Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. desember 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nýggjársblaðið 2007 4 Hóast alt fleiri kvinnur lúka framúr góð prógv á hægsta stigi, so fáa tær ikki meira vald ella hægri løn. Yngri kvinnurnar eru nevniliga líka langt burtur frá best løntu størvunum sum mammur og ommur teirra Hóast kvinnurnar seinastu ártíggjundini hava tikið langar og høgar útbúgvingar, hevur tað kortini ikki eydnast teimum at fáa størri part av teimum væl løntu størvunum. Tað vísir ein kanning, sum vikubrævið A4 endurgevur. Kanningin vísir, at 79 prosent av samfelagselituni enn menn, og myndin er nøkulunda eins í øllum aldursbólkum. Kanningina hevur Arbejder­ bevægelsens Erhvervsråd gjørt fyri Ugebrevet A4, og setir hon fokus á ”nýggju elituna” – tey átta prosentini, sum hava hægstu inntøkurnar og longstu útbúgvingarnar. Ella tey somu, sum áður komu undir heitið sosialbólkur 1. ­ Kanningin átti at latið eyguni upp á teimum nógvu, sum halda, vit hava javnstøðu í Danmark. Tað er mikið rætt, at fleiri kvinnur taka universitetsútbúgving. Men tá próvtøkan er av, eru tað menninir, sum førka seg uppeftir, meðan kvinnurnar verða standandi í køkinum við børnunum, sigur Karen Sjørup, granskari við Roskilde Universitetscenter. Prógvið lítla ávirkan Higartil hevur verið hildið, at so hvørt sum kvinnurnar tóku hægri og hægri útbúgvingar, fór javnstøðan á arbeiðs­ marknaðinum at hækka. Í bólkinum hjá teimum 60­64 ára gomlu eru bara 29 prosent av teimum, sum hava hægri útbúgving, kvinnur. Millum tey ungu undir 35 hava umleið helmingurin hægri útbúgving. Men nýggja kanningin vísir, at framgongdin á útbúgv­ ingarøkinum hevur ógvuliga avmarkaða ávirkan á kynsbýtið á arbeiðsmarknaðinum. Kvinnuligi parturin av elituni er nakað hægri í yngru ættarliðunum, men sjálvt í teimum best útbúnu árgangunum er parturin av kvinnum bara 23­24 prosent. Kanningin vísir eisini, at 11 prosent av monnunum í elituni hava eina bruttoinntøku á yvir eina millión, meðan hesin parturin av kvinnunum í elituni er 5 prosent. Seta kend fólk í starv Sambært serfrøðingunum eru fleiri forðingar eftir hjá kvin­ nunum, tá tær hava fingið prógvið í hondina. Í hesum sambandi er ein forðing menninir. Karen Sjørup sigur, at: ­ Nógvar kvinnur føla ikki, at tær verða bodnar inn í maskulina umhvørvið, har valdið verður býtt út. Mannligir leiðarar hava tað við at velja aðrar menn. Jeanette Løgstrup, er kunningarstjóri í tryggingar­ felagnum Codan, og ein av høvundunum handan bókina “Kunsten at gøre karriere”. Hon vísir á onnur viðurskifti á arbeiðs marknaðarmentanini: ­ Í nógvum fyritøkum hava relatiónir framvegis nógv at siga, tá størv skulu setast. Tað merkir, at fólk hava lyndi til fyrst og fremst at velja tey, tey kenna – og harvið verður tað ofta eitt val millum Rip, Rap og Rup. Leiðslan velur nøkur út, sum líkist henni sjálvari, sigur Jeanette Løgstrup. Fólk trúgva ikki upp á visiónina Ein kanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin, vísir, at fólk hava ikki stórvegis trúgv til Visión 2015 ætlanina hjá landsstýrinum. Málið er, at Føroyar skulu verða heimsins fremsta land í 2015, men í kanningini eru tað bara góð 10 prosent av teimum spurdu, sum rokna við hesum. Fleiri enn 80 prosent rokna ikki við, at Føroyar gerast heimsins fremsta land í 2015. Ógvusligur eldur Gamla Statoilstøðin í Trongisvági brendi í grund. Ein stór spreinging hoyrdist, og eldurin var øgiligur. Bygningurin sum brendi, hevur áður verið Statoilstøð, men hevur í nøkur ár staðiðpartvís tómur, ella nýttur til onnur endamál. Í vestara enda í høvuðsbygninginum stóð ein oljubilur. Hann varð fingin út, júst sum eldurin breiddi seg. Handverk í søguna Skipasmíðið á Skála Skipasmiðju er ikki tað, sum tað einaferð var. ­ Vit hava einar 12 mans eftir á Skála Skipasmiðju, sum í sínari tíð vóru við til at smíða skip. Fleiri av hesum eru komnir nakað upp í árini, og fáa vit ikki onkran nýggjan sáttmála um skipabygging skjótt, fer hetta handverkið so líðandi í søguna, sigur Dánjal Andreassen, fyrisitingarleiðari á Skála Hóast høga útbúgving hava kvinnur trupult við at sleppa fram at leiðandi størvum ’’ - Tað er ikki nakað ókent fyribrigdi, at um tú fyrst byrjar at verða nøgdur, so blívur tú dovin, og so ert tú liðugur. Peter Holm, stjóri í Kaupthing Bank - Ætlanin at seta fullkomið roykiforboð í gildi er eitt sindur hysterisk og ber brá av puritanskum forstoppilsi. Hinvegin vildi eg ynskt, at eitt vet av tí nógv umrødda tolseminum eisini dryppaði á okkum roykjarar. Kristian Magnussen, løgtingsmaður Kvinnur fáa ikki meiri vald ella hægri løn ’’ Januar