Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. desember 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 250 - 28. desember 2007 Eitt av teimum serligu jóla­ haldunum er í undirhúsinun í Vágsbotni. Hetta er fast seinasta gerandisdagin und­ an jólum kl. 15. Í ár var tað fríggjadagin 21. Fyrst er at siga, at undir­ húsið er eitt serligt stað. Tað er longu mong ár síð­ ani, at teir hjá Poul Hansen lótu høli í niðastu hædd til menn at savnast í. Her kunnu teir fáast við ymisk ítrív sum at práta og spæla kort. Her verða nógvir av dagsins spurningum eisini greiddir. Tí fingu hølini navnið undirhúsið eftir bretska tinginum við sama navni. Hetta gjørdist so ”modell” fyri onnur undirhús, sum síðan eru komin kring landið. Hesi hava øll stóran týdning sum savningarstøð fyri fyrst og fremst eldri fólk. Tað eru bert menn, sum dagliga vitja inn í undirhúsið. Ofta eru tað gamlir sjómenn, sum koma inn higar, og sum kunnu greiða frá sínum royndum á teimum stóru høvunum. Og ”dagligi leiðarin” er eisini ein gamal sjómaður, Eigil Hansen á Borð. Hann mundi fingið eina rakett í høvdið í Flógvakrígnum í 1991, har hann var staddur tá. Hann letur upp, og hann letur aftur hvønn dag. Her ber forrestin eisini til at fáa agn hjá honum, sum vil fara ein túr á flot. Tað eru nógvir forvitnis­ ligir gestir, sum millum ár og dag støkka inn á gólvið í Undirhúsinum. Hetta sæst eisini í gestabókini. Eina ferð var tað so merkiligt, at á tveimum fylgjandi síðum standa Anker Jørgensen, fyrrverandu forsætisráð­ harri í Danmark og Mogens Glistrup, sum í mong ár var leiðari fyri Fremskridtsparti­ et. Tað vóru bert fáir dagar millum, at teir vitjaðu undir­ húsið, so teir kundu eins væl hitt hvønn annan inni har. Tað er eingin loyna, at Glistrup í mong ár var ein marra fyri Anker Jørgensen. Men teir høvdu so til felags áhugan at vitja okkara undirhús. Jólahugnin hevur eitt fast ritual. Her koma tey, sum vanliga støkka inn á gólvið. Hetta er sum sagt alt mann­ fólk. Síðan koma fleiri av teimum, sum arbeiða í Vágs­ botni. Her eru so eisini nøk­ ur konufólk, nevniliga tær, ið hava klippistovu á Bryggjubakka. Borgmeist­ arin plagar eisini at koma. Hesa ferð gjørdi hann kort­ ini stutt av, tí hann hevði so nógv annað um at vera. Hæddarpunktið á hvørj­ um ári er Dupultkvartettin í Ebenezer, sum eisini hevur úr at gera um jólini. Síðan er tað hugni og prát. Eigil býtir út reklamufelliknívar frá Poul Hansen. Men tá knívar ikki skulu gevast burtur, verður biðið um eina krónu fyri hvønn! Hetta er ein stak hugnalig løta, sum øll gleða seg til á hvørjum ári. Vit vóru eisini til staðar hesa ferð og tóku nakrar myndir. ó. Jólahald í Undirhúsinum Dupultkvartettin setti sín dám á jólahugnan í undirhúsinum. Vit síggja f.v.: Jens Christian Guttesen, Jóannes Poulsen, Jens Andreassen, Alexander Samuelsen, Árni av Reyni, Eli Smith, Finn Jacobsen og Jóannes á Váli Eigil á Borð er primus motor í undirhúsinum Margareth, kona Eigil, er við eina ferð um árið, og tað er til jólahugnan. Her er hon saman við eini langommudóttir Tað vóru eisini onnur børn við hesa ferð. Mia og Andrew eru børn hjá Finn Jakobsen úr Dupultkvartettini. Havnar Arbeiðsmannafelag er eisini væl umboðað við Hans Joensen, formanni, og Monrad Kjælnes, skrivara Tveir garvaðir fiskimenn, Zakarias Joensen og Magnus Olsen Tveir aðrir garvaðir sjómenn saman við einum landkrabba. F.v. Beðin Christiansen, Hákun Jensen og Valdemar Lützen Hjørleif Kúrberg er fastur gestur í Undirhúsinum nøvn