fríggjadagur 28. desember 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nýggjársblaðið 2007
5
Av øllum heimsins
íbúgvum eru
føroyingar teir, sum
skikka sær best.
Onga aðrastaðni í
heiminum sita so
fá fongslað sum í
Føroyum. Fyri hvørji
100.000 fólk sita 15
føroyingar inni
dagliga, og hetta er
nógv minni enn
nakra aðrastaðni
Hesi tøl framganga í eini
kanning, International Centre for
Prison Studies í King’s College í
London hevur gjørt. Í kanningini
luttóku 214 sjálvstøðug lond og
ósjálvstøðug øki, har í millum
Føroyar.
Hetta er sjeynda ferðin
kanningin verður gjørd, og eftir
hvørja kanning verður eitt yvirlit
almannakunngjørt, ein listi,
sum verður róptur World Prison
Population List.
Sjeynda útgávan av World
Prison Population List, sum
kom út fyri kortum, fevnir um
tíðarskeiðið millum tíðliga í
2004 og til oktober 2006. Í
hesum tíðarskeiði eru umsitingin
hjá teim ymsu fongslunum
spurd eftir, hvussu tað sær út
hjá teimum í mun til talið av
innsettum fangum.
Tað eru hesi tøl, sum nú verða
almannakunngjørd, og tað er
her tað verður staðfest, at fyri
hvønn íbúgva er tað ongastaðni
í heiminum, at tað sita so fá fólk
fongslað sum í Føroyum.
Bert sjey fólk
um dagin
Sambært World Prison Population
List sita dagliga í miðal 15
føroyingar inni fyri hvørji 100.000
fólk. Hetta grunda teir á, at tá
teir í 4. oktober 2005 spurdu eftir
í Føroyum, hvussu nógv sóta inni
dagliga í miðal, var svarið 7 fólk.
Samstundis varð upplýst, at tað
búðu 47.000 fólk í Føroyum tá.
Hetta tal er nógv minni enn hjá
nøkrum øðrum landi á listanum.
Føroyar liggja langt aftast, men
fyri einaferð skyld er tað flott
at liggja aftast. Føroyar liggja
eisini langt aftri á listanum,
tá tað kemur til PISA-úrslit og
styrkilistan hjá FIFA, men tað er
vanliga ikki nakað, vit eru errin
av.
Londini, ið liggja næst okkum
á listanum, eru Nauru og
Burkina Faso. Har sita dagliga 23
fongslaði í miðal um árið. Onnur
lond, sum liggja aftarlaga eru
Liechthenstein, Sierra Leone og
Mali.
USA fremst
Ísland er næsta grannaland
okkara á listanum. Har sita í
miðal 40 fólk inni dagliga fyri
hvørji 100.00. Í Noreg er talið 66,
Danmark 77 og Svøríki 82.
Ikki óvæntað liggur USA fremst
á listanum. Langt fremst. Har
sita dagliga 737 fangar fyri hvørji
100.000 fólk. Næst fremst er
Russland, har í miðal 615 fólk sita
inni um dagin fyri hvørji 100.000.
Onga aðrastaðni í heiminum sita
so fá fólk í fongsli sum í Føroyum
Kongaligan
heiður
Føroysku hjúnini Erna og Njál
Djurhuus fingu norska heiðurin
“kongens fortjensmedalje
i gull” fyri teirra áhaldandi
arbeiði millum tey fátøku og
rúsevnismisnýtarar í Oslo.
Nógv hava lagt merki til
teirra stóra arbeiði – og teirra
millum eru eisini Haraldur
kongur og Sonja drotning.
– Hetta var ikki í okkara tonk-
um, at vit skuldu útnevnast til
nakað slíkt. Tað kom sum ein
bumba á okkum bæði tvey,
tá vit ein dagin í januar fingu
telefon við boðunum um, at
avgerð var tikin um at geva
okkum hendan heiðurin, sigur
Njál Djurhuus.
Karstin valdi
smala vegin
Tað var gjørt nógv burtur úr,
tá ið løgtingsmaðurin Karsten
Hansen fór úr Tjóðveldis-
flokkinum og ætlaði sær upp
í ein annan flokk. Valið fall á
Miðflokkin.
- Summi halda, at eg havi
tikið eina øra avgerð, men
eg hvíli í hesi avgerðini, og
eg eri sannførdur um, at eg
havi valt rætt. Eg hevði eisini
aðrar møguleikar, men hetta
var tað rætta fyri meg, hóast
eg havi traðkað á tunnan ís og
ikki veit, hvussu mín politiska
framtíð nú verður, sigur
Karsten Hansen.
Navigator
á land
Størsta fiskiskipið í flotanum
rendi á land, tá ið tað var á
veg til Klaksvíkar eftir góðan
túr. Atlantic Navigator kom at
standa á landi á Kunoyarnesi,
men alt spældi væl av. Skipið
var sleipið leyst aftur eftir
nakrar tímar og legði at
bryggju í Ánunum.
- Tað var eitt sindur undar-
ligt at standa soleiðis uppi á
landi, men eg legði ikki merki
til nakran panikk. Øll vóru púra
rólig, sigur Símun Pauli Viðbjørg,
sum var ein av manningini.
Februar
’’
– Eg náddi at staðfesta at kreppa hevði
rakt Føroyar, áðrenn eg fór frá, men loysnin
á kreppuni varð latin upp í hendurnar á
Nyrupstjórnini. Men eg haldi, at eg hevði
verið nakað væl skrappari enn Nyrup var.
Poul Schlüter, fyrrverandi forsætisráðharri
– Vit vita øll, at tað finst ongin verulig javnstøða
her í Føroyum. Eitt nú eru vit sum samfelag líka
ússalig á hesum øki, sum eitt so tilafturskomi land
sum Afghanistan, so tað er hart tiltrongt at seta
kvinnukorini á breddan.
Lena L. Mohr, blaðstjóri á Kvinnu
’’
Føroyingar skikkiligast
í heiminum