týsdagur 29. mai 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 100 - 29. mai 2001
Nr. 100 - 29. mai 2001
5
gult4 cyan4 magenta4 svart4
gult5 cyan5 magenta5 svart5
Fólk á Syðradali stríð-
ast fyri at fáa veg frá
ferjuleguni til bygd-
ina, men higartil
hevur Landsverkfrøð-
ingurin ikki vilja
broytt sína ætlan um
at gera verandi veg í
stand
ÚTOYGGJ
Eyðun Klakstein
Kalsoy: Fólk á Syðradali
vilja hava veg frá ferjuleg-
uni til bygdina og síðani
norður í oynna. Men enn
hevur ikki borið til at sann-
ført
Landsverkfrøðingin
um, at hetta er betri loysn
enn at breiðka gamla vegin.
Útoyggjaálitið
viðger
vegin á Syðradali, og í hes-
um áliti verður staðfest, at
vegurin
hevur
alstóran
týdning fyri bygdina.
Gamli vegurin liggur
norður í Knúksdal, sum er
hálva leið til Húsar. Skal
ferðsla av Syðradali og
oman á ferjuleguna má
leiðin leggjast norður í
Knúksdal og síðani suður-
eftir gamla vegnum.
Hetta er langur teinur at
koyra, og fólk í Kalsoynni
eru samd um, at best hevði
verið, um nýggjur vegur
varð
gjørdur
gjøgnum
bygdina og síðani norður í
oynna.
Sakna samstarv
Í Útoyggjaálitinum, sum
kom fyrr í ár, verður mælt
til, at vegur verður gjørdur
gjøgnum bygdina, men
bara eina viku eftir at álitið
var komið, fór Landsverk-
frøðingurin
undir
at
breiðka gamla vegin.
– Tá Útoyggjaálitið kom,
vónaðu vit, at tað fór at
gera mun og at betra um
støðuna hjá útoyggjunum,
men soleiðis er ikki í hes-
um føri, sigur Paulina Eli-
asen, sum er útoyggja-
umboð í Húsa kommunu.
– Vit sakna samstarv við
Landsverkfrøðingin, tí hjá
okkum er eingin ivi um, at
vegurin skal liggja gjøgn-
um bygdina. Tað er besta
loysn fyri okkum og oynna,
sigur
Paulina
Eliasen.
Verkfallið gjørdi, at ar-
beiðið at breiðka gamla
vegin steðgaði, og seinastu
vikurnar hava fólk á Syðra-
dali havt nógv samband við
Landsverkfrøðingini
og
politikarar fyri at fáa broytt
ætlanina hjá Landsverk-
frøðinginum.
Men enn vita tey ikki, um
hetta hevur eydnast. Á
Syðradali bíða tey tí spent
eftir, um Landsverkfrøð-
ingurin nú fer at seta gongd
á arbeiðið við gamla vegn-
um aftur, ella um ætlanin
verður broytt soleiðis, sum
bygdafólkið vil hava hana.
Fløguaktuelli
rockbólkurin fer at
spæla nógv komandi
vikurnar, og teir
verða afturvendandi
navn til dansir og
konsertir í summar
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Við eini nýggjari fløguút-
gávu í bakinum fer føroyski
rockbólkurin, All that Rain,
at spæla kring landið næstu
vikurnar.
Bólkurin er sera væl
dámdur sum dansi- og
konsertbólkur, og teir verða
eitt heitt navn komandi vik-
urnar – bæði til summar-
stevnurnar og onnur tiltøk.
Fríggjadagin kom nýggja
fløga teirra, The Naked
Truth, út, og hon hevur
fingið góða móttøku –
bæði í loftmiðlunum og í
fløgubúðunum.
Leygarkvøldið spældi All
that Rain beinleiðis í Út-
varpi Føroya úr Studio
Pegasus í Klaksvík. Hetta
var í sendingini Leygar-
kvøld, sum var á skránni
fyri seinastu ferð fyribils.
All that Rain framførdu
tríggjar sangir av nýggju
fløguni í Útvarpinum, og
hetta riggaði sera væl.
Bólkurin hevur nú eisini
fingið sína egna heimasíðu,
sum er at finna á adressuni
allthatrain.com. Har ber til
at lesa ymiskt um bólkin og
nýggju útgávuna.
All that Rain nógv at gera
All that Rain spældu leygarkvøldið beinleiðis í Útvarpi Føroya
úr Studio Pegasus í Klaksvík
Vilja hava vegin gjøgnum
bygdina
Kósavirkið í Klaks-
vík hevur í mai
mánaði virkað 400
tons meiri enn í
farna mánaði
FISKIVINNA
Eyðun Klakstein
Kósavirkið í Klaksvík
hevur havt úr at gera,
meðan verkfallið hevur
lagt bein fyri nógvum av
hinum fiskavirkjunum í
landinum.
Arbeiðarafeløgini
í
Klaksvík gjørdu sátt-
mála við arbeiðsgevar-
arnar fyri trimum vikum
síðani, og tí hevur verk-
fallið ikki órógvað ar-
beiðið á Kósavirkinum.
– Vit hava arbeitt mill-
um 200 og 250 tons um
vikuna, og vit koma
helst upp á 1000 tons
hendan mánaðin, sigur
Adrian Dalsá, stjóri á
Kósini.
Í farna mánaði virkaði
Kósin 600 tons, og tí er
talan um fittan vøkstur.
Eisini tá sammett verður
við árstíðina, hevur Kós-
in havt munandi meiri at
gjørt hendan mánaðin.
Rímuligan prís
Hóast lítil kapping hev-
ur verið um fiskin, hev-
ur Kósin roynt at latið
hampuligan prís.
– Vit halda okkum
hava latið rímiligan prís,
tí tað loysir seg ikki hjá
okkum at trýsta prísin í
botn. Vit skulu jú liva
víðari eftir verkfallið,
sigur Adrian Dalsá.
– Vit kundu havt
misbrúkt støðuna, men
tað halda vit okkum ikki
hava gjørt.
Farnu vikurnar hevur
Kósin fingið rávøruna
bíligari enn vanligt er,
og tað er gott ískoyti til
raksturin av virkinum,
hóast lønirnar fóru upp
fyri trimum vikum síð-
ani.
Kósin virkað meiri fisk
enn vanligt
Fiskamarknaðurin
í Klaksvík hevur
havt nógv at gera
verkfalsvikurnar
FISKIVINNA
Eyðun Klakstein
Klaksvík: Fiskamarkn-
aður Føroya í Klaksvík
hevur havt nógv at gera
farnu vikurnar, meðan
verkfall hevur verið í
stórum parti av landin-
um.
Ávísir bátar hava ver-
ið oftari í Klaksvík og
landa, enn teir plaga at
verða.
– Vit hava ikki tikið
ímóti nógv meiri fiski,
enn vit plaga at gera,
men býtið hevur verið
øðrvísi. Stóru útróðrar-
bátarnir í Klaksvík hava
ligið, meðan trolbátar og
aðrir hava landað her,
sigur Kristian Fríðrik
Olsen, leiðari á Fiska-
marknaðinum í Klaks-
vík.
Kósin hevur verið
størsti keyparin farnu
vikurnar, tí har hevur
einki verkfall órógvað.
Okkurt er selt um tele-
fonina, men tað mesta er
farið til Kósina, sum er
granni hjá Fiskamarkn-
aðinum.
Uppboðssølan
í
Klaksvík hevur farnu
tríggjar vikurnar havt
meiri at gera við at
pakka fyri útflytarar.
Nógvur fiskur á
uppboðssøluni
Formaðurin í Havnar
Arbeiðsmannafelag,
Karl Johansen,
heldur, at verkfallið
hjá Føroya Arbeiðara-
felag ikki var stríðið
vert, tí tað hevur
kostað ov mikið
VERKFALL
Stefan í Skorini
– Eg havi onga viðmerking
til semjuna, er tað fyrsta
Karl Johansen sigur, tá
hann verður spurdur um
sína meting av semjuni,
sum
varð
undirskrivað
mánamorgunin
millum
Føroya Arbeiðarafelag og
Havnar Arbeiðskvinnufelag
ørðumegin og Føroya Ar-
beiðsgevarafelag hinumeg-
in.
– Sum eg havi skilt tað,
so skulu øll fáa tað sama,
sigur Karl Johansen. Tá
sipar hann til, at Jan Mort-
ensen í Útvarpi Føroya
mánamorgunin sigur, at ar-
beiðsgevararnir fara at um-
hugsa at geva somu løn um
alt landið. Tað skilst, at allir
arbeiðsgevarar fara at lata
somu løn til limirnar í teim-
um ymsu feløgunum.
Semjan millum arbeiðs-
gevararnar og Føroya Ar-
beiðarafelag inniber, at
starvsaldur verður innførd-
ur á arbeiðsmarknaðinum
fyri limir í FA og Havnar
Arbeiðskvinnufelagi.
Karl Johansen, formaður í
Havnar Arbeiðsmannafel-
agi, heldur tað vera sjálv-
sagt, at allir arbeiðarar
skulu fáa somu løn, um teir
eru í Klaksvík, Havn ella
aðrastaðni.
– Tað, sum hini arbeið-
arafeløgini hava fingið,
skulu vit eisini hava, sigur
Karl.
– Um tað verður ójavni
millum feløgini, so fer tað
at hevna seg til næstu sátt-
málasamráðingar. Tað verð-
ur ballada við næstu sam-
ráðingar, um vit ikki fáa tað
sama sum hini feløgini,
staðfestir Karl Johansen, ið
leggur afturat, at hóast tal-
an ikki er um nógvan pen-
ing, so er tað prinsippið, ið
telur.
Havnar Arbeiðsmanna-
felag og arbeiðarafeløgini í
Klaksvík skrivaðu undir
eina semju við arbeiðsgev-
ararnar, áðrenn hini feløg-
ini fóru í verkfall. Tí hava
tey ikki verið í verkfalli.
Ikki vert stríðið
Karl Johansen metir ikki, at
fakfeløgini í verkfalli hava
fingið nóg nógv burturúr,
tá hugsað verður um,
hvussu høgur kostnaðurin
hevur verið. Hann metir so-
statt ikki, at verkfallið var
vert hetta stríðið, sum tað
størsta arbeiðarafelagið er
farið ígjøgnum.
– Nei, eg haldi ikki, at
hetta verkfallið var stríðið
vert, tí tað hevur kostað
nógvan pening bæði fyri ar-
beiðarafeløgini
og
fyri
landið sum heild. Tað er
ikki smávegis, sum hetta
verkfallið hevur kostað, og
tað kostaði nógv fyri allar
partar, slær Karl fast.
Hóast
Ingeborg
fekk
starvsaldurin við í sín sátt-
mála, so iðrar Karl Johan-
sen seg ikki um, at hansara
felag skrivaði undir saman
við klaksvíkingum. Tað
vóru fimtan fólk, ið skriv-
aðu undir semjuna, fimm
úr Havn og tíggju úr Klaks-
vík.
Nú hevur Ingeborg aftur
fingið betri sømdir enn ar-
beiðarafeløgini í Havn og í
Klaksvík, men Karl er ikki
illa við av at liggja aftan-
fyri.
– Um vit fáa tað sama
sum hini, so er tað einki
flovisligt fyri okkum, tí so
fáa vit tað bara av sær
sjálvum.
Karl sigur seg einki
kunna gera við, at tað eru
FA og FAK, sum hava brot-
ið ígjøgnum, tí hasum stýra
arbeiðsgevararnir.
Sær ongan loysn
Formaðurin hjá arbeiðs-
monnum í Havn sær onga
loysn á trupulleikunum
millum tey stóru arbeiðara-
feløgini í Føroyum. Hann
veit heldur ikki enn, um tal-
an verður um at samráðast
saman næstu ferð um tvey
ár.
Karl Johansen heldur tó
ikki, at føroyska arbeiðara-
rørslan stendur veikari, nú
hon gongur í tveimum
bólkum, tá persónarnir, ið
standa á odda, Ingeborg
Vinther og Karl Johansen
eru so ógvuliga ósamd.
Karl Johansen um verkfallið:
Ikki stríðið vert í mun til kostnaðin
Karl Johansen heldur ikki, at
verkfallið var stríðið vert, tí
tað var ov kostnaðarmikið
LØGREGLUTÍÐINDI
Stefan í Skorini
Løgreglan í høvuðsstaðn-
um sigur frá friðarligum
vikuskifti. Nøkur herverk
vóru at taka sær av. Rútar í
bygingum vóru knústir, og
ein bilur í Eysturbýnum var
eisini fyri herverki. Her-
verkið hevði einki endamál
enn bara at bróta okkurt.
Nøkur smávegis ferðslu-
óhapp hava eisini verið, har
tann materielli skaðin var
lítil.
Ein persónur var tikin
fyri at koyra við kenning.
Innihaldið av alkoholi í
blóðinum var 2 promillu,
og tí fær førarin eina treyta-
leysa frádøming av koyri-
kortinum. Um promillan er
yvir 0,8 so er talan um
treytaleysa frádøming. Er
hon ímillum 0,5 og 0,8 er
talan um treytaða frádøm-
ing.
Fýra persónar vóru á
støðini og svóvu rúsin av
sær.
Løgreglan gjørdi eisini
paragraf
13
kanningar
fríggjakvøldið, har eini
tjúgu bilar vórðu steðgaðir,
men eingin var skrivaður
upp.
Árliga summarstevn-
an hjá Javnaðarflokk-
inum verður viku-
skiftið 15. og 16. juni
POLITIKKUR
Javnaðarflokkurin
Árliga summarstevnan hjá
Javnaðarflokkinum verður
á Svangaskarði 15. og 16.
juni. Tað er Eysturoyar
Javnaðarfelag, sum er høv-
uðsfyrireikari til hesa sera
fjølbroyttu stevnu.
Fríggjakvøldið 15. juni
kl. 19.30 verður kvøldseta í
samkomuhølunum
á
Svangaskarði. Á skránni
verður tónleikur og sangur
av ymsum slag, og fer eitt
nú Petur Eli Mikkelsen at
hugleiða. Petur Eli Mikkel-
sen er tikin úr leikum sum
frásøgumaður.
Leygarmorgunin 16. juni
kl 9.00 verður farið av
Svangaskarði útferð út á
Eystnes. Viðrar ikki, verður
ístaðin farið í bussi til
Gjáar. Máltíð verður etin á
útferðini.
Klokkan 17 verður fólka-
fundur við Toftavatn, har
m.a. Jóannes Eidesgaard og
Jansy Olsen tala. Viðrar
ikki, verður fundurin inn-
andura á Svangaskarði.
Um
kvøldið
verður
veitsla á Svangaskarði.
Møguleiki er at gista í
húsunum á ítróttarøkinum.
Fyrireikararnir vóna, at
javnaðarfólk úr øllum land-
inum sum vanligt koma
fjølment til tiltakið.
Lýsing kemur í blaðið
seinni við endaligu skránni,
sigur Javnaðarflokkurin í
tíðindaskrivi
Friðarligt vikuskifti
Summarstevna á
Svangaskarði
C
M
Y
K
5
4