Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 100 - 29. mai 2001 Nr. 100 - 29. mai 2001 7 gult6 cyan6 magenta6 svart6 gult7 cyan7 magenta7 svart7 Lemmatrolararnir hava fiskað fyri næstan 15 milliónir minni tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár, enn teir fiskaðu fyri um somu tíð í fjør FISKISKAPUR Áki Bertholdsen Tað hevur ikki gingið ser- liga væl hjá teimum før- oysku lemmatrolarunum higartil í ár. Tríggjar teir fyrstu mán- aðirnar í ár, hava djúpvatns- trolararnir, sum teir eisini verða nevndir, fiskað fyri næstan 15 milliónir krónir færri, enn teir fiskaðu fyri í sama tíðarskeiði í fjør. Ein fyribils uppgerð yvir fiskiskapin hjá lemmatrol- aranunum vísir, at fyrsta ársfjórðing í ár, fiskaðu teir fyri góðar 31 milliónir. Men tað er onki aftur- ímóti tí fiskiskapi, teir høvdu í fyrsta ársfjórðingi í fjør, tí tá fiskaðu teir fyri slakar 46 milliónir. Sostatt er avreiðingarvirðið hjá lemmatrolarunum í ár minkað næstan ein heilan triðing, ella 32%. Orsøkin til at fíggjarliga úrslitið hjá lemmatrolarun- um er so nógv verri í ár, enn tað var í fjør, er, at prís- urin á fiskinum, teir hava avreitt í ár, er lækkaður nokk so fitt afturímóti tí, hann var í fjør. Hinvegin hevur fiski- skapurin verið heldur fræg- ari í fyrsta ársfjórðingi í ár, enn tað var í fjør. Fyrsta ársfjórðing í ár, fiskaðu teir góð 3.800 tons, men í fjør fiskaðu teir eini 300 tons færri, ella góð 3.500 tons. Talan er sostatt um ein vøkstur í ár upp á 7%. Men tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár hevur mið- alprísurin ikki verið meiri enn 8,17 krónur fyri kilo, í sama tíðarskeiði fjør var hann fast í 13 krónur fyri kilo, ella yvir 4,80 krónur meiri fyri kilo. Djúpvatnstrolararnir fiska mest av upsa, konga- fiski og teimum sløgum, sum eru bólkað undir »onn- ur fiskasløg«. Sostatt fiskaðu teir 338 tons av toski í fyrsta árs- fjórðingi í fjør, sum teir av- reiddu fyri 6,7 milliónir. Men í ár hava teir fiskað eini 100 tons færri, ella 240 tons, sum eru avreidd fyri góðar 4,4 milliónir. Afturat vánaligari fiskiskapi, hev- ur toskaprísurin í ár verið umleið 1,50 lægri fyri kilo enn hann var í fjør, tí í fjør var hann 19,86 krónur fyri kilo í miðal, men í ár er hann farin niður um 18,50 krónur fyri kilo. Fiskiskapurin av hýsu er næstan tvífaldaður, úr 186 tonsum í fyrsta ársfjórðingi í fjør, upp í góð 350 tons í sama tíðarskeiði í ár. Men tíverri fyri teir, er hýsuprísurin kavaður, tí í fjør var hann 13,70 krónur fyri kilo, men í fyrsta árs- fjórðingi í ár, hevur hann verið undir 9,50 krónur fyri kilo, tað eru 4,30 krónur - til 4,40 krónur minni, fyri kilo. Fyrsta ársfjórðing í fjør avreiddu lemmatrolararnir hýsu fyri góðar 2,5 millión- ir, men í ár hava teir ikki avreitt hýsu fyri meiri enn góðar 3,3 millión, hóast fiskiskapurin er næstan tví- faldaður. Annars er fiskiskapurin hjá lemmatrolarunum broyttur heilt fitt. Fyrsta ársfjórðing í fjør, fiskaðu teir 526 tons av upsa, 1.176 tons av kongafiski, og 1.311 tons av øðrum fiska- sløgum. Hinvegin vísir fyribilsuppgerðin, at í fyrsta ársfjórðing í ár, hava teir fiskað næstan 1.400 tons av upsa, men færri enn 900 tons av kongafiski og góð 950 tons av øðrum fiskasløgum. Samstundis eru prísirnir á øllum hesum fiskasløg- unum fallin, summi heilt munandi. Fyrsta ársfjórð- ing í fjør var miðal prísurin á upsa, 5,61 krónur fyri kilo, í ár er hann fallin nið- ur á beint yvir 4 krónur fyri kilo. Kongafiskaprísurin er fallin úr 10,94 krónur fyri kilo, niður í beint yvir 9 krónur, tvs, hann er fallin 1,80- 1,85 krónur fyri kilo. Men serliga nógv er prís- urin á »øðrum fiskasløgum fallin« í fjør fingu lemma- trolararnir 15,82 krónur fyri kilo av »øðrum fiska- sløgum«, men fyrsta árs- fjórðing í ár, hava teir ikki fingið meiri enn góðar 10 krónur, prísurin er sostatt fallin umleið 5,70 krónur fyri kilo. Í fjør avreiddu lemma- trolararnir upsa fyri 2,948 milliónir (5,6 milliónir í ár), teir avreiddu eisini kongafisk fyri 12,864 millión ( 8,1 millión í ár) og í fjør avreiddu teir eisini onnur fiskasløg fyri 20,744 milliónir (slakar 9,7 milli- ónir í ár). Annars hevur gongdin hjá djúpvatnstrolarunum verið hendan: Sí talvu niðast í greinini. Við fyrivarni Annars skal viðmerkjast, at hesi hagtølini skulu takast við eitt sindur av fyrivarni, tí tey kunnu vera eitt sindur misvísandi. Eitt nú er lemmatrolari, Beinta, av Tvøroyri, ikki í fiskiskapi í fyrsta ársfjórð- ingi í ár, tí hon er seld. Somuleiðis helt Rasmus Effersøe á Tvøroyri uppat um mánaðarskiftið februar- mars, tvs, at hann misti ein mánaða av fyrsta ársfjórð- ingi í ár, samstundis sum nýggi Rasmus Effersøe ikki rættiliga kom í fiskiskap. Og at enda kann við- merkjast, at vágstrolarin, Sancy og fuglafjarðartrol- arin, Boðasteinur, mistu ein hálvan mánaða í part av fyrsta ársfjórðingi, tí Sancy er seld av landinum og Boðasteinur varð seldur til Vágs ístaðin. Somuleiðis siga teir, sum vara av lemmatrolarum, at hjá nógvum av hinum, hev- ur árið í ár ikki verið verri enn tað var í fjør. Sum heild er fiski- skapurin hjá før- oyskum skipum, sum fiska botnfisk, batn- aður í ár, afturímóti í fjør FISKISKAPUR Áki Bertholdsen Tað gongur framvegis framá hjá føroysku fiski- vinnuni. Ein fyribils uppgerð, sum er gjørd fyri fiskiskapin tríggjar teir fyrstu mánað- irnar, vísir, at í ár hava før- oysk fiskifør, sum fiska botnfisk, fiskað 14% meiri, enn tey fiskaðu um somu tíð í fjør. Fyrsta ársfjórðing í fjør fiskaðu føroyskir bátar og føroysk skip, sum fiska botnfisk, næstan 26.500 tons tilsamans. Í sama tíð- arskeiði í fjør fiskaðu tey 23.223 tons. Samstundis, sum fiski- skapurin er vaksin, er prís- urin eisini hækkaður í ár, afturímóti í fjør. Tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár, var avreiðingarvirðið av tí, sum skipini hava fiskað, útvið 348 milliónir. Tríggj- ar teir fyrstu mánaðirnar í fjør var avreiðingarvirðið beint undir 300 milliónum. Sostatt er avreiðingarvirðið í ár 16% hægri, enn tað var í fjør. Fyrsta ársfjórðing í ár var miðalprísurin á øllum fiskasløgum 13,14 krónur fyri kilo. Tað er 2% hægri enn í fjør, tá ið hann var 12,92 krónur fyri kilo. Annars var miðalprísurin á toski 18,58 krónur fyri kilo tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í fjør, men í sama tíðarskeiði í ár er hann fallin eini 25 oyru fyri kilo. Hýsuprísurin er eisini lækkaður nøkur oyru, í fjør var hann 14,84 krónur fyri kilo í miðal, men í ár er hann fallin 75-80 oyru fyri kilo. Somuleiðis er upsa- prísurin fallin 80-85 oyru fyri kilo, úr 5,50 krónur fyri kilo í fjør. Mest er prísurin á kongafiski fallin, hann var 10,88 krónur fyri kilo í miðal í fyrsta ársfjórðing í fjør, men í ár er hann 1,65- 1,70 krónur lægri í miðal. Hinvegin er miðalprís- urin á øðrum fiskasløgum hækkaður yvir 2, 10 krónur í miðal fyri kilo, úr 16,12 krónur fyri kilo í fjør. Gongdin ógvuliga ymisk Annars vísa tølini, at tað er ógvuliga ymiskt, hvussu gongdin er hjá teimum ymsu bólkunum av skipum og bátum. Í greinini oman- fyri vísa vit á, hvussu illa, tað hevur vignast hjá teim- um stóru lemmatrolarun- um. Hinvegin vístu vit á í ein- um blaði herfyri, at útróðr- arbátarnir hava havt rætti- ligan rokfiskiskiskap í ár, tí tríggjar teir fyrstu mánað- irnar í ár, hava teir avreitt fyri næstan 60 milliónir meiri, enn teir avreiddu fyri í fyrsta ársfjórðingi í fjør. Serliga hjá teimum minnu útróðrarbátunum undir 15 tons, gekk væl, tí avreið- ingarvirðið hjá teimum var heili 155% hægri tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár, enn tað var um somu tíð í fjør. Annars hevur gongdin hjá útróðrarbátunum tríggj- ar teir fyrstu mánaðirnar í ár, afturímóti í fjør, verið hendan: Hjá partrolarunum og línuskipum hevur munurin ikki verið tann stóri. Tríggjar teir fyrstu mán- aðirnar í fjør fiskaðu par- trolararnir 9.832 tons, men í sama tíðarskeiði í ár, hava teir fiskað sløk. 10.200 tons. Tað er ein framgongd upp á 4%. Hjá teimum hevur at kalla ongin munur verið á prísinum í ár, afturímóti í fjør. Tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í fjør, var av- reiðingarvirðið hjá partrol- arunum sostatt 87,5 milli- ónir, men í sama tíðarskeiði var tað góðar 91,2 milli- ónir. Miðalprísurin hjá par- trolarunum var 8,90 krónur fyri kilo í fjør, í ár hevur hann verið 8,95 krónur fyri kilo. Hinvegin var afturgongd hjá línubátunum. Fyrsta ársfjórðing í fjør fiskaðu línubátarnar 3.863 tons og í ár hava teir fiskað 3.600 tons. Fiskiskapurin er so- statt versnaður 6%. Hinvegin er miðalprísur- in kvinkaður eitt vet uppeftir, tí í fjør avreiddu línubátarnar fyri 61,3 milli- ónir og í ár havua teir av- reitt fyri góðar 58 milliónir. Tað er ein afturgongd upp á 5%. Hjá línubátunum var miðalprísurin 15,86 krónur fyri kilo í fyrsta árs- fjórðingi í fjør, í sama tíðar- skeiði í ár hevur hann verið beint omanfyri 16 krónur fyri kilo. Hjá garnabátunum hevur eisini gingið eitt sindur framá. Fyrsta ársfjórðing í fjør fiskaðu garnabátarnir 971 tons, sum teir seldu fyri 22, 3 milliónir. Tað gevur ein miðalprís upp á 23,01 krónur fyri kilo. Í sama tíðarskeiði í ár hava teir fiskað beint omanfyri 1.000 tons, sum teir hava avreitt fyri knapp- ar 27 milliónir. Tað er ein miðalprísur upp á knappar 26 krónur fyri kilo. Hava havt eitt ringt ár higartil Í ár eru stórar broytingar hendar í flotanum av lemmatrolar- um. Tríggir eru seldir av landinum,ella lagdir og bara ein er komin í flotan ístaðin, men hann er ikki rættililiga komin í fiskiskap enn. Hóast hetta, hava lemmatrolararnir fiskað 300 tons fleiri í fyrsta ársfjórðingi, í ár, enn teir gjørdu í fjør, men kortini er árið nógv verri, tí prísurin er fallin so nógv Ár 2000 2001 Munur Fiskiskapur 3.537 tons 3.800 tons 7% Avr. virðið 45,8 mió 31 mió -32% Miðalprísur 12,95 kr. kg 8,17 kr. kg -37% Hava fiskað 14% meiri í ár enn í fjør Fiskað Fiskað Avr.virði Avr.virðið Ár 2000 2001 2000 2001 Yvir 15 tons 3.856 t 5.000 t 63,6 mió 91,7 mió Undir 15 tons 1.164 t 2.900 t 19,5 mió 49,6 mió Landsstýrismaðurin í mentamálum tveitti umboðini frá Vest- manna skúla út av fundi um játtan av tímum fríggjadagin. Fyrst tveitti hann álitiskvinnuna á dyr, tí hon var kona ein javnaðarmann, og síðani fekk annar av varaskúlastjórunum boð um at sleppa sær á dyr, tí hon var donsk FÓLKASKÚLIN John Johannessen – Eg havi verið á nógvum fundum gjøgnum lívið, men hetta er ein tann ljót- asti, eg havi upplivað. Hesi orðini eigur Jóannes Fonsdal, skúlastjóri í Vest- manna, eftir ein fund við Tórbjørn Jacobsen, lands- stýrismann við ábyrgdini fyri fólkaskúlan. Landsstýrismaðurin leik- aði sambært skúlastjóran- um í sum eitt ørt allan fund- in og tveitti fólk, ið honum ikki dámdi, á dyr. Tórbjørn Jacobsen hevði kallað Vestmanna skúla til fundar, eftir at tey í fjøl- miðlunum høvdu víst á, at skúlin hevur fingið ov fáar tímar játtaðar, og at tað var neyðugt at skerja ein tíma av føroyskum, ein av donskum, ein av rokning og ein av kristni hjá hvørjum flokki, fyri at fáa tímatalv- una at hanga saman. Ein tíma ov seint Fundurin skuldi setast klokkan ellivu fríggjamorg- unin. Men eingin landsstýr- ismaður sást fyrr enn klokkan tólv. Lærararnir noyddust tískil at bíða ein heilan tíma, áðrenn teir hittu landsstýrismannin, sum sjálvur hevði kallað inn til fundin. Tá Tórbjørn Jacobsen so umsíðir setti fundin, var hetta við einum braki. Hann legði fyri við at tveita eitt av læraraumboðunum út av fundinum. Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen er álitisfólk í Vestmanna skúla, og var hon av leiðsl- uni biðin um at vera við á fundinum. Men Tórbjørn Jacobsen vildi ikki fundast við hana, tí hon er kona Hans Paula Strøm, sum er tingmaður fyri Javnaðar- flokkin. – Eg fundist bert við leiðsluna, vóru boðini frá landsstýrismanninum. Dugdi ikki føroyskt Síðani varð fundast umleið 20 minuttir, til landsstýris- maðurin kom við næsta ógvusliga leikinum. Annar av teimum báðum vara- skúlastjórunum í Vestmana skúla kom at nýta eitt danskt orð, tá hon skuldi greiða landsstýrismannin- um frá nøkrum viðurskift- um. Hetta toldi landsstýris- maðurin ikki. – Tú dugir ikki føroyskt. Far út!, vórðu greiðu boðini frá Tórbjørn Jacobsen. Og tískil mátti Kirsten Simon- sen, sum er donsk, men sum hevur prógv í føroysk- um og hevur starvast í Før- oyum í 17 ár, sleppa sær á dyr. Hetta var ovboðið fyri leiðsluna í Vestmanna skúla. Tískil reistust øll og fóru av fundinum. – Tað, sum Tórbjørn Jacobsen gjørdi, var út um alt mark. Hasin maðurin dugir als ikki fundarsið. Slíkur atburður hoyrir ongastaðni heima, sigur Jóannes Fonsdal, skúla- stjóri í Vestmanna, og legg- ur afturat, at hann sjálvur er tjóðveldismaður. Kæra Gjáramorgunin sat lærara- ráðið í Vestmanna á fundi og viðgjørdi eitt referat frá fundinum við Tórbjørn Jacobsen. Tá vit tosaðu við Jóannes Fonsdal var fundurin enn ikki liðugur. Men hann kundi tó siga so mikið, sum at lærararáðið ætlar at leggja referatið fyri Lær- arafelagið, sum síðani fer víðari við málinum. Lærarafelagið átalar ann- ars í bløðunum í dag mál- burðin hjá landsstýris- manninum í viðmerking í Sosialinum í farnu viku um sama mál. Tórbjørn tveitti dana á dyr Tjóðveldisflokkurin hevði í gjár ongar viðmerkingar um atburðin hjá Tórbjørn Jacobsen móti lærarunum úr Vestmanna FÓLKASKÚLIN John Johannessen Hóast Sosialurin í gjár av- talaði við Høgna Hoydal, formann Tjóðveldisfloks- ins, at fáa eina viðmerking um atburðin hjá Tórbjørn Jacobsen móti lærarunum úr Vestmanna, bar hetta ikki til, eftir at Høgni Hoyal hevði lisið greinina. – Høgni hevur ikki havt tíð at seta seg inn í málið, vóru einastu boðini, vit fingu, og tey komu frá skrivaranum hjá Høgna Hoydal. Vit avtalaðu eisini við Tórbjørn Jacobsen at fáa eina viðmerking, men tá alt kom til stykkis, var hann ikki at fáa fatur á. Eingin viðmerking frá Tjóðveldisflokkinum Tórbjørn Jacobsen gjørdi rættuliga um seg á fundi við lærarar úr Vestmanna fríggjadagin. Millum annað tveitti hann varaskúlastjóran út, tí hon var donsk C M Y K 7 6