Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 100 - 29. mai 2001 Nr. 100 - 29. mai 2001 9 gult8 cyan8 magenta8 svart8 gult9 cyan9 magenta9 svart9 Hans Pauli Strøm, Vestmanna, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin Skelkandi at lands- stýrismaðurin í menta- málum óátalaður skuldsetir skúlaleiðslu fyri partapolitiskt valstríð Tað er ein sjúkligur ein- ræðisandi, sum Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í mentamálum, avdúkar í samrøðu í Sosialinum leyg- ardagin. Táið øll skúla- leiðslan í Vestmanna stígur fram og ger vart við, at tey eru komin í stórar trupul- leikar av tí at ov fáir tímar eru játtaðir til fólkaskúlan, so verða tey høgd niður av landsstýrismanninum, skírd fyri dugnaloysingar, politiskir provokatørar og partapolitiskir lakaiar fyri ein tingmann í bygdini. Ábyrgdarfult hevur henda skúlaleiðslan røkt sítt starv og roynt at fingið endarnar at røkka saman. Ábyrgdarfult venda tey sær nú til almenningin og greiða frá, at í teirra skúla og aðrastaðni við í fólka- skúlanum er játtaða tíma- talið ov lítið, til at tey kunnu røkja allar tær skyldur, sum lógin áleggur teimum, og sum næming- arnir og foreldrini kunnu krevja av teimum. Landsstýrismaður tænari ella bøðil? Landsstýrismaðurin skilir hetta ikki og tolir tað ikki, hann tekur tað sum eitt persónligt fornermilsi og politiskt álop á hann. Hann hevur gloymt, at ein lands- stýrismaður eigur at vera fólksins tænari - ikki harri. Og at landsstýrismaðurin í skúlamálum tí eigur at lurta eftir hvat skúlafólkini siga, royna at skilja teirra støðu – hann eigur at vera teirra fremsti tænari – ikki teirra dómari og bøðil. Men júst so reagerar landsstýrismaðurin og heglar tey niður: ”At tað ikki hongur saman í Vest- manna skúla man bera boð um, at leiðslan ikki er nóg dugnalig at fáa tað at hanga saman, og at politisk motiv liggja aftanfyri.” Sum úr stalinistiskum ákæruriti Grundgevingin hjá lands- stýrismanninum er skelk- andi, sum eitt óhugnaligt endurljóð úr stalinistiskum ákæruriti: ”Um tú hyggur at, hvør starvast í Vest- manna skúla, ber beinan- vegin til at leggja tvey og tvey saman og finna útav, at politisk motiv liggja aftan fyri. Hetta er onki annað enn tað reina valstríð fyri Javnaðarflokkin...Alt málið er ein størri ætlan í einum valstríði fyri Javnaðar- flokkin... Hetta er ikki annað enn tann reina propaganda hjá Sosialinum og Javnaðarflokkinum”. Hetta sinnisliga skamm- lopið hjá landsstýrismann- inum kemur av, at hann veit, at ein av teim 21 lærarunum í Vestmanna skúla er gift við javnaðar- tingmanni! Á tann vanvirð- ing og niðurgerð av skúla- stjóranum, báðum vara- skúlastjórunum, øllum lærararáðnum, av allari skúlanevndini, av foreldr- inum og í veruleikanum av allari bygdini ! Var løgmaður løgmaður, setti hann landsstýris- mannin uppá pláss ! Eg haldi henda atburðin móti embætisfólki og starvsfólki í fólkaskúlanum verða so ósømiligan, at ein landsstýrismaður eigur ikki óátalaður at kunna loyva sær slíkt – ja, tað er so langt uttan fyri alt mark, at tað átti at fingið avleiðingar fyri landsstýrismannin. Sjálvandi átti løgmaður at reagera av sínum eintingum og kravt av landsstýris- manninum, at hann í stund- ini gav hesum fakliga út- spiltu og politiskt mis- tonkiliggjørdu skúlafólk- unum eina treytaleysa umbering. Men tíverri er skilið so, at tað er ongin ið væntar nakað av løgmanni, hann letur alt um seg ganga. Fyri honum kann hesin ólátaði landsstýris- maðurin bara blíva við at gartera, sum honum lystir. Grýtulappar, handverk og list Í samrøðuni í Sosialinum avdúkar landsstýrismað- urin eisini eina reaktionera chauvinismu, tá hann niðurger lærugreinina handverk og list til kventasligt fjant og fjas. Landsstýrismaðurin hevur hoyrt, at skúlaleiðslan ikki longur vil skarva av læru- greinini handverk og list, sum gjørt hevur verið í fleiri ár fyri at fáa tíma- talvuna at hanga saman, og nú umhugsar heldur at skera av øðrum lærugrein- um. Men ístaðin fyri at royna at skilja boðskapin í tí, sum skúlaleiðslan sigur, er einasta viðmerkingin hjá landsstýrismanninum: ”Eg skilji ikki, hví dreingirnir í Vestmanna skulu sita og binda grýtulappar í staðin fyri at læra føroyskt.” Niðurgerð av teim skapandi og mentandi lærugreinunum Fyri tað fyrsta er tað neyvan nakar vandi fyri, at bæði dreingir og gentur í Vestmanna ikki skulu fáa sínar tímar í føroyskum og læra tað væl og virðiliga. Fyri tað næsta er tað merkiligt, at júst lands- stýrismaðurin í mentamál- um so háðandi niðurger lærugreinini handverk og list til ”at sita og binda grýtulappar”. Í álitinum til nýggju fólkaskúlalógina verður tann nýggja læru- greinin handverk og list annars lýst sum ein sam- skipan av ”teim skapandi/ mentandi lærugreinunum”: tilevning, tónleikur, hand- arbeiði, smíð og heimkunn- leiki. Nevndin, sum hand- aði álitið í 1996, má sigast at hava havt størri ment- unarligt víðskygni enn nú- verandi landsstýrismaður í mentamálum. Hon skrivaði m.a. tá ”at tær skapandi/ mentandi lærugreinarnar nátúrliga eiga at fáa rúmari ræsur og størri gyrði, enn tær hava í verandi fólka- skúlalóg”. Tað áttu tær at fingið við handverk og list í nýggju fólkaskúlalógini. Tað heldur skúlaleiðslan í Vestmanna eisini eftir øllum at døma. Men lands- stýrismaðurin er ikki kom- in longur enn at halda, at hetta er bara grýtulappar, sum raskir dreingir ikki skulu sita og fjasa við. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo John Johannessen john@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Útgevari/uppseting: Sp/f Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Verkfallið er av. Eftir at hava verið í verkfalli í skjótt tríggjar vikur fóru limirnar hjá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag aftur til arbeiðis mána- morgunin. Og við hesum fara samfelagshjólini aftur at mæla við fullari ferð, her ikki minst vinnulívið, te. fiskiflotin, fiskiídnaðurin og alingin. Tær forðingar, sum hava verið hjá útflutningsvinnuni, eru nú við eitt ruddaðar av vegnum. Hvat kom so burtur úr verkfallinum kann verða spurt – hvat fingu verkfallsfólkini burtur úr tá avtornaði! Eitt og hvørt verkfall hevur sín prís, og henda prís koma allir partar at gjalda, eisini limirnir í fakfeløgunum, sum hava mist part av sínum inntøkum. Men hetta stríð hevur kortini ikki verið til fánýtis, tí eitt av høvuðsmálunum undir samráðingunum frá byrjan hevur verið at fáa vanligum arbeiðsfólki eina lønarskipan við starvstíð, nakað, sum jú er galdandi fyri aðrar lønarbólkar, eitt nú fyri tey, sum arbeiða hjá tí almenna. So tað er greitt, at Ingeborg og Vígdis her hava vunnið ein sigur, nú arbeiðsfólk fáa nakað omaná vanligu lønina, tá tey hava verið so og so leingi á einum arbeiðs- plássi. Og neyvan munnu tað vera mong, sum ikki unna teimum hetta. Hví skulu ikki arbeiðsfólk eisini hava henda rættin, tá stórur partur av fólkinum hevur hann! At so lønarhækkingin ikki gjørdist tann, sum arbeið- arafeløgini høvdu sett sær sum mál er so eitt úrslit av, at arbeiðsgevararnir máttu geva seg í starvstíðarmálinum. Tað er greitt, at verkfallið hevur kostað hjá bæði vinnulívi og limum í fakfeløgunum. Tað er tó at fegnast um, at hjólini nú aftur eru farin at mæla. At arbeiðs- gevararnir nú eisini fara at geva hinum arbeiðara- feløgunum, sum gjørdu sáttmála herfyri, somu ábøtur viðvíkjandi starvstíð, er so eitt tekin um, at stríðið hjá FA og HAK hevur gagnað allari arbeiðarafjøldini í landinum. Hetta seinasta er kanska tað, sum eigur at fáa umboðini fyri ymsu fakfeløgini at sessast saman og fáa lagt alt persónligt og fakfelagsligt agg og briksl til síðus. Tað tænir hvørki arbeiðarafjøldini ella tí føroyska sam- felagnum, at fakfeløgini ikki standa saman, tá tey skulu krevja javnbjóðis rættindi við aðrar borgarar í samfelagnum. Tí skal tað vera okkara áheitan á feløgini um at brúka komandi tvey árini til at finna saman við tí fyri eygað at draga eina og somu línu. Tað tænir heldur ikki arbeiðsgevaranum, at fakfeløgini standa spjødd, tí fyri hann má tað vera rudduligast og best at hava eins sáttmálar fyri alla verkmannafjøldina og ikki nakrar ser- sáttmálar fyri nøkur arbeiðarafeløg og aðrar fyri onnur. Hóast vit øll røkja ymisk áhugamál, so eru vit í seinasta enda øll í sama báti. Í einum demokratiskum samfelag sum tí føroyska og í einum samfelag, sum hevur megnað at menna vinnulív og arbeiðspláss so væl sum tí føroyska, eigur at verða pláss fyri øllum, eisini at betra umstøður og rættindi hjá starvsfólkinum. Málið má vera nøgd arbeiðsfólk og starvsfólk, tí í síðsta enda er tað besta borganin fyri einum góðum úrsliti. DAGSINS MEINING Sosialurin Nøgdsemi besta borgan fyri góðum úrsliti VIÐMERKINGAR Skelkandi politisk stempling av Vestmanna skúla VIÐMERKINGAR Føroya Lærarafelag hev- ur hesar viðmerkingar til greinirnar í Sosialinum og Dimmalætting leygar- dagin 26. mai 2001 har landsstýrismaðurin í mentamálum ger við- merkingar til tímajátt- anina í Vestmanna skúla . Tímajáttanin Tey seinastu nógvu árini hevur tímajáttanin til fólka- skúlan ikki verið nøktandi. Heldur ikki skipanin, sum tímarnir verða tillutaðir skúlunum eftir, hevur verið nóg góð, og tí hevur nógv tjak verið um hesi viður- skifti, síðan hendan skipan varð tikin í nýtslu fyrst í 90unum. Uttan at fara í smálutir um frymilin, sum verður nýttur at luta tímar eftir, so kann í stuttum sigast, at hann bygg- ir á næmingatal heldur enn flokkatal, og tí eru skúlar, sum ikki hava fult næminga- tal, t.v.s. 24 næmingar í hvørjum flokki, við skerdan lut í mun til teir stóru skúl- arnar, sum hava fullskipaðar flokkar. Harvið er ikki sagt, at teir stóru fáa ov nógvar tímar. Frymilin er ongantíð dagførdur ella endurskoð- aður, men tað finnast óivað skjøl í MMS, sum viðvíkja hesum máli , tí fleiri skúla- leiðarar hava víst á ymiskar skeivleikar og møguligar ábøtur, sum kundu gerast á frymilin. Eisini hevur ein ar- beiðsbólkur skriva eitt álit, sum viðgerð hesar trupul- leikar. Tað er eyðsæð, at tá ið vit hava so ymiskar skúlar í landinum, hvat viðvíkur stødd, næmingatali, flokka- tali o.s.fr., er tað sera trup- ult at finna eina skipan, sum kann taka hædd fyri øllum hesum undir einum. At so røddirnar hjá fleiri skúlaleiðarum eru tagnaðar hesum viðvíkjandi, er sera harmuligt, men væl skilj- andi, tá einki hendir í mál- inum. Tíma- og lærugreinabýtið Eitt annað, sum skúlarnir skulu halda seg til, tá ið teir leggja tímatalvuna tilrættis, er tíma- og lærugreinabýtið. Tímatalið, sum flokkarnir á teimum einstøku floksstig- unum skulu hava, er ásett við lóg. T.d. skal 1. flokkur hava í minsta lagi 18 tímar um vikuna og 2. flokkur 20 tímar. Hetta skulu skúlarnir halda. Harafturat skulu skúlar- nir halda tíma- og læru- greinabýtið, sum seinast varð dagført í 1998 í sam- band við nýggju fólka- skúlalógina, sum varð sam- tykt í løgtinginum 1997. Tíma- og lærugreina- býtið ásetur, hvussu nógvar tímar t.d. føroyskt, danskt, støddfrøði, handverk og list skulu hava á teimum ein- støku floksstigunum. Tó hava skúlarnir eitt ávíst frælsi sjálvir at raðfesta og flyta tímar millum floks- stigini. Her er tað, at trupulleikin við teimum handaligu lærugreinunum stingur seg upp. Teir flestu skúlarnir í landinum hava sokallaðar p-fak skipanir í teimum handaligu lærugreinunum, har næmingarnir eru býttir sundur í bólkar, sum síðani skifta millum lærugreinar- nar. Men skulu skúlarnir hava eina nøktandi undir- vísing í hesum lærugrein- um, so at hvør einstakur næmingur fær nakað burtur úr, er tað av alstórum týdn- ingi, at tikki ov nógvir næmingar eru í hvørjum bólki. Longu áðrenn leiðbein- andi lesiætlanin í handverk og list varð gjørd, varð víst á, at lógin kravdi, at undir- vísingin í handverk og list skuldi økjast í samanborið við lógina frammanundan, og tí var neyðugt, at tíma- játtanin varð dagførd, so skúlarnir fingu fleiri tímar. Tíverri var játtanin ikki dagførd samsvarandi, og tí hava vit eina skipan, sum á flestu skúlum sær góð út og ber til á pappírinum, men í veruleikanum langt frá er nøktandi, tí næmingatalið í bólkunum er ov høgt. Javnstøðan Fólkaskúlin skal ikki gera mun á kynunum báðum. Gentur og dreingir skulu hava somu tilboð. Hetta merkir, at bæði gentur og dreingir skulu hava træ- smíð, hondarbeiði, evning og tónleik í minst 5 skúlaár. Harafturat kann tað standa teimum í boðið at velja lærugreinarnar í 8. 9. og 10. flokkunum. Tær av Mentamálastýrin- um góðkendu lesiætlanir- nar, sum hvør skúli hevur, útgreina, hvat næmingarnir skulu gera, læra og leggja dent á í einstøku læru- greinunum. Og at lærarar og leiðarar í fólkaskúlanum vita, hvat teir gera og velja at leggja dent á, eigur landstýris- maðurin at hava álit á, heldur enn at niðurgera eitt nú tað at binda grýtulappar. Tímatalið til Vestmanna skúla Um tímatalið til Vestmanna er nøktandi, er svarið sera einfalt. Nei, tað er tað ikki. At tímatalið er á leið tað sama, sum seinasta skúlaár, rættar ongan skeivleika. Játtaða tímatalið er heilt einfalt ov lágt at halda undirvísingina á tí støðið, sum leiðslan metir seg at kunna forsvara, og hesum hava tey í brævi til MMS, dagfest 5. mars í ár, gjørt vart við. Vanlig siðvenja er, at sendir tú eitt bræv ella eina umsókn, so fært tú eitt svar ella eina frágreiðing uppá teir spurningar, sum settir verða fram. Vestmanna skúli fær einki svar. Tey verða tagd burtur. Goymd í onkrari skuffu saman við øðrum, sum hava víst á ella arbeitt við at bøta um viðurskifti í fólkaskúlan- um, so vit hava ein fólka- skúla, sum tað sømir einum nútíðarsamfelagi. Vestmanna skúli hevði eftir okkara/mínum tykki tveir kostir í at velja: 1) At tiga og harvið góð- taka verandi støðu. 2) At gera vart við sína ónøgd. Tey valdu tað seinna, og tað má verða upp til hvønn einstakan at meta um, hvørt val teirra var rætt ella skeivt. Niðurstøða At okkara samfelag skal hava ein vælvirkandi fólka- skúla, eru vit øll samd um. At politikararnir ikki hava viljað játtað nóg nógvan pening til fólkaskúlan, so hann klárar at liva upp til tey krøv, sum lógir, kunngerðir, sáttmálar o.a. seta er veruleiki. Og tað er ikki nakað nýtt. Ikki bara núverðandi løgting, men eisini undanfarin hava ikki raðfest fólkaskúlan nóg høgt, tíverri. Ført hevur verið fram, at játtanin er økt, men hetta sæst ikki aftur í tímatalinum til fólkaskúlan. Kann verða, at soleiðis sum fólkaskúlin er skip- aður í dag, er hann ov kostnaðarmikil fyri okkara lítla oyggjasamfelag, men tað er ein heilt annar spurn- ingur, sum ikki skal við- gerast her. L a n d s t ý r i s m a ð u r i n skuldi tikið leiðsluna í Vestmanna skúla í álvara, tá ið tey longu í mars vístu á trupulleikan viðvíkjandi tímajáttanini, sum tey saman við fleiri øðrum skúlum eru í. Hann kundi víst vilja til at gjørt sítt til at loyst henda trupulleika í framtíðini. Hann valdi í staðin ósakliga at leypa á lærarar og leiðarar, sum starvast innan fyri tað stýrið, sum hann sjálvur hevur ábyrgd- ina av. Tað avdúkar meira hugburðin hjá landstýris- manninum, enn tað sigur nakað um tey, sum standa fyri skotum. Nevndin Frá Føroya Lærara- felag Føroya Lærarafelag átalar úttalilsini hjá Torbirni Jacobsen, landsstýrismanni í undirvísingarmálum í Sosialinum og D i m m a l æ t t i n g leygardagin 26. mai 2001. Felagið átalar, at hægsti myndugleiki í f ó l k a s k ú l a n u m niðurger ávísar partar av tí lóg, sum hann sjálvur umsitur. Tað er lítið sømi- ligt fyri landsstýris- mannin í skúla- og mentamálum, at hann dregur tímabýtið inn í partapolitikk, í staðin fyri at viðgera henda trupuleika sak- liga. Føroya Lærarafe- lag átalar harafturat, at Torbjørn Jacobsen blandar yrki og pri- vatlív saman og niðurger leiklutin hjá álitisfólkum felag- sins. Nevndin í Føroya Lærarafelag fer at taka støðu til, hvat meira skal gerast í hesum máli. Føroya Lærarafelag Tímajáttanin til Vestmanna skúla Hví er tað so ringt at gevast at roykja? Eitrið, sum er í tubbaki, er ikki minni turvelvandi enn heroin og kokain. Tá ið tú roykir tubbak, kveikjast mótstøðustøð í nervalag- num í heilanum. Tá ið móttøku-støðini ikki fáa nóg mikið av tubbakseitri, verður tú illa fyri. Kropp- inum tørvar tubbakseitur bara til at føla seg vanligan. Er vanligt, at tú merkir, at tú roynir at gevast? Ja nógv ymisk merki hoyra vanliga til, tá ið tú roynir at gevast. Ikki øll føla tað sama, nøkrum fellir tað merkilliga lætt. Hjá øðrum stendur ikki so væl til í nakrar dagar. Hvørji felagseyðkenni eru, og hvat fái eg gjørt, so eg megni tað? Verður tú erkvisin - far ein gongutúr, far undir heitt brúsubað, anda djúpan, jagla tyggigummi við tubbakseitri í. Verður tú eitt sindur í ørðviti - førka teg eitt sind- ur spakuligari, skift støðu spakiligari. Fært tú ilt í høvdið - anda djúpan, fá tær eina aspirin. Møðist tú - síggj til, at tú fært ein góðan svøvn, fá tær ein eykablund, royn og slepp tær undan trýsti, jagla tyggigummi við tubbaks- eitri í. Kemur svøvnloysi á teg - fá tær einki kaffievni eftir klokkan 18.00, anda djúp- an. Fert tú at hosta - drekk nógv vatn, fá tær hosta- bomm ella kandissukur. Fært tú ikki savnað tank- arnar - royn at lætta um arbeiðsbyrðuna í nakrar dagar, slepp tær undan trýsti. Broytist sodningin - drekk nógv vatn, et frukt og grønmeti saman við mat- inum, tú etur. Følir tú svongd - drekk nógv vatn, hav munnbitar hjá tær, sum ikki eru fullir av kalorium og feitti. Leingist tær eftir tubbaki - halt ímóti neyðini; neyðin fjarar burtur. Fyribyrgingarráðið - spurningar og svar um tubbak: “At gevast” C M Y K 9 8