fríggjadagur 28. desember 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 250 - 28. desember 2007
19
tíðindi
Alt ov nógvir dansk
ir dreingir fáa
onga útbúgving,
tí teir verða skúla
troyttir longu í
fólkaskúlanum. Brúk
er fyri radikalari
nýhugsan, um málið
hjá donsku stjórnini
um, at næstan øll
skulu hava eina
útbúgving, skal
eydnast
Skúlamál
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Ein stórur partur av ungfólki
í Danmark fáa onga útbúgv
ing, og felagsnevnarin fyri
nógv av teimum er, at teir
eru dreingir. Meðan gent
urnar langt síðan hava inn
tikið
útbúgvingarheimin,
eru dreingirnir afturúrsigld
ir. Teir fáa lægri karakterir,
teir gevast í størri mun,og
nógvir av teimum fara ong
antíð undir útbúgving.
Í løtuni fara nógvir teirra
í størv sum ófaklærd ar
beiðsmegi, har teir forvinna
væl av peningi. Men tá
konjunkturarnir venda, og
virkini fara at koyra fólk til
hús, verða teir illa fyri.
– Tað er paradoksalt, men
góðu búskaparligu tíðirnar
eru við til at halda dreingir
nar burtur frá útbúgvingun
um, sigur Uffe Tvede Han
sen, leiðari í Ungdommens
Uddannelsesvejledning
Sjælland Syd. Í Suðursæ
landi eru serliga nógvir
dreingir, sum venda skúlan
um bakið.
– Dreingirnir velja í størri
mun vinnuskúlarnar, har
fráfallið er stórt. Harum
framt er tað sjálvforsterk
andi. Tess longri burtur frá
stóru býunum, tess færri
fáa útbúgving. Og tá man
sær, at vinirnir heldur ikki
útbúgva seg, er hugurin ikki
so stór, sigur Uffe Tvede
Hansen.
Allergi móti
skúlanum
Málið hjá donsku stjórnini
er, at 95 prosent av øllum
ungfólki skulu hava eina
miðnámsútbúgving í 2015.
Harumframt skal helming
urin hava eina hægri útbúgv
ing. Í dag fáa 18 prosent
onga
miðnámsútbúgving,
og har er stórur munur á
kynunum. 85 gentunum av
gentunum og 79 prosent av
dreingjunum fáa eina mið
námsútbúgving. Á teimum
hægru
útbúgvingunum
hava genturnar longu rokk
ið málinum: 54 prosent fáa
eina hægri útbúgving, með
an talið hjá dreingjunum er
36 prosent.
Í summar blivu 17.000
dreingir og 27.000 gentur
upptikin á útbúgvingar
stovnunum kring landið, og
hetta fær alarmklokkurnar
at ringja hjá Jakob Lange,
leiðara á Den Koordinerede
Tilmelding
og
Studie
administrationen við Køben
havns Universitet.
– Dreingirnir trívast verri
longu í fólkaskúlanum, har
nógvir fáa allergi móti talv
um, kriti og bókum. Teir
eru týðuliga í afturgongd á
øllum útbúgvingarstovnum
– sjálvt á verkfrøðisútbúgv
ingunum, sigur hann.
Ikki brúk fyri
ófaklærdum
Trupulleikin er, at tað verða
fleiri ófaklærd, enn vit hava
brúk fyri í framtíðini. Beint
nú hava nógvir av dreingj
unum lætt við at finna sær
arbeiði, men tað kann venda
skjótt, sigur Jakob Lange.
– Vandi er fyri, at teir ikki
halda eitt heilt arbeiðslív.
Teir klára tað, so leingi teir
eru ungir og sterkir, men í
summum vinnum er man
gamal, tá man er 35. Tá fáa
teir trupulleikar við ryggin
um og hava onga útbúgving
at søkja sær nýtt starv út
frá, sigur Jakob Lange, sum
eisini vísir á, at samfelagið
ikki brúkar gávurnar hjá
dreingjunum optimalt.
– Tað er bara eitt at gera,
um støðið skal lyftast í Dan
mark. Tað er at fáa fatur á
dreingjunum. Undirvísingin
skal skipast soleiðis, at hon
talar til teirra, og teir veiku
næmingarnir skulu nema
sær vitan gjøgnum ágrýtnar
lærarar, í í staðin fyri sjálvir
at lesa seg til hana, sigur
Jakob Lange. Kelda: Kriste
ligt Dagblad og
www.javnratt.fo
Skúlin er ikki fyri dreingir