týsdagur 29. mai 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 100 - 29. mai 2001
Nr. 100 - 29. mai 2001
11
gult10 cyan10 magenta10 svart10
gult11 cyan11 magenta11 svart11
– Arbeiðsgevararnir
hava avdúkað seg
sjálvar sum
orðloysingar og tað
var við ringum
tannabiti, at vit
skrivaðu undir
nýggjan sáttmála ,
sigur Ingeborg
Vinther, formaður í
Føroya
Arbeiðarafelag
SEMJA
Áki Bertholdsen
– Tað var við ringum
tannabiti, at vit skrivaðu
undir, tí arbeiðsgevararnir
hava avdúkað seg sjálvar
sum orðloysingar.
Hóast tað eydnaðist at
gera ein sáttmála, sum er
søguligur,
er
Ingeborg
Vinther, formaður í Føroya
Arbeiðarafelag, alt annað
enn nøgd við semjuna, sum
varð gjørd við arbeiðs-
gevararnar á Hotel Hafnia
tíðliga mánamorgunin.
Tað var um hálvgum
fimm tíðina mánamorgunin
at Føroya Arbeiðarafelag
og
Havnar
Arbeiðs-
kvinnufelag øðrumegin, og
Føroya Arbeiðsgevarafelag
hinumegin, skrivaðu undir
eitt uppskot, sum sem-
ingmsmenninir høvdu lagt
fram .
Sostatt var verkfallið av,
eftir at tað hevði vart í
næstan tríggjar vikur.
Partarnir høvdu tá sitið á
Hotel Hafnia síðani klokk-
an 11 leygarkvøldið og teir
høvdu sostatt samráðst í
næstan 30 tímar út í eitt, tá
ið semjan fekst í lag.
Og sum skilst var talan
um hart stríð og sera truplar
samráðingar, har einki var
greitt, fyrr enn í evstu løtu.
Nógv vónbrot
Ingeborg Vinther sigur at
hon er alt annað enn nøgd
við sáttmálan.
– Tað er nógv, sum vit eru
vónbrotin av, sigur hon.
Hon sigur, at størsta
vónbrotið er, at arbeiðsgev-
ararnir lupu frá teimum
semjum, sum vórðu fingnar
í lag, áðrenn samráðingar-
nar slitnaðu.
Talan er eitt nú um semj-
una, sum varð gjørd um
tøkni, um ókeypis arbeiðs-
klæðir, um lærlingar og um
setanarbrøv, sum ikki eru
við í semingsuppskotinum,
sum varð góðtikið.
– Sostatt lupu arbeiðs-
gevararnir frá sínum orði
og tað er lítið sømiligt fyri
teir. Men so vita vit tað og
tað skal vera teimum seint
gloymt, tí hetta fara vit
sjálvsagt at minnast til eina
aðru ferð, sigur formaðurin
í Føroya arbeiðarafelag .
Hon
fýlist
eisini
á
leiklutin hjá semingsmonn-
unum í hesum sambandi.
– Tað er átaluvert, at teir
tóku tað, sum semja var
um, burturúr semingsupp-
skotinum. teirra uppgáva er
at finna semju um tað, sum
ósemja er um. Teirra upp-
gáva er ikki at broyta tað,
sum semja er um, sigur
hon.
Fleiri onnur krøv, sum
tey høvdu lagt fyri Ar-
beiðsgevarafelagið, vórðu
heldur ikki gingin á møti.
Annars gevur hon ar-
beiðsgevarunum skyldina
av verkfallinum.
– Teir vildu ikki sam-
ráðast um tey krøv, vit
høvdu lagt fram. Vit høvdu
lagt krøvini fram við støði í
tí sáttmála, vit høvdu. Men
tað er átaluvert, at tað
skuldi ganga so leingi,
áðrenn arbeiðsgevararnir
yvirhøvur vildu samráðast
um okkara krøv.
– Tað var ikki, fyrrenn
leygarkvøldið, at arbeiðs-
gevararnir vildu viður-
kenna
okkum
hendan
demokratiska rættin, sigur
hon.
Fólk við royndum fáa
meiri í løn
Tað, sum gjørdi, at tey
kortini skrivaðu undir, var
fyrst og fremst, at nú hava
tey fingið aldursviðbøtur
við í sáttmálan.
Tað hevur verið eitt
hjartamál hjá fakfeløgun-
um at tey skulu fáa løn eftir
starvsaldri, tí tey halda, at
tað er órímiligt, at ein, sum
lítlar, ella ongar royndir
hevur í einum arbeiði, skal
fáa líka góða løn, sum ein,
ið hevur drúgvari royndir.
– Hetta var tí eitt heilt
avgerandi mál fyri okkum
at fáa við í sáttmálan, sigur
Ingeborg Vinther. Nú, vit
fingu
ásetingarnar
um
starvsaldur við í sáttmálan,
hava vit skrivað fakfelags-
søgu, tí hetta hevur ikki
verið við í nøkrum sáttmála
hjá tímløntum yvirhøvur,
sigur Ingeborg Vinther.
Hon sigur, at nú hol er
sett á málið um starvsaldur,
er hetta nakað, sum kann
verða útbygt í sáttmálanum
so hvørt í komandi sam-
ráðingum.
Annars var eitt krav frá
arbeiðsgevarunum, at ali-
vinnan skuldi verða undan-
tikin í framtíðini.
– Tvs, at ætlanin var at
taka verkfalsrættin frá ein-
um parti av verkafólkinum,
og tað kundi undir ongum
umstøðum góðtakst. Men
tað varð nógv tíð brúkt upp
á at tað kravið afturvíst,
sigur Ingeborg Vinther.
Við ringum tannabiti
Ingeborg Vinther er ikki nøgd við leiklutin hjá semingsmonnumum. Samráðingarnar um vikuskiftið vóru harðar og truplar og
onki varð avgjørt, fyrrenn í síðstu løtu. Myndina tók Jens Kr. Vang av samráðingarfundinum mánanáttina
Bjørg á Rógvi
Bleiv ikki sørt skelkað
aftan á at hava lisið sam-
røðu við mentamálaráð-
harran, Torbjørn Jacobsen,
í Sosialinum 26. mai við
yvirskriftini “Tímatalið í
skúlunum er valstríð” .
Torbjørn sigur í nevndu
grein m.a., at tað ikki
stendur verri til við tíma-
talinum komandi ár, enn
árini frammanundan. Hetta
kann lættliga skiljast, sum
at skúlarnir hava havt og
hava lógarásettu tímarnar at
ráða yvir, men soleiðis er
støðan als ikki.
Fari eftir førimuni at lýsa
trupulleikan
við
tímatalvuni í Vestmanna
Skúla.
Undirritaða
er
foreldur at næmingi, sum
gongur í 3. flokki og fari tí
at taka hendan sum dømi. Í
flokkinum ganga 27 næm-
ingar, 18 dreingir og 9
gentur. Floksstovan hevur
eina gólvvídd uppá 33 fer-
metrar, í hesum høli húsast
sostatt 27 skúlaborð, 27
stólar, 27 skúlataskur og
ikki at gloyma 27 næm-
ingar saman við einum
lærara og í onkrum tímum
tveimum.
Her er ikki bert talan um
plásstrot, tí í tímatalvuni
hjá somu næmingum vanta
nevniliga
eisini
tímar.
Helvtin av næmingunum
hava tveir frítímar um
vikuna í handverk og list
helvtina av skúlaárinum og
fáa sostatt ikki teir tímar,
tey hava rætt til sambært
tímabýtinum.
Av tí at flokkurin er so
stórur og flokshølið lítið, er
tíðin nú væl og virðiliga
búgvin til, at flokkurin
verður deildur í helvt,
soleiðis at í komandi 4.
flokkunum verða ávikavist
14 og 13 næmingar. Hetta
at flokkurin verður deildur
ger støðuna enn truplari,
um tímabýtið ikki verður
broytt, tí nú koma enn fleiri
tímar at vanta í, tí tímarnir
verða sum nú er, ásettir
eftir næmingatalinum í
viðkomandi skúla. (soleiðis
er støðan eisini í komandi
5. flokki, ið telur 26
næmingar).
Tað kann kanska tykjast
løgið, at aðrir skúlar við
sama næmingatali sum
Vestmanna
Skúli
fáa
tímatalvuna
at
hanga
saman. Hettar er avgjørt
ikki tí, at hesir skúlar hava
betri leiðslu enn Vestmanna
Skúli, men tí, at tilgongdin
av næmingum í hesum
skúlum er meira javnt stór.
Undirritað
heitir
so
inniliga á Torbjørn Ja-
cobsen um at taka støðuna í
ramasta álvara og lata verða
við at sláa málið upp í glens
og
gera
tað
um
til
partapolitiskt valstríð.
VIÐMERKINGAR
Tímabýtið í fólkaskúlanum
Tey bæði føroysku
tryggingarfeløgini
standa nú andlit til
andlit á hvør sínum
armi á Kongabrúnni í
Havn. Fríggjadagin
flutti Trygd alment
inn í søguligu og
stásiligu hølini í
Gongini nr. 7
TRYGGING
Jan Müller
- Hetta er ein merkisdagur
fyri TRYGD. Felagið er
vorðið nóg stórt til at kunna
flyta heimanífrá. Hetta
segði nevndarformaðurin í
Trygd, Jørn Astrup Hansen,
bankastjóri, tá tryggingar-
felagið beyð til almenna
móttøku í nýggju hølunum
fríggjadagin. Hann frøddist
bankans vegna um, at
Trygd nú kundi flyta inn í
júst tey somu hølini, har
Sjóvinnubankin hevði sítt
nógva virksemi miðskeiðis
í 80-unum. – Tað hevur
altíð
verið
sera
tætt
samband millum Trygd og
ban kan. Tað vóru tær somu
kreftirnar, sum í 1932 stóðu
aftanfyri stovnani av Trygd
og Sjóvinnubankanum og
bankin var eisini frá byrjan
av størsti partaeigarin í P/f
TRYGD segði Astrup, sum
tí eisini metti tað heilt
náttúrligt, tá bankin var við
til at fáa lív í aftur Trygd, tá
føroyska tryggingarmono-
poliið var avtikið í 1997.
Hann vísti á, at tað longu
frá byrjan varð greitt, at
tørvur fór at verða á mun-
andi kapitali, um Trygd
skuldi mennast til at gerast
eitt trúverdugt alternativ til
gamla
tryggingarmono-
polið. Og her var tað so at
Føroya Banki kom inn sum
ein av stóru partaeigar-
unum.
Nevndarformaðurin helt
fyri, at Trygd er vorðin ein
“eldri dama” sum hann
málbar seg, nú felagið
hevur meira enn 70 ár á
baki. – Men Trygd – sum
ein onnur Tornerosa –
hevur sovið vakurleika-
svøvn ta mesta av tíðini.
Frá 43 til 97. Sum ein
avleiðing av tryggingar-
monopolinum misti felagið
í 1943 møguleikan at tekna
nýggja tryggingar. Men 1.
februar 1998, bert eitt ár
eftir, at monopolið varð
avtikið, var felagið aftur
klárt til at taka ímóti
nýggjum kundum.
Jørn Astrup Hansen helt,
at tryggingartakarar hava
tikið væl ímóti felagnum,
nú Trygd eftir bert fýra
árum hevur fingið fatur í
20%
av
marknaðinum.
Hann helt eisini fyri, at tað
hevur verið til stórt gagn
fyri føroysku tryggingar-
takararnar, at teir nú hava
fingið møguleika at velja
millum fleiri tryggingar-
feløg. Við hesum sipaði
hann til, at tænastan, sum í
dag verður veitt kundunum,
er munandi betri enn fyri
bert nøkrum árum síðani.
Nevndarformaðurin
í
Trygd metti eisini, at trygg-
ingarpremiurnar eru mun-
andi lægri nú men legði
aftrat, at tær í einstøkum
førum eru lækkaðar ov
nógv. Hann vísti annars á ta
hepnu gongd, sum hevur
verið í Føroyum, har tað er
gingið burtur frá monopol-
støðum í vinnuni og sipaði
her eisini til sølu av fiski.
–Við ella uttan politiskum
vælvilja, so hevur føroyski
marknaðurin, tí hann er so
lítil, ein tendens til at
menna monopol. Tá ein
fyritøka er vorðin so stór, at
hon kann heysta fyrimunir
av stórdrift, kemur hon
oftani í eina monopollíkn-
andi støðu. Tað er sjálvandi
ein fyrimunur fyri brúk-
ararnar, at vørur og tænatur
kunnu
framleiðast
við
stórdrifsfyrimunum. Men
oftani vísir tað seg, at hesir
fyrimunir hava eginleika at
fjarða burtur, tá monopol-
støðan tekur yvir.
Jørn Astrup Hansen segði
seg vóna, at viðurskiftini á
tryggingarmarknaðinum
koma í eina náttúrliga legu,
soleiðis at frí og jøvn
kapping kann menna seg og
sipaði við hesum m.a. til ta
sannroynd, at tað hevur
eydnast tryggingarmono-
polinum gjøgnum 55 ár at
gerast heilt einaráðandin og
harvið at hava kunnað
savnað saman ein veldugan
kapital
–
við
einum
diffusum og anonymum
eigaraskara – sum í dag
kann brúkast til at halda
kappingarneytum burt frá
marknaðinum.
- Eg vóni, at tryggingar-
takarar framhaldandi fara
at brúka Trygd, tí harvið
tryggjar man sær, at tað
eisini í framtíðini verður
kapping
á
tryggingar-
marknaðinum. Tryggingar-
takararnir hava uppiborið
eitt alternativ – og TRYGD
vil lata hetta alternativ.
TRYGGING
Jan Müller
- Vit eru nøgdir í løtuni,
men málið er at fáa eini
30% av marknaðinum sigur
stjórin í Trygd, Christian
Nielsen, sum frá nýggju
skrivstovu síni nú kann
eygleiða kappingarneytan
alt samdøgrið runt. Hann
dylur ikki fyri, at hann er
sera fegin um nýggja
arbeiðsplássið og her ikki
minst um tað ótrúliga
umhvørvið á Kongabrúnni,
tá at tað ikki er avgerandi
fyri úrslitið. –Herfra kann
jeg holde et våget øje med
vores konkurrent på den
anden side, og det kan de
også med os, så det skulle
være den ideelle ballance
til gavn for kunderne. Nak-
að soleiðis málber hann
seg, nú tey 10 starvsfólkini
hjá Trygd eru flutt inn í
nýggja arbeiðsplássið í
Gongini.
Christian Nielsen, sum
tók við sum stjóri á Trygd í
1. november 1997 heldur
gongdin hevur verið tann
rætta síðani. Í fjør høvdu
teir
tryggingarpremiur
uppá 17.6 mill. kr. Í løtuni
er hon góðar 31 mill. kr.
Henda framgongdin stavar
serliga frá teimum unmleið
50 skipunum, harav 9 av
teimum heilt stóru, sum teir
hava fingið sum kundar. 1.
januar stovnaður teir sína
egnu sjótrygging við Páll
Konoy sum stjóri. Framm-
anundan arbeiddi hann hjá
Tryggingafelagnum Føroy-
ar. Christian Nielsen sigur,
at teirra premiur liggja á
sama støði sum tær norð-
urlendsku. Teir hava so
eisini eitt tætt samstarv við
Codan. Hann vísir aftur
gitingum um, at kundar hjá
Føroya Banka verða trýstir
til at brúka Trygd. –Tað
stendur kundum okkara
púra frítt at brúka tann
peningastovn teir vilja.
Hann vísir við hesum eisini
aftur, at teir eru farnir at
undirbjóða fyri at fáa eitt
nú skipini frá kappingar-
neytanum.
Christian Nielsen er dani
men hevur ongar ætlanir
um at fara aftur til Dan-
markar í bræði. Konan er
júst flutt til Føroya. Nú
hevur hannn so sett seg til
rættis í nýggju hølunum við
tí fyri eygað at veita før-
oyskum tryggingartakarum
eina góða tænastu og vøru.
Starvsfólkið gleðir seg til at
arbeiða í nýggju hølunum
við útsýni fyri Kongabrúnna
Mynd Jan Müller
Tryggja nú part av flotanum
Nevndarformaðurin Jørn Astrup Hansen og stjórin í Trygd, Christian Nielsen í nýggju
hølunum í Gongini
Mynd Jan Müller
Trygd flutt oman á Kongabrúnna
C
M
Y
K
11
10
Sosialurin - 311820
Dr. Jacobsensgøta 18 • 100 Tórshavn • Tel./Fax 316610
Vit hava eisini korsilett
í stórum støddum
Vit hava BH í
støddum úr 65 til 110
cm í ummáli, og frá
AA til H skál.
Stóra bringu
ella lítla?
Ert tú ein av
teimum 80%, ið
ganga í skeivari
BH-stødd?
Støkk so inn á
gólvið hjá okkum
og vit hjálpa tær at
finna júst tína
stødd.