fríggjadagur 28. desember 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nýggjársblaðið 2007
18
Nýggjársaftan eru
300 ár liðin síðani, at
Norska Løva fór á
land í Lamba. Fína
blaðið hjá fornminnis
felagnum á Glyvrum,
Keraldið, ger nógv
burturúr hendingini,
sum síðani hevur
verið partur av
søguni hjá Lamba og
øllum tí føroyska
samfelagnum
MINNI
Jan Müller
Nýggjársaftan í 1707 fór Norska
Løva á land á Lambavík. Hetta er
søguliga staðfest, og eingin ivi er
um, at skipið fór á land. Tríggjar
dagar eftir nýggjár í 2008 var
lágættar illveður, og tá fór skipið
heilt illa. Síðani hevur fleiri ferðir
verið roynt at finna Norsku Løvu
ella leivdirnar av henni, men tað
er ikki eydnast – ikki enn í hvussu
so er. Men tað eru framvegis
fleiri, sum liva í vónini um, at fyrr
ella seinni fer okkurt at koma
undan kavi.
Tað, sum framvegis er til av
Norsku Løvu, er hetta:
Í Dómkirkjuni í Havn hongur
modell av henni. Í somu
kirkju hongur skipsklokkan,
og nakrir aðrir lutir, sum vóru
bjargaðir, eru til enn: Eitt borð
er í Lamba, eitt er á Norðoya
Fornminnissavni, eitt borð og
ein stólur hjá Dia Arge í Havn,
ein stólur er í Blásastovu í Gøtu,
ein bileggarovnur á Velbastað,
og ein ljósastaki á Handels- og
Søfartsmusenum á Kronborg.
Søgnin sigur, at ein ella fleiri av
manningini á Norsku Løvu gjørdu
modellið av skipinum og lótu
tað sum olmussugávu til Havnar
Kirkju, sum tøkk fyri, at teir
vórðu bjargaðir í land í Lamba.
Longdin er 91 cm, skrokkurin er
59 cm langur, breiddin er 16 cm,
stórmasturin er 78 cm høg frá
høvuðsdekkinum og frá kjøli til
topp av stórmastrini eru 95 cm.
Nakrar av kanónunum – einar
trettan í tali - vórðu uppfiskaðar
árini 1709-1711, og onkur teirra
endaði á skansanum í Havn.
Tey, sum eru áhugað í søgu og
í søguni um Norsku Løvu, eiga at
ogna sær Keraldið, sum kom út
undan jólum og har lesa søguna
um trímastraðu fregattina, sum
var bygd í 1704, sum var útgjørd
við 36 kanónum og annars var
vakurt skrýdd, og um sagnir og
søgur, sum stava frá hendingini,
tá ið skipið fór á land.
Søgan um skipið
Magnus Rasmussen, bóndi í
Lamba, helt 26. oktober í ár
fyrilestur um Norsku Løvu í
Bygdarsavninum Forni.
Við loyvi frá Magnusi Ras-
mussen taka vit brot burturúr tí,
sum hann greiðir frá, og sum er
endurgivið í Keraldinum:
Í byrjanini av desember
mánað 1707 fór eitt skip hjá
tí kenda Danska Eystindiska
Kompagnínum úr Keypmannahavn
við kós móti indiska býnum
Trankebar. Skipið, sum stevndi
móti Trankebar, var einki minni
enn okkara so kenda Norska
Løva.... Manningin taldi 120
mans.
Ferðin byrjaði við, at Norska
Løva var í fylgi við orlogsskipinum
Sophiu Hedevig, men tá ið skipini
komu í Norðsjógvin byrjaði
illveðrið, og skipini mistu hvørt
annað burtur.
Norska Løva helt ta settu
kósina, og 18. desember var hon
komin norður um Skotland og
vestur um Hebridurnar. Illveður
var og ógvuliga ringur sjógvur,
og um kvøldið fór toran av ganga
av tí ringasta. Toran sló niður í
Norsku Løvu og drap ein mann
og særdi (lammaði) tríggjar. Sum
kvøldið gekk, og náttin kom,
versnaði veðrið nógv, og endin
var, at mesanseglið skrædnaði.
Tíðliga morgunin eftir
skrædnaði stórseglið av einum
brotasjógvi, og samstundis fór
Norska Løva at leka. Nú vóru góð
ráð dýr. Norska Løva lá nógv á
annað borðið og fekk ikki reist
seg aftur.
Fyri at fáa skipið á rættkjøl
kappaðu teir stórmastrina,
men ólukkutíð tók stórmasturin
mesanmastrina við sær. Seinni
sama dag bleiv eisini alt skolað
oman av dekkinum, og fyri borð
fóru 14 mans, og teir sóust ikki
aftur í ódnarveðrinum.
Støðan umborð á Norsku
Løvu má hava verið ómátaliga
ring, ja so ring, at trupult er at
ímynda sær. Norska Løva rak
so á havinum fyri vág og vind
í dagavís, til hon kom inn á
Kalsoyarfjørð. Har lá Norska Løva
so ein dag, men akkerini hildu
ikki, og so rak Norska Løva inn á
Lambavík.
Lágættarvindur hevur verið,
og Norska Løva rak heilt inn á
víkina, og ikki fingu teir bjargað
henni undan at reka á land,
nakað heimanfyri Gjónna, sum vit
siga.....Hon lá so har í briminum,
og menn komu sjálvandi
beinanvegin til hjálpar fyri at
royna at bjarga tí, ið bjargast
kundi. Nógv fólk hevur verið har,
tí sjálvandi var frætt um hetta
skip, sum hevði rikið við Føroyar
og millum oyggjarnar.
Vit vita um gøtumenn,
glyvrarmenn og aðrar við. Tað
hevur ikki verið lætt. Brim, nógvur
vindur og regn, so umstøðurnar
hava verið truplar. Teir, ið eftir
vóru av manningini, vórðu allir
bjargaðir – gott 100 mans. Teir
hava stjórað peningin inn á land
í posum.
Sjóforhoyrið nevndir bara um
menninar og pengarnar, meðan
altíð hevur verið sagt, at aðrir
lutir eisini komu í land.
Rættuliga nógv fólk hevur
verið í Lamba hesa nýggjársnátt
– bygdarfólkið, manningin á
Norsku Løvu, umframt nógv
avbygdarfólk.
Peningurin og lutirnir annars
hava vist verið bornir niðan til
Húsar hesa náttina og dagin
eftir við. Men so hendir nakað.
Illveðrið tekur til, og rættiligt
ódnarveður verður, og náttina
millum 3. og 4. januar fer Norska
Løva í sor í briminum.
Síðani greiðir Magnus
Rasmussen frá um omanlopið,
sum sigst hava fjalt Norsku Løvu,
um royndir at finna fram til skipið,
og at enda kemur hann fram við
nøkrum tankum og spurningum
um Norsku Løvu. Alt sera
áhugavert.
Umframt fyrilesturin hjá
Magnusi Rasmussen eru tvær
aðrar greinar um Norsku Løvu í
Keraldinum hesa ferð. Harafturat
skrivar Óli Jacobsen, sum okkara
lesara kenna frá so mongum
áhugaverdum greinum, um
Søgubrot í Norðragøtu, Maria
Jacobsen skrivar um Niðristovu
á Glyvrum og Í Ovaragerði í
Søldarfirði, Thorleif Hansen um
Í Tøðu á Toftum, og so er annað
tilfar eisini í Keraldinum nummar
10, sum er fínur lesnaður og
søgulig og ættarlig perla.
300 ár við Norsku Løvu
Modellið av Norsku Løvu, sum hongur í Havnar Kirkju
Frá útgrevstrinum
í Lamba í 1904