Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 100 - 29. mai 2001 15 gult15 cyan15 magenta15 svart15 Gøtumenn vunnu torføra útidystin suðuri í Vági, og í løtuni tykist einki at steðga oddaliðnum FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Tá VB í fjør gjørdist før- oyameistari, var ein av teimum heilt týdningar- miklu dystunum tann í Gøtu, har vágbingar vunnu tepran sigur. Uppskriftin ta ferðina var eitt sera gott liðavrik, har allir leikarar stríddust fyri hvørjum øðr- um, og so eisini tað, at liðið var sera væl skipað. Hesa ferð var uppskriftin júst hin sama, men fortekn- ini vóru øvugt. Hesa ferð var tað nevnliga GÍ, sum við væl skipaðum verju- spæli og annars góðum lið- avriki vann á útivølli, soleiðis at teir framvegis eru klárt á odda í bestu mansdeildini. Fortreytirnar hjá GÍ fyri at leggja størsta dentin á eina væl skipaða verju vóru eisini stak góðar, tí longu eftir góðum fimm minutt- um eydnaðist teimum at leggja seg á odda. Eitt langt útspark frá Halli Hansen í málinum ferðast yvir flestu høvdini hjá vágbingum, og tá Óli Hansen so eisini fekk longt útsparkið, stóð Helgi L. Petersen brádliga púra leysur, og slíkan møguleika skal hann ikki hava tvær ferðir. Eftir hetta royndi GÍ sum mest at binda fyri, og í stóran mun eydnaðist hetta eisini. Heimamenninir vóru tamir, teir megnaðu ikki at spæla seg ígjøgnum, og heldur var líkt til, at teir høvdu dirvi at offra ov nógv frameftir, soleiðis at mótálop kundu spyrjast burturúr. Seinna umfarið tóktist tað tó, sum um venjarin hjá vágbingunum hevði givið monnum sínum ein ordans vals. Teir royndu nú í nógv størri mun at trýsta gest- irnar, og hetta gjørdi sjálv- andi, at spælið gjørdist meira opið. Talan var kanska ikki um teir stóru møguleikarnar til heimaliðið, men vandin lúrdi nú allatíðina, eins og GÍ á sín hátt lúrdi við snar- álopum. Tað vóru tó teir á heimaliðnum, sum fingu mál fyrst. Jón Pauli Olsen og Palli Augustinussen spældu skjótt saman í høgru, og tá Palli slapp ígjøgnum, sendi hann bólt- in inn til ein púra leysan Birgir Jørgensen, sum sendi bóltin í at kalla tóma málið. Líkt var soleiðis til, at talan skuldi gerast um ein javnleik, men tað vórðu kortini gøtumenn, sum fekk seinasta orðið í dystinum, tó at Bjarni Johansen í VB- málinum eftir dystin iðraði seg um avgerandi málið. Hetta kom, tá Hans Pauli Petersen úr høgru sendi ein bólt innfyri. Eingin vág- bingur tóktist at ansa Helga L. Petersen, og so kundi toppskjúttin skora sítt næsta mál í dystinum. Tá Helgi fyrst hevði sett skallan undir bóltin, var lítið og einki, ið Bjarni kundi gera, men málverjin iðraði seg tó um, at bólturin yvirhøvur kom somikið langt sum til Helga. VB úti Hóast tað enn bert eru liðin fimm umfør av kappingini, so er lítið at ivast í, at tapið hjá VB hevði við sær, at talan ikki verður um nakra endurtøku av meistara- heitinum í ár. Hevði talan verið um ein sigur, var munurin til oddin bert trý stig, men nú er talan um níggju stig, og ivaleyst verður hetta ein ov stórur biti at vinna inn aftur. Orsøkirnar til hetta eru sjálvandi fleiri, men í øllum førum er ein teirra, at teir so væl kendur marginal- arnir ikki hava verið í parti við vágbingum higartil. Í avgerandi løtum eru dyst- irnir koppaðir til mótstøðu- liðini, har teir í fjør koppaðu til vágbingar, og í veruleikanum er tað ofta hesir smáu lutir, sum gera av, um talan verður um gull ella kanska eitt pláss uttan fyri heiðursmerkjarøðina. GÍ heldur á Hinevgin skerst ikki burtur, at hepni ikki kemur av sær sjálvum. Betri enn nakar hava gøtumenn farna tíggjuáraskeiðið dugað at leita sær hepni, og mangt bendir á, at teir aftur í ár hava funnið røttu uppskrift- ina. Longu nú hava teir leikt fleiri av teimum dystum, sum á pappírinum tykjast teir torførastu, og einki er at siga til, um teir eru ovur- fegnir um úrtøkuna. Liðið hevur í ár aftur sett gamlar dygdir sum stríðsvilja og væl lærda spælskipan í hásætið, og kunnu teir eis- ini halda fast um hetta tvey ella trý komandi umførini, er nógv, sum bendir á, at teir hava vunnið sær ein avgerandi fyrimun. Komandi vikuskifti hev- ur landskappingin frí, og tá gøtumenn aftur fara í gongd verður tað á heima- vølli móti vágamonnum, so einki bendir enn á, at gøtumenn verða steðgaðir fyribils. VB-GÍ 1-2 (0-1) 0-1: Helgi L. Petersen 6 1-1: Birgir Jørgensen 70 1-2: Helgi L. Petersen 83 Dómari: Birgir Sondum (B36) VB: Bjarni Johansen – Predrag Zivkovic, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen – Palli Augustinussen, Tórður Holm, Jón Gærdbo, Marek Viersbicki, Jón Pauli Olsen – Robert Cieslewicz, Krzyztof Popczynski GÍ: Hallur Hansen – Bartal Eliasen, Pól Ennigarð, Leivur Hansen – Hans Pauli Petersen, Magni Jarn- skor, Sámal Joensen, Zdzislaw Janik, Henning Jarnskor – Helgi L. Petersen, Óli Hansen Bogi Gregersen gjørdist dagsins maður við tveimum málum, men noyddist seinni skaddur av vøllinum 2. DEILD Jóannes Hansen Stigaposin og støðutalvan vísir, at tað gongur strúk- andi hjá Skála. 36 ára gamli rumenski venjarin, Eugen Voda, sum sjálvur verjir málið, hevur alla orsøk at fegnast um úrslitini, og hann tykist hava gott tak á tí. Aftur leygardagin fekk Skála fult. Á útivølli vunnu teir 2–0 ímóti leirvíkingum, sum annars hava staðið seg rættuliga væl higartil í ár. Talan var um órudduliga oyggjauppgerð, har tað var nógv stríð og nógvir nær- dystir, og har tað var ikki so nógv av skilagóðum fót- bóltsspæli. Bogi Gregersen skoraði bæði málini – miðskeiðis í fyrra og miðskeiðis í seinna hálvleiki. Fyrru ferðina legði Ronnie Hansen inn- fyri úr høgru, og Hans Kristian Djurhuus longdi bóltin inn í málteigin. Seinnu ferðina var Signar á Reynatrøð, aftasti maðurin hjá LÍF, heilt gestablíður. Hann mundi ikki hava ansað álopsmanninum, tá hann legði bóltin innfyri málið hjá sær sjálum. Bogi takkaði fyri og setti fram- við Allani Joensen í LÍF málinum. LÍF hevði ikki nógvar møguleikar, men spurn- ingurin er,hvussu tað hevði lagað seg, um teir høvdu havt gjørt nyttu burturúr stóra møguleikanum í fyrsta minutti. Jonhard Høgnesen var púra leysur, tá hann lyfti upp um Eugen Voda, men tíbetur fyri skálamenn, so fór bólturin við síðuna av málinum. Hjá Skála hava Marius Joensen, Alexander Johan- sen og liðformaðurin, Tummas Olsen, verið skaðaplágaðir. Leygardagin legðist Bogi Gregersen afturat skaðalistanum. Hann var so óheppin at bróta hondina og verður tískil ikki við aftur tær næstu fimm vikurnar. Skála hevur havt fleiri spælarar við unglinga hondbóltslandsliðnum, sum hevur verið burturi. Tað kemur væl við á Skála, at nú verða t.d. Arnold Berg, Sveinur Justinussen og Jørmund Joensen tøkir í fótbóltinum. LÍF-Skála 0-2 (0-1) 0-1: Bogi Gregersen 0-2: Bogi Gregersen GÍ hevur framvegis fult hús Henning og hinir úr Gøtu bastu føroyameistarunum úr Vági, og enn hevur GÍ beina kós móti gullinum Mynd: Áki Bertholdsen LÍF–Skála 0–2 (0–1) Bogi breyt hondina 15 14 Nr. 100 - 29. mai 2001 gult14 cyan14 magenta14 svart14 Gongdin frá undan- farnu árunum sæst aftur hjá vágbingum, sum fyri triðju ferð upp í slag taptu – hesa ferð ímóti GÍ, sum rennur eftir avrikinum hjá B36 tey fyrstu nógvu um- førini í fjør SAMANUM Jóannes Hansen VB er í tungum sjógvi. Tað ber ikki til at koma til aðra niðurstøðu, nú meistara- liðið tapti fyri triðju ferð á rað. Gongdin minnir ikki sørt um hana hjá Herfølge, sum var meistari í fjør, og sum nú hevur fingið at- gongumerki til næstbestu deildina í Danmark. Vágbingar fara ikki at flyta niður í 2. deild. Men tað hilnast illa. Tøttu dystir- nir koppa skeiva vegin, og skaðar gera um seg. Í fjør koppaðu tøttu dystirnir rætta vegin, og teir høvdu ongar skaðar. Gongdin hjá VB er mein- lík henni hjá KÍ í fjør. Eftir at klaksvíkingar høvdu vunnið FM í 1999 gekk tað heilt illa í fjør. KÍ megnaði at enda at lyfta seg upp á fimta plássið, men í fyrstu umførunum gekk tað striltið at skava stig saman. Merkisvert er tað, at síðani fýra ára sigursrøðin hjá GÍ endaði í 1996, hevur einki felag megnað at vunnið FM tvær ferðir á rað. Tað ber næstan til at siga, at tað einasta, sum undan kappingarbyrjan er greitt, er, at FM vinnarin frá árinum fyri fer ikki at megna at endurtaka bragd- ið. Renna aftaná B36 GÍ kom enn eina ferð til hús við einum stórum skølti. At vinna á Vágseiði verður altíð roknað sum stórur sigur. Gøtumenn hava fram- vegis fult stigatal. Fimm umfør eru farin afturum. Í fjør hevði B36 fult stigatal eftir fimm umfør. So segði John Petersen farvæl og fór til Leiftur. Síðani gekk minni væl hjá B36. Tað man vera lítið sannlíkt, at GÍ fer at tapa í 6. umfar- inum. Tá fáa teir vitjan av FS Vágum, og stóri spurningurin kann fara at verða, um GÍ fer at megna størri heimasigur ímóti vágamonnum, enn B36 megnaði. Stóra avbjóðingin hjá GÍ verður heldur, tá teir í sætta umfarinum skulu vitja NSÍ, og tá teir í sjeynda umfar- inum fara at hitta toftamenn í Sarpigerði. B36 fullkomuliga skrædlaði FS Vágar. Havnarliðið tykist ikki vera so eymt, sjálvt um fleiri av stuðulsspælarunum eru burturi frá. Tað kann hava stóran týdning. B36 er næstfremst. Teir eru frammanfyri grannar- nar úr HB, sum teir næst- síðsta hósdag tóku finalu- plássið frá. Í HB er lagið ikki gott. HB hevur nógv og gott fólk. Tað átti ikki at havt bilað, um onkrir av týdn- ingarmiklu spælarnum vóru burturi frá, men avrik- ið í Runavík vísti, at nógv er ørðvísi, enn tað var í fyrstu umførunum í lands- kappingini. Jóhannis Joen- sen og Andrew av Fløtum eru skaddir, onkrir aðrir av stuðulsspælarunum eru ikki heilt væl upplagdir, og so er tað ikki bara sum at siga tað at koma úr unglingadeildini og á besta liðið. Tað hava avrikini hjá ungu monnun- um víst, men Jón Rói Jacobsen er undantakið. KÍ, NSÍ og B68 hanga uppií. Tey vunnu øll 2–1 sigrar. KÍ vinnur oftast á Sandi, men sigurin hesa ferð var eins tepur, sum hann var í FM árinum. Í 1999 vann KÍ 2–1 á Sandi, og Olgar Danielsen skoraði sigursmálið í næstsíðsta minuttinum. Toftamenn hóraðu akku- rát undan á Eiði. Viljin at vera við í toppinum er stórur, men avrikini hava higartil ikki altíð staðið mát við dreymin. Tá B36 kemur at vitja um tvær vikur, verður talan um stóra avbjóðing. Bæði B68 og B36 hava fleiri spælarar í landsliðshópinum, sum verður saman í eina lítla viku, áðrenn árstalsfeløgini fara undir síðstu fyri- reikingarnar til innanhýsis uppgerðina á Svangaskarði. NSÍ vil eisini vera við, har tað gongur fyri seg. Spælið ímóti HB var í fleiri longum løtum gott. Higartil hava teir gulu og svørtu ikki verið støðugir. Næsta uppgávan verður ikki løtt. Tá skal NSÍ á útivølli hitta trongdu meistararnar í Vági. Botnstríðið Støðutalvan vísir, at tað longu nú er greitt, at stríðið um at sleppa undan niður- flyting fer at standa ímill- um FSV, EB/Streym og B71. Eftir 15–0 tapið í Gundadali, eru tað ivaleyst fleiri, sum halda, at vága- liðið hevur einki at gera í bestu deildini. At teir taptu so stórt ímóti B36 verður ikki avgerandi fyri lagnuna í bestu deildini. B71 tapti í 2. umfari í Gundadali ímóti B36, og í EB/Streymi taka teir okkum tað neyvan illa upp, tá vit siga, at B36 verður favorittur, tá teir í tólvta umfarinum, sum verður á skránni 11. august, fáa vitjan av EB/Streymi. Avgerðin um aftasta plássið verður nógv treytað av, hvussu tað fer at hilnast í innanhýsis dystunum. Higartil hevur EB/Streym- ur fingið trý stig ímóti FSV, FSV hevur fingið trý ímóti B71, og B71 hevur fingið trý stig ímóti EB/Streymi. Í sætta umfarinum skal FSV til Gøtu, EB/Streymur á norðoyarstevnu, har tað ofta plagar ikki at ganga so væl hjá KÍ, og B71 skal í Gundadal at spæla ímóti HB. Meistararnir verða ikki meistarar Eftir 15–0 tapið í Gundadali, eru tað ivaleyst fleiri, sum halda, at vágaliðið hevur einki at gera í bestu deildini Mynd: Álvur Haraldsen TB fekk loksins fyrsta sigurin á árinum, meðan fuglfirðingar mugu síggja 2. DEILD Jóannes Hansen Undan kappingarbyrjan vóru TB og ÍF mett sum evni at stríðast um fremstu plássini. Hjá báðum gekk hampuliga væl í steypa- kappingini, og hjá báðum hevur gingið av skriðuni í landskappingini. Á Sevmýri var tað sera undirhaldandi. Tíggju mál vórðu skorað, og heima- áskoðararnir kundu endi- liga gleðast um, at TB tyk- ist vera um at koma fyri seg. Norski venjarin, Håkan Vinther, sum tríggjar dagar undan fyrsta umfarinum kom úr Tromsø, er um at fáa skil á liðnum, spælararnir, sum teir flestu eru blaðungir, møta væl til venjingar, og ímóti ÍF sýndu teir sera positivan hugburð. TB var frammanfyri 3–0 í steðginum. Teir høvdu havt uppaftur fleiri møgu- leikar, og ÍF hevði havt sínar, men m. a. Heini Heinason og Høgni á Lakj- uni kendu ikki sína vitj- unartíð. Einar Petersen setti hol á eftir horna, og Vagnur Nolsøe fór einsamallur, tá hann økti til 2–0. Eyðstein Jacobsen, hvalbingurin sum í fjør royndi fótbólts- eydnuna í B36, heilfluktaði innlegg úr høgru í kassan til 3–0. Eftir steðgin syrgdi Jan Jørgensen fyri, at ÍF kom á talvuna. Hann kom ímillum afturleggin. Einar Petersen økti til 4–1, og Dan Mortensen, sum hevur verið skaddur síðani steypakappingina, men sum kom inn í 2. hálvleiki, økti til 5–1. Fuglfirðingar minkaðu tvær ferðir um munin. Bárður á Lakjuni umsetti brotsspark til mál. Tað varð dømt ímóti málverjanum, sum skuldi hava felt Eyðálv Petersen. Tá Høgni á Lakjuni minkaði um munin til 5–3, var talan um eitt sera sjáldsamt mál. Lars Müller, sum í skipanini stendur at vera næstfor- maður í Royn, verjir málið hjá TB, og tað gjørdi hann væl leygardagin. Men tað sá heilt kostiligt út, tá hann skuldi tveita bóltin fram á miðjuna, men í staðin rakti í pannuna á Høgna á Lakjuni, og so sigldi bóltur- in í málið!! Zoran Mancic økti til 6–3, og í síðstu løtu umsetti Bárður á Lakjuni brots- spark fyri hands til mál. Tvørámenn vóru ikki samdir, men tað er áskoðanin hjá dómaranum, sum telur. TB-ÍF 6-3 (3-0) 1-0: Einar Petersen 2-0: Vagnur Nolsøe 3-0: Eyðstein Jacobsen 3-1: Jan Jørgensen 4-1: Einar Petersen 5-1: Dan Mortensen 5-2: Bárður á Lakjuni (br.) 5-3: Høgni á Lakjuni 6-3: Zoran Mancic TB–ÍF 6–4 (3–0): So glapp hjá tvørámonnum C M Y K 14