Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 100 - 29. mai 2001 Nr. 100 - 29. mai 2001 3 gult2 cyan2 magenta2 svart2 gult3 cyan3 magenta3 svart3 Sáttmálin, sum Før- oya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðs- kvinnufelag, skrivaðu undir síðstu nátt, er slóðbrótandi, tí nú fáa tey, sum hava royndir á einum arbeiðsplássi, hægri løn enn tey, sum lítlar, ella ongar royndir hava SEMINGSUPPSKOT Áki Bertholdsen – Hesin sáttmálin er søgu- ligur. Og tað eru vit fegin um. Feløgini, sum hava verið í verkfalli í næstan tríggjar vikur, gjørdi í hvussu so er eitt veruligt framstig í teirri semjuni, sum varð undir- skrivað tíðliga í gjára- morgunin. Og tað er, at nú fáa tey, sum hava royndir á einum arbeiðsplássi, hægri løn enn tey, sum lítlar, ella púra ongar royndir hava. – Tað er nakað spildur- nýtt í sáttmálum hjá tíma- løntum, bæði í Føroyum og í øllum grannalondum okk- ara, uttan í Íslandi, og tí er hettta ein søgulig løta hjá føroysku arbeiðarafjøldini, sigur Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Ar- beiðarafelag. Somu lønarhækking Annars gevur semjan, sum nú er gjørd, limunum í Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag somnu lønarhækking, sum Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík fingu, tá ið tey skrivaðu undir nýggjan sáttmála, fyrst í mei. Talan er um ein tvey ára sáttmála og 1 mei í ár hækkar grundlønin 4,24 krónur um tíman og 1. mei næsta ár, hækkar hon aftur 4,24 krónur um tíman. Somuleiðis hækkar eftirlønin. Tann 1. mei í ár, hækkar eftirlønin 0,8% og 1. mei næsta ár, hækkar hon aftur 0,8%. Yvirtíðin leygardag, frá kl. 8-24, verður 65%. Annars verða áseting- arnar strikaðar fyri arbeiði á fiskavirkjum, sum varar styttri enn trý samdøgur. Tað vil siga, at verður arbeitt í vaktum, skal tað vera í minst trý samdøgur, annars, skal vanlig yvirtíð gjaldast. Fáa tvær krónur afturat Men afturat vanligu lønar- hækkingini, fáa tey, sum hava trý ára starvstíð hjá sama arbeiðsgevara, eina eyka viðbót upp á eina krónu um tíman. Tey, sum hava arbeitt í fimm ár hjá sama arbeiðs- gevara, fáa eina krónu afturat, soleiðis at tey, so- statt fáa tvær krónur meiri um tíman, enn vanliga tímalønin er. Við starvstíð er at skilja tann tíð, sum hevur verið í starvi hjá sama arbeiðs- gevara. Tá virki skiftir eigara, skal starvstíðin hjá fyrrverandi eigarum teljast við í starvstíðina hjá nýggja eigaranum. Hesar viðbøturnar fyri starvstíð koma partvís í gildi beinanvegin, tí hálv viðbót fyri trý ára starvstíð verður latin longu frá 1. mai í ár. Tað vil siga, at tey, sum nú hava verið á sama arbeiðsplássi í trý ár, fáa eina eyka viðbót upp á 50 oyru um tíman frá 1. mei í ár at rokna. Hjá teimum, sum hava verið trý ár á sama arbeiðs- plássi, hækkar tímalønin 1. mei í ár sostatt fyrst 4,24 krónur í vanligari lønar- hækking, men harumframt fáa tey 50 oyru í aldurs- viðbót. Hækkingin er so- statt 4,74 krónur um tíman tilsamans. Næsta ár hendir onki, men full viðbót fyri trý ára starvstíð verður latin frá 1. mai 2003. Viðbótin fyri fimm ára starvstíð verður latin frá 1. mai 2005. – Arbeiðsfólkið kring landið hevur verið heilt fantastiskt at stuðla verkfallinum. Ofta hevur leikað hart á, men tað rínur ikki við longur, sigur Ingeborg Vinther SEMJA Áki Bertholdsen – Hevði tað ikki verið fyri tann ovurhonds stóra stuð- ulin, vit hava fingið, høvdu vit aldrin komið so frægt ígjøgnum verkfallið, sum vit komu. Ingeborg Vinther, for- maður í Føroya Arbeiðara- felag, sigur, at verkafólk kring landið, hava verið heilt fantastisk at stuðla verkfallinum. – Tað hevur ikki verið nakar slingur í valsinum. Heilt norðast úr Norð- oyggjum, til Sumbiar hava vit fingið fullan stuðul, og tað ger sjálvsagt, at tað er lættari at koma ígjøgnum. Hon sigur, at allastaðni úr landinum eru fólk komin inn á meginøkið at standa verkfalsvaktir, eisini úr Suðuroynni. Samstundis hava eldri limir stákast innandura, har tey smurdu breyð, bakaðu og kókaðu drekka og annars fingist við fyrifallandi arbeiði. – Høvdu øll hesi fólkini ikki tikið so væl undir við verkfallinum, hevði ikki so frægt komið burturúr, sum tað kom. Tað ger, at vit føla okkum sterk. Annars sigur Ingeborg Vinther, at hon er so von við, at tað leikar hart á, og at ágangurin er stórur í eini verkfalsstøðu, at tað rínur ikki við longur. – Sjálvandi leikaði hart á viðhvørt, men eg haldi, at vit høvdu tamarhald á støðuni alla tíðina. Valdu at taka stríðið Hon sigur, at tey valdu at tak hetta stríðið fyri at varðveita tey demokratisku rættindini, sum feløgini hava. – Arbeiðsgevararnir hava ikki viljað samráðst út frá teimum krøvum, vit høvdu sett, men tað vóru teir so noyddir til at enda. Annars hevur Ingeborg Vinther als ongar viðmerk- ingar til, at sáttmálin hjá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnu- felag, aftur nú er øðrvísi enn sáttmálin hjá Havnar Arbeiðsmannafelag. – Eg kann bara siga, at vit hava barst sjálvi fyri hvørjum komma í okkara sáttmála og tað hava vit tað gott við, sigur Ingeborg Vinther. Fólk við royndum fáa hægri tímaløn Tey, sum hava verið minst trý ár á sama arbeiðsplássi, fáa nú tvær lænarhækkingar frá 1. mei í ár. Fyrst fáa tey vanligu lønarhækkignina upp á 4,24 krónur um tíman. Men harumframt fáa tey eina aldursviðbót upp á 50 oyru um tíman. Lønarhækkingin er sostatt 4,74 krónur um tíman. Myndin er av samráðingunum mánanáttina. Mynd: Jens Kr. Vang Fólkið hevur verið heilt fantastiskt – Ofta leikaði hart á, men tann fantastiski stuðulin gjørdi, at vit føldu okkum sterk, sigur Ingeborg Vinther. Myndina tók Jens kr. Vang av samráðingunum á Hafnia mánanáttina Lesið meira um semjuna á síðu 10 Runavíkar Skúli skipaði mána- morgunin fyri sam- komu í samband við, at næmingar úr skúlanum vunnu spurnarkappingina millum framhalds- skúlarnar í landinum SPURNARKAPPING Edvard Joensen Runavík: Tað flaggar uttan fyri skúlan í Runavík. Nógvir bilar standa á par- keringsplássinum, og væl av fólki er á gongd. Tey koma at heiðra tey, sum vunnu spurnarkappingina, sum verið hevur í Útvarp- inum millum framhalds- deildirnaar hjá føroysku skúlunum. Væl av fólki var komið saman í skúlanum., For- eldur, næmingar, lærarar, býráðslimir og eisini onkur løgtingsmaður, legði leið- ina framvið at ynskja til- lukku. Borð var sett upp fram við vegginum við rund- stykkjum, kaffi og onkrum øðrum leskandi, sum fók fingu sær av. Tey vistu væl, næmingar- nir úr Runavíkar skúla. Vunnu kappingina annað árið á rað. Og tvey teirra vóru eisini við á liðnum, sum vann í fjør. Men hetta er ikki fyrstu ferð, Runavíkar Skúli vinnur slíka kapping, greiðir skúlaleiðarin, Ing- vard Lamhauge, frá. Í sekstiárunum var eisini slík kapping, og tá vann Runa- víkar Skúli eisini tvær ferðir. Samkoman í skúlanum mánamorgunin byrjaði við, at borgarstjórin, Rodmund- ur Nielsen, beyð vælkomin. Hann lat síðan orðið til landsstýrismannin við mentamálum, Torbjørn Jacobsen. Men hann var so svangur, segði hann, at hann vildi hava kaffi og rundstykkir, áðrenn hann fór at tala. Tá tað var fingið niður- um, helt Torbjørn eina av sínum eyðkendu røðum. Hann tók ríviliga til, og rósti næmingum og lærar- um fyri eina góða og spennandi kapping. Hann helt seg hava lagt merki til, at eitt evni, tey vóru eit sindur lakari í enn øðrum, var tað bókmenta- liga. Tí hevði hann keypt teimum eina góða bók í part, sum han handaði sum gávu frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum. Eisini Hans Petur Ellingsgaard, formaður í Mentanarnevnd Runavíkar Býráðs, helt røðu og takkaði teimum tirmum unglingunum, sum so virði- liga høvdu umboðað kommununa. Eisini hann handaði teimum gávur, eins og hann gav lærarunum, sum fylgt teimum hava alla kappingina, nøkur góð orð og eina gávu í part. Tí, sum hann segði, er einki lið, sum klárar seg uttan góðan venjara. At enda helt skúlaleiðar- in í Runavíkar skúla, Ing- vard Lamhauge, røðu vegna skúlan, har hann millum annað las upp heilsu, sum komin var frá Studentaskúlanum og HF Skeiðnum á Kambsdali, har tey ynsku tillukku. Eisini handaði skúlaleiðarin næmingum og lærarum gávur. Svarið er rætt Poul Eli Olsen, Jens Dalsgaard, Margith Lamhauge, Ingvard Lamhauge, Tóri Højgaard og Hans Poulsen hava í felag mannað vinnaraliðið úr Runavíkar Skúla Mynd: Edvard Joensen C M Y K 3 2