hósdagur 27. desember 2007síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 249 - 27. desember 2007
Landsliðsvenjarin
í hondbólti hevur
boðað frá, hvørjar
17 spælarar hann
tekur við sær til
Serbia
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tann 2. januar skulu
Føroyar spæla hond
bóltslandsdyst á útivølli
mó Serbia. Dia Midjord,
landsliðsvenjari, hevur
nú gjørt av, hvørjar
spælarar hann tekur við
sær á ferðini.
Spælararnir
eru:
Magnus Matras (Kynd
il),
Lars
L.
Black
(Kyndil), Levi Nybo
(H71),
Ingi
Olsen
(VÍF),
Karl
Herup
Olsen (Neistin), Josef
Abrahamsen (Kyndil),
Áki Olsen (VÍF), Svein
ur Justinussen (tÍF),
Dann
Thorleifsson
(Neistin), Heini Hanus
arson
(Elite
3000),
Janus Einar Sørnsen
(Kyndil), Hjalti Jacob
sen (Kyndil), Rókur
Akralíð (Elite 3000),
Hans Áki Dal Christi
ansen (Kyndil), Dánjal
Tórgarð (H71), Tróndur
Kragesteen (Neistin)og
Janus Sørensen (H71).
Umframt Dia Midjord
eru Kári Nielsen (hjálp
arvenjari), Jákup Dur
huus
(liðleiðari)
og
Tina Skjæris Jakobsen
(fysioterapetur) eisini
við á ferðini.
Eftir dystin í Serbia
eiga Føroyar heimadyst
móti somu tjóð, og
verður hesin spældur 6.
januar. 9. januar spæla
Føroyar
heimadyst
móti Ísrael, og 12.
januar er útidystur móti
Ísrael. Báðir heimadyst
irnir verða spældir í
Høllini á Hálsi í Havn.
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Toppskjúttin hjá B36
fer komandi hálva
árið at spæla við lið
num, sum hann í fjør
sendi úr EuropaCup
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var ikki minst Amed
Davy Sylla fyri at takka, at
B36 í fjør sum fyrsta føroy
ska felagið spældi seg víðari
í Champions League undan
kappingini. Við tveimum
málum í 30 útisigrinum á
Birkirkara var Sylla høv
uðsmaðurin aftan fyri milli
ónavinningin, sum B36 fekk
úr kappingini í fjør, og tað
var sjálvandi við til at økja
um áhugan fyri ivorianska
áleyparanum.
Ta ferðina hevði B36 tó
lítlan hug at selja, og
Birkirkara hevði ikki neyð
uga peningin, um spælarin
skuldi keypast leysur av
sáttmálanum. Og ístaðin
hevði Sylla í fjør sítt besta
ár persónliga, og endaði
hann eisini sum móttakari
av gylta skógvinum fyri
mál síni.
Tað var tó um reppið, at
Sylla als ikki kom til
Føroyar. Persónligu umstøð
urnar við eini familju, sum
ikki treivst serliga væl í
Føroyum, hóttu við at forða
spælaranum at koma til
landið, og tí mundu fá í
B36 hava vónina um, at
spælarin skuldi koma aftur
til Føroya í 2008.
Og tað kemur hann so
heldur ikki. Tollaksmessu
dag kundi Birkirkara boða
frá, at felagið hevur fingið
ályeparin í hópin hjá sær.
Jákup í Stórustovu, sum
er umboðsmaður hjá Sylla,
sigur, at talan er um hálvt
ára sáttmála, sum partarnir
hava gjørt.
Tað er eingin loyna, at
Sylla hevði hug at royna
nakað nýtt. Og við at fara
til Malta verður talan uttan
iva um heitari umstøður,
enn hann er vanur við her
hjá okkum.
Sambært Actim
Index, ið er almenna
styrkismetingin av
spælarum í enskum
fótbólti, er Carlos
Tevez hjá Manchester
United besti spælari
í Premier League
higartil í ár. Eisini
Rio Ferdinand og
Cristiano Ronaldo
eru at finna á topp
10listanum
Fótbóltur
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Tevez, ið um stutt fyri jól
varð matchvinnari á Anfield
móti
Liverpool,
hevur
staðið seg framúr væl síðan
skiftið frá West Ham United
í summar. Nærum uttan at
hava
vant
við
nýggju
liðfeløgunum varð hann
blakaður í eldin, tá Luis
Saha og Wayne Rooney
drógust við skaðar. Síðan tá
hevur Tevez ikki verið til at
steðga.
Í 19+3 dystum hava
hansara
dygdir
vunnið
honum níggju fulltreffarar
sjey av teimum í Premier
League.
Hóast
mongu
málini, er tað hansara skil
fyri spælinum, spæligleði,
fantastiski arbeiðsmoralur
og óhoyrdu evni hansara at
samspæla
við
álopsmakkaran
Wayne
Rooney, ið kanska hava
imponerað mest av øllum.
Hesir
eginleikar
hava
samlað
vunnið
honum
ovasta pláss á Actim Index
styrkislistanum,
millum
spælarar í Premier League í
heyst.
Tevez hevur otað seg
fram
á
fremsta
pláss,
frammanfyri Cesc Fabregas
hjá Arsenal, og merkisverda
og
dugnaliga
Benjani
Mwaruwari frá Portsmouth.
Rio Ferdinand og Cristiano
Ronaldo eru eisini millum
tíggju teir bestu, á ávíkavist
áttanda
og
níggjunda
plássi.
Sylla fór til Malta
Tevez er bestur
Á Malta eru tey í Birkirkara fegin um, at Sylla nú skal skora fyri felagið heldur enn ímóti
Mynd: www.birkirkarafc.com
Carlos Tevez hevur alt fyri eitt staðfest sína støðu sum ein av
bestu áleyparunum í Premier League
Mynd: Polfoto/AP
ACTIM INDEX' TOPP 10
Stigini á talvuni eru baserað á mál, skot, offsidestøður,
avleveringar, tacklingar, blokeringar, burturspørk og nøgd
av fríspørkum.
Spælari
Felag
Stig
1 Carlos Tevez
Manchester U
316
2 Cesc Fabregas
Arsenal
310
3 Benjani Mwaruwari
Portsmouth
297
4 Martin Petrov
Manchester C
286
5 Frank Lampard
Chelsea
282
6 Gabriel Agbonlahor
Aston Villa
279
7 Emmanuel Adebayor
Arsenal
276
8 Rio Ferdinand
Manchester U
275
9 Cristiano Ronaldo
Manchester U
271
10 Gael Clichy
Arsenal
267
FAKTA
Dia hevur
valt sínar
menn