Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-27, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. desember 2007síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 [ Nr. 249 - 27. desember 2007 ] Fyrrverandi føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørg­ensen var stóra hetjan, tá ið Blackpool spældi í næst­ bestu ensku fótbólts­ deildini annan jóladag­ Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Annar jóladagur er ein stórur fótbóltsdagur í Ong­ landi, og hendan dagin helt Claus Bech Jørgensen við sínum fyrsta máli í hesum kappingarárinum. Blackpool spældi á úti­ vølli ímóti Sheffield Unted, og fleiri enn 26.000 áskoð­ arar vóru til dystin. James Beattie, sum fyrst misnýtti brotsspark, legði Sheffield United á odda í fyrra hálv­ leiki. Tá ið góðir 20 minuttir vóru eftir at spæla javnaði Claus Bech Jørgensen fyri Blackpool, og 1­1 gjørdist úrslitið av dystinum. Úrslitið var kanska ser­ liga gott, tí Blackpool fekk longu í 8. minutti ein spælara vístan av vøllinum og spældi tí 10 móti 11 meginpartin av tíðini. Venjarin hjá Sheffield United, Bryan Robson, harmaðist eftir dystin um, at hansara spælarar høvdu misnýtt nógv góð tilboð, men tað løgdu teir fegnu Blackpool­spælararnir líka í. Blackpool er nú á 17. plássinum í enska Cham­ pionship. Trý stig eru niður til niðurflytingarstrikuna. Meðan hini liðini vóru farin í jólafrí, g­av Stjørnan sær sjálvum eina g­óða g­ávu við stórsig­ri á Neistanum Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast tað enn resta tíggju dystir at spæla hjá Stjørnuni, so er lítil ivi um, at tær longu nú hálva vegna hava bílagt sær pláss í FM­ finaluni í hondbólti. Leygardagin undan jólum avgreiddu tær útsetta dystin móti Neistanum, og hesin endaði við tryggum heima­ sigri til oddaliðið. Frá byrjan var tendringin hjá Stjørnuni í lagi, og so gekk skjótt at revsa mistøkini, sum Neistin framdi á vegnum. Longu í steðginum vóru fimm mál á muni, og so hevði Stjørnan ikki stór­ vegis trupulleikar av at halda fast um leiðsluna, sum enntá varð útbygd so heilt hampuliga væl sein­ astu løtuna. Við sigrinum er Stjørnan nú á 18 stigum. Níggju stig eru niður til VB á triða plássinum, men vágskvinn­ urnar hava tó tveir dystir tilgóðar. Stjørnan-Neistin 32-24 (16-11): Stjørnan langt fremst Sjtørnan-Neistin 32-24 (16-11) 10 min: 5-4 20 min: 12-8 40 min: 20-16 50 min: 26-19 Málskjúttar Stjørnan: Simona Petersen 10(3), Durita Christoffersen 7, Una Olsen 5, Louisa Andreasen 3, Joan Midjord Djordjevic 3, Bára Skaale Klakstein 3, Anna Kristina Samson 1 Neistin: Ása á Neystabø 7(4), Elin Stakksund 6, Anja Heinadóttir 4, Rakul Augustinussen 3, Nicoleta R. Hansen 2 Brotskøst: Stjørnan 3, Neistin 3 Útvísingar: Stjørnan 2, Neistin 3 Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen FAKTA Claus bjargaði Blackpool jólastig Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo KÍ hevur gjørt sáttmála við havnarmannin Bjarna Jørg­ ensen, sum næsta kapping­ arár tí verður at finna í bláu KÍ­troyggjuni. 23 ára gamli Bjarni Jørgensen hevur áður spælt fyri HB, Skála og AB. Hann hevur spælt á ungdómslands­ liðunum hjá FSF, og eitt skifti var hann eisini við í bruttohópinum hjá A­lands­ liðnum. Bjarni hevur spælt sum álopssinnaður miðvall­ ari, og hann kann bæði spæla í síðunum og mitt fyri. ­ Eg gleði meg til eina nýggja avbjóðing í KÍ, sum er millum tey stóru feløgini í landinum. KÍ hevur eina miðvísa ætlan fyri fram­ tíðina, og eg eri spentur til at gerast partur av hesari ætlan, sigur Bjarni Jørgen­ sen, sum hevur skrivað undir ein eitt ára sáttmála við KÍ. Bjarni fer til KÍ Klaksvíking­ar hava tryg­g­jað sær Bjarna Jørg­ensen, sum í fjør var á Arg­jum, og­ frammanundan spældi á Skála Átta mál og­ tríg­g­jar útvísing­ar fullu á Stamford Bridg­e annan jóladag­. Og­ tá Arsenal snávaði kundi Manchester United leg­g­ja seg­ á odda í ensku Premier Leag­ue Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Manchester United var helst stóri vinnarin um jólini, tá meistaranir við 4­0 sigri á Sunderland og fyrrverandi United­skiparanum, Roy Keane. Ein sigur, sum fekk eyka virði, tá Arsenal ikki megnaði at basa Portsmouth, og tí mátta lata oddasessin frá sær. Men meira enn hetta var tað dysturin á Stamford Bridge millum Chelsea og Aston Villa, sum tók tær heilt stóru yvirskriftirnar. Aston Villa setti nevnliga alt fyri eitt ein stóran hvøkk í heimaáskoðararnar, tá Shaun Maloney tvær ferðir sendi bóltin í meskarnar. Beint fyri steðgin minkaði Shevchenko tó um munin við brotssparki, og tá Aston Villa samstundis fekk Zat Knight riknan av vølli, hevði Chelsea betru kortini á hondini til seinna hálvleik. Her eydnaðist eisini Shev­ chenko og Alex at skjóta Chelsea framum, men gest­ irnir vildu ikki geva seg. Og við at avrætta eitt frí­ spark fekk Martin Laursen aftur javnvág í roknskapin. 10 minuttir fyri leiklok varð Carvalho rikin av vølli eftir ein ljóta tackling, men tá Ballack í 88. minutti sendi fríspark í netið, tóktist sig­ urin kortini at enda hjá heimaliðnum. Í yvirtíðini noyddist Ashley Cole tó at bjarga við hondini. Reytt kort til hansara og brots­ spark til Aston Villa. Og so kundi Gareth Barry tryggja Aston Villa eitt kærkomið stig. Í oddinum er støðan nú tann, at Manchester United er á odda við 45 stigum. Arsenal hevur 44 stig, og síðani koma Chelsea og Liverpool við ávikavist 38 og 36 stigum. Málveitsla á Stamford Bridge Dramatikkurin á Stamford Bridge var øgiligur. Á myndini er tað Zat Knight, sum fær fyrsta av teimum trimum reyðu kortunum, ið fullu í dystinum Mynd: Polfoto/AP Úrslitini um jólini 22. desember Arsenal-Tottenham 2-1 Aston Villa-Man City 1-1 Bolton-Birmingham 3-0 Fulham-Wigan 1-1 Liverpool-Portsmouth 4-1 Middlesbrough-West Ham 1-2 Reading-Sunderland 2-1 23. desember Man Utd-Everton 2-1 Newcastle-Derby 2-2 Blackburn-Chelsea 0-1 26. desember Chelsea-Aston Villa 4-4 Tottenham-Fulham 5-1 West Ham-Reading 1-1 Birmingham-Middlesbrough 3-0 Derby-Liverpool 1-2 Everton-Bolton 2-0 Sunderland-Man Utd 0-4 Wigan-Newcastle 1-0 Portsmouth-Arsenal 0-0 FAKTA Venjaratoymið í HB upp á pláss HB hevur á heimasíðu síni boðað frá, at teir nú eisini hava sett venjarar til næst besta liðið. Frankie Jensen, sum flutti til Føroya í fjør, og Áki Johansen, sum í fleiri ár hevur virkað sum ungdómsvenjari í felagnum, hava nevnliga skrivað undir tvey­ára sáttmála við felagið. Umframt at venja 1. deildarlið felagsins eru teir báðir eisini partur av toyminum kring Formula­hópin. Har er Rúni Nolsøe høvuðsvenjari, meðan Frankie Jensen verður hjálparvenjari. Fyri at fáa arbeiðið kring tey bæði liðini at ganga upp í eina eind er tó avrátt, at allir tríggir venjararnir eru partur av einum og sama toymi. Á myndini síggjast teir báðir saman við Birgiri Enghamar, formanni í HB. Clapson heldur neyvan fram í Føroyum Klaksvíkingar hildu seg hava fingið ein málverja, tá Paul Clapson kom til landið, men ein slíkan høvdu teir longu, og tí hevur bretin verið partur av KÍ­álopinum seinastu tvey kapp­ ingarárini. Tað verður hann tó neyvan í ár. Tosið hevur ljóðað um, at onnur føroysk feløg hava roynt at fáa fatur á spælara­ num, men Jákup í Stórustovu, umboðsmaður, sigur, at Clapson helst ikki heldur fram í Føroyum. ­ Enn er ikki talan um ítøki­ lig tilboð. Men tað er sannlíkt, at Clapson fer at spæla í onkr­ um av grannalondum okkara, sigur Jákup í Stórustovu. vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 10 9 - 0 - 1 292 218 74 18 2 Neistin 10 7 - 0 - 3 261 228 33 14 3 VB 8 4 - 1 - 3 179 170 9 9 4 StÍF 10 3 - 1 - 6 220 246 -26 7 5 Kyndil 11 3 - 1 - 7 237 276 -39 7 6 VÍF 11 2 - 1 - 8 226 277 -51 5