hósdagur 27. desember 2007síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 249 - 27. desember 2007
35
Ein partur av hesi søgu snýr seg
um Niels Skaale og um
Skálatrøð, sum hann seldi til M.
C. Restorff. Carolina Heinesen
hevði eisini eina frásøgn í
samband við Niels Skaale. Hon
greiður frá húsunum hjá honum.
Hetta lá, har handilin hjá Katrinu
Christiansen nú er. Tann fyrsti,
sum hevði handil her, var A. W.
Restorff, pápi Carolinu. Her er
William Heinesen eisini føddur.
Aftaná kom Zacharias Heinesen,
maður Carolinu, at reka hendan
handil.
Um húsini hjá Niels Skaale
skrivar Carolina:
Det gamle Skålehus
Det lå i Bringsnagøta og havde i
længst forsvunden tid været
beboet af en bartskær. Siden var
der en hosetager ved den kgl.
Handel, der hed Niels Skaale,
som købte huset og boede der
med en gammel husholderske,
som blev kaldt Muffen. Da
Skaale så døde, købte bedstefar
både det og Skåletrø.
Mine første erindringer knytter
sig til samme hus, da mine
forældre boede der, og jeg var
kun 2-3 år, da det blev revet ned.
Huset var lille og hyggeligt med
en stue og to små værelser.
Ovenpå var der kun et meget lille
værelse, som blev kaldt
Muffekammeret, og hvor der
vrimlede med lopper. Jeg husker
dunkelt Muffen, da hun efter
Skaales død boede hjemme hos
bedstefar. Hun sad gerne ude ved
komfuret, hvor hun indtog sine
måltider. Hun var meget gammel
og havde altid en blåprikket
bomuldskyse på hovedet.
Um Niels Skaale
Niels Skaale var ættaður av
Skála. Hann var sonur Niclas
Poulsen og konuna Agn-esse
Hansdatter, sum vóru búsett her í
Havn í 1850. Hann, konan
Birgitte Olesdatter, sum var
ættað úr Tjørnuvík, og sonur
teirra Joen Pauli Skaale, búðu í
húsinum í Bringsnagøtu, aftaná
Meistar Júst og Marionnu
Hammershaimb. Tá Niels Skaale
gjørdist gamal, og konan og
sonurin vóru deyð, seldi hann
alla ogn sína til M.C.Restorff,
sum umframt húsini í Bringsna-
gøtu, eisini var tann stóra trøðin
nevnd ”Skálatrøð”, eitt bátaneyst
í Rættará og eitt sodnhús úti í
Bines kilde ella Mattalág.
Arbeiðiskona hansara var
Súsonnu Rasmusdatter nevnd
”Muffan”, sum var dóttir
Elsebeth Jacobsdatter og Rasmus
Johansen, sum hevði starvast
sum soldatur. Muffan varð jarðað
í gamla kirkjugarði í Havn 8.
mars 1881, 88 ára gomul.
Keypmannahavnarferðin
í 1844.
Oddvør Johansen, oldurabba-
dóttir M.C. Restorff, hevur gvið
eitt íkast til søguna um
sambandið millum Restorff og
Niels Skaale.
Niels fór í 1844 eina ferð til
Danmarkar, og tað varð greitt frá
hesi forvitnisligu ferðini í FF-
blaðnum í 2002.
Niels førir dagbók, og her
sæst dag fyri dag, hvat ið hann
hevur tikist við.
Niels Skaale býr á í Keyp-
mannahavn hjá Poul Andreas
Jacobsen, skómakarameistara.
Hann var ættaður úr Kaldbak,
men av tí at hann var føddur við
“klumpfóti”, fór hann niður til
Danmarkar, har hann lærdi til
hondskómakara. Hann giftist
niðri og hevði heim sítt og virki í
Bredgade 209, har hann eisini
fekk trý børn millum onnur
dóttrina Else Jacobine.
Meðan Niels Skaale er í
Keypmannahavn, verður unga
Elsa Jacobina trúlovað ungum
manni nevndur Martin Christian
Restorff, bakari og konditari.
Trúlovilsisgildið verður hildið
12. juni 1844, og vit lesa, at 60-
ára gamli Niels Skaale m.a.
dansar hetta summarkvøldið í
keypmannahavnargildinum.
Vit kunnu gita okkum til, at
Niels Skaale, ið arbeiddi sum
kgl. hosutakari í einahandlinum,
her fær hugskotið at biðja tann
unga bakaran M.C. Restorff
koma til Føroya til handilin, har
eingin professionellur konditari
hevði verið áður. Hvussu er og
ikki, fýra ár seinni flyta M.C. og
Elsa Jakobina til Føroya, har tey
verða allar sínar dagar. Vit fáa
eisini varhugan av, at tað er á
hesi danmarkarferð, at eitt
lívslangt vinarlag kemur í
millum hesar báðar menninar.
At Niels Skaale mundi vera
eitt slag av abba í restorffs-
húsinum sæst av tí, at tey í 1850
kalla fjórða sonin upp eftir
honum, Niels Skaale Restorff.
Hesin doyði sum smádrongur.
Árini ganga, og eini tjúgu ár
eftir, at Niels Skaale (við
táravættum eygum, skrivar hann)
biður vinfólkunum í Keypmanna-
havn farvæl, kemur hann illa fyri
fíggjarliga. Hann hevur nú mist
konu og son og grunar einki ilt,
fyrrenn hann ein dagin fær tey
boð frá Müller, sýslumanni, at
Kamarjunkarin Tillisch nú krevur
Niels Skaale eftir stórari skuld,
sum deyði sonur hansara skuldi
skylda Tillisch.
Tað er eitt eyðmjúkt og
biðjandi bræv Niels Skaale
skrivar Tillischi, har hann býður
sær til at rinda helvtina av
skuldini aftur. Hann gongur nú á
80-unda ári og kennir seg veikan
og biður Tillisch bønliga um at
geva sær hina helvtina av
skuldini eftir.
Tað hevði verið áhugavert at
kent svarið frá Tillisch kamar-
junkara. Hetta svar verður
okkum ókent. Men hvussu er og
ikki, so er tað um hetta mundi, at
M.C.Restorff, sum nú hevur bygt
upp eitt stórt virki við góðum
avkasti, keypir trøðna frá Niels
Skaale. Prísurin er 600 ríkisdálar.
Hetta er trøðin, sum til denna
dag hevur verið rópt Skálatrøð.
Í nógv ár fanst einki skjeyti
upp á hetta keyp. Óndar tungur
vildu vera við, at trøðin var
brennivínsjørð. Hetta rímar tó
illa við mannin Niels Skaale,
sum var álitismaður í allar mátar.
So eina ferð fyrst í 1950-unum
hendir tað løgna, at faðir mín,
Verland Johansen, møbilsnikkari,
fær eitt gamalt skriviborð at gera
í stand. Undir leðurklaffinum á tí
finnur hann ein gamlan konvo-
lutt. Í honum liggur skjeytið upp
á trøðna, Skálatrøð. Undirskrivað
av Niels Skaale sjálvum við
segli.
Á gamalsaldrinum fær Niels
Skaale tað lyfti frá M.C.Restorff,
at hesin frá nú av skal “foreskaffe
mig og min Tjenestepige Susanne
Rasmusdatter med alt, hvad vi
behøve, det være sig af hvad
Navn nævnes kan, indtil min og
min tjenestepiges Død, og efter
vores Død lade os anstændig
begrave.
Dette er min sande og
alvorlige Vilie, bekræfter jeg med
min egen Underskrift og for trykt
Seigl.”
M.C.Restorff, sum ikki júst
hevði orð fyri at vera smáligur,
man hava hildið orð. Niels
Skaale liggur grivin undir liðini á
konu hansara Else Jacobine
Restorff. Gravirnar báðar standa
uttan fyri høvuðsdyrnar í Havnar
kirkju.
Niels Skaale fekk navn sítt
høgt inn í hvíta marmorplátu,
sum kirkjufólkini í Havn ganga
fram við, hvørja ferð tey fara í
kirkju.
Ískoyti:
Hetta er tað, sum Oddvør skrivar.
Tað kann sjálvsagt ikki sigast við
vissu um grundgevingina hjá
gamla Restorff at lata Niels
Skaale ta grøvina, sum annars
skuldi verið hansara eftir van-
ligari siðvenju, at hjún verða
jarðað saman.
Hann kundi saktans latið Niels
fingið eina heiðurliga jarðarferð í
gamla kirkjugarði, har tað var
nógv pláss. Her varð tænastu-
gentan Susanne Rasmusdatter
eisini jarðað.
Tí er grund til at halda, at M.
C. Restorff hevur verið so rætt-
skaffin, at hann vildi geva
vinmanninum ta mest heiðurligu
jarðarferð, sum hann kundi heva
honum. Hetta var við at Niels í
allar ævir skuldi sleppa at hvíla
undir liðini á konu gamla
Restorff. Hetta tykist eisini at
hava verið í samsvar við ta
heiðurligheit, sum gamli Restorff
annars vísti í sínum lívi.
Tí er hetta eina sjáldsama góð
søga.
Um Niels Skaale, mannin sum legði navn til Skálatrøð
Næstu ferð
Í komandi viku verður greitt
frá hjúnunum Evu og
Andreas C. Lützen. Dóttir
teirra Anna skrivar, at pápin
fekk ein vakran deyða,
nevniliga við kongsins hond
í síni.
Partur av ”Skálatrø”, sum ikki er til longur
Skeyti undirskrivað 22/10-1862 av Niels Skaale
Jeg underskrevne Niels Skaale i Thorshavn har overladt til Hr. Kjøbmand M.
C. Restorff efter Skjødet af......................................... min Trøe tillige med de
derpaa staaende Bygninger paa den ufravigelige Betingelse, at Hr. Restorff
fra Nu af skal foreskaffe mig og min Tjenestepige Susanne Rasmusdatter med
alt, hvad vi behøve, det være sig af hvad Navn nævnes kan, indtil min og min
Tjenestepiges Død, og efter vores Død lade os anstændig begrave.
Dette er min sande og alvorlige Vilie, bekræfter jeg med min egen
Underskrivt og for trykt Seigl.
Thorshavn, den
N. Skaale.