týsdagur 29. mai 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult13 cyan13 magenta13 svart13
Nr. 100 • týsdagur • 29. mai 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
- Eg fati ikki, at donsk
feløg ikki sýna Før-
oyum størri áhuga.
Her er hópur av evna-
ríkum ungum
leikarum, og at Todi
stendur seg somikið
væl í Danmark, átti
bara at veri góð
reklama í so máta,
heldur talentskóti hjá
Ajax, sum var í
Føroyum í farnu viku
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Áhugin fyri føroyskum
fótbóltsleikarunum er vorð-
in alsamt størri seinnu
árini. Onkrir ungir leikarar
eru longu farnir av landin-
um, og tíðum ljóðar eisini,
hvussu nógv eygu fylgja
við avrikunum hjá einstøk-
um leikarum.
Aloftast síggja hesu eygu
fyrst leikaran, tá hesin um-
boða Føroyar og onkrum av
yngru landsliðunum, og
millum annað undir U-16
kappingini, sum varð hildin
í fjør, vóru hópur av so-
nenvdum talentspeidarum
at síggja í Gundadali.
Vendi aftur
Ein teirra, sum vitjaði í fjør,
var John Steen Olsen, sum
hevur til uppgávu at finna
fótbóltsleikarar til væl um-
tókta fótbóltsakademiið hjá
hollendska stórfelagnum,
Ajax. Ein fótbóltsskúli,
sum hevur klekt somikið
navnframar leikarar sum
Edgard
Davics,
Johan
Cruyff Patrick Kluivert,
Frank Rijkaard og de Boer
tvíburðarar, bert fyri at
nevna nakrar.
Hósdagin var John so
aftur at síggja í Føroyum.
Hesa ferð sum áskoðari til
seinnu hálvfinaluni millum
tey bæði havnarliðini, HB
og B36, og hóast hann ikki
var komin at hyggja at
nøkrum einstøkum leikara,
so duldi hann ikki eftir
dystin, at hann enn eina
ferð var bilsin um tað, sum
hann hevði sæð.
- Sum sagt, so var eg her
í fjør, og tá var eg avgjørt
bilsin um, hvussu høgt
støðið hjá føroysku leikar-
unum var. Eg havi síðani
havt nakað av sambandi við
Jákup í Stórustovu, og hann
helt, at tað kundi verið eitt
gott hugskot, um eg eisini
sá onkran dyst í bestu
deildini.
- Tað er sostatt orsøkin til
vitjananina hesaferð, og
aftur nú má eg siga, at eg
eri bilsin um støðið. Leik-
ferðin í dystinum í dag var
sera høg, og á báðum liðum
var talan um fleiri tekniskt
góðar leikarar, sum kunnu
mennast heilt nógv við
røttu venjingini.
Spurdur, um tað var
nakar einstakur leikari, sum
hann hevði bitið merki í
hendan dagin, var svarið
eitt sindur dragandi, at har
vóru fleiri ungir og spenn-
andi leikarar á báðum lið-
um.
Sum nevnt, so telist
fótbóltsskúlin hjá Ajax
millum teir bestu í heim-
inum. Hópur av stórleikar-
um eru klaktir undir mongu
venjingunum, og aloftast
hevur tað verið soleiðis, at
hesir spælarar eru komnir
blaðungir til felagið. Tí
kann tað eisini undra eitt
sindur, at John sæst hyggja
eftir einum dysti í 1. deild,
tí aloftast er talan um
leikarar, sum ikki hava
aldur til vaksnamanna-
fótbólt.
- Jú, tað er rætt, at vit
helst royna at fáa leikarar,
sum ikki eru eldri enn eini
15-16 ár, tí tá hava vit størst
møguleika at menna teir. Er
talan hinvegin um evnarík-
an leikara, sum er eini 18-
19 ár, so hava vit sjálvandi
eisini áhuga í hesum.
Skilir ikki danir
Eftir at hava tosað eitt sind-
ur aftur og fram um ta
menning, sum hevur verið í
føroyskum fótbólti, fellur
prátið aftur inn á leikarar,
sum eru farnir, ella fara út
um landoddarnar at royna
seg. John heldur fyri, at
talan í Føroyum er um
lutfalsliga nógvar evnaríkar
leikarar, men kortini er eitt,
sum hann ikki rættiliga
dugir at skilja.
- Eg fati ikki, at donsk
feløg ikki sýna Føroyum
størri áhuga. Her er hópur
av evnaríkum ungum leik-
arum, og at Todi stendur
seg somikið væl í Dan-
mark, átti bara at veri góð
reklama í so máta. Tí vildi
tað verið náttúrligt, um
danir í størri mun hugdu
hendan vegin, men av
onkrari óskiljandi orsøk er
hetta so ikki gjørt enn,
heldur John Steen Olsen,
og sum talentskóti hjá Ajax,
átti hann at vita, hvat hann
tosar um.
Vøddaskaði í lærin-
um ger, at FCK
álopsmaðurin ikki
verður førur fyri at
venja saman við
liðfeløgunum – í
hvussu so er í hesi
vikuni
SKAÐAR
Jóannes Hansen
Í síðstu viku var stóra fót-
bóltssøgan, at Todi Jónsson
hevði gjørt av – fyribils í
hvussu so er – at gevast á
landsliðnum.
Tað
varð
skrivað og tosað nógv um
hesa avgerðina og um,
hvønn týdning avboðið
kann fara at hava fyri
landsliðið og kanska Toda
sjálvan.
Nú er greitt, at sjálvt um
Todi í síðstu viku ikki hevði
havt givið avboð til lands-
liðið, so hevði hann kortini
verið noyddur at sent
avboð. Orsøkin er tann, at
hann í 1–1 dystinum ímóti
Lyngby í Parkini sunnu-
dagin varð skaddur.
– Fýra minuttir eftir at eg
hevði javnað til 1–1, bað eg
um at sleppa av vøllinum.
Eg kendi ein sting í
lærinum, eftir at eg hevði
verið í luftdysti. Eingin ivi
var um, at talan um ein
vøddaskaða, og so fór eg
beinleiðis av vøllinum.
Hevur tú hugsað, hvussu
tað hevði verið, um skaðin
kom í landsdysti?
– Tað hevði verið ræðu-
ligt. Men nú fingu teir í
FCK so at síggja, at skaðar
og landsliðið ikki nýtast at
hoyra saman, heldur Todi
Jónsson, sum sjálvandi
harmast um, at hann enn
eina ferð er settur uttanfyri.
Men hann vónar inniliga,
at hann fer at verða førur
fyri at spæla, tá FCK og
Brøndby annan sunnudag
fara at spæla finalu um
DM:
– Í hesi vikuni verði eg
noyddur at taka tað róliga.
Tað vil siga, at eg verði ikki
førur fyri at venja saman
við liðfeløgunum. Tað ræð-
ur um ikki at leggja ov
nógv fyri. Um alt gongur,
sum tað skal, so vóni eg, at
tað fer at bera til aftur at
venja við fullari ferð kom-
andi mánadag.
Roynir at fyribyrgja
Í
Tipsblaðnum
síðsta
fríggjadag var ein grein
um, at nú spælir Todi rættu-
liga við vøddunum. Søgan
er tann, at Todi, fyri at av-
marka
sannlíkið
fyri
vøddaskaðum, hevur vant
heilt nógv við vektum
síðsta árið. Tað hevur havt
við sær, at hann er fram-
farin eini fýra kilo, men
Todi sigur sjálvur, at hetta
fyrst og fremst sæst aftur í
lærvøddunum.
– Jú, eg havi verið nógvar
eykatímar í venjingarhøl-
unum. At tað hevur hilnast
hampuliga væl á vøllinum,
rokni eg avgjørt við kann
skrivast á ta kontoina.
Todi sigur seg hava skilt,
at áhugin fyri fótbólts-
ferðini, sum tað í síðstu
viku varð lýst við í sam-
bandi við dystin ímóti
Brøndby annan sunnudag,
hevur verið rættuliga stór-
ur. Eftir nøkrum fáum tím-
um vóru øll fimmti plássini
seld.
– Vónandi verður tað
soleiðis, at eg verði førur
fyri at spæla annan sunnu-
dag – eisini fyri teimum,
sum koma úr Føroyum at
fylgja við. Tað hevði sera
harmuligt at sitið uttanfyri í
tí dystinum. Men um eg
ikki hevði havt givið avboð
til landsliðið í síðstu viku,
so hevði eg verið noyddur
at gjørt tað nú. Eg hevði
undir ongum umstøðum
verið førur fyri at spælt
komandi leygardag, heldur
Todi Jónsson, sum ynskir
vinmonnunum á landslið-
num alt tað besta, tá teir
seinni í vikuni fara undir
fyrireikingarnar til stóru
uppgávurnar ímóti Sveis og
Jugoslavia.
Todi er aftur skaddur
Lærið er aftur í ferð við arga Toda, men álopsstjørnan hjá FCK roknar tó við, at hann
verður klárur til komandi uppgávurnar
Nógvir spennandi leikarar
13
12
Nr. 100 - 29. mai 2001
gult12 cyan12 magenta12 svart12
Foreldur og børn
vístu sunnudagin
pørtunum í verk-
fallinum á ótolandi
støðuna, tey hava
verið í, nú dagstovn-
arnir kring landið
hava verið afturlatnir
VERKFALLIÐ
Turið Kjølbro
Í tvær vikur hava foreldur,
sum hava børn á dagstovni,
verið í eini ótolandi støðu.
Tey hava verið noydd at
funnið alternativar loysnir
til ansing av sínum børn-
um. Nógv foreldur hava
skiftst um at verið til
arbeiðis og verið heima,
nógv børn hava verið hjá
ommum og øðrum í familj-
uni, og aðrar minni tryggar
loysnar hava verið funnar.
Hetta var ovboðið upp
undir vikuskiftið. Foreldra-
ráðið
í
Sankta
Josefs
barnagarði í Havn tók tí
stig til eina mótmælis-
gongu sunnudagin. Mót-
mælisgongan
fór
úr
Kommunuskúlagarðinum
oman á Vaglið. Gott og væl
hálvt hundrað foreldur og
børn vístu í oysregninum
pørtunum í verkfallinum á
ónøgd sína. Endamálið var
eittans: at fáa partarnar í
verkfallinum at tosa saman.
Gongan var sera friðarlig,
hon veitraði til partarnar,
sum sótu á Hotel Hafnia og
samráddust,
og
hesir
veitraðu aftur.
Um friðarliga mótmælis-
gongan gjørdi sítt til, at
verkfallið fekk ein enda, er
óvist. Tey gott og væl 2000
børnini um alt landið, sum
ikki eru sloppin í vøggu-
stovu og barnagarð í hálva
aðra viku, fegnast óivað.
Og ikki minst foreldur
teirra. Í dag byrjar vanligi
dagurin aftur...
Mótmælisgongan gav úrslit
Friðarliga mótmælisgongan
sunnudagin hevði eittans
endamál: at fáa partarnar í
verkfallinum at tosa saman
og koma til eitt úrslit.
Mynd: Jan Müller
Einasta serútbúna
fólkið á Hoyrnar-
deildini er ovbyrjað
av uppgávum.
Felagið fyri Hoyri-
brekað í Føroyum
heitir tí á myndug-
leikarnar um at fáa
viðurskiftini í rætt-
lag sum skjótast
HOYRIBREK
Turið Kjølbro
Vælferðin hjá nógvum
hoyribrekaðum í Føroy-
um er tengd at, at um-
støðurnar hjá Hoyrnar-
deildini eru nøktandi.
Tað eru tær ikki í løtuni,
og nevndin í Felagnum
fyri Hoyribrekað í Før-
oyum heitir tí á avvarð-
andi myndugleikar um
at síggja til, at hesi
viðurskifti koma í rætt-
lag sum skjótast. Ætlan-
in er at flyta Hoyrnar-
deildina av Sernáms-
deplinum, har hon leingi
hevur hildið til, á Lands-
sjúkrahúsið. Flytingin
skuldi havt verið fyri
hálvum ári síðani, freist-
in var síðani sett til 1.
apríl, men enn er Hoyrn-
ardeildin ikki flutt, og
eingin veit í løtuni, nær
flytingin verður. Støðan
er ótrygg, og hon gerst
ikki betri av, at einasta
starvsfólkið á Hoyrnar-
deildini, Ina Wessberg,
audiologiassistentur, er
um at drukna undir í ar-
beiði. Umstøðurnar, hon
hevur at arbeiða undir,
eru alt annað enn eggj-
andi, slær Felagið fyri
Hoyribrekað fast. Ar-
beiðið er meiri enn til
ein persón, audiologi-
assistenturin hevur ikki
so frægt sum ein skriv-
ara afturat sær, og tí má
hon røkja fleiri uppgáv-
ur samstundis uttan at
fáa endurgjald fyri tað.
Á Hoyrnardeildini er
møguligt at fáa hoyritól
tillagað óg útflýggjað,
og hagar ber til at venda
sær, um tólini verða í
ólagi.
Felagið fyri Hoyri-
brekað í Føroyum hevur
júst havt aðalfund. Tey,
sum manna nevndina nú
eru
Nicolina
Dahl,
Klaksvík, sum er for-
kvinna, Jákup Daniel-
sen, Havn, kassameist-
ari, Katrin Rubeksen,
Havn, skrivari, og Jórun
Johannesen, Norðskáli,
tiltakslimur.
Limatalið í felagnum
er vaksandi, eitt tekin
um, at alt fleiri føroying-
ar fáa eitthvørt hoyri-
brek at dragast við.
Hoyrnardeildin um at
drukna í arbeiði
Donsku kommun-
urnar hava útvegað
100.000 fleiri dag-
stovnapláss. Men
nógv donsk foreldur
siga nei takk til eitt
stovnspláss um tað
ikki lýkur ávísar
treytir. Tí er í onkrari
kommunu í dag
bíðilisti og tøk pláss
samstundis
DAGSTOVNAR
Turið Kjølbro
Listarnir yvir børn, sum
bíða eftir einum dagstovna-
plássi í Føroyum, eru langir
og vaksa í hvørjum. Ikki
bara í Havn, men eisini úti
um landið. Kravið frá for-
eldrum í Føroyum í dag er
stovnspláss til øll. Uttan iva
ganga nógv ár fyrr enn
tørvurin er nøktaður, hóast
menningin
gongur
eitt
sindur skjótari tann rætta
vegin, síðani kommunurnar
yvirtóku dagstovnaøkið.
Í nógvum kommunum í
Danmark hava tey í nógv ár
arbeitt miðvíst við at út-
vega øllum børnum eitt
stovnspláss.
Jyllands
Posturin
visti
nú
um
dagarnar at siga, at tørvurin
á stovnsplássum er við at
verða nøktaður. Um árs-
skiftið stóðu 3300 børn á
bíðilista um alt landið,
hetta er 2200 færri enn fyri
einum ári síðani. Donsku
kommunurnar hava útveg-
að 100.000 fleiri pláss og
222 kommunur, svarandi til
80%, hava so at siga pláss
til øll børnini í teirra
kommunu.
Men plásstrygd valdast.
Foreldur í ikki so fáum
kommunum siga nú nei
takk til eitt pláss á stovni til
síni børn, um viðkomandi
stovnur ikki lýkur ávísar
treytir. Hetta stendur at lesa
í grein í Søndagsavisen fyri
stuttum. Tað er kravið hjá
kommunum
til
stóran
fleksibilitet, um barnið skal
verða fatað av plásstrygd-
ini, sum ger, at nógv foreld-
ur eru farin at ivast. Tey
vilja heldur hava ávirkan á,
hvar barn teirra verður ans-
að. Bæði landafrøðilig atlit
og námsfrøðilig viðurskifti
spæla inn, tá ið foreldur
nokta fyri at taka av einum
tøkum plássi. Í staðin fyri
finna mamman og pápin
júst sum fyrr aðrar fyribils
loysnir, meðan tey bíða
eftir ynskiplássinum í tí
dagstovninum, sum stendur
ovast
á
ynskilistanum.
Ommur, ungar gentur í
húsið, longri farloyvi, og
aðrar loysnir verða brúktar
til ynskiplássið er tøkt.
Plásstrygd merkir, at for-
eldur eru noydd at taka til
takkar við einum plássi utt-
an mun til, hvar tað er. Og
hóast plásstrygd er veru-
leiki nógva staðni eftir for-
eldratrýsti, var bert sjeynda
hvørt foreldur til reiðar at
lata barn sítt á stovn undir
hesum treytum í mars í ár.
Hetta hevur ført við sær ta
løgnu støðu í onkrum parti
av landinum, at har er bíði-
listi og tøk pláss samstund-
is. Greið tekin um størri
tilvit um, hvat foreldur
ynskja til síni børn.
Seinastu tíggju árini er
kostnaðurin av dagstovnun-
um í Danmark nærum tví-
faldaður, úr 13 milliardum í
1990 til góðar 20 milliardir
í dag. Kommunurnar hava
sostatt raðfest dagstovna-
økið høgt.
– Plásstrygd merkir fyrst
og fremst, at kommunur
síggja tað sum sína skyldu
at útvega nóg mikið av
stovnsplássum.
Foreldur
eru jú upptikin av, hvar tey
lata síni børn. Og tað
kunnu vera praktisk og
námsfrøðilig viðurskifti,
sum eisini spæla inn, men
tað hava tað altíð verið,
sigur Jørgen Goul Ander-
sen, professari á lærda há-
skúlanum í Aalborg.
Hann heldur, at tað at
foreldur siga nei takk til
plásstrygd er eitt tekin um,
at nú hava tey eitt val
ímillum stovnar.
– Í dag bíðar tú kanska í
tríggjar mánaðir eftir tí
allarbesta, og so finnur tú
eina loysn so leingi. Sam-
stundis meti eg, at nøkur
óttast fyri at verða snýtt í
skipanini, um tey gerast ov
fleksibil og vísa, at tey taka
til takkar við hvørjum sum
helst, sigur hann
Foreldur meiri kræsin
Foreldur vilja hava ávirkan á, hvar barn teirra verður ansað.
Savnsmynd
SÁTTMÁLI
Turið Kjølbro
Uttan luttøku av sem-
ingsmonnum er tað eyd-
nast Finansforbundet,
Arbeiðsgevarafelagnum
hjá Fíggjarstovnum í
Føroyum, Starvsfólka-
felag Sparikassanna í
Føroyum og Elektron at
gera ein tvey ára sátt-
mála galdandi fyri før-
oysku peningastovnarn-
ar og Elektron. Samlaði
fíggjarkarmurin er 9,67
prosent og eins fyri allar
sáttmálarnar.
Í tíðindaskrivi siga
partarnir í samráðingun-
um, at vantandi luttøkan
av
semingsmonnum
gjørdi tað møguligt at
nýta ein part av fíggjar-
karminum til at skapa
størri samljóð millum
sáttmálarnar og at gera
ávísar tillagingar í sátt-
málaleistum. Eitt nú eru
góð 2 prosent av karm-
inum nýtt til at hækka
arbeiðsgevaragoldna
eftirlønarprosentið hjá
teimum limum, har eft-
irlønin er lægri enn 10
prosent til útlíkning av
arbeiðstíðini og til at
broyta lønarbygnaðin.
Bankafólk nýggjan
sáttmála
C
M
Y
K
12