fríggjadagur 28. desember 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 250 - 28. desember 2007
tíðindi
Sølan av nýggjum
bilum frá 1. januar til
20. desember 2007
Suzuki gjørdist aftur í ár
mest
selda
bilmerki
í
Føroyum við tilsamans 367
bilum, Toyota 324, Ford
241, Citroën 200 og Peugeot
147.
Mest seldi Suzuki er
Swift við 116, mest seldi
Toyota er Corolla/Auris við
128 bilum, mest seldi Ford
er Transit við 57 bilum,
mest seldi Citroën er Ber
lingo við 84 bilum, og mest
seldi Peugeot er 207 við 39
seldum bilum.
Í tíðaskeiðinum 1. januar
til 20. desember vóru seld
2779 akfør í Føroyum, har
av 1789 persónbilar, 419
vørubilar, 20 hýruvognar
og 29 lastvognar, Fyri fyrstu
ferð er ein diplomatbilur
skrásettur í Føroyum.
Kelda: Akstovan
Fimm tey mest
seldu bilmerkini
Mest seldi Suzuki er Swift við 116 bilum, meðan 107 Suzuki Grand Vitara vóru seldur í sama
tíðaskeiði
Mest seldi Toyota er Corolla/Auris við 128 bilum. Corolla skifti navn til Auris fyrr í ár
Tvær ferðir í gjárkvøldið
mátti løgreglan til hjálpar,
tí pør vóru blivin óklár í
brennivíni.
Í tí eina førinum var kon
an so full og ólátað, at løg
reglan tók hana við á støð
ina, har hon mátti gista og
sova rúsin av sær, áðrenn
hon fór heimaftur í morgun.
Í hinum førinum var støð
an meiri alvorlig, tí har
hevði maðurin sligið kon
una, so hon fekk skaða, tó
at hann ikki var álvarsligur.
Í hesum føri tók løgreglan
málið í so stórum álvara,
at maðurin varð tikin við á
støðina at sova rúsin av
sær. Áðrenn hann slapp
útaftur, fekk hann so eisini
at vita, at hendingin førir
til, at hann nú er skuld
settur fyri harðskap ímóti
konuni.
-Áki-
Mátti skilja menn
og konur sundur
Her á gáttini til nýggja árið sendi eg øllum føroyingum bestu
nýggjárskvøður. Ein serlig heilsan til tykkara, ið stuðlaðu
Sambandsflokkinum á fólkatingsvalinum og eisini mær per
sónliga.
Í mangar mátar byrjar nú eitt spennandi ár við nógvum møgu
leikum.
Nýggja Løgtingið fær møguleika at viðgera og samtykkja fleiri
mál, ið kunnu flyta okkum væl fram á leið sum samfelag.
Føroyar mugu rætta kós við í størri mun at koma sær upp í
altjóðagerðina og venda henni til egnan fyrimun. Eisini skulu
bleyt virði sum t.d. útbúgving, trivnaður og livikor sum heild
raðfestast hægri enn asfalt og beton.
Á Fólkatingi er avbjóðingin at samstarva við hegni, so vit í
Føroyum fáa ítøkilig úrslit burtur úr tí, sum Ríkisfelagsskapurin
bjóðar okkum, ið eru partur av honum.
Eitt stórt nýggjársynski er, at veljarar til løgtingsvalið tann 19.
januar 2008 lata vit og skil ráða og tí velja Sambandsflokkin. Í
flokkinum hava vit dirvi at stýra Føroyum búskaparliga sunt, so
pláss verður til at styrkja bleytu virðini.
Við bestu nýggjárskvøðum
Edmund Joensen
Nývaldi fólkatingsmaðurin, Edmund Joensen, á fundi við danska forsætisráðharran, Anders
Fogh Rasmussen, stutt eftir fólkatingsvalið í november. Edmund Joensen, sum er løgtings
formaður fram til løgtingsvalið, fer nú undir arbeiðið í Fólkatinginum. Hann leggur dent á at
samstarva við stjórnina, so ítøkilig úrslit kunnu fáast burturúr fyri Føroyar. Edmund Joensen
stillar upp til løgtingsvalið 19. januar.
Mynd: Símun J. Hansen
Spennandi nýggjár
við politiskum avbjóðingum