fríggjadagur 28. desember 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 250 - 28. desember 2007
5
Nógva ferðin í samfelagnum setur okkum stór krøv. Spennandi krøv. Tí økist og
mennist eisini virksemið hjá P/F Elektron skjótt. Og her er tað, at vit hava brúk fyri
tær sum projektleiðara ella forritara. Ovmikið er at gera, so vit ynskja at seta fleiri
fólk í starv á báðum økjum.
Vit raðfesta trivnaðin høgt. Her skal starvsfólkið trívast; fáa hóskandi
avbjóðingar og hava møguleikan at menna seg fakliga eins og persónliga.
Vit vilja eisini, at starvsfólkið er eyðkent fyri sín eldhuga, ábyrgdarsemi og
hugin at vera til tænastu.
PROJEKTLEIÐARAR
Arbeiða við at menna ymsu skipaninar saman við okkara dugnaligu
starvsfólkum á Menningardeildini. Vit síggja fyri okkum, at tú ert ein
sjálvstøðugur persónur, sum hugsar í loysnum, ert nærlagdur og
málsøkin. Eisini er samstarv ein av tínum dygdum, eins og samskifti er
tað í bæði skrivt og talu.
WEB/.NET & HOST- FORRITARAR
Fara at fáa avbjóðandi og fjølbroyttar uppgávur í tí livandi og góða
umhvørvinum á Menningardeildini, har 25 fólk starvast. Deildin veitir
skipanir og tænastur til føroysku peningastovnarnar og almennar
stovnar.
Vilt tú verða Web/.Net forritari hjá okkum, er tað ein fyrimunur, um tú
hevur royndir við til dømis .NET, C#, VB, SQL, XML, AJAX, JAVA,
Sharepoint og Web-tænastur.
Er tú hinvegin Host forritari, hugsa vit okkum, at tú áður hevur arbeitt
við eitt nú PL1, CICS og DB2.
Vilt tú vita meira um størvini, ert tú vælkomin at seta seg í samband við
Sámal Samuelsen, tlf. 345 108. T-postur: samals@elektron.fo.
UMSÓKNARFREIST
Umsóknir við avriti av møguligum prógvum skulu vera okkum í hendi í
seinasta lagið á middegi mánadagin 7. januar 2008. Send umsóknina til
P/f Elektron, Staravegur 9, Postboks 3219, FO-110 Tórshavn, att: Ulla
Joensen. Ella við telduposti til ulla@elektron.fo.
P/f Elektron er millum landsins størstu veitarar av KT-tænastum til fíggjarfyritøkur, almennar stovnar og vinnuvirkir.
Umframt at menna skipanarloysnir, veita vit tænastur innan infrastruktur og ymiskar hostingloysnir.
Visiónin er, at okkara skipanar- og tænastuveitingar hava við sær, at kundin kann fremja framúr avrik á sínum
virkisøki, samstundis sum trygdin og rakstrarstøðufesti eru í topp. 90 fólk starvast hjá P/f Elektron.
Projektleiðarar og forritarar til Elektron
Stephanssons Hús
Stórur Country-danSur
Argja Bóltfelag skipar fyri stórum Country-dansi í Ítróttarhøllini á Hálsi
leygarkvøldið 26. januar.
Luttakandi bólkar eru: Hallur Joensen Band, Ragnar í Vík og Twilight.
Øllum verður ynskt eitt gott nýggjár.
Vinarliga Argja Bóltfelag
lýsingar