týsdagur 29. mai 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 100 - 29. mai 2001
17
gult17 cyan17 magenta17 svart17
B71 hevði mesta
trýstið móti klaks-
víkingum, men teir
vórðu revsaðir fyri
óneyvu atsóknirnar,
tá KÍ skoraði tvær
ferðir innan seinastu
25 minuttirnar
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Eftir at byrjanin á kapping-
arárinum tóktist sera soltin
hjá klaksvíkingum, tykjast
leikararnir í sigursvanda
felagnum nú veruliga at
hava fingið ferð á. Sunnu-
dagin gjørdist triði sigurin á
rað veruleiki, og hóast tað
var vioð tógvið stríð, so
munnu stigini smakka eins
væl, og tey aloftast gera.
Tað vóru nevnliga sand-
oyingar, sum í nógv størst-
an mun myndaðu dystin
móti KÍ. Serliga í fyrra
hálvleiki royndu teir at
leggja stórt trýst á. Teir
arbeiddu nógv, og hóast KÍ
í útgangsstøði tóktist meira
framrættað, so dugdu mið-
vallararnir hjá heimalið-
num nógv betri at koma
framvið, soleiðis at yvir-
talsstøður spurdust burt-
urúr.
Talan gjørdist eisini um
fleiri heilar og hálvar
møguleikar,
og
horna-
sparkshagtølini talaðu so
avgjørt fyri heimaliðnum,
men meira enn tað sama
kom tó ikki burturúr.
Løgdust aftur
Í seinna hálvleiki gekk
heldur javnari á. Sandoy-
ingarnir vóru framvegis teir
raskaru. Teir vunnu fram-
vegis flestu nærdystirnar,
og eftir einum lítlum kor-
teri fingu teir so endiliga
løn fyri stríðið.
B71 hevði vunnið sær
fríspark í vinstru síðu, og tá
Julian Florescu sendi inn-
fyri, var miðverjin, Jógvan
Jón Petersen, hægstur, og
stútaði bóltin hegnisliga í
kassan.
Málið var sjálvandi kær-
komið hjá heimaliðnum,
men samstundis mundi
hetta vera byrjanin til end-
an fyri teirra viðkomandi.
Teir tóku seg nú nakað aftur
á vøllin, og tá KÍ sam-
stundis framdi tvær útskift-
ingar, komu gestirnir al-
samt nærri málinum.
Ikki tí, sandoyingar vóru
framvegis vandamiklir í
mótálopunum, men eins og
í fyrra hálvleiki, so tóktist
effektivitetur ikki at standa
serliga ovarliga á dags-
skránni.
Tað gjørdi tað hinvegin
hjá KÍ. Burtur sæð frá
einum stútari á stongina frá
Alexander
Djordjevic,
høvdu gestirnir ikki havt
teir stóru møguleikarnir,
men burtur úr ongum fingu
teir brádliga javnvág í
roknskapin. Eftir at fríspark
varð sent innfyri og stútað
útfrá, kom Jan Joensen við
fullari ferð og hálvfluktaði
bóltin millum vinir og
fíggindar, og Waldemar
Nowicki kundi lítið annað
gera enn at hyggja, meðan
bólturin smeyg sær inn um
stongina.
Sjálvandi var hetta ein
skelkur fyri heimaliðið, og
hesin mundi ikki gerast
minni, tá KÍ legði seg á
odda tíggju minuttir seinni.
Uppskriftin var eitt skjótt
mótálop,
har
Hjalgrím
Elttør fann ein leysan
Fríðin Ziskason. Fríðin
trekti inn í brotsteigin, og tá
málverjin kom út lyfti
miðvallarin hegnisliga í
málið til endaliga úrslitið.
Seinastu løtuna royndu
teir á heimaliðnum aftur at
trýsta, men tá var KÍ komið
rættiliga fyri seg, og uttan
at nakar annar veruliga
stórur møguleiki kom aft-
urat, kundu gestirnir fagn-
ast, tá dómarin hevði
bríkslað fyri seinastu ferð.
Skotvenjing
Klaksvíkingar høvdu eisini
alla orsøk til at fagnast
hendan dagin. Í góðan tíma
voru teir greitt við undir-
lutan, og teir á Sandi kunnu
bert takka sær sjálvum fyri,
at teir ikki avgjørdu dystin,
meðan teir høvdu møgu-
leikan.
Effektivitetur er tó eisini
ein dygd í fótbólti, og
ivaleyst man tað koma væl
við hjá sandoyarvenjaran-
um, Kára Reynheim, at tað
nú eru tvær vikur til kom-
andi uppgávuna. Higartil
hevur spælið hjá liðnum
verið á heilt góðari leið og
eisini alsamt betri, men
fleiri av seinastu dystunum
hava tó víst, at úrtøkan úr
møguleikunum als ikki
stendur mát við spælið. Við
skotvenjing komandi vikur-
nar man hetta tó fara at
batna, og so er spurning-
urin, um hetta er nóg mikið,
tá teir um tvær vikur vitja
HB í Gundadali.
B71-KÍ 1-2 (0-0)
1-0: Jógvan Jón Petersen 58
1-1: Jan Joensen 68
1-2: Fríðin Ziskason 78
Dómari: Oddmar Andrea-
sen (HB)
B71: Waldemar Nowicki –
Bergleif Sólsker, Jógvan
Jón Petersen, Bernhard
Petersen, Bjørn Thorsteins-
son – Hans Jørgen Djur-
huus, Julian Florescu, Jón
Brekku, Eli Hentze, Kári
Nielsen – Høgni Hansen
KÍ: Meinhardt Joensen –
Andres
Jacobsen,
Jan
Andreasen,
Símun
W.
Høgnesen – Atli Danielsen,
Jan Joensen, Fríðin Ziska-
son, Harley Bertholdsen –
Hjalgrím Elttør, Alexander
Djordjevic, Erling Fles
Avrikini hjá teimum
átjan landsliðsspæl-
arunum vóru einki
serliga sannførandi í
vikuskiftinum
LANDSLIÐSLEIKARAR
Jóannes Hansen
Tað eru tveir heimadystir í
HM undankappingini á
skránni næstu stóru vikuna.
Leygarkvøldið
verður
Sveis á skránni á Svanga-
skarði, og mikukvøldið í
komandi viku verður Jugo-
slavia á Tórsvølli.
Tí er tað ikki við síðuna
av at gera eitt sindur burt-
urúr, hvussu tað í viku-
skiftinum
hilnaðist
hjá
teimum átjan spælarunum,
sum hósdagin saman við
Allani Simonsen og Jógv-
ani Martin Olsen skulu
hittast í Runavík, har teir
skulu halda til, meðan teir
fyrireika seg á Svanga-
skarði, har gróðurin – eins
og alla aðra staðni kring
landið – hevur verið sera
góður.
Og vit kunnu akkurát tað
sama sláa tað fast beinan-
vegin: vikuskiftið var einki
serligt hjá nógvum av
landsliðsmonnunum.
Julian Johnsson var ikki á
liðnum hjá Sogndal hós-
dagin, og Kurt Mørkøre
spældi bara tveir minuttir í
2–1 útisigrinum. Teir komu
til Føroya longu undan
vikuskiftinum.
Óli Johannesen og Hvid-
ovre taptu 2–1 í Vejle. OB
tapti 4–0 á heimavølli ímóti
AGF, og Johan B. Hansen
er framvegis ikki í nánd av
besta liðnum hjá OB. Jákup
Mikkelsen
fekk
onga
dystarvenjing, tá Herfølge
vann í Haderslev.
Jens Martin besti
maður
Tá
NSÍ
vann
2–1
á
heimavølli ímóti HB, vóru
fýra landsliðsspælarar á
vøllinum, og ein afturat átti
at havt verið uppií. Christ-
ian Høgni Jacobsen tykist
renna kapp við tíðina.
Vøddaskaðin,
sum
tær
síðstu vikurnar hevur havt
við sær, at álopsmaðurin,
sum av álvara gjørdi um
seg í Luksemburg og Russ-
landi, hevur spælt ímillum
lítið og einki, ger framvegis
um seg, og nú er tað ein
spurningur, um tað ber til á
landsliðnum at brúka ein
mann, sum næstan ikki
hevur verið á vøllinum í
fleiri vikur.
Á HB liðnum skoraði
Uni Arge einasta málið,
men annars var hann nógv
spakari, enn hann plagar at
vera. Jón Rói Jacobsen var
ein tann besti HB maðurin,
men tað sigur ikki so nógv.
Rógvi Jacobsen var lítið
eyðsýndur (hann var mesta
partin av tíðini á ókenda
miðverjuplássinum),
og
Allan Mørkøre gjørdi ikki
góða reklamu fyri sær
sjálvum, tá hann fram ímóti
dystarenda
fekk
reyða
kortið fyri púra óneyðuga
takling. Heilt frammi við
hornaflaggið tveitti hann
seg eftir bóltinum, sum var
á veg út av baklinjuni. Ikki
færri enn tveir mótstøðu-
menn fullu, og bólturin
trillaði út av vøllinum til
málspark!
Besti landsliðsmaðurin í
Runavík sunnudagin var
uttan iva Jens Martin
Knudsen. Hann hevði ikki
so ógvuliga nógv at gera,
men hann var sera tryggur,
tá tað vóru boð eftir hon-
um.
Øssur og Hans Fróði
óhepnir
Á Mølini á Eiði vitjaðu
tríggir landsliðsspælarar.
Øssur Hansen lá fyri tað
mesta heilt úti í vinstra
borði, og hann hevur fleiri
ferðir fyrr í ár verið meiri
eyðsýndur, enn hann var
hesa ferð. Tá B68 fekk
brotsspark, varð liðformað-
urin settur at skjóta, men
hann misnýtti.
Fróði Benjaminsen hevur
verið væl fyri higartil í ár,
men í fleiri av undanfarnu
umførunum hevur hann
havt størri leiklut, enn hann
hevði á Eiði, har tað serliga
í 1. hálvleiki gekk fyri seg í
so ovarlaga.
Hans Fróði Hansen vann
nógvar luftbóltar, men hann
var ikki altíð so heppin. Tá
EB/Streymur fekk brots-
spark, var tað tí Hans Fróði
hevði felt Jón Sigurd
Gleðisheygg.
Helgi áhugaverdur
Á B36 liðnum, sum vann
15–0, fingu Jákup á Borg
og John Petersen ikki tað
stóru
dystarvenjingina.
Jákup á Borg, sum í út-
gangsstøðuni var miðvall-
ari, skoraði bara eitt mál,
og tað var upp á brotsspark,
sum var gjørt ímóti lands-
liðsmanninum
sjálvum.
John Petersen hevur onkun-
tíð verið meiri málsøkin,
enn hann var hesa ferð.
Sámal Joensen og Helgi
L. Petersen eru lykla-
spælarar á oddaliðnum í
Gøtu. Helgi skoraði bæði
málini í kærkomna 2–1
sigrinum, og hann má iva-
leyst metast sum at vera
sera spennandi í landsliðs-
høpi, nú Todi Jónsson
hevur givið avboð, og
Christian Høgni Jacobsen
tykist hava sera ilt við at
koma fyri seg eftir treiska
skaðan.
B71-KÍ 1-2 (0-0)
Marginalarnir við KÍ
Hóast útangsstøðið tóktist
verjukent, so megnaðu
miðvallararnir hjá B71 sera
væl at koma framvið, so
yvirtalsstøður kundu skapast
Mynd: Emil Simonsen
Landsliðið skinklaði í undanroyndini
17
16
Nr. 100 - 29. mai 2001
gult16 cyan16 magenta16 svart16
Niklas á Líðarenda
bríkslaði innanfyri 60
sekund fyri brots-
spørkum í báðum
endum. Toftamenn
misnýttu, og
EB/Streymur fekk
mál, men B68 fór
avstað við øllum
stigunum
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Toftamenn høvdu neyvan
roknað við, at vitjanin á
Mølini á Eiði skuldi bera
trý stig við sær, uttan at teir
løgdu alla orku í.
Soleiðis tørnaði tað eisini
út. B68 vann 2–1, og teir
vóru hjartans fegnir, tá
Niklas á Líðarenda hevði
bríkslað fyri síðstu ferð, og
tað var greitt, at kontoin hjá
B68 á støðutalvuni var
lívgað við trimum stigum.
– Vit mugu bara siga sum
er. Hóast EB/Streymur er
ímillum niðastu liðini á
støðutalvuni, so vóru teir
okkum sera boysnir. Eg
haldi avgjørt ikki, at okkara
menn undirmettu teir. Vit
roknaðu við, at tað fór at
verða torført, og tað var tað
eisini. Tað er hugaligt at
vinna tøttu dystirnar. Vit
hava fingið sjey stig í
trimum teimum seinastu
dystunum, og tað átti at
givið okkara monnum eyka
hug at leggja nógv í venj-
ingina og fyrireikingarnar
annars, nú vit um tvær
vikur fáa vitjan av B36,
sum tykist vera sera væl
fyri.
Tað er B68 formaðurin,
Niclas Davidsen, sum vit
tosa við. Hann minnist
aftur á 1994, tá B68 spældi
javnt á Eiði, og hann
fegnast um, at tað hesa ferð
royndist betur.
Gekk javnt á
Serliga í fyrra umfarinum
var nógv ferð á. Tað gekk
eitt sindur ov skjótt fyri seg
í mun til tað, sum førleikin
hjá spælarunum megnaði,
og tí var tað ikki altíð so
rudduligt. Nógvir høgir
bóltar vórðu sendir ímillum
brotsteigarnar báðar. Tað
bar ikki teir stóru mál-
møguleikarnar við sær,
men kortini vóru fleiri
hornaspørk.
Rættuliga tíðliga hevði
heimaliðið ein heilt stóran
møguleika.
Jón
Sigurd
Gleðisheygg tóktist rokna
við, at B68 málverjin fór at
fáa fatur á høgum innleggi.
Men bólturin fór framvið
málverjanum, og so tóktist
EB/Streyma álopsmaðurin
ikki at vera heilt klárur. Í
hvussu so er stútaði hann
framvið tóma málinum.
Brotsspørk og mál
Í 2. hálvleiki bríkslaði
dómarin
fyri
tveimum
brotsspørkum eftir lítlari
løtu:
– Eg haldi ikki, at eg
nakrantíð áður havi verið
við til sovorðið. Fyrst var
Mortan Hansen feldur í
EB/Streyma brotsteiginum.
Øssur Hansen smekkaði
brotssparkið í tvørtræið
aftanfyri Gunnar á Steig.
Bólturin fór út frá, EB/
Strreymur fór í álop, og so
varð brotsspark gjørt ímóti
Jón Sigurdi Gleðisheygg.
Anghel Sorin var tryggur úr
ellivu
metrum,
greiðir
Niklas á Líðarenda frá.
Hann hevur verið topp-
dómari í Føroyum í umleið
eina fjórðings øld.
At heimaliðið kom á
vinnarakós
tóktist
seta
meiri futt í B68, sum hesa
ferð hevði Jan C. Dam á
verjukenda miðvallarpláss-
inum, meðan Jan Petersen
var í miðverjuni saman við
Hans Fróða Hansen.
Álopsparturin
varð
styrktur, tá Marcello Mar-
cellino avloysti Marlon
Jorge, sum hevði verið
vongverji í høgru. Síðsta
hálva tíman høvdu tofta-
menn tríggjar í álopinum,
og teir fingu tvey mál.
Hugflogið var ikki nóg ríkt,
og EB/Streyma miðverjan
við Ólavi Poulsen á odda
hevði tað ikki so torført, tá
skrábóltar vórðu oystir
innfyri málið hjá Gunnari á
Steig. Men kortini eydn-
aðist tað B68 at tiltuska sær
tvey mál.
Mortan
Hansen
var
meistari fyri útjavnandi
málinum. Nakað úti í
brotsteiginum og eitt sindur
til vinstru, men kortini mitt
fyri,
stýrdi
hann
við
høvdinum diagonalbólti frá
Arnoldi Joensen úr høgru
og í handara síðunetið.
Súni Fríði Johannesen
var meistari fyri fríspæl-
ingini til sigursmálið. Á
EB/Streyma hálvuni vunnu
toftamenn bóltin av heima-
liðnum, sum harvið ikki var
í verjujavnvág. Súni Fríði
kundi havt roynt sjálvur
ímóti málinum, men hann
valdi at spæla uppaftur
meiri leysa Marcello Mar-
cellino, sum var nóg kaldur
at seta bóltin framvið
Gunnari á Steig.
Hjá heimaliðnum kom
tað illa við, at Anghel
Sorin, sum er ein stórur
styrkur at hava fingið hjá
EB/Strreymi, noyddist at
taka seg aftur, tí hann hevði
fingið ein løst.
EB/Streymur-B68
1-2 (0-0)
1-0: Anghel Sorin (br.) 56
1-1: Mortan Hansen 71
1-2: “Marcelo” Marcelino
83
Dómari: Niklas á Líðar-
enda (GÍ)
EB/Streymur:
Gunnar á
Steig – Alfred Jacobsen,
Ólavur Poulsen, Esmar
Eiðisgarð
–
Halldórur
Joensen,
Jákup
Martin
Joensen, Knút Vesturtún,
Andreas Dahl, Eyðfinn
Joensen – Jón Sigurd
Gleðisheygg, Anghel Sorin
B68: Magnus E. Poulsen
– Marlon Jorge, Hans Fróði
Hansen,
Jan
Petersen,
Jákup Eli Olsen – Arnold
Joensen, Jan C. Dam, Fróði
Benjaminsen,
Øssur
Hansen – Mortan Hansen,
Súni Fríði Johannesen
Vinnari av fótbólts-
ferðini, sum kappast
hevur verið um,
gjørdist Andrass
Weihe úr Sørvági
KAPPING
Jákup Mørk
Í sambandi við útgávuna av
serblaðnuim,
fótbóltur
2001, skipaðu Atlantic Air-
ways og Sosialurin fyri
kapping, har til bar at vinna
eina ferð til Keypmanna-
havnar til dystin millum
FCK og Liverpool.
Hópur av seðlum vóru
innkomnir, og høvdu allir
hesir til felags, at teir 15
puntarnir, sum tilsamans
ímyndaðu maskottin hjá
FCK, leyvuna Leo, vóru
savnaðir saman. Við at
grópa væl niður í bunkan,
varð ein av bjálvunum
síðani
drigin
upp,
og
úrslitið gjørdist, at 15 ára
gamli Andrass Joensen úr
Sørvági
gjørdist
hepni
vinnarin.
Tað var gott
Tá
vit
mánamorgunin
ringdu til Andrass at geva
honum boðini, var tað ikki
tað stóra, sum hann hevði at
siga til hetta.
- Tað var gott!.
Somikið fáorðaður var
hann at byrja við, men legði
síðani afturat, at hann við
hesum fekk høvi at vitja
sysir sína, sum býr í
Odensen, og sum eisini
hevði ætlað sær at sæð
dystin.
Spurdur, um tað var
nøkur serlig orsøk til at
hann tók lut í kappingini,
segði Andrass, at tað var
møguleikin at síggja FCK,
sum var tað avgerandi.
- Eg haldi sjálvur við
Manchester United, so tað
er ikki fyri at síggja
Liverpool,
sigur
hann
brosandi.
Sosialurin og Atlantic
Airways vilja nýta høvi til
at
ynskja
vinnaranum
hjartaliga
tillukku
við
vinninginum, sum vónandi
verður orsøk til eina stóra
fótbóltsuppliving.
EB-Streymur-B68 1-2 (0-0)
Tvey brotsspørk í sama minutti
Andrass vann
ferðina
Sum tað sæst á myndini, so
var rúgvan av innsendum
seðlum stór. Bert ein vinnari
kundi tó finnast, og er tað
seðilin hjá Andrassi, sum
sæst á myndini
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
16