi og vendi og dragi mær. Hugsanirnar eru hjá øllum teimum, sum eru til arbeiðis úti á Lands­ sjúkrahúsinum. Aftur í ár eru tað sjúk fólk, ið skulu passast. Arbeiðið hjá sjúk­ rasystrunum (mær dámar ikki tað nýggja heitið vit hava fingið kroyst oman­ yvir høvdið) fevnir um 24 tímar um døgnið og 365 dagar um árið. Fólk kunnu jú altíð brádliga gerast sjúk og hava brúk fyri sjúkra­ húsinum. Tað hevði verið ræðuligt um ein tá onga­ staðni hevði at ringja og ongastaðni hevði at fara. Í gomlum døgum var tað eitt kall at læra til sjúkra­ systir. Tað vóru ofta ungar gentur, ið frávaldu sær mann og børn, sum fóru undir hetta yrki. Soleiðis er tað ikki longur. Kallið er langt síðani farið í søguna. Eg hugsi við mær sjálvari, hvat í víðastu verð tað so var, sum fekk meg at læra til sjúkrasystir. Lønin er tað í hvussu so er ikki, og fyri ikki at tala um arbeiðs­ tíðirnar. Eg havi enntá sjómann og tað ger tað ikki lættari at fáa tað heila at mala runt. Ein møtir til arbeiðis klokkan 7 um morgunin og dagstovnarnir opna ikki fyrr enn klokkan 7.30, tá ein ikki skal í kvøld,­ ella náttarvakt væl at merkja. Og ja...vikuskift­ ir og heiligdagar annars. Einaferð í tíðini var tosa um at gera ein dagstovn til hetta stórsta kvinnuarbeiðs­ plássið í landinum, sum skuldi verið opin allan sólarringin. Men sum so ofta, so bleiv tað ikki til meiri enn tos. Hevði tað so verið tað, at ein fekk løn fyri at arbeiða hesar skeivu tíðir, men so er heldur ikki. Ein sum arbeiðir dagvakt og ein sum arbeiðir náttar­ vakt fær mest sum tað sama í løn. Munurin er einans eitt sindur av av­ spáking. Vistu tit forrestin, at ein ikki sleppur at velja um ein vil avspáka ella fáa tað útgoldið? Nei, ein SKAL avspáka tí pengar eru ikki til at fáa tað út­ goldið...MEN tá tríggir mdr. eru farnir og ein eigur 300 tímar í avspáking, so fær ein tað útgoldið allíka­ væl, tí tað er ikki nokk av arbeiðsfólki og ov nógvir sjúklingar, til at ein sleppur at avspáka. Tað einasta nógvir deildarleiðarir hava orku til er, at fáa hvønn dag at hanga saman, við at fáa nóg nógv fólk at manna deildina. Og tá hetta vísir seg at vera ógjør­ ligt, verða boð send eftir donskum vikarum til at koma at arbeiða fyri fleiri ferðir meiri í løn, alt meðan tær føstu sjúkra­ systrarnar ganga og renna á deildunum fyri tað somu lønuna. Ei undur í øllum eykajáttanunum, ið sjúkra­ húsverkið hevur tørv á, á hvørjum árið. Tað rætta var at ALLAR sjúkrasystrar søgdu seg úr sínum føstu størvum og meldaðu seg inní vikarbureau í staðin. Býttur er man!!! Havi hoyrt, at ein kommunu­ lækni skal avloysa seg sjálvan fyri dupulta løn. Ná, men hetta eru so tey lógarfestu korini ein arbeið­ ir undir. Afturat tí kemur alt tað negativa ein fær oyst oman yvir seg av fjøl­ miðlum og grenjutum sjúk­ lingum, sum halda seg hava fingið vánaliga viðgerð og vánaliga við­ ferð. Tað ger ikki motiva­ tiónina betri. Nógv fólk hava eina so negativa mynd av okkara heilsuverki, at tey hava koyrt seg sjálvan uppí ein spís áðrenn tey ringja ella koma inn. Tað eru í hvørfall nógv ófrætta orð og niðringar ein má taka oman yvir seg. Her vil eg líka skoyta uppí at tey allar flestu eru sera fitt at fáast við. Tað eru tey 10% sum drena øll fyri orku. Tað eru alsamt færri og færri umsóknir til sjúkra­ systraskúla, meðan fleiri, sum longu eru sjúkrasyst­ rar finna sær onnur størv ella heilt einfalt sjúkra­ melda seg. Hetta ger sjálv­ andi ikki støðuna inni á sjúkrahúsinum nakað betri. Øll sum eru har royna virkuliga at gera sítt allar besta fyri sjúklingar og avvarðandi. Men hvussu gott kann tað besta verða, tá hvørki tíð ella umstøður røkka til? Ella tá ið tað “besta” verður søpla niður í fjølmiðlunum. Hvat er motivatiónin? Nei, eg spyrji bara. Eg havi enn ein fakligan stoltleika. Eg elski mítt arbeiði, tá eg havi tíð og umstøður at gera mítt allar besta. Men soleiðis, sum tíðin og umstøðurnar eru nú, so umhugsi eg alvor­ liga, um tað er tað vert, at fara aftur í arbeiði sum sjúkrasystir tá hetta barsils­ farloyvi er úti. Góðastu tit...verið góð við sjúkrasystrarnar og gevið teimum ikki ótøkk í løn... Sjúkrasystir lillian B. Poulsen